mikudagur 2. mai 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
pf KEMILUX
Telefon 22233
April 1979
Uppvask og lett reingerð (við citrón)
Uppvask og lett reingerð
S-1 upp-og-niður vask, gevur góðan
glans
S-1 EXTRA, til grova reingerð og feitt
KEMISAN, til WC og baðiker
HG Extra, desifin. og reinsievni til
badikør, WC og kloakkir og feitt
Flótandi hondsápa
Hársjampo
Skúmbað
Brúsusjampo
Glaspuss —
Gólvreinsievni, upploysir bonivoks
Flótandi bonivoks
KVIKK vaskievni, åvirkar ikki bonivoks
Vaskibon, vaskar og bonar
Oljureinsievni
KLIN, hondreinsievni til
verkamannahendur
2002, vaskievni til bilar
og reinskan av motorum
| |
FAROL, til tjøru og asfalt
Teppisjampo
á
—
r3
[SN
—
=
Antidøgg
Bilsjampo vid voks
Bilsjampo við voks, Extra
Flétandi bilbonivoks
Dekk-vask
Rustloysari
Gróður- reinsievni
Blik, bleikievni
White Spirit, tynnari til måling. og beisu.
Týnari, upploysir lakk og máling
Kuldasevja
Bilrútavask
W. 79
avfeittingarevni til olju og
konstensfeitt 5 Í og aðrar støddir
Trykkreinsarar Hondteppimaskinur
Møgulig prishækkan seinri.
Omanfyristandandi prisir eru småsøluprisir
sosialurin
Silvurbrådleyp
Hanna og Arni Petersen,
Klaksvik, kunnu i dag
halda silvurbrúdleyp.
60 ár
Bjarni Niclasen, ad-
junktur, Argjavegi,
Tórshavn, fyllir 60 ár í
dag.
Nr. 33 — 2. mai 1979
nýtt um nevn
75 ár
Sunnudagin 6, maí fyllir
Fredag Eliasen, Klaks-
vík, 75 ár.
Nýggir prestar
Frá 1. mai er Bjarni
Bæk, sonur Johs. Bæk,
trúboðara í Tórshavn,
settur sum sóknarprest-
Minkingin i dollarvirðinum hevði stórar avleiðingar:
ur í Suðuroyar sunnara
prestagjaldi. Bjarni
hevur starvast í Dan-
mark, síðan hann tók
teologiskt embætis-
prógv fyri nøkrum árum
síðani.
Frá sama degi er Ják-
up Magnussen settur
sum sóknarprestur í
Norðstreymoyar presta-
gjaldi.
Gav vinnuni eina
minni inntøku
upp á 40 —50 mill. kr.
Otryggleikin á valuta-
marknaðinum og fallið av
dollarvirðinum gav fer-
oysku vinnuni eina minni
inntøku í 1978 upp á einar
40 —50 mió. kr.
Hendan metingin er
gjørd í nevndarfrágreið-
ingini til aðalfundin í Sjó-
vinnubankanum í síðstu
viku.
Tað verður sagt, at við
tí versnandi rakstrarúr-
slitinum hjá vinnuni á
sjógvi og á landi spentist
likviditeturin, og kredittir
Sjóvinnubankans ektist tí
munandi.
Í flestu forum, har tann
neyðugi eginpeningurin
hevur verið til staðar,
hevur bankin verið til at
figgja skipabygging
(byggilån, red.) og virkir å
landi, verður sagt, og lagt
verður afturat:
— Tíverri eru rakstrar-
úrslitini fyri nógv skip —
og tíverri serliga fyri tey
nýggju — vánalig og í
nógvum førum hevur lítið
og einki verið til avskriv-
ingar.
Tað verður eisini víst á,
at tann hækkandi olju-
prísurin hevur havt av-
gerðandi avleiðingar fyri
vánaliga rakstrarúrslitið
hjá vinnuni. Soleiðis er
oljuprísurin hækkaður við
200 pst., síðan oljukrepp-
an tók seg upp í 1973.
Uppsparingin
ov lítil
— Tervurin á lánum til
húsabygging er stórur, og
tað er ógjerligt hjá pen-
ingastovnunum at ganga
ellum lániumsóknunum á
meti, ti uppsparingin ikki
er nóg stór, hóast hon er
økt væl, verður sagt um
húsabyggingina í frá-
greiðingini.
Spurningurin um figgj-
an av sethúsabygging
hevur hesi seinastu árini
verið nógv frammi. Lóg-
aruppskot er framt um
vidkan av lánimeguleik-
unum hjá Húsalánsgrunn-
inum. Um hetta verður
m.a. sagt:
Tað er at vóna, at henda
nýskipan av sethúsafiggj-
anini ikki kemur at gera,
at tey ungu í dag, sum
ætla at seta búgv, ikki
koma at leggja eins stóran
dent á uppsparing og áð-
ur. Ti við teimum inn-
tøkumøguleikum, sum eru
til steðar, eru góðir møgu-
leikar innanfyri stutt ára-
mál at spara pening upp.
Ein eigur heldur ikki at
gloyma, at tað almenna
við rentuskattinum, istad-
in fyri vanliga skatting,
hjålpir til at gera tað
meira hugaligt at spara
upp.
Avgreiðslan í Sjóvinnubankanum er fríðkað í farna árinum. Um stutta tíð fer bankin
yvir til eina »on-line«-skipan, sum m.a. minkar um bíðitíðina