mikudagur 9. mai 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
- =, telf. 14720 . 11820
sosialurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jéhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lysingar:
Uppseting:
Prent:
Bretska valið
TAÐ VAR sjálvsagt vid miklum
spenningi, vit bíðaðu eftir úrslitin-
um frá bretska valinum, sum gav
konservativa flokkinum dyggan
meiriluta. Bretski Arbeiðaraflokkur-
in, Labour, sum hevur stjórnað
Bretlandi í tí mest trupla tíðarskeiði
landsins eftir seinra heimsbardaga,
misti valdið. Orsøkin er m.a. ein av-
leiðing av teimum mongu lågligu og
ólógligu verkføllunum, sum hava
verið í vetur — og sum vóru sett í
verk m.a. sum mótmæli móti bú-
skaparpolitikkinum hjá arbeiðara-
stjórnini.
MEN flokkurin, sum beinleiðis
gjørdi, at arbeiðarastjórnin hjá
James Callaghan fall við misálitis-
váttanina í apríl, fekk sjálvur dygg-
asta smeitin. Tað var Skotski Tjóð-
skaparflokkurin, sum einans fekk
tveir valdar aftur ímóti framman-
undan ellivu limum í Undirhúsinum.
MEÐAN konservativi flokkurin
hevði størstu framgongd sína i Suð-
uronglandi, teimum ríkastu økjun-
um, var sigurin munandi minni
longur tú komst norðureftir. Og í
Skotlandi gjørdist stødan so góð hjá
Arbeiðaraflokkinum, at sjålvt kon-
servativa valevni, sum skuldi fáa
ráðharrasessin fyri Skotland, Teddy
Taylor, misti sessin til Arbeiðara-
flokkin, sum hann hevði havt í 15 ár.
MEN meðan kvinnurnar um allan
heim nú syngja sigurssongin, tí
fyrsta kvinnan í Europu er vorðin
forsætisráðharri, so eru arbeiðara-
fjøldirnar neyvan við í hesum sig-
ursrúsi. Tá Margaret Thatcher í 1970
sat í Edv. Heath-stjórnini, tók hon ó-
keypis mjólkina frá skålabørnu-
num. Og okkurt av sama slag fer
væl at henda aftur, meðan hon fer
at geva stórri gætur, at Bretland fer
at kunna brúka kanónirnar, um ikki
til annað, so til at ræða við, tí henni
liggur í blóðinum ein inngrógvin vilji
til at vísa makt.
VERÐUR givið eftir í búskaparpoli-
tikkinum, sum Arbeiðarastjórnin
fekk so nøkulunda tamarhald á,
talar alt fyri, at Skotski Tjóðskapar-
flokkurin rættuliga gjørdi rís, ikki
bert til egnu, men til Bretlands
endabrest.
#63 30}7
sosialurin
-
Nr. 35 — 9. mai 1979
Soleidis nevnist tað fyri-
brigdi at undirmeta konu-
fólk sum menniskju. Sein-
ast hava vit sæð tað í
sambandi við útlæning av
legtingshúsunum. Í eini
tíð, har almennar hellir
vanliga verða læntar út til
ymiskar øsingarbølkar,
fáa konufólk ikki loyvi at
halda fund í almennum
heli, sum annars sum oft-
ast stendur tómt.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
MANNS-SJÓVINISMA
At onki konufólka-wc er
í legtingshúsunum, hevur
minni at siga. Mær vit-
andi er ongin serligur
vandi við at nýta sama
wc tó at man hevur eitt
annað kyn. Kynssjúk-
dómar smitta líka nógv
frá mannfólki til mannfólk
á wc-um sum frá konu-
fólki til mannfólk ella øv-
ugt. Og sum ein lærari í
biologi einaferð segði, um
talan er um gonorré ella
syfilis, so skal man vera
»forbannad skjótur at
smekka reyvina niðurá
áðrenn basillurnar eru
deyðar « — um man vil
smittast.
