leygardagur 21. apríl 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 30 — 21. apríl 1979
Itréttasamband Føroya er 40 ár:
Ætlanin var at hava merkisdag
— hetta verður nú av ongum
Tann 4. apríl í ár vórðu 40 ár liðin, síðani
menn tóku seg saman og stovnaðu Ítrótta-
samband Feroya. Í hesum sambandi var
ætlanin at hava ein merkisdag við ymsum
ítróttarkappingum. Hetta verður nú av
ongum.
Formaðurin í ÍSF, Jógvan
Arge upplýsir fyri Sosi-
alinum, at ætlaninar at
gera okkurt serligt burtur
úr merkisárinum eru dotn-
ar niðurfyri.
Tað var ætlanin at
skipa fyri fleiri ymiskum
itróttarkappingum m.a.
kappróðri tann 10. juni.
Síðani er Norðoyarstevn-
an løgd til júst hetta viku-
skiftið. Jógvan Arge sig-
ur, at tað loysir seg ikki at
fara undir ein sterri kapp-
róður beint fyri Norðoyar-
stevnu. Tað var eisini tal-
an um at bjóða útlending-
um henda vegin, men
hetta verður eisini av ong-
um.
Formaðurin í ÍSF vísur
somuleiðis á, at tað hevði
verið rættuliga kostnaðar-
mikið fyri ÍSF, um stovn-
urin skuldi bjóða nógvum
fremmandum gestum til
Feroya.
Stovningardagurin
4. apríl 1939
Tá ÍSF hevði 25 ár á baki í
1964 gav sambandið út
eitt minnisrit. Tað var
Martin Holm, sáli, ið
greiddi hetta rit úr hond-
um. Vit prenta her brot úr
frásegn hansara, um
hvussu ÍSF varð stovnað:
Í tíðarskeiðinum 1933 —
1939 komu ongar kapp-
ingar í lág, uttan hvert
einstakt felag leitaði sær
upp mótleikarar. Í hesum
tíðarhvarvi er tað, at
havnarmenn — innan- og
uttanfelags leikarar —
seta á stovn B36. Sjáldan
er slíkur klovningur til
annað enn niðurlegu, men
í hesum føri kom hann at
gagna ellum pørtum: HB,
uppreistrarmonnunum og
føroyskum fótbólti sum
heild. Tey gomlu og
sterkastu felegini kundu
við drúgvum brævaskifti
fáa nakrar dystir hvert
summar; men hetta lagið
framdi ongan ítróttaligan
vekstur í landinum. Men
so fingu skúlamyndug-
leikarnir áhuga fyri
ítróttaliga táttinum í upp-
alingini her á landi og
settu 1/4—38 Poul E.
Petersen táverandi lærara
í Mykinesi, til ítróttaráð-
gevara.
Tann nyggi itrottaråd-
gevarin tók sær um reiggj
og boðaði hin 16. august
1938 monnum til fundar á
Sjómansheiminum i
Havn, vid ti i kvittan at
stovna eina nyggja sam-
gongu av itrottafeløgum
— eitt Ítróttasamband.
Tá vit síggja, hverjir
menninir vóru, sum lut-
tóku í hesum fyrsta fundi,
stendur okkum greitt, at
hesa ferð er ætlanin at
geva samgonguni eitt
breiðari og haldbetri steði,
enn undanfarnu royndir-
nar hevdu. — Sambært
gerðabókina vórðu hesir
seks menn á fundi: Poul
E. Petersen, lærari,
Mykinesi, Christoffer
Liitzen, yvirlærari, Havn,
Leif Waagstein, sakførari,
Havn, H. O. Hansen,
tryggingarstjori, Havn,
N. A. Eidesgaard, um-
boðsselumaður, Havn,
Gunnar Mohr, býráðs-
skrivari, Havn.
Við Poul E. Petersen,
sum ítróttaráðgevara,
hevði man tryggjað sær
gott samband við teir pen-
ingajáttandi stovnarnar,
skúlastjórn og legting. —
Christoffer Liitzen, fyri-
stødumadur fyri elstu
próvteku skúlum lands-
ins, realskúlanum og lær-
araskúlanum, vissaði væl-
vild og stuðul skúlans og
læraranna. Juridisku
spurningarnar kundi Leif
Waagstein greiða. H. O.
Hansen var hin keni rokn-
skaparmaðurin, Niels A.
Eidesgaard hin altið fúsi
til stovnan av feløgum og
Gunnar Mohr, býráðs-
skrivari, fullkonur í um-
sitingarligum spurning-
um. — Jú, manningin er
góð — fundurin hevur
bara tað brek, at einki
ítróttafólk er umboðað.
Hesin fundur samtykti
uppskot til lógir fyri sam-
gonguni — Ítróttasam-
band Føroya (I.S.F.), —
og nevnd varð vald til at
arbeiða við málinum: Poul
E. Petersen, formaður,
Chr. Liitzen, næstfor-
maður, Hans O. Hansen,
kassameistari og Gunnar
Mohr, skrivari.
