mikudagur 2. mai 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
É
Nr. 33 — 2. mai 1979
sosialurin
Síða 5
Kvinnurnar í Vágum
vilja hava
eina dagrektarskipan
— Útviklingurin í oynni krevur steðugt fleiri kvinnur
í arbeiði úti í vinnulívinum. Bygdarráðini hava fingið
áheitan við undirskriftum, og ætla at kanna málið.
Tað koma støðugt fleiri arbeidsplåss til
kvinnur í Vágum. Í løtuni eru uml. 200
útiarbeiðandi kvinnur í oynni. Fleiri hava
hug til at arbeiða úti, men kunna tað
ikki, orsakað av tørvandi møguleikum at
fáa børnini ansað.
Nú hava tríggjar kvinnur, sum arbeiða
á Ellis- og Avlamisheiminum, savnað
undirskriftir til eina áheitan, sum er send
bygdarráðunum í Sandavági, Miðvági
og Sørvågi. Heitt verður á tey um at seta
á stovn eina dagrøktarskipan og at gera
fleiri spælipláss
Vit hava hitt eina av
kvinnunum, Else Heine-
sen í Sandavági. Hon sig-
ur, at tað eru tveir månad-
ir, síðani, tær fóru undir
at savna undirskriftirnar
við at ganga hús úr húsi
og tey trý bygdarráðini
hava nú fingið undir-
skriftirnar saman við ein-
um skrivi, har biðið verð-
ur um eina dagrektar-
skipan og fleiri spæli-
pláss. Samstundis verður
vist á, at 1979 er barnaár.
— Eg vil meta, at tað
eru uml. 200 kvinnur í
Vágoynni, sum arbeiða
úti. Men tað er trupult hjá
teimum at gera fastar av-
talur við fólk um barna-
ansing, so leingi ongin
føst skipan finst.
— Er tað dýrt at fáa
bernini ansað?
— Tað er sjálvandi ym-
iskt. Vit lata t.d. 700 kr.
um mánaðin fyri barnið.
— Tit hava biðið um
eina dagrektarskipan. Er
ikki tervur á veggustov-
um og barnagerðum í
Vágum?
— Vit hava biðið um
dagrøkt, ti hon kann set-
ast í gongd eftir stuttari
=
tað er í einum sethúskjall-
ara.
— Hetta skuldi bert
vera ein fyribilsloysn og
her hevur altið verið ov
trongligt. Vit hava ætlan-
ir um útbygging og eg
rokni við, tað verður í
hesari kommununi, sigur
Schenning Eysturoy.
— Hvussu stór er fram-
leiðslan?
— Í 1978 fóru 200 tons
út til keypararnar.
— Hvussu stóran um-
setning hevur eitt virki
sum Kemilux?
— Hann liggur um eina
góða millión um árið. Í
fjør lat virkið 250.000 kr. í
arbeiðslenum.
Blandar råvøru
Ráveran til framleiðsluna
hjá Kemilux kemur úr
Svøriki og hadani koma
eisini uppskriftirnar, sum
verurnar hjá Kemilux
verða blandaðar eftir.
Schenning Eysturoy sig-
ur, at tað hevur verið
trupult at fingið råvøru í
vetur. Ráveran tolir ikki
kulda og spillist tí undir
flutninginum millum
londini.
Stjórin á Kemilux sig-
ur, at hóast virkið brúkar
svenskar uppskriftir, er
ikki talan um svenskar
verur, sum Kemilux hevur
fingið einkarloyvi, licens,
til at gera og selja í Feroy- *
um.
Ikki bara tosa
— Tað nyttar lítið at tosa
um at stimbra feroyskan
ídnað, tá ein ikki sjálvur
brúkar feroyskar verur,
sigur Schenning Eysturoy
og leggur afturat, at teir,
sum innflyta verur av
sama slag, sum Kemilux
framleiðir, áttu at tosa við
Kemilux fyrst, áðrenn teir
venda sær til útlendskar
framleiðarar.
tíð og kostar heldur ikki
so nógv. Vit hildu tað vera
rættast at byrja í smáum
og so arbeiða víðari fram í
móti einum barnagarði.
— Er tað betri at hava
barnagarðar enn dagrekt?
— Ja, avgjert, ti bern-
ini útvikla seg meira í
barnagerðum.
— Hvussu við veggu-
stovum?
— Um dagrektarskip-
anin virkar, er meira brúk
fyri barnagøråum enn
vøggustovum.
Sum i Klaksvik
Else Heinesen visir å, at
øll Vågoyggin hevur eins
Bygdarrådini
ætla at kanna
málið
Vit hava spurt bygdar-
ráðsformenninar í
Sandavági, Miðvági og
Servági, um hverja
steðu, bygdarráðini
hava til spurningin um
eina dagrektarskipan í
oynni.