Yvirhevur er tað ein
merkiligur avoldaður vani
at hava ymisk wc fyri
menn og kvinnur, tað ber
jú til at læsa hurðina um
man er smæðin, og í van-
ligum húsum pissa fólk av
ymiskum kyni, hár- ella
eygnaliti í somu kummur.
So hví ikki eisini í al-
mennum helum?
At kvinnan í Feroyum
verður mett sum heima-
dýr sum ikki eigur at
blanda seg í politikk, men
halda seg til uppvask og
barnapassing, er eitt úr-
slit av galdandi propa-
ganduni frá til demis
fólkaflokkskvinnum, sum
aldrin tosa um, at mað-
urin eigur at passa bern
ella vaska upp.
Um ein maður er heima-
gangandi, siga fólk, at
hann »gongur fyri einki«,
er »letingi« ella okkurt
slíkt. Men fólkafloks-
kvinnur siga at kvinnan
hevur rætt at vera heima
allan dagin — kanska tí
tað er náttúrligt.
Nú hevur undirritaði
roynt at verið »heima-
gangandi húsfaðir< meðan
konan hevur arbeitt úti.
Og tað hevur bara gingið
heilt gott — og eg meti
tað arbeiðið sum øll onn-
ur, sum neyðugt og virðis-
skapandi. Men fólk hava
sagt, at >hann gongur fyri
einki.« »Nassar upp á
konuna« osfr. Um tað var
konan sum gekk heima,
mundi tónin vera ein ann-
ar.
Hví tað sum ein hevur
millum lerini skal avgera,
hvat ein skal gera her í
lívinum, hvat arbeiði við-
víkur, og skal avgera,
hvussu mannarættindini í
samfelagnum skulu siggja
út, havi eg aldri skilt. Tað
skilja kvinnuligir fólka-
flokspolitikarar kanska.
Lat okkum so fáa fleiri
barnagarðar og slíkar
stovnar. Fyri at manna-
rættindini kunnu gerast
praktiskur álvari.
Floz-mi ided.
LORVIKSKONA GONGUR AFTUR
I DAGBLADNUM
Tað var altid væntandi, at
fólkafloksins professi-
onelli útspillari tingmað-
urin, adjunkturin, vinnu-
livsmadurin og blaðstjórin
Óli Breckmann fór at
leggja seg út í viðurskift-
ini á Polarfrost.
Óli hevur jú erfaring-
arnar frá síni fortið sum
flakakona í Lorvik! So
ikki kann annað sigast
enn, at hann er vælkvali-
ficeraður til at úttala seg
um viðurskifti á flaka-
virkjum. Ja, í grundini
hevur hesin fólkafloks-
maður specialiserað seg í
klima á arbeiðsplássum —
tað veri seg á einum flaka-
virki ella á hansara egna:
Feroya studentaskúla og
HF.
Hann er altíð til reiðar
okkara arbeiðsmarknað-
armeðarbeiðari. Tevjar
hann balladu er hann klár-
ur við eitursproytuni: for-
manar arbeiðarar til spekt
og sóma, til ikki at krevja
minnist til, at stjóri NN
jú einaferð hevur verið
líka fátækur sum tit, líka
illa staddur, men hann
bardi seg fram frá skips-
dekki til stjórasess — frá
egningarlen til millión-
ing. Latið ein sovorðnan
mann hava frið. Hann
hevur annað uppiborið
enn årimilig krev og at-
finningar. Tit eru jú bara
evundsjúk, mínir góðu so-
sialistar. Minnist til, at
um tit eru lika so arbeids-
som sum Jåkup ella Eiler
so gerast tit eisini lika so
rik sum teir ein vakran
dag. Gera tit tað ikki,so
hava tit bara ikki verið
smart nokk!
Er eingin ballada so
skapar hann hana sjálvur,
sum t.d. við at spilla ein
kollega út — tað er jú altid
gott at klikkja lærarar,
eisini um ein sjálvur er
lærari.
Eg skal ikki koma nærri
inn á detaljurnar í við-
merking lorvíkskonunnar
til yrkingina polarfrost 79.
