Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 33 — 2. mai 1979 TB—ÍF 1—1 (1—0): Eitt tað stersta mistakið, dómarin gjørdi, var at byrja dystin Veðrið sunnudagin á Sevmýru var eins og alla aðrastaðni í landinum, als ikki til at leika fótbólt í Sunnudagin hittust |}. deildarliðini hjá TB og IF á Sevmýru til fyrsta landskappingardyst teirra í ár. Líkindini at spæla vóru heilt út av lagi vána- lig — stormur var longs eftir vellinum og váta- kavi, so åskodarafjøldin var ikki stør. Byrjanin TB valdi at leika undan vindinum i fyrra hålvleiki, og áttu teir alt spælið, nú dysturin byrjaði. Vit væntaðu sjálvandi at ÍF fór at menna seg sum frá leið, men so varð ikki. Målmøguleikarnir I stadin fyri at royna at vinna longur og longur fram á vøllin trokaðu fugl- firðingar seg saman framman fyri málinum fyri at leika verjuleik, og var allur fyrri hálvleikur tí bert spæl á mál fuglfirð- inga. Málmeguleikar trutu ikki, men roknast má við, at nervar hava verið høvudsorsøkin til, at tað bert eydnadist ta einu ferðina at fáa bóltin í mál fuglfirðinga. Málið Eftir | nógvar royndir eydnaðist tað so TB í 13. minutti í fyrra hálvleiki at fáa bóltin í mál. Hetta var eitt vakurt mál. Henning fór i gjøgnum í vinstru síðu, legði bóltin væl inn fyri, har Trónd stakk seg fram og setti bóltin í netið uttan meguleika hjá Ova at bjarga. Fyrsti hálvleikur Annars kann sigast um fyrsta hálvleik, at ÍF bert hevði tvey álop, og kundi annað teirra lættliga givið mál, tá bólturin var á veg inn í opna TB-málið, men eydnaðist tað TB-verjuni at bjarga í síðstu letu. Skilliga sást, at tverá- menn í hesum hálvleiki ætlaðu sær at gera nógv mál, men tá tíðin gekk, og einki úrslit sást, gjerdist spælið bert villari og vill- ari. Hálvleikssteðan var 1—0 til TB. Annar hálvleikur Nú kundu væntast, at tað pressið, sum var á IF- málið í fyrra hálvleiki fór at verða á TB-málið í seinna hálvleiki, og var hetta eisini so í byrjanini av hálvleikinum. Men tað var skjótt, at TB fekk yvirvágina í spælinum, og gekk spæl teirra heilt væl til teir komu inn í brots- teigin hjá ÍF, tá alt fór í upploysing. 1—1 Tá 14 minuttir vóru eftir av seinna hálvleiki, eydn- aðist tað ÍF at javna út. Málið kom soleiðis: ÍF var í álopi, TB-verjuleikari ger brotsspark uttast í brotsteiginum og steðgar sjálvur á, men tá dómarin ikki bríkslar, skal hann spæla bóltin inn til Mort- an í TB-málinum, og er tað hesum bólti, Meinhard Dalbúð fær fatur á og javnar út við. Síðsta korterið Í síðsta korteri bert vardu fuglfirðingar, og eydnað- ist tað teimum at halda javnleik — eitt úrslit, teir kunna vera sera væl nogd- ir við. Dómararnir Démaratrioin = var úr Havn. Eitt tað stersta mistakið, teir gjørdu, var at byrja dystin, tí tá teir fóru á vøllin at kanna hann, var so tjúkt í kava- roki, at ikki sást longdin á vellinum. Dómarin var heldur veikur, serliga móti end- anum á dystinum, tá hann sá út til at ganga og krúpa orsaka av kulda. Eisini lat hann spælararnar trekkja tíðina út við at pjaka sær, tá teir fóru út eftir bólt- inum og sparka bóltin burt, tá hann hevði bríksla fyri frísparki. Eitt gult kort fall í dystinum, og var tað Her- man hjá ÍF, sum fekk tað. Fleiri áskoðarar vildu vera við, at hann var í parti við fuglfirðingum, men hetta vil eg íkki meina. J.D. Stórsigur til MB Við at vinna 6—0 á VB sunnudagin, tryggjaði MB sær tvey týdningarmikil stig. Ikki bara leygardagin var »målfest« á vellinum i Miðvági. (Si fram 7—2). Sunnudagin megnaði eitt vælupplagt MB lið at vinna heimadyst sín móti VB i ár við heilum seks málum móti ongum. Veðr- ið var ikki gott til fótbólt, og var spælið tí eisini darvað av hesum, men tó eydnaðist tað sum sagt MB at vinna dystin við so nógvum málum. Í byrjanini vóru tað tó vágbingar, ið áttu meginpartin av spæl- inum, tó uttan at fáa mál av meguleikum teirra. Men so við og við fingu miðvingar meir tamarhald á spælinum, og í 12. min. eydnaðist tað Sámali at blíva fríur í høgru síðu. Hann trekkir móti bak- linjuni og leggur bóltin inn til Eirik, sum setir hann í netið — dygst við málstólpan. Næsta málið kom tá 41. min. vóru leiktir. Hesuferð var tað aftur Sámal ið var upp á spæl. Hann trekkir einsa- mallur framvið VB-verj- uni, málmaðurin roynir at kasta seg eftir honum, men Sámal trekkir innum og setir bóltin róliga í netið. Bert 3 min. seinni kom triðja málið. Pauli skjýtur hornaspark í vinstru síðu, og endar bólturin í net- inum, uttan at nakar nart hann. MB hevði hesa letuna meginpartin av spælinum. — Gott spæl við nógvum góðum og kontantum av- leveringum. Seinni hálvleikur Veðrið var enn vánaligt við kavaælingi til tíðir. VB byrjaði seinna hálvleik betur, og hevdu teir onkur vandamikil álop, sum tó ikki góvu mál. Men har- afturímóti vóru tað enn einaferð miðvingar, ið megnaðu at skorða. Jo- hannus, staddur í vinstru síðu, leggur bóltin væl innfyri til Paula, sum setir bóltin í netið fyri aðru ferð. Tá 10 min. vóru eftir av dystinum, kom so fimta málið. Johannus fær eina góða avlevering úr vinstru síðu og ivast ikki, men sendir bóltin í netið. Seinasta málið kom tá 5 min. vóru eftir. Arni Joensen fær bóltin miðskeiðis millum mið- og brotsteiga-strikuna. Hann trekkir einsamallur, og sendir bóltin í hegra horn á málinum — eitt sera gott mál. Venjarin hjá MB, Árni Frederiksen segði í eini viðmerking aftaná dystin, at miðvellurin sá nú út til at virka — og at ein skuldi leggja merki til breiddina á liðnum: Heilir fimm leik- arar fingu mál í hesum dysti. Dysturin var sum sagt leiktur undir vánaligum umsteðum og kom spælið av tí sama ongantíð í hæddina. MB vann uppiborið dystin, tó kundu vágbingar við eitt sindur meira hepni fingið okkurt málið — vóru kanska snýttir fyri eitt brotsspark eisini.