leygardagur 28. apríl 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
telf. 14720 . 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
Sosíalurin
Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
singar:
Uppseting:
Prent:
Á eggini
Vit frætta dagliga um vanlukkur og katastrofur í
útheiminum. Vit etast, men troysta okkum við,
at slíkt hendir ikki hjá okkum. Vit hava jú hverki
kjarnorkuverk, kemiskan stóridnað — líka lítið
sum vit liggja í jarðskjálvtabeltinum.
Og so vakna vit við kaldan dreym.
Tað er eldur í einum goymsluhúsi úti millum
oljutangarnar, bert nakrar fáar metrar frá gass-
tangunum.
Vit tora ikki at hugsa um, hvat ið hevði hent,
um eldurin breiddi seg og olju- og gasstangarnir
fóru í luftina.
Hver er orsekin til, at vit hava hesar vanlukku
olju- og gassgoymslur bert nakrar fáar 100 metrar
frá Havnar sterstu arbeiðsplássum og landsins
stersta sjúkrahúsi?
Svarið er: óavmarkaða peningagirnd kapitalist-
anna — í hesum feri oljufeløgini og stuttskygni
og undirbrotligheit teirra, ið fyri nekrum árum
síðan sótu og stýrdu Havnar býi
Fyri nøkrum árum síðan sektu oljufeløgini, í ti
fullkomiliga ábyrgdarloysi, sum eyðkennir mono-
polfyritøkur, um at fáa loyvi til at útbyggja
tangarnar á Viðarnesi. Tað var jú bíligari fyri tey
enn at flyta tangarnar burtur í óbygd.
Nú skuldi ein hildið, at eitt býráð við ábyrgdar-
kenslum fyri sínum borgarum segði kortanei og
and-
in fór at vera eitt sindur minni, men nei! Teir
tordu sjálvsagt ikki at ganga ímóti hesum risa-
fyritøkum, men boygdu seg undirbrotliga íyri
krevum teirra um byggiloyvi á Viðarnesi.
Ein kann øtast fyri, at hesi feløg, sum eru
heimsins ríkastu og at kalla ongastaðir gjalda
skatt við tað, at tey eru multinational, ikki sjálvi
kundu sæð tað skeiva í eini víðari útbygging inni í
sjálvum Havnar býi. Ti tað er jú tað talan er um.
Men ein kann etast, sum ein vil. Og ein kann
undrast og esast — alt er púra til fánýtis, tá talan
er um hesar multinationalu fyritøkur, tí tær hava
yvirhevur ongan moral, bert eitt einasta endamál:
at skja profittin við so smáum umkostningum
sum gjerligt. Vit minnast, hvussu ið hesar fyri-
tekur ríkaðu seg upp undir oljukreppuni við at
lúgva fyri amerikonsku og europeisku stjórnunum
um steddina av goymslum teirra. Og ongantíð fer
mannaættin at gloyma, at amerikanska móðurfel-
agið hjá Esso, Exxon, vann milliardir av dollars
við at framleiða eitt tað ræðuligasta vápn, sum
mannaættin kennir: napalm til napalmbumbuna.
Henda bumba, sum var ledd við napalmi frá
Exxon, týndi í tíðarskeiðinum 1963—67 250.000
bern í Vietnam, men tað tykist ongantíð at hava
nervað hverki stjórar ella partaeigarar í hesum og
eðrum revarafyritskum — hví skuldu tangarnir á
Viðarnesi so gjert tað?
Men nú er tíðin og hevið til at vísa hesum
monopolfyritøkum, hver ið ræður í landinum.
Hetta gerst best við alt fyri eitt at vísa teimum á
annað goymslupláss og krevja, at tey í stundini
fara undir at byggja nýggjar goymslur á eðrum
og minni vandamiklum stað. Í meðan eiga
goymslurnar á Viðarnesi at tryggjast, so eld-
vandin er so lítil, sum yvirhevur meguligur.
Hetta kann til dømis gerast við, at allar elinn-
stallatiónir alt fyri eitt verða eftirhugdar. Við
uppseting av automatiskum sløkkiambodum, við
einari tryggari inngirding av økinum, og vid fast-
ari vakt å plåssinum alt samdøgrid. Sum um tad
ikki er nogmikid, at hesi feløg royta okkum øko-
nomiskt inn at skinninum —
framhald
Havn?
Sjálvandi ikki'
visti hesum skadagripum til annad øki, har
skula tey eisini
li vera ein hóttan móti lívi og ognum i
sosialurin
Nr. 32 — 28. apríl 1979
MENNISKJARÆTTINDI OG VIRÐIR!