Hesar viðmerkingar vóru
so barnsligar, at eingin
bítur á tað agnið — í
hvussu so er ikki her suð-
uri. Tó skal eg bert biðja
arbeiðsfólkið leggja sær í
geyma, at fólkafloksting-
maðurin gevur okkum
skuldina fyri at Suðurfisk
fór á heysin — so vita tit
tað! Gloymið tað íkki,
men rennið tað upp í and-
litið á fólkafloksmonnum,
tá teir næstu ferð koma
her at biðja um tykkara
stemmur.
Nei, tá er tað nógv
meira týðandi, at merkja
sær, hvat endamálið við
slíkari skriving er: Henda
skriving, sum Dagblaðið
hevur havt fyri nú í skjótt
eitt ár um sosialismu og
fakfelog burtur og heima
hevur bert eitt einasta
endamál:
Luttakið í almenna tjakinum
Sendið lesarabrøv til Sosialin!
1) í fyrsta lagi at skapa
spjaðing og ósemju mill-
um arbeiðsfólkið runt um
landið
2) i eðrum lagi harvið at
gera arbeiðaraklassan
veikari nú sáttmálasam-
ráðingar og meguliga
kreppa standa fyri durum.
Hetta ger tann professi-
onelli arbeidarahetzarin
við at sáa misálit til fak-
felagsleiðararnar ímillum
arbeiðsfólkið, tokutalu um
kommunismu, og við sum
heild at spilla ta europæ-
isku arbeiðararersluna út.
Samstundis verða
konservativu flokkarnir í
europa sum alla tíð hava
verið størstu figgindar av
fakfelagsrørsluni fram-
hevjadir sum teir, ið skulu
frelsa vesturheimin frá
fakfelagstyranni.
Jú meiningin er greið,
men vit hoppa ikki uppá
henda límpinn — hesta-
hógvurin er ov týðuligur!
Eg fari í staðin at heita
inniliga á allar arbeiðarar
og arbeiðskvinnur í Fer-
oyum um at standa sam-
an, um vit ongantið hava
gjørt tað áður.
Bakkið tykkara fakfel-
agsfólk upp!
Gevið teimum mót, sum
terva mót, gud skal vita,
at tað mangan stendur
hart á einum fakfelags-
leiðara í dag, sum bara
roynir at fáa tey mest
elementeru sáttmálaligu
rættindi yvirhildin! Nógv-
ir arbeiðsleiðarar í dag
fora seg beinleiðis fram
við gangstarametodum:
hótta avvarðandi við upp-
segn, seta álitisfólk til tað
ringasta arbeiði og koyra
tey, sum koma við atfinn-
ingum.
Alt hetta hevur eitt ein-
asta endamál, eins og
skrivingin hjá ti professi-
onella arbeiðaraútspillar-
anum: at halda okkum
niðri, at spjaða okkum at
gera okkum veik.
Latið tað ikki eydnast
teimum!
Tað verður seinur dagur
vit koma fyri okkum aft-
ur!
At enda eitt lítið hjarta-
suff frá einum gomlum
arbeiðara, sum minnist
ein hóp: Tað er nógv fyri
at taka ímóti hesum
skarnbyttum frá hesum
yvirklassaunganum úr
Havn, sum skyldar okk-
um — arbeiðaraklassan-
um — alt!
Hver betalir hansara
feitu donsku magistaralen
í Hoydelum? Arbeiðarar
og fiskarar!
Hver betalir hansara
feitu tingmannalen og til-
svarandi fundarpengar
fyri ell hansara bein?
Arbeiðarar og fiskarar!
Hver hevur goldið og
kemur framvegis at gjalda
allar tær broytir, gravkýr
og alt tað asfalt, sum
landið, tað almenna,
keypir frá P/F Ludvík
Breckmann? (Har Óli er
stóraktionerur)??
Arbeiðarar og fiskarar!!
Man skuldi hildið, at
hann var glaður við at
tagt, men nei. Spilliklút-
urin heldur fram við at
vinda skittin burtur úr
sær niður yvir feroyska
Framhald á síðu 7
=
EN RL
SSRS ASS