Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 5. mai 1979 sosialurin Bjóðar til fiskikapping Svend Krosstein, heil- sølumadur í Havn, hevur nú boðið ellum síla- og laksafiskarum til eina kapping. Vinn- ari av kappingini verð- ur hann, sum í summar veiðir stersta fiskin. Kappingartreytir- nar eru tær, at fiskurin annaðhvort skal vera veiddur við flugu, spinnara ella maðki. Kappingin byrjar nú fyrst í mai og heldur fram til síðst í septem- ber. Hverja viku verð- ur upptalt, og nevnini á teimum, sum hava veitt fimm teir sterstu fiskarnar, verður kunngjert í sýnis- glugganum Yviri við Strond. Tá so onkur sterri fiskur verður veiddur, verður navnið á hon- um, sum stendur nið- ast á listanum, strokið. Tann, sum hevur veitt tann stersta fiskin, tá árið er endað, fær eitt steyp til ognar. Svend Krosstein upplýsir, at ein grund- in til, at kappingin verður gjerd, er hon, at ynskiligt er at fáa at vita, hvussu nógv verður veitt árliga. Sílaveiðufelagið hev- ur leysliga mett, at einir 300 laksar árliga verða veiddir í Saksun og nakað tað dupulta í Leynavatni. — Men tann nógva krøkingin, sum sein- astu årini er farin fram niðri á boðar frá, at nógv av laksi er tit, sigur Svend Krosstein, sum leggur afturat, at sambært ti,. sum lokalir menn siga, so komu fleiri av teimum, sum krektu í fjør. upp í einar 100 laksar. Men lógin sigur, at Leynasandi, tað er ikki loyvt at krekja. Kunnu tvey vitni prótva, at onkur ávísur hevur krokt, kann viðkomandi døm- ast. Higartil er eingin tikin og dømdur fyri at krekja. Politiið var fleiri ferðir á Leyna- sandi í fjør, men tå tóku ránsveiðumenni- nir til rýmingar. Annars upplýsir Svend Krosstein, at Sílaveiðufelagið = um- hugsar at fara undir eina skipan við fiski- kortum, soleiðis at full- komin vissa fæst fyri, hvussu nógv verður fiskað av sílum og laksi. Hvussu hendan skipanin skal skipast, er enn óvist og tað verður heldur ikki lætt at fáa eina fullfiggjaða skipan fyri alt landið. Arbeiðsgevararnir vilja ikki geva eitt oyra vegna ótrygga búskaparliga útlitið: Men útlitið hjá okkum er sanniliga ikki gott — sigur Ingeborg Vinther, fakfelagsformaður Klokkan fýra hósmorg- unin slitnaðu samráðing- arnar millum arbeiðara- feløgini og Føroya Ar- beiðsgevarafelag, uttan nakað veruligt úrslit var komið burturúr. Tá hevdu partarnir annars samráðst síðan mikumorgunin uttan slit. Samráðingarnar vórðu bert steðgaðar, tá etið varð. Sum Sosialurin hevur skilt steðuna, hevur lítið verið samráðst. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen, og stjórnarlim- urin í Feroya Arbeiðara- felag, Ingeborg Vinther, siga bæði, at samráðing- arnar slettis ikki eru komnar á glið, tí arbeiðs- gevararnir hava forkastað ell ynskini frá arbeiðara- feløgunum uttan nakrar tingingar. Eydnaðist heldur ikki semings- stovninum Semingsmenninir, Jógvan Sundstein og Jákup í Gerðinum, komu upp í samráðingarnar partin mikudagin Semingsmenninir høvdu sett pørtunum eina freist til mikudagin kl. 15 selnra- um at fåa eina semju sinå- millum. Véru partarnir ikki komnir til nakra semju tá, vildu teir koma