Hósdagin 22. mars hevði
Erik Allin, arkitektur, ið
hevur starvast við íbúðum
fyri brekað, áhugaverdan
fyrilestur og vísti ljós-
myndir av ymiskum íbúð-
um fyri brekað. Dentur
varð lagdur á at fáa
smærri íbúðir við t.d. 4
koyristólsbrúkarum í
hverjum húsi. Sammett
við Danmark og onnur
norðanlond kunnu vit
síggja, hvussu aftarliga
vit eru i Føroyum, tá talan
er um tilboð til brekað
viðv. íbúðum, skúlum og
arbeiði, sum skuldi verið
ein sjálvskrivaður menn-
iskjarættur sambært ST.
Væl eru Feroyar eitt
lítið land við avmarkaðum
ílegumeguleikum, men tá
talan er um órentabul
skip, nýtiligar tunnlar,
risastór handilshelir,
drepandi motorvegir, tå
eru ongar småligheitir vid
iløgumøguleikum, meðan
tey veiku i samfelagnum:
børn, gomul, brekað og
evnaveik verða skúgvað
til síðis ella send av land-
inum
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Orsekin man helst vera,
at teir, ið sita og ráða og
tað vil siga, at teir menn,
ið sita við allari makt sum
politikarar, teknikarar
o.a. allarhelst aldrin hava
tikið sær av børnum ella
gomlum, og ti verður bert
investerað í deyðum lut-
um.
Í gomlum døgum blivu
tey brekaðu goymd burt í
heiminum, komu tey út,
blivu tey hildin fyri gjøld-
ur — í dag blíva tey
goymd burt á hospitals-
institutiónum ella húsum,
har tey ikki kunnu koma
út fyri trappum, trafikki
ella óhóskandi getum.
Politikarar góðtaka hesi
húsakeyp, hvussu ber tað
til? Javni hevur gjørt eitt
stórt arbeiði fyri, at tey
evnaveiku kunnu verða í
Feroyum, men hvussu við
teimum likamsbrekaðu?
Hvat tilboð hava tey við-
víkjandi íbúðum, skúlum,
arbeiði, viðgerð? Erik All-
in visti á eitt mistak innan
evnaveikaforsorgina
Gjert verður enn í dag
tað mistak í Danmark, at
bern við cerebral parece
(spastikarar) verða sett í
skúlar við evnaveikum,
sjálvt um hesi bern ofta
hava ein høgan intelli
genskvotient. Hetta hev-
ur gjørt, at hesi børn fåa
eina atferå sum evnaveik
og verða dømd evnaveik
og hevur sidan forða fyri
eini betri plasering í sam-
felagnum seinri. Hvat
verður gjørt í Feroyum?
Og eru nakrir >stette
pædagogar< í kommunu-
skúlunum sum tilboð til
hesi børn? Likamsviðgerð,
sum er sera neyðug fyri
hesi born, hvussu er við tí,
jú hálvur fysiotera-
peutur normeraður, men
tað eru so nógv likams-
brekaði bern, at tað er
brúk fyri 8, men tað vita
politikarar helst onki um,
ei heldur vilja skilja. Í
Danmark hevur Statens
Byggeforskningsinstitut
útgivið fleiri ritgerðir um
hvussu íbúðir fyri brekað
skulu verða.
Í apríl 1978 kom í
»Bygningsreglementet«
log um, at alt alment
byggjarii skuldi vera so-
lei-is, at fólk í koyristóli
kundu brúka tað. Tað
hevur verið heitt á teir
foroysku politikararnar at
fáa hesa lóg í gildi, men
onki verður gjert. Foreld-
ur at brekaðum! Hvi siga
tit onki. Foreldur at brek-
aðum mugu samarbeiða
Ein foreldrabólkur í Hels-
inger hevði soleiðis fingið
gjøgnumført koyri-
stólsrutu til innkeyps-
centur, soleiðis at tey
brekaðu sjálvi kundu fara
til handils.
ymisku brekini finnast
maskinur, ið kunnu gera
tann brekaða feran fyri at
hava eitt ella annað ar-
beiði
Ein roynd á einum
vardum verkstaði fyri
evnaveik í Herning visti,
at tað kann lata seg gera
A uppboðsselu vórðu
eina
Fyri tey
keyptar gamlar súkklur.
A verkstaðnum vóru tær
umvældar og seldar fyri
góðan pris. Hvat arbeiði
er til tann brekaða í Fer-
oyum?
At vera brekaður í Fer-
oyum er at blíva isolerað-
ur á heimi ella institutión,
tú er ella blívur gjørdur
óproduktivur, tú passar
ikki inn í systemið av
produktivum robottum.
