Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 2. mai 1979 Síða 7 Fótbóltsúrslit um vikuskiftið 1. deild: TB — IF NSÍ — KÍ MB — VB 2. deild: B68 — Royn SÍ — Fram GÍ — HB KÍ — EB 3. deild: Royn — TBb TBa — VB Skåla — B68 B36 — NSI B36 uttan dyst (3—0) MB — SÍFa 0—2 SÍ — Streymur 4—0 SIF b — ÍF 0—1 1… 3… 1— Unglingadeildin: KI — NSÍ/B68 1—2 Dreingjadeildin TB — VB SI — AB HBb — MB GÍ — HB KÍ — EB Smádreingjadeildin TB — Streymur 1—1 B36 — HBb SÍ — HBc KÍ — EB HBa — NSÍ Piltadeildin TB a — TBc MB b — B36b GÍ — HBb B68 — HBc HBa — NSÍ a B68—Royn 1—0 (1— 0): men bert eitt mål Dysturin millum Royn og B68 i 2. deild varð nógu tarnaður av Vedrid inni i Runavik var leygardagin ikki av ti besta til fótbóltsleik. Kalt, regn og lá nógvur vindur longs eftir vellin- um og kom hetta eisini at merkja allan dystin. Leiktu móti vindinum B68 valdi í fyrra hálvleiki at leika móti vindinum og gekk hetta heilt væl. Or- sakað av vindinum vóru teir noyddir at nýta stutt- ar avleveringar eftir jørå og hevdu teir ti meira tamarhald á bóltinum enn Royn-leikararnir, ið leiktu undan vindinum, men ikki megnaðu at út- nytta hann. Sparkaðu ístaðin fyri at spæla Mangan sá tað út sum um Royn sparkaði fótbólt í- staðin fyri at spæla, og gjørdi hetta, at B68 held- ur lætt vann miðvellin og yvirvág í leiki. Hetta ferdi eisini við sær, at málmeguleikarnir vórðu nógvir til B68, men bert einaferð eydnaðist tað at fáa mál. Fyrst á stongina Hetta mál kom, tá 9 min. vóru farnir. Jóhannis trekti fram í høgru síðu og komin áleiðis brotsteigin, legði hann bóltin innyvir. Orsakað av vindinum skrúvaði bólturin útaftur, fram við tveimum Royn- leikarum og fyri feturnar á Aksel Hejgaard, ið bein- anvegin skeyt móti málin- vindi um, men rakti skot hans- ara hegru málstong. Bólt- urin stakk útaftur til Ak- sel, ið nú lætt kundi seta hann í netið til sigurs- málið 1 —0, ti Símun Ejler Berg, í Royn-málinum, var lopin eftir fyrra skot- inum, og hevði enn ikki reist seg uppaftur. Einaferð enn Einaferð afturat eydnaðist tað B68 at seta bóltin í netið. Hetta hendi í 34 min., tá Atli lyfti bóltin uppum Símun, men dóm- arin Georg Magnussen, hevði frammanundan bríkslað fyri rangsteðu. Vandamikil álop Seinastu 4—5 min. av fyrra hálvleiki hevði B68 fleiri vandamikil álop. M.a. fekk Aksel, staddur í vinstra horni av fimm- meturteiginum, stak góða avlevering frá Jógvani úr vinstru síðu, men hevdaði Aksel beint við síðuna av málinum. Seinni hálvleikur Í seinna hálvleiki fekk Royn, ið nú leikti móti vindinum, væl stærri lut í leiki, men ikki fyrrenn teir seinastu 7—8 min., eydn- aðist at fáa nekur verulig álop í lag, men vóru tey harafturiméti vandamikil. M.a. kann nevnast, tå Álvur Berg stakk fram millum B68-verjuna og einsamallur rann móti málinum, men endaði skot hansara í síðunetinum. Sjálvt um Royn henda hálvleikin hevði stóran lut í leiki, eydnaðist tað teim- um ikki at skora og heldur ikki eydnaðist tað B68 at ekja um leiðsluna, so endaliga úrslitið gjerdist ein 1—0 sigur til B68, fult uppiborin um vit hugsa um spælfordeilingina og málmeguleikarnar. Eitt hjartasuff Vellurin í Runavík hevur nú fingið stak góða inn- girðing, men ikki virkar hon sum hon skal. Nærum allir áskoðarar- nir á einu langsiduni stóðu ið jú er ætlað til at halda áskoðararnar uttanfyri, so at leikararnir ikki verða 6- rógvaðir. Vónandi halda linju- verjarnir og dómararnir á- skoðararnar uttanfyri girðingina í komandi dystum SÍ niðurspældi Fram — í seinna hálvleiki av dystinum leygardagin Í dystinum leygardagin móti Fram vunnu serv- ingar sín fyrsta stórsigur eftir at verða fluttir upp í 2. deild. Dysturin varð leiktur á vellinum í Mið- vági av ti at vellurin í Ser- vági er undir umvæling. Úrslitið av dystinum gjørdist 7—2 til SÍ. Hendan stórsigur til SÍ hevði ein ikki roknað við líka til hálvur tími var farin av dystinum“Tá var Fram nevniliga framman- fyri 2—0. Tó eydnaðist tað SÍ at fáa eitt mál í fyrra hálvleiki, so hálv- leikssteðan var 2—1 til Fram. Men tá servingar komu inn aftur á vellin í seinna hálvleiki vóru teir ikki at kenna aftur. Teir javnaðu út beinanvegin seinni hálvleikur byrjaði, og hevdu teir nærum alt spælið restina av dystin- um. Teir fullkomuliga nið- urspældu Fram, álopini skolaðu innyvir Fram- málið, og fingu teir eisini heili seks mál í hesum hálvleiki. Fyrsti stórsigur servinga var veruleiki, og við hasum spælinum kann ein vænta fleiri góðar dystir í summar. Málini hjá SÍ gjørdu Erik Davidsen 2, Atli Nolsee 2, Kári Joensen, Evan Hansen og Kjartan Simonsen hver sítt. Fyri Fram: Líggjas Huusgaard 1 og Tom Gis- selbæk 1. SI hevur nú try stig fyri tveir dystir (javnleik móti HB), meðan Fram hevur tvey stig (móti KÍ).