Hin 4. april 1939 boðar
henda nevnd til fund á
Sjómansheiminum.
Manningin er henda:
Poul E. Petersen,
ítróttaráðgevari, Myki-
nes, Hans O. Hansen,
tryggingarstjóri, Havn,
Gunnar Mohr, býráðs-
skrivari, Havn og hesir 7
umboðsmenn fyri itrotta-
felog:
N. P. Nolsee, Havnar
Bóltfelag, Arne Olsen,
Havnar Fimleikafelag,
Oliver Dam, Havnar
Kappróðrarfelag, Andr.
Mouritsen, Hondbóltfel-
agið Neistin, Napoleon
Petersen, Sørvågs Itrotta-
felag, Morten Winther,
Vågs Boltfelag, Martin
Kruse, Eidis Boltfelag.
Fråsøgnina frå hesum
fundi endar Gunnar Mohr
í gerðabókini soleiðis: «
<... samykt varð at
stovna Ítróttasambandið,
og vórðu hesir valdir í eina
bráðfengis nevnd, sum
skuldi arbeiða fyri at fáa
tey flest møguligu ítrótta-
feløg i Føroyum til limir í
ÍSF, nevniliga: Poul E.
Petersen, Mykines, Andr-
eas Mouritsen, Havn, M.
Kruse, Eiði, N. P. Nolsee,
Havn, Arne Olsen, Havn,
H. O. Hansen, Havn og
Gunnar Mohr, Havn.
Poul E. Petersen varð
valdur til formann, H. O.
Hansen varð valdur til
kassameistara og Gunnar
Mohr varð valdur til
skrivara.«
Hetta kann illa skipast
ødrvisi enn, at ISF er
stovnað 4. april 1939.
Avgjørt varð at ISF
beinanvegin bæði úteftir
og inneftir skuldi gera
vart við seg. Ti varð av-
gjørt, at øll hini noråur-
landa ítróttasambandini
skuldu fáa boð um ný-
stovnaða Ítróttasamband
Feroya, og at ÍSF skuldi
skipa fyri itrottakapping-
um á óluvseku 1939.
Undirtøkan
Ikki kann sigast annad
enn, at undirtøkan var
góð. Norðurlanda sam-
bandini kvittaðu fyri boð-
ini við góðynskjum —
summi við gávum — og
oll tey politisku blødini
settu hvert sítt steyp út
til ólavsskukappingarnar.
Skipafelagið gav tvey
steyp. Eisini nerdist talið
av ítróttafelegunum innan
ÍSF væl. Í samvinnu við
Tórshavnar Býráð sam-
skipaðu hin 10. august
1940 ølk itrottafeløg í
Havn seg í Tórshavnar
Ítróttaráð, ið rekja skuldi
øll felags áhugamál teirra
— til dømis leikvellir og
Olavsøkuitrottina. Undan-
farnu royndirnar hevdu
bert arbeitt við fótbólti,
men longu áðrenn 1939
var farið afturum, vóru
ikki bert fótbóltfeleg, men
eisini hondbólt-, róðra-,
og svimjifelog limir — ialt
14. Hetta sigur okkum, at
logarinnar gr. 2 varå tikin
fyri fult:
»Sambandid (ISF) er
yvirstjórn felaganna í
Feroyum, og góðkennir
reglur fyri allari ítrótt í
landinum, er fulltrúi Fer-
oya í øllum ítróttamál-
um.«
Tann fyrsta deildin,
sum varð sett á stovn
innan ÍSF, var fótbólts-
deildin. Hon varð niður-
løgd í síðsta mánað, og i-
staðin fyri varð Fótbólts-
samband Feroya sett á
Í dag eru deildirnar sjey
í tali, umboðandi badmin-
ton, borðtennis, fimleik,
flogbólt, hondbólt, róður
og svimjing.
Fótbóltssamband Fer-
oya er tað higartil einasta
sersambandið innan ÍSF.
Sosialurin ynskir
Ítróttasambandi Føroya
tillukku við teimum 40 ár-
unum og góðan byrð
framyvir. i
KONDI
Feroysk ítróttarklæðir
P/FSJÓKLÆDNAVIRKIÐ
TELEFON 5 50 40
Teir seks formenninir í ISF, 1939 —1979
Poul E. Petersen, for-
maður ÍSF's 1939— 1946
Martin Hoim,
iSF's 1946
formaður
1962
Ólavur Lambaa, formaður
ÍSF's 1962 — 1972
Líggjas Joensen, formað
ar ÍSF's 1972 — 1976
Erhardt Næs,
ISF's 1976
formaður
-1978
Jógvan Arge, formaður
ISF's 1978 -
É
F
á
Få
*