Tað er mítt ynski, at øll
í koyristóli uttan mun til
brek, kundu gjert eitt
samarbeiði um at broyta
samfelagið so at likams-
brekað eisini kunnu liva
og virka her á landi.
Psykologurin S. Heinild
hevur einaferð sagt, at
man kann meta um eitt
samfelag er eitt gott sam-
felag, við at spyrja,
hvussu tað virðir síni
brekaðu. Skuldu vit meta
Feroyar eftir hesum máli-
stokki, stendur illa til.
Tað er barnaár (barnið í
focus) tað likamsbrekaða
barnið í Feroyum, sum
hevur størst tørv á lik
amsvidgerå fær ikki hesa
viðgerð og kemur ong-
antíð at ganga.
Hver tekur ábyrgd av
normeringum av fysio-
terapeutum? Okkara børn
fáa ikki viðgerð,
sjálvt um hetta er ein
menniskjarættur sam
bært ST, hvat skulu vit
við lógum um menniskja-
rættindi, sum ikki verða
hildnar?
hesa
Arngerð Joensen
KIRKJAN ER IKKI VAKTARI TEIRRA,
IÐ VALDIÐ HAVA
Eitt aftursvar til talu løgmans
Tað var ein login áskoðan,
sum legmaður kom við á
fundinum hjá „Kristus er
svarinum« í Klaksvík, og
sum er endurgivin í Sosi-
alinum mikudagin eftir, at
politikararnir hava tikið
steðu fyri einum ávísum
slagi av kristiligum ar-
beiði, tá ið samfelagið løn-
ir tænarum í teirri al-
mennu kirkjuni, og at tað
má vera eitt krav frá sam-
felagnum til hesa almennu
kirkju, at hon afturfyri er
vaktari í tí kristiliga ar-
beiði, sum annars fer
fram, og talar at, tá okk-
urt av tí ringa í kristilig-
um arbeiði ger ov mikið
vart við seg
Verði mær loyvt sum
ein, ið var á fundinum
norðuri í Klaksvík, og
sum ein, ið ger tænastu í
teirri almennu kirkjuni, at
siga frá, at eg kenni meg
ikki sum vaktara hverki
fyri Atla Dam ella Anker
Jergensen, men sum ver-
andi í tænastu hjá tí
størsta konginum av øll-
um, so sum huguenottiski
aðalsmaðurin á sinni segði
við sendiboðið hjá Ludvíki
14.
Kirkjan er almenn t.e.
alheims sambært apost-
olsku trúarjáttan síni og
ikki av teirri grund at
nakar politikari hevur
kravt tað. Og teir, ið virka
Luttakið í almenna tjakinum
Sendið lesarabrøv til Sosialin!
í hesi kirkju, eru í tænastu
Guds og Harrans Jesu
manna millum, ein tæn-
asta, sum viðhvert ferir
tað við sær, at tað má
sigast nei til orð og atburð
teirra, ið valdið hava, so
sum ugandiski erkabisp-
urin Luwum gjerdi í febr-
uar 1977 framman fyri Idi
Amin og varð myrdur aft-
urfyri.
Tað hevur sína longu
segu, hví kirkjan og stát-
urin eru knýtt so saman,
sum tey eru her á okkara
leiðum. Hesa søgu kundi
verið forvitnisligt at trivið
í, men eru vit komnir har
útí í dag, at politikkarin
stuðlar kirkjuni fyri at
hava hana sum vaktara
sin mótvegis eðrum
kristnum, so er dagurin
komin til at loysa kirkjuna
frá státinum ella tí, sum
legmaður kallar samfel-
agnum. og halda áfram
við einari aðrari skipan.
Eitt annað legið fyri
brigdi í samband við
henda sama fundin hjá
„Kristus er svarinum« i
Klaksvík er avgerð tjóð-
veldisfloksins um ikki at
luttaka. Tingmanningin
hevði innbjóðingina til
viðgerðar og kom til ta
nidurstødu, at flokkurin
vildi ikki blanda átrúnað
og politikk saman. stend-
ur at lesa í 14. Sept., sum
ikki aftrar seg við at
blanda politikk og átrúnað
saman og skrivar um
nevnda fundin og enntá
hevur fleiri
fundinum.
Tað var einaferð, men
tað dugir ikki longur at
siga, at kristin trúgv hev-
ur einki við politikk at
gera, tverturimóti verður
tað nú víðahvar ásannað,
at kristin trúgv hevur pol-
itiskar avleiðingar, ja,
beinleiðis førir til politiskt
virksemi.
myndir frå
Niels Pauli Danielsen