leygardagur 5. mai 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34 — Leygardagur 5. mai 1979
Hvergin parturin vil slaka:
DAPURT ÚTLIT FYRI SEMJU
Hvat úrslitið av samráðingunum á
føroyska arbeiðsmarknaðinum
verður er enn Ovist
Meðan samráðingarnar millum
arbeiðarafelegini og arbeiðsgevara-
felagið eru útsettar til seinrapartin
mánadagin, vórðu samráðingarnar
millum handverkararnar og hand-
verksmeistararnar tiknar upp aftur
í gjár. Tá skuldi semingsmaðurin
koma upp í samráðingarnar.
Sum Sosialurin hevur skilt steðuna
so er útlitið dapurt fyri at fáa eina
semju í lag millum handverkarnar
og meistararnar. Báðir partarnir
hava sýnt lítlan vilja at slaka
krevum sínum
Meðan meistararnir krevja, at
timalønin verður lækkað við trim
um— fýra krónum, so krevja hand-
verkararnir eina timalønarhækking
upp á útvið 15 kr
Báðir siga, at tið-
irnar eru ótryggar
Hverki Føroya Arbeiðs- felegini hava vilja givið num.
gevarafelag ella arbeiðara- eftir í lenarsamráðingu-
Báðir
grundgeva
partarnir
steðutakan
Her fara semingsmenninir, Jákup í Gerðinum vinstrumegin og Jógvan Sundstein
hegrumegin, inn á Parnassið, har tað er líkt til at Svend Thulesen í miðjuni bjóðar
teimum vælkomnum
Tann tiðin kann koma aftur,
at tað kemur væl við hjá
foroyingum at kunna fara til
Íslands at arbeiða
Tað eru nú 21 ár, síðani føroyska sjomansstovan í Reykjavík varð vigd. Stovan
er opin nakrar mánaðir um árið og seinastu 18 árini hevur Johan Olsen, trú-
boðari, úr Rituvík verið í Íslandi fyri Feroysku sjómansmissiónina.
Nú er eitt føroyskt sjómansheim í gerð í Reykjavík. Heimið skal hava 20 rúm
og tað eru nógv, sum undrandi spyrja, hvat vit skulu við einum slíkum húsi, nú
føroysk skip eru rættiliga sjåldsom at síggja í Reykjavík.
Men Johan Olsen heldur ikki henda byggingin er so skilaleys. Hann vísir
m.a. á, at tað kann henda, at feroyingar aftur í stórum stíli leita til Íslands eftir
arbeiði.
Vit hava vitjað Johan Olsen á sjómansstovuni á Skúlagetu 18 í Reykjavík.
Lesið á síðunum 10 og 11
sína við, at tey búskapar-
ligu og fíggjarligu viður-
skiftini eru so ótrygg og
vánalig í letuni.
Semingsmenninir komu
upp í samráðingarnar
mikudagin, men teir settu
einki semingsuppskot
fram. Jógvan Sundstein
sigur, at tað var eingin
meguleiki fyri at gera eitt
semingsuppskot ta nátt-
ina, men hann hevur ikki
uppgivið vónina at koma
við einum realistiskum
semingsuppskoti mána-
dagin, tá partarnir metast
aftur.
A síðu trý hava vit
nakrar viðmerkingar til
samráðingarnar. Tað er ti-
verri ikki eydnast at fáa
fatur á samráðingarleið-
aranum fyri arbeiðsgev-
ararnar. Thorstein Vil-
helm. Men sum Sosialurin
hevur skilt steðuna, so er
tann avgjørda grundin
fyri, at arbeidsgevararnir
ikki vilja slaka, tey ó-
tryggu búskaparligu við-
urskiftini.
Hevuðsvinningarnir eru drignir í bingospælinum
i SOSIALINUM. Vinnararnir eru hesir
1. Sigfred Hansen, Servági, vann ferð við Smyrli
Tórshavn — Bergen t/r fyri tvey við bili
2. Mannbjern Olsen, Porkeri, vann ferð við
Smyrli Tórshavn — Scrabster t/r fyri tvey við bili
3. Maibritt Simonsen, Servági, tann tjaldið
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga tillukku við
vinninginum.
Undirtekan av Bingospælinum gjerdist nógv
sterri enn vit nakrantið tordu at vænta. Vit hava
ikki enn talið á ellum brævbjálvunum, sum sendir
eru inn, men einki er at ivast i, at talið liggur
nakað væl omanfyri 2000.
Hetta hevur gjert sítt til at tað tekur langa tíð
at finna pláturnar við 15 rettum. Vit hava higartil
funnið 33 og vit leita framvegis. Av somu orsek
kunnu vit ikki kunngera nevnini í blaðnum í dag,
men tey koma næsta mikudag