leygardagur 21. apríl 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 21. apríl 1979
sosialurin
Síða 5
KANÓNIRNAR Á WALCHERN
Á SJÓGV Í SUNDALAGNUM
Skulu liggja á havbotninum so tær ikki rusta burt
Tær báðar jarnkanónir-
nar, sum herfyri vórðu
funnar á havbotninum
sunnan fyri Mykines
liggja nú aftur á havsins
botni. Hesaferð í Sunda-
lagnum.
Hetta verður gjert fyri,
at kanónirnar, sum eru
meira enn 300 ára gamlar,
ikki skula forfarast.
Tað var Tjaldrið, sum
fiskaði báðar kanónirnar
upp tann 9. apríl í ár og
flutti tær til Havnar, har
tær hava ligið á Forn-
minnissavninum við
Landavegin pakkaðar inn
í plastikk. Hetta var
gjert, tí kanónirnar rusta
heilt ótrúliga skjótt, nú
tær hava ligið í saltvatni í
300 ár, og nú knappliga
koma í samband við ilt.
Savnið kann ikki
konservera
kanónirnar
Fornminnissavnið, sum
frammanundan ikki hevur
alt ov stór heli at húsa
teimum mongu gripunum
í, hevur ikki meguleika at
konservera hesar kanón-
irnar soleiðis, at tær ikki
forfarast.
Savnið hevur sett seg í
samband við danskar ser-
freðingar, men enn er so
eingin avtala gjerd, um
kanónirnar meguliga
skulu sendast til Dan-
markar at konserverast.
Hetta verður gjert á tann
hátt, at lutirnir verða
pakkaðir inn í aspest og
síðani upphitaðir, soleiðis
at alt saltið fer úr jarn-
inum. Eftir tilíka viðgerð
kunnu tær varðveitast á
vanligan hátt.
Liggja í
gummidekkum
Fornminnissavnið av-
gjerdi ti fyribils at leggja
kanónirnar aftur á hav-
botnin, til ein loysn er
funnin. Tjaldrið fór miku-
dagin við teimum báðum
kanónunum norður í
Sundalagið. Har liggja
tær nú innan í nekrum
gummidekkum.
Kanónirnar stava ann-
ars helst frá hálendska
eysturindiufaranum,
»Walchern«, sum fór á
land í Feroyum í 1667.
Áður eru tvær aðrar kan-
ónir funnar nærhendis
Mykinesi. Tær kanónirnar
vóru partvist av kopari og
illar tærdar. Tær vóru
sagaðar sundur og seldar
fyri 2000 ríkisdálar. Hetta
var í 1872.
VÁRFUNDUR JAVNA
VERÐUR Í ØRAVIK
Fyrilestur um framtíðar forsorg í Suðuroy
Komandi leygardag held-
ur felagið Javni vanliga
várfund sín í Suðuroy.
Skipað verður fyri al-
mennum fundum á Gist-
ingarhúsinum Við Á í
Øravik.
Å skrånni eru tveir fyri-
lestrar umframt tjak.
Leygarmorgunin 28. april
klokkan 9.30 heldur Jó-
annes Dalsgaard, lærari,
fyrilestur, sum hann
nevnir >Hugleiðingar um
framtíðar forsorg í Suð-
uroy>. (Landsstýrið hevur
sett eina nevnd at kanna
tervin á útbygging av for-
sorgini fyri evnaveik í
Feroyum. Felagið Javni
er umboðað í hesi nevnd
við tveimum limum).
Hvat ynskist
útbygt í Suðuroy!
Felagið Javni upplýsir
annars, at ætlanin við
hesum fundi er, at luttak-
ararnir kunnu siga sínar
hugsanir, so felagið á ein-
um betri grundarlagi kann
siga, hvat ynskist útbygt
í Suðuroy.
Leygarkveldið klokkan
19.30 heldur Arni Ludvig,
skúlastjóri, cand. pæd.
pscyh. fyrilestur, sum
hann kallar, >Systkin
teirra evnaveiku.« (Krevst
meira av teimum enn eðr-
um bernum). Eisini aftaná
henda fyrilesturin er
meguleiki at tjakast um
umredda evnið.
Frítíðarheimið
i Skrivaragøtu«
I skrivi til blødini sigur
nevndin i Javna, at felagid
enn hevur sinar skyldur
yvirfyri »Fritidarheimin-
um i Skrivaragøtu«, og
verður í hesum døgum
eins og árini frammanund-
an sent girokort í hvert
hus i Føroyum.
Fritidarheimiå hevur nú
verið opið í gott eitt ár og
hevur gestur flutt inn 5.
hvenn dag, síðani heimið
opnaði. So sigast kann, at
tervur er á Fritidarheim-
inum.
Merkjasøla
gav 92.000 kr.
Merkjasølan i heyst gav
knappar 92.000 kr. Javni
takkar fyri dyggan stuðul
og vísur á, at grundarlag-
ið hjá felagnum — og har-
við meguleikunum at
virka sum stridsfelag — er
tann peningur, ið kemur
inn sum limagjald,
ella við merkiasøluni
gáva
kring oyggjarnar
Hava ofta mist
fleiri seyðir
Veturin hevur verið
harður hjá seyðinum.
Eisini í Funningi hava
teir mist nakað av
seyði, tó ikki meira enn
ofta fyrr.
Sterri parturin av
kenningarseyðinum
bleiv tíðliga tikin inn
og helvtin av felags-
seyðinum er eisini tikin
í hús. Teir vóru og róku
ein part longu tidliga í
januar. Tað er annars
vanligt, ikki at reka
fyrr enn í seinnu helvt
av mars.
Nógv fóður er komið
til bygdina í vetur,
bæði islendskt og
danskt hoyggj og
sekkjafóður. Lembing-
in er ikki byrjað enn,
hon kemur ikki fyri
fyrr enn um mánaðar-
skiftið.
Funningshagarnir
bera 550 seyðir
Tórshavnar
Musikkskúli
konsert í
kommunuskúla-
auluni
Sunnudagin kl. 16 hev-
ur Tórshavnar Musik-
skúli konsert í komm-
unuskúlaaulini. Fram-
ford verða verk av
Bach, Corelli og Pur-
cell og Telemann.
Skráin fyri konsertina
er henda:
Telemann:
fyri violin, cello og
cembalo. Violin Alex
Sólstein, cello Verland
Johansen og Cembalo
Olavur Håtun.
Telemann: Taffel-
musikk. Violin Óla
Jákup Gaard, cello
Verland Johansen, obo
Kåri Bæk, floytu Dor-
ete Block og Joannes
Nolsøe klaver.
Bach: Sonata fyri
violin og cembalo. Vio-
lin Kanny Sambleben,
cembalo Oddvør Jo-
hansen.
Corelli: Trio sonata
nr. 5 fyri kamarorkest-
ur
Sonata
Purcell: Chaconne
fyri orkestur.
Dukkuleikir
å føroyskum
I juli kemur Silkeborg
Dukketeater å vitjan i
Føroyum.
Silkeborg Dukkete-
ater eru Ragnheidur og
Ove Skipper og børn
teirra. Ragnheidur er
foroysk, ættað úr
Havn, og verður
dukkuleikirnir fram-
førdir á føroyskum, tá
ey koma higar í summ-
ar. Hetta verður iva-
leyst fyrstu ferð, fer-
oysk bern koma at
hoyra dukkuleikir á
egna máli sínum.