leygardagur 5. mai 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
8
Nr. 34 — 5. mai 1979
Byggja goymslu og
skrivstovu við
Suðuroyar Sjúkrahús
Skjótast gjerligt verð-
ur farið undir at byggja
ein skrivstovu- og
goymslubygning i
samband við Suduroy-
ar Sjúkrahús á Tver-
oyri.
Bygningurin, sum
skal byggjast norður-
eystanfyri sjálvt sjúk-
rahúsið, verður um 39
metrar langur. Tað er
Per Lave, byggimeist-
ari, sum skal byggja
bygningin. Hann hev-
ur eisini gjert tekning-
arnar.
Tað er stórur tervur
á bygninginum. Ser-
liga hvat viðvíkur
goymslurúmum, men
skrivstovan, sum er í
kjallaranum á starvs-
fólkahúsinum, er ótíð-
arhóskandi og ov lítil.
Tað starvast fýra fólk á
skrivstovuni. Tá er
telefonansarin tikin
við.
Í bygninginum verð-
ur eisini viðtalurúm til
jarðarmóður, viðtalu-
rúm til serlæknar,
skrivstova til læknar-
nar og yvirsjúkrasystr-
ina.
Sambært fyriliggj-
andi ætlan kemur
skrivstovu- og goyms-
lubygningurin at kosta
800.000 kr.
Bygningurin skal
fíggjast yvir sjúkra-
húsraksturin í tvey ella
trý ár. Í verandi figgj-
arári eru 285.000 kr.
játtaðar.
sosialurin
Liffa, Nancy
og Eirik vunnu
Úrslitið av ritgerða-
kappingunum hjá
Fróðskaparsetrinum
fyri 1976/77 fyriliggur
nú. Kappingina um
evnið: Feroyska kvinn-
an og lívskor hennara
vunnu Liffa Gregorius-
sen og Nancy Vestur-
bú, báðar úr Havn.
Hina kappingina,
sum var um streymvið-
urskiftini í Feroyum,
vann Eirik Justinus-
sen, Leirvík. Hann
hevur skrivað um
streymviðurskifti i
Leirvíksfirði.
Undirtekan til báðar
kappingarnar var lítil
og hóast freistin at lata
inn ritgerðir varð longd
fleiri ferðir, komu bert
trý handrit um kvinn-
una og eitt um streym-
in.
Føroyskt tilboð
lægst
Tilboðini uppá bygg-
ingina av verkstaðnum
Vón vórðu opnað hós-
dagin.
Tá vit spurdu frigg-
jadagin bar ikki til at
fáa nekur tel upplýst.
Tað er tó greitt, at tvey
tey lægstu tilboðini eru
føroysk.
Fødingardagur
Elsebeth Mørkøre,
Klaksvik, fyllir 85 år
mikudagin 9. mai.
Uppistova
Uppistova bodar frå, at
útferðin vid bernunum
til Sandavågs, sum
skuldi verða i dag, verð-
ur Dýrabiðidag kl. 7.30
úr Gundadali.
Kvinnuli gur
formaður
Havnar Detailhandlara-
felag hevur valt ein
kvinnuligan formann.
Tað er Hanna Joensen,
sum er vald. Hon um-
boðar klædnaverur.
Hinir báðir nevndar-
limirnir eru Andreas
Restorff, sum umboðar
matveruhandlar, meðan
Hans W. Tórgarð um-
boðar hinar handlandi.
Tiltakslimir eru Hans
Joensen og Óla Kr.
Skála fyri klædnahandl-
arnar, Jacob Liitzen og
Johan Vang fyri mat-
veruhandlarnar, meðan
Jógvan A. Joensen og
Holger Jensen umboða
aðrar handlar.
