Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 29 — 18. apríl 1979 Sterku fótbóltstjóðirnar í Europa hava ringt við at manna góð landslið Neyvan nakrantíð fyrr hevur vesturtýskur fótbólt- ur verið so væl fyri sum nú — um vit hugsa um tey ymsu feløgini. Men á landsliðnum er tað beint øvugt, har gongst illa at fáa rætta spælið fram Eins og fleiri aðrar europeiskar tjóðir hevur V- Týskaland mist landsliðsstuðlarnar Aftaná at Vesturtyskaland og Turkaland høvdu leikt javnleik í einum kvali- fikatiónsdysti til kappingina um EM í fótbólti, skrivaði Knud Lundberg, ítróttarblaðstjóri á danska blaðnum AKTUELT hesa grein, ið vit loyva okkum at prenta niðanfyri. Báðar tær bestu fótbólts- tjóðirnar í Europu, Ong- land og Vesturtýskaland, hava í letuni trupulleikar við at fáa mannað lands- lið, ið kunnu vinna. Ringast er hetta fyri vesturtýskarar, tí hetta er fyri teir eitt nýtt fyri- brigdi, meðan onglending- ar í nógv ár hava verið vanir við tílíkt. Tað eru nú umleið 20 ár síðan Ongland seinast megnaði at ieika seg fram til endaligu heimsmeist- araskapskappingarnar i fótbólti, sjålvt um landið altíð hevur verið, og er, roknað sum fremsta fót- bóltstjóð í heiminum. Onkur vil nú kanska vera við, at tað eru styttri enn 20 ár síðan Ongland seinast luttók í avgerandi HM-kappingunum, og er hetta eisini satt, men hav- ast må í huga, at luttøka Onglands í 1966 varð tryggjað av tí at landið sjálvt var vertstjóð. At Ongland so eisini vann heimsmeistaraheitið, og uttan iva hevði megnað at leikt seg fram til finalu- kappingina, er heilt ein onnur sega. Men síðan 1966 hava onglendingar ikki havt nakað veruliga sterkt landslið, ið hevur kunna Besti fótbóltsleikari í Vesturtýsku kappingini — men hann er onglendingur, Kevin Keegan tryggjað teimum nekur heiðurlig úrslit, sjálvt um ensku fótbóltsfelegini øll hesi árini hava nátt fram- úrskarandi góð úrslit í teimum ymsu Europa- kappingunum. Vesturtýskarar haraft- urimóti hava altíð havt sterk landslið og tað eru bert fimm ár síðan teir seinast vunnu HM, og frammanundan var tað nærum eingin tjóð, ið kundi vinna á teimum. Munurin millum Vest- urtýskaland og Ongland, var, at Vesturtýskaland hevði eitt felag, ið lands- liðið kundi byggjast á. Liðið, ið vann gull í Miinc- hen í 1974, kom jú eisini úr Miinchen. Tað var Bayern Miinchen — sterkasta lið í Europu tá — ið átti grundina og bulin á landsliðnum. Helvtin av leikarunum á landsliðnum leikti á somu plássum hjá Bayern Miinchen. Útlendingarnir eru teir bestu Glanstíð Vesturtýska- lands steðgaði tá Gerd Miiller gavst — sum landsliðsleikari — og * Beckenabuer fór til USA at spæla fyri New York Cosmos. Tað fór at gangast verri hjá Bayern Miinchen og á sama hátt gekk hjá lands- liðnum. Landsliðið hevur júst nú vist hvat tað kann — ella rættari ikki kann við ikki at megna at vinna dystirnar móti Turkalandi og fótbóltspinkulingun- um Malta, tíansheldur skoraðu teir heldur ikki eitt einasta mál. Stødan er sjálvsagt ikki vorðin betur av at nýggi ríkisvenjarin Jupp Der- wall slongir um seg við tómum orðum og tosar 6- ført um »hvirlufotbolt« 0.2. — og so letur ein leik- ara sum Hansi Miiller, ið illa nokk dugir at nýta egnu fótbóltsgávur sínar — stjórna liðnum. Men stóri munurin á Vesturtýska landsliðnum fyrr og nú, er tó, at týska liðið ikki hevur nakað felag at byggja landsliðið á, og sum steðan er í let- uni sær tað út til at tað verður seinur dagur áðr- enn tílíkt felag verður funnið. - Soleiðis hevur stødan verið í Onglandi í nógv ár, og fyri ein part eisini í Spania og Italia, ella í teimum londúnum, sum altið hava verið fremst í ymsu Europa-cup kapp- ingunum. Ein tann fremsta or- sekin til at landsliðsdygd- in er vorðin vánaligari, er hon, at bestu leikarnir á bestu liðunum í Onglandi, Spania og Vesturtýska- landi, eru útlendingar, ið ikl i kunnu leika á lands- liðunum. Liverpool betur enn landsliðið, men... Ítalia loyvir ikki longur útlendskum pengaleikar- um at spæla við italsku feløgunum, og Ítalia spældi eisini væl betur í Argentina í fjør, enn liðið hevur leikt í nógv ár — og fremsta orsøkin var at 10 av landsliðsleikarunum komu frá Juventus og kendu sostatt hvenn ann- an frammanundan. Hesin landsliðsbulurin úr Juventus megnaði at spæla seg fram á fjórða sætið í HM-kappingini — men megnar ikki longur at halda Juventus í odda- bólkinum í italsku 1. deildini. Men ein bulur var tað. Liðið var eins og besta landslið, ið nakrantid hev- ur leikað — tað ungarska — bygt um ein bul úr ein- um felagi. Nú á døgum er tað jú heldur eingin, ið ivast í, at Liverpool leikar væl betur Hansi Miiller — ein av nýggju vesturtýsku leikarunum, men ikki gongst tað gott enn enn enska landsliðið. Ti- verri fyri onglendingar kann Liverpool ikki nýt- ast sum landslið m.a. tí at bestu framherjarnir, Highway og Dalglish, ikki eru onglendingar, men á- vikavist iri og skoti — og hetta ger seg galdandi fyri nærum hálva Liverpool- liðið. Trupulleikarnir í Vest- urtýskalandi í letuni eru júst av sama slagi. Bestu leikararnir í Europu í 1977 og 78, eru sjálvsagt eisini teir bestu á liðunum hjá Mønchen-Gladbach og Hamburger SV, men hverki Allan Simonsen ella Kevin Keegan kunna hjálpa týska landsliðnum og tað kann besti maðurin á oddaliðnum, Kaiser- lautern, málverjin Ronnie Hellstrem, heldur ikki. Europa- meistararnir nærum ókendir Í dag er tað fyrst og fremst Vesturtýskaland ein leggur merki til í teimum stóru Europa- kappingunum. Ikki minni enn 5 av teimum 12 lið- unum, ið hava leikt seg fram til semifinalurnar, eru vesturtýsk. Men tað kunnu ganga nógv ár áðrenn Vestur- týskaland aftur fær eitt veruliga sterkt fótbólts- landslið, m.a. tí at nú eru eisini teir noyddir at fara til útlondini m.o. Spania, fyri at fáa bestu leikarar- nar heim til landsdystir. Bert londini eystan vjarntjaldið< hava, sum nú er, meguleikar fyri at Beckenbauer. — Tá hann flutti til USA fór at ganga niðureftir hjá vesturtýska lands- liðnum