uppi. Eftir at hava fingið eina frágreiðing frá báðum pertunum, luttóku sem- ingsmenninir í samráðing- unum til slitið hósmorg- unin. Samráðingarnar eru nú útsettar til mánadagin, tá tær verða tiknar upp aftur kl. 17. Tá fer semingsmað- urin væntandi at koma við Frá samráðingunum á Parnassinum. Eini 35 fólk luttaka einum semingsuppskoti. Verður tað forkastað av tí eina ella báðum pertun- um, hevur hann tó eina freist til á miðnátt miku- kveldið, tá verkfalssteðg- urin gongur út. Um nakað úrslit, so ein eitt- árasáttmáli Tað einasta, partarnir kunnu semjast um, er at gera ein eitt-árasáttmála. Karl Johansen upplýsir, at áður hava arbeiðsgev- ararnir altíð tvíhildið um tvey-árasáttmálar, meðan teir nú vilja gera ein sátt- mála yvir eitt ár vidt grundgeving, at fíggjar- ligu útlitini eru so ótrygg. Arbeiðarafelegini hava afturímóti altíð heldur viljað havt sáttmálar yvir eitt ár í senn. Og nú er ein tvey-ára- sáttmáli slettis ikki ynski- ligur: Framhald á síðu 4 Eg eri gift við manni, ið vinnur uml. kr. 50.000 um árið brutto. Hvussu nógv kann eg vinna, um eg fari út at arbeiða, fyri at tað kann loysa seg hjá okkum skattaliga? Kona, ið ivast i, um hon skal fara út at vinna sær nakrar krónur Regin Thomsen svarar: Um maður tygara vinnur nevndu kr. 50.000 brutto um árið, og tygum onga inntøka hava havt, verður skattur hansara kr. 12.440, um skattaprocent- Tit ringja SKATTURIN, TA KONAN ARBEIDIR UTI — vit skriva a ið i kommununi er sett til 16. Utrokningin er treytad av, at eingi børn eru undir 16 år, og at eingin rentu- frådråttur er. Um tygum nu fara ut at arbeida, verða tygum sett í skatt sjálv av innteku tygara av arbeiði fyri onnur, og ferir Ringið telefon 11820 eta 14720 hetta við sær í fyrstu syftu, at skatturin av inn- tøku hjá manni tygara, um henda enn er kr. 50.000, veksur til kr. 16.700. Maður tygara eig- ur síðani rætt til persóns- frádrátt tygara, so leingi inntøka tygara fer ikki upp um 2.000 kr. um árið, og er nevndi frádráttur 2.500 kr. Samlaði skattur tykkara verður tá kr. 16.700 kr. — kr. 2.500 ella kr. 14.200, og eru hettar kr. 1.760 meira, enn skatturin vildi verið, um tygum als ikki hevdu nakra innteku. Samanumtikið vil hetta siga, at tá tygum vinna meira enn kr. 1.760 um árið, og kommunuskatta- procentið er 16, verður av- lop til tygum. Upphæddin kr. 1.760 er galdandi, har inntekan hjá manni tygara er kr 50.000 brutto, og vil hon broytast sum innteka mansins broytist Síða 3 — trý á getuni Skulu vit gera meira við fiskialing í Feroy- um? Jóhan Ziskason, deildarleiðari: — Ja, ti eg meini, at tað er ein framtið í tí. ' Aðrir gera tað og fáa gott úrslit, hví kunna vit so ikki eisini? Sigvald Kristiansen, lækni: SKU ver! g ert í A vitt eg veit, Sí menn fingið góð úrslit við sila- og laksaaling Og tað hev%i r;A verri. um Vit kirs + IKKI Y eisini royndu onnur fiskasløg og ødur, kræklingar krabbar og hummarar Regin Thomsen, líkningarmaður: — Tað haldi eg, tí bæði silaalingar og royndir- nar á Kaldbaksfirði við skeljadjórum kunna fáa týdning fyri út- flutning okkara og fyri nytsluna i Feroyum.