Haldor Hansen varð
valdur til grannskoðara,
meðan Hans Hansen,
Gleði konu, mammu, gentu henda
dag. Støkkid inn á gólvið í Fríðkan,
SMS, tí har eru vit til reiðar at leið-
beina tygum, so tygum finna júst tað
rætta.
i
Tlf. 12701
sum er skrivari felags-
ins, hevur dagligu leiðsl-
una um hendi.
Fiskasølan
aðalfund
Á aðalfundinum hjá Fer-
oya Fiskaselu hósdagin
vórðu tveir nýggir limir
valdir í umboðsnevnd-
ina. Teir eru Ernst Han-
sen og Finn Traber, sum
vórðu valdir fyri Jóan
Petur Petersen og Sam-
son Hejgaard, ið sjálvir
ynsktu at sleppa úr
nevndini. Fýra nevndar-
limir stóðu fyri afturvali
og vórðu teir allir aftur-
valdir. Teir eru: Klæm-
int Eliasen, Leirvík,
Hans Erik Olsen, Klaks-
vik, God Godfred Jo-
ensen, Miðvági og Jóhan
David Thomsen úr Salt-
angará.
Hinir nevndarlimirnir
í umboðsnevndini eru:
Hans Pauli Johannesen,
Tórshavn, Svend Thule-
sen, Klaksvík, Aksel
Hansen, Tórshavn, og
Niels J. Mortensen,
Tveroyri.
Jógvan Sundstein og
Heðin Samuelsen vórðu
afturvaldir sum grann-
skoðarar.
nýtt um nevn
Formaðurin varð
afturvaldur
Feroya Arbeiðarafelag
hevði aðalfund seinasta
leygardag. Jóhannes Ol-
sen, úr Sandavági, sum
ikki gekk út úr nevndini
í ár, varð afturvaldur til
formann í meginfelagn-
um. Arne á Rógvi úr
Vestmanna varð somu-
leiðis afturvaldur til
næstformann við teprum
meiriluta á Ingeborg
Vinther, sum annars
varð afturvald í nevnd-
ina. Hinir nevndarlim-
irnir eru: Símun Pauli
Poulsen úr Fuglafirði,
Teddy Mikkelsen av
Tveroyri, Jógvan A.
Poulsen av Sandi, Anna
Berg av Skála. Tiltaks-
limirnir, sum allir eru í
nevndini nú undir sam-
ráðingunum vegna for-
fall hjá nøkrum nevndar-
limum, eru Símun Abra-
hamsen úr Fuglafirði,
Torleif Augustinusen úr
Vági og Annulina Vigdá
av Skála.
Fundurin samtykti
m.a., at felagið umframt
aðalfundin skal halda
einar tveir limafundir
um árið. Tann fyrsti er
lagdur til í heyst.
Fótbóltur
um vikuskiftið
Um vikuskiftið verða
eftir skránni hesir
dystirnir leiktir:
Leygardagin 5.
1. deild
KÍ — TB
2. deild
Royn — KÍ
Fram — GÍ
EB — SÍ
3. deild
VB — Royn
Sumba — TBa
B68 — St.IF
NSÍ — Skála
EB — SÍ
SÍF a — Fram
Streymur — MB
ÍF — KÍ
LÍF — Si
Unglingadeildin
KI — TB
Dreingjadeildin
Steypakapping
NSI — B36
Smådreingjadeildin
SIF — SI
GÍ — EB
LÍF — B68
Piltadeildin
Royn — Sumba
TB b — VBa
VB b — TBa
SÍ — MBa
HBd — MBd
SÍF — B36 b
KÍ a — HB c
KÍb — HBb
B36 a — Skåla
LÍF — NSÍ a
Sunnudagin 6.
1. deild
ÍF — MB
HB — NSÍ
VB — B36
2. deild
HB — B68
3. deild
B71 — B36
Unglingadeildin
HB — NSÍ/B68
LIF — B36
Smádreingjadeildin
VB — B36
Streymur — TB
B71 — HBa
Piltadeildin
B71 — HBa
A
Ur
NSSS
—
A