Onki bygdarráð hev-
ur enn tikið steðu til
skrivið frá kvinnunum,
men allir formenninir
segdu, at áðrenn nekur
avgerð kann takast,
má tað kannast, hvat
lóggávan sigur um
dagrektarskipan og
hvussu hon er skipað í
teimum kommunum,
sum longu hava slíka
skipan.
Bygdarráðsformað-
urin í Sandavági hevur
lisið skrivið og undir-
skriftirnar upp á bygd-
arráðsfundi, men ongin
steða varð tikin til
málið á tí fundinum.
Málið hevur ikki enn
verið fyri á fundi hjá
bygdarráðunum í Mið-
vági og Servági.
Ongin av bygdar-
ráðsformonnunum
vistu, at hinar komm-
unurnar eisini høvdu
fingið áheitan og und-
irskriftir.
Teir nevndu megu-
leikan um eitt samar-
beiði um dagrekt
nógv arbeiðspláss og
Klaksvík og har er bæði
dagrektarskipan og stórur
barnagarður.
— Útviklingurin gong-
ur tann vegin, at fleiri og
fleiri arbeiðspláss verða
gjørd til kvinnur. Og tå
kommunurnar hava ráð til
at lata studning til stórar
fyritøkur, so mugu tær
eisini vera áhugaðar fyri,
at fólk sleppur út at
arbeiða. Tað er ov seint at
gera nakað, tá virkini
skula brúka fólk og so eru
ongi at fáa, ti tey sleppa
ikki heimanifrå.
Else Heinesen vísir á, at
hóast ein dagrektarskipan
kemur at kosta kommun-
unum nakað, so fáa tær
kortini peningin inn aftur
við tað at dagrektar-
mammurnar gjalda skatt.
Bíða eftir svari
— Hava tit frætt frá
bygdarráðunum?
— Vit hava onki frætt.
Um onki hendir eftir at ein
mánaður er liðin frá ti
undirskriftirnar blivu
latnar inn, fara vit at
rykkja eftir svari. Vit
hava hugsað okkum, at
kommunurnar kanna,
hvussu dagrektarskipanin
í Havnini og Klaksvík
virkar og út frá ti gera
eina meting av, hvussu
stórur tørvurin er her hjá
okkum.
Og tað besta hevði ver-
ið, um allar kommunurnar
her settu ein felags leiðara
fyri dagrektarskipanini.
— Um nú bygdarráðini
onki gera við málið, hvat
gera tit so?
— Tað hava vit enn ikki
tikið steðu til. Vit eru í
fyrsta umfari noyddar at
vera optimistiskar
kring oyggjarnar
Bygt verður uppí norðanfyri
Fara undir
annað byggistig
av SMS
Í dag kl. 14 er ætlanin
at byrja annað byggi-
stigið av Sølumidstød-
ini á Trapputreðni.
Tað verður borgar-
stjórin, Petur Christi-
ansen, sum setur ar-
beiðið í gongd.
Rullaðu
gravkúgv á
fýramannafar
Eitt fyramannafar,
sum stóð Úti í Bakka i
Havn, fekk rættuligan
stóran skaða, tá onkur
lat eina gravkúgv rulla
á tað
Hendingin varð frá-
boðað løgregluni í
Havn beint aftaná dog-
urða sunnudagin.
Útvarpsgjaldið
hækkar við
22,5%
Útvarpsgjaldið fyri
1979 verður nú kravt
og skal vera goldið inn-
an 1. juni. Gjaldið er
190 kr. og er sostatt 35
kr. dýrari í ár enn í
fjør. Fyri radiolurt,
sum verða uppsett í
seinna hálvári, er
gjaldið 95 kr.
Onki ferðslu-
óhapp í
heila viku
Tað vóru góð tíðindi at
frætta av politisteðini í
Runavík týsmorgunin
Politistoðin hevði tá
ikki fingið fráboðan um
eitt einasta ferðslu-
óhapp í eina heila viku
Og tað er sjáldsamt
Figgjarætlanin
javnvigar vid
9,5 mill. kr.
Á býráðsfundi í Vági í
kveld kemur fíggjar-
ætlanin fyri 1979/80 til
seinnu viðgerð. Sam-
bært uppskotinum,
sum býráðið nú skal
taka stæðu til, javnvig-
ar fíggjarætlanin við
9,47 mill. kr. og er tað
ein hækking uppá 28%
í mun til seinasta figgj-
arár.
Sterstu útreiðslur
hjá Vágs kommunu eru
eftir uppskotinum
rentur og avdráttir av
lánum, 4,5 mill. kr.
Síðani koma skúlar og
vegir við hver sínum
750.000 kr. og sosial-
mál við 500.000 kr
Stersta inntøkan er
kommunuskatturin,
sum í hesum figgjaråri
verður 7,2 mill. kr. og
er tað ein hækking
uppá 14%. Aðrar størri
inntøkukeldur eru sjó-
mansskatturin, grót-
brotið og havnin.