hósdagur 6. apríl 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
Fulltrúi til
hagtalsuppgerðir
Starvsinnihaldið
Í høvuðsheitum er uppgávan at arbeiða við
vinnuligum og øðrum búskaparligum hagtøl-
um, sum liggja til grund undir ymsum upp-
gerðum.
Eitt nú til uppgerð av tjóðarroknskapi gera vit
sonevndar deildarroknskapir fyri allar privatar
vinnur, kommunurnar sum heild, landskassan
og donsku statspartarnar í Føroyum. Starvið
verður serliga at vera við í arbeiðinum við
hesum deildarroknskapum, men kann sakt-
ans umfata aðrar hagtalsuppgerðir í sam-
bandi við búskapin annars.
Persónurin og útbúgvingin
Brúk er tí fyri einum fólki við góðum innliti í
roknskaparviðurskifti og skili fyri samfelags-
búskapi, sum dugir at arbeiða við mest van-
ligu telduforritum og sum ikki óttast at fara í
holt við forriting. Tað er ein fyrimunur at kenna
eitt sindur til forriting í SQL ella øðrum forrit-
ingarmáli, men ikki eitt krav kortini.
Hóast tað krevst at tú sjálvstøðugt ert førur
fyri at loysa uppgávurnar tú fert at sita við,
fert tú at hava tætt samstarv við aðrar bú-
skaparfrøðingar, teldufyrisiting og skrivstovu-
fólk á stovninum.
Til starvið krevst útbúgving sum cand.polit.,
cand.oecon., cand.merc. ella bachelor út-
búgving í búskaparligum/fíggjarligum læru-
greinum.
Arbeiðsplássið
Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi
stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell
samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa
samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit
eisini við í lýsingini av øðrum aktuellum viður-
skiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit fram-
leiða av vitan og upplýsing er til at kunna
borgararnar um, so at ein partur av flestu
uppgávum er at hava samskifti við onnur.
Løn og treytir annars
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggj-
armálastýrið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknarfreist og annað
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 15.apríl.
Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg
í samband við Hermann Oskarsson, stjóra,
á
telefon
352028
ella
í
telduposti
hermann@hagstova.fo.
Hagstova Føroya
Hagstova Føroya
Heimasíðufyrisitari
og NT-stuðul
Starvsinnihaldið
Starvið er fyri mesta partin at skipa fyri sam-
skiftinum hjá Hagstovuni við umheimin um
internetið og at vera NT-stuðul hjá hinum
starvsfólkunum. Alt meira av teimum hagtøl-
um og uppgerðum, sum vit á Hagstovuni
framleiða, fara um internetið til brúkaran, og
í tí sambandi hava vit brúk fyri einum fólki til
at menna henda partin av upplýsingarvirk-
seminum.
Av tí at arbeiðið fyri stóran part annars fer
fram í Oracle umhvørvi, er kunnleiki til Oracle-
skipanir og SQL forriting ein fyrimunur, tó
ikki krav.
Hóast starvið í høvuðsheitum hevur við inter-
netsambandið at gera, so kann roknast við
at ein partur av arbeiðinum verður at luttaka
í ymsum hagtalsuppgerðum.
Persónurin og útbúgvingin
Fólkið okkum tørvar skal hava hug til teldu-
arbeiði sum heild, men haraftrat við evnunum
at koma við hugskotum og at arbeiða sjálv-
støðugt við heimasíðu og øðrum telduloysn-
um. Í hesum sambandi er eisini neyðugt at
hava evnini at vera í tøttum samstarvi við
aðrar telduumsitarar og fólkini, sum fáast við
hagtalsuppgerðir.
Útbúgving innan teldufakið er ynskilig, men
fólk sum hevur fingið sær førleikan á annan
hátt ella hevur royndir úr øðrum starvi er eisini
vælkomið at søkja starvið.
Arbeiðsplássið
Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi
stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell
samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa
samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit
eisini við í lýsingini av øðrum aktuellum viður-
skiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit fram-
leiða av vitan og upplýsing er til at kunna
borgararnar um, so at ein partur av flestu
uppgávum er at hava samskifti við onnur.
Løn og treytir annars
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggj-
armálastýrið og avvarðandi fakfelag
Umsóknarfreist og annað
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 10.apríl.
Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg
í samband við Hermann Oskarsson, stjóra,
á
telefon
352028
ella
í
telduposti
hermann@hagstova.fo.
Elektrikari søkist
Til eldeild okkara søkja vit eftir einum elek-
trikara at byrja sum skjótast.
Vit vænta, at tú:
• ert álítandi
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• tekur ábyrgd av arbeiði tínum
• dugir at samstarva við viðskiftafólk og
arbeiðsfelagar tínar
• hevur kunnleika til gerð av edv/tele-kerv-
um
• hevur kunnleika til edv á brúkarastøði.
Vit bjóða tær:
• eitt avbjóðandi starv í einum spennandi
umhvørvi, við góðum starvsfelagum
• góða løn.
Skrivlig umsókn saman við avritum av
sveinabrævi, skeiðprógvum, ummælum og
upplýsing um starvsroyndir skulu sendast
til el&tele, Fjalsgøtu 13, FO-100 Tórshavn.
el&tele
Tel 354 354
Um Sp/f el&tele
Eitt ár er ligið síðan Sp/f Ravmagn og Fa. Eyðun Egholm
løgdu saman og stovnaðu Sp/f el&tele. Vit kunnu nú eins
og tá ásanna at avbjóðingarnar eru stórar fyri framman.
