leygardagur 21. apríl 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ON
Nr. 30 — 21. apríl 1979
sosialurin
Síða 9
SøSlalurin
Flogbólts-
hjá Fleyr verður í dag.
Tilsamans 21 lið skula lut-
taka, 13 manslið og 8
kvinnulið. Av tí at liðini
eru so nógv, er neyðugt at
skipa tey í bólkar. Mans-
liðini eru í 3 bólkum og
kvinnurnar í tveimum.
Ætlanin er at fáa alla
kappingina leikta í dag.
Byrjað verður kl. 10 fp.,
og um kl. 18 í kveld byrja
finalurnar. Dystirnir
verða leiktir í Ítróttarhell-
ini á Nabb, og leikt verður
á trimum vallum. Menn-
inir skula hava tveir og
kvinnurnar triggjar. Lut-
takandi liðini verða hesi:
Støkk skipar fyri føroyameistarakappin
Í morgin skipar Stekk fyri
føroyameistarakapping i
fimleiki.
Kappingin fer fram i
ítróttarhellini í Klaksvík,
og byrjar hon kl. 15.00.
Kappingin er fyri gentur
og dreingir, kvinnur og
menn.
Gentur og kvinnur
kappast í iðkan á gólvi, á
int. javnvágsbita og lopi.
Dreingir og menn kappast
í íðkan á gólvi, í stillum
ringum og lopi.
29 luttakarar
Tað eru 29 gentur og 9
dreingir, ið hava teknað
luttøku, og kappast tey
eisini í ymiskum bólkum.
Vinnarin í hverjum bólk-
inum fær steyp til ognar.
Kappingarstigar
Kappast verður eftir ein-
um kappingarstiga, sum
luttakararnir klatra long-
ur og longur upp eftir.
Stigin hevur 12 trin, og
tey, sum eru komin longst
eru nú uppi á 8. og 9. trini.
Hesar verða at síggja í Klaksvík sunnudagin. Frá vinstru: Unn, Anna Maria og Ivy
Fyri at ein skal kunna
koma frå einum trini til
annað, skal hann hava tað
niðara góðkent, og hetta
kann hann fáa eftir åvis-
um reglum til tær góð-
kenningarkappingarnar,
sum felegini
gjegnum árið.
skipa fyri
Fjórðu ferð
Hetta er 4. ferð at FM
verður skipað eftir kapp-
ingarstiganum Fyrstu
ferð hann varð nýttur var í
Klaksvík fyri 4 árum sið-
ani.
Dómararnir verða 10 í
tali. 5 til genturnar og 5 til
dreingirnar.
Søguligt ár fyri
føroyskan fótbólt
i |
|
Menn NFL 4 Eysturskulin Fleyr 2
Bólkur I: — Fleyr 3 VÍF Fleyr 3
FNL 1 St.ÍF Mjølnir 2
FLEYR2 FS2 j Bólkur B: : ; Á ; 2
1 Bókari: Bótura. Sí Fyrifyrstu ferð skipar eitt sersamband innan ÍSF
FS1 SÍF MB * .
Bólkur II Fleyr1 Mjelir1 Mjolnir2 fyri landskappingum
SOSIALURIN og
og itrottarskrivingin
Fyri at gera frásagnirnar so fjølbroyttar
sum møguligt tørvar Sosialinum hjálp
Hetta vikuskiftið byrja
landskappingar FSF's og
ætlar Sosialurin hverja
viku at hava umreður, úr-
slit og myndir frá teimum
ymsu dystunum í teimum
ymsu deildunum.
Fastar frásagnir
Hvenn mikudag er ætlan-
in at hava frásagnir frá
tveimum 1. deildardyst-
um og einum ella tveimum
2. deildardystum, og har-
afturat, so vítt gjørligt,
úrslit, frásagnir og staður
úr hinum deildunum, men
hetta seinna letur seg bert
gera um vit fáa hjálp frá
teimum ymsu ítróttarfel-
egunum.
Fritidarstørv
I løtuni starvast triggir
vid itrottarskriving blads-
ins. Av hesum trimum er
tað bert ein, ið hevur fast
starv á Sosialinum, og
ítróttarskrivingin er bert
lítil partur av arbeiðseki
hansara. Hinir báðir hava
bert ítróttarskrivingina
sum frítíðarsterv og
kunnu teir sjálvsagt av
hesi orsek ikki gera frá-
sagnirnar so fjølbroyttar
og teir vilja, tá teir mang-
an eru bundnir av arbeið-
um sínum.
Ringið!
Av hesum sæst skilliga,
at skal Sosialurin gerast
eitt gott ítróttarfrásagn-
arblað, tervar honum
hjálp og vilja vit tí heita á
ítróttarfelegini um at
rætta okkum eina hjálp-
andi hond.
Hetta kann m.a. gerast
á tann hátt at feløgini, í so
stóran mun, tað er teim-
um gjerligt, ringja til okk-
um við ítróttartíðindum,
úrslitum o.ø., ið hevur
almennan áhuga. |
Ítróttarskrivarar blaðs-
ins eru at hitta hvert
sunnukveld millum kl. 20
og 22 á tlf. 11820 og
14720.
Vit vóna at frætta frá
feløgunum. Størri hjálpin
er, betur gerst ítróttar-
skrivingin í Sosialinum.
Kappingarárið 1979 er eitt
søguligt ár fyri føroyskan
fótbólt. Fyri fyrstu ferð í
segu Ítróttarsambandsins
er tað eitt sersamband, ið
skipar fyri kappingunum.
FSF lagt til rættis
Tað er tað nýstovnaða
Fótbóltssamband Feroya,
FSF, sum í ár skipar fyri
fótbóltskappingunum, ið
byrja hetta vikuskiftið, og
hevur luttøkan ongantíð
áður verið so stór.
666 dystir
110 lið úr tveyogtjúgu
feløgum skulu i ár leika
666 dystir.
Av hesum 110 liðum eru
8í 1. deild, nevniliga B36,
KÍ, ÍF, MB, HB, VB, TB
og NSÍ. Átta í 2. deild:
Royn, B68, GÍ, EB, HB,
Fram, KÍ og SÍ. Tveyog-
tjúgu í 3. deild: Tvey úr
SÍF og TB og annars eitt
úr hesum feløgum: St.IF,
B71, Streymur, Sumba,
LÍF, Skála, SÍ, Fram,
Royn, EB, GÍ, B68, VB,
KI, ÍF, B36, MB og NSI.
Í unglingadeildini lut-
taka í ár 7 lið, nevniliga
NSÍ/B68, TB, HB, B36,
ÍF, KÍ og LÍF.
Í dreingjadeildini lut-
taka AB, B71, Skála,
Fram, Royn, SÍ, EB, GÍ,
B68, VB, KÍ, ÍF, B36,
MB, TB, NSÍ og tvey lið
úr HB ella tilsamans 18
lið.
Hjá smádreingjum lut-
taka í ár 19 lið og eru tey
trý úr HB og annars NSÍ,
TB, B36, ÍF, KÍ, VB.
B68, GÍ, EB, SÍ, Skála,
LÍF, Streymur, B71, SÍF
og AB.
Í piltadeildini er luttek-
an sum vanligt nógv tann
stersta. Har luttaka í ár
ikki minni enn 28 lið og
eru tey hesi: ÍF, B68, GÍ,
SÍ, Royn, Skála, LÍF,
B71, SÍF, Sumba, AB,
fýra úr HB, trý úr TB og
tvey úr hverjum av hesum
feløgum MB, B36, KI, VB
og NSÍ.
Meistarnir
Spennandi verður nú at
síggja, hvussu kappingin
fer at ganga í ár. Verður
hon eins spennandi og í
fjør og árini frammanund-
an, tá hava vit nakað at
gleða okkum til og í ár er
jú aftur spenningur um
upp- og niðurflyting.
Í fjør varð sum kunnugt
eingin niðurflyting, tá 1.
og 2. deild skuldu víðkast
til 8 lið, men í ár koma so
vanligu reglurnar um upp-
og niðurflyting í gildi
aftur.
Tá kappingin endaði í
fjør vóru vinnararnir av
teimum ymsu deildunum
hesir:
1. deild HB
2. deild NSÍ
3. deild SÍ
Unglingadeildin HB
Dreingjadeildin HB
Smådreingjadeildin TB
Piltadeildin HB
Skråin
Hetta vikuskiftið verða so
teir fyrstu 47 dystirnir
leiktir og sær leikskráin
soleiðis út:
Í DAG 21. apríl:
2. deild
B68 — KÍ
Royn—GÍ
Fram —EB
3. deild
TBb—TBa
Framhald á síðu 20