Okkara mál er at veita bestu tænastu innan el, edv og
telekervi. Eldeildin tekur sær av øllum el-edvkervsloysnum
í tættum samstarvi við kundan. Á tele-síðuni veita vit
teleloysnir við tí mest framkomnu tøknini á marknaðinum.
El&tele leggur dent á at geva kundunum tær bestu loysn-
irnar við tí nýggjastu tøknini.
Hús ynskjast til leigu!
Til ein leiðandi starvsmann hjá okkum og
familju hansara ynskja vit eini hús í Havn til
leigu.
Best er um húsini eru stór ella í minsta lagi
hava 3 sovirúm.
Langtíðarleiga t.v.s. minst 3 ár hevur áhuga
okkara.
Áhugaði kunnu seta seg í samband við okk-
um á telefon 314650.
P/F Poul Michelsen
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Tænarar – Barrvørður – Gongs-
gentur – Receptionistar – Kokkar –
Hjálparfólk til køkin og húsavørðin.
Umsóknir við møguligum prógvum
verða at senda innan 17. apríl til
Hotel Föroyar
Postboks 3303
110 Tórshavn
SUMMARFÓLK
TIL HOTEL FÖROYAR
AT BYRJA 1. MAI
Sosialurin - 311820
Reyði krossur Føroya
Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya
svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300
212380
Fyribilsstørv
F R Í T Í Ð A R AV L O Y S A R A R
Strandfaraskip Landsins er
ein landsfyritøka undir Vinnu-
málastýrinum / Samskiftis-
deildini.
Høvuðsuppgávan hjá fyri-
tøkuni er at lúka landsins tørv
á innanlanda fólka- og farma-
flutningi, og skal fyritøkan í
so stóran mun sum gjørligt
rekast á handilsligum støði.
Fólka- og farmaflutningurin
setir stór krøv um eina góða
kundatænastu, herundir trygd,
reglusemi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin hjá
Strandfaraskipum Landsins
javnvigar við yvir 100 mió. kr.
Talið á starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav um-
leið 155 operatørar. Talið á
flutningsanleggum er 12 skip,
40 bussar og 15 lastbilar.
Flutningsuppgávurnar fevna
um alt landið.
Við hesum verður søkt eftir frítíðaravloysarum
til at avloysa í fyritøkuni í summar frá umleið
fyrst í mai til seinast í september.
Uppgávur á skrivstovuni/
upplýsingartænastuni
Høvuðsuppgávan hjá skrivstovufólkunum er at
taka lut í tilrættaløgdum/fyrifallandi skrivstovu-
arbeiði sum fyriskipað verður av leiðsluni.
Førleikakrøv
• Skrivstovuútbúgving e.l.
• Góðan kunnleika til EDV
• Duga væl at málbera seg á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
• Góðan røkjuskap og er kundavinarligur
Uppgávur hjá buss- og lastbilførarum
Høvuðsuppgávan hjá bussum og lastbilum er at
røkja innanoyggja fólka- og farmaflutningi eftir
fastlagdari ferðaætlan og annars aðrar túrar við
ferðafólki og farmi kring landið.
Førleikakrøv
• Koyrikort til buss/trailara
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
• Góðan røkjuskap og er kundavinarligur
Uppgávur umborð á skipunum
Høvuðsuppgávan hjá strandfaraskipunum er at
røkja innanoyggja fólka- og farmaflutning eftir
fastlagdari ferðaætlan og annars aðrar túrar við
ferðafólki kring oyggjarnar.
Umsøkjarar skulu til eina og hvørja tíð kunna
verða fluttir millum skipini, sum fyriskipað av
leiðsluni.
Arbeiðstíðin er fyriskipað í mun til galdandi
ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein verður settur
umborð á.
Førleikakrøv
Umsøkjarar til skipini skulu, umframt galdandi
sjóvinnubræv, hava:
• Siglingarbók
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Heilsuprógv ikki eldri enn 2 ár
• Sjón- og hoyrnaroynd ikki eldri enn 3 ár
• Roykkavari/sløkkileiðari ikki eldri enn 5 ár
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
• Góðan røkjuskap og er kundavinarligur
Uppgávur á SL-Verkstaðnum
Høvuðsuppgávan hjá bilverkstaðnum er at fyri-
skipa, samskipa og menna tekniska viðlíka-
haldið av lastbilum, bussum o.ø. koyriútbúnaði
hjá fyritøkuni.
Førleikakrøv
• Last/bilmekanikari ella maskinsmiður
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
• Góðan røkjuskap og er kundavinarligur
Uppgávur hjá farmastøðum
Høvuðsuppgávan hjá farmastøðunum, sum eru
undir farmaflutningsdeildini, er at fyriskipa,
samskipa, viðlíkahalda og menna farmaflutn-
ingin millum meginøkið og útjaðarøkini í
Føroyum.
Førleikakrøv
• Koyrikort til lastbil/trailara
• Koyriloyvi til trukk/tugmastara
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
• Góðan røkjuskap og er kundavinarligur
Løn og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Fíggarmálastýrið og avvarandi fakfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av próvskjølum, ummæl-
um, CV og tilvísingum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
15. apríl 2000.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja
til Páll Heinesen, starvsfólkaleiðara, á tlf.
343000 ella e-post pah@ssl.fo.
Sosialurin - 311820
Sandvíkarhjalli
Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Trygdarútgerð
til øll endamál!
Sosialurin - 311820
• Verndarhjálmar
og húgvur
• Hoyrivernd v/FM radio
• Brillur
• Maskur
• Trygdarskógvar
• Fallsikringar
• Handskar
• Hondreins
• Vit útvega skiltir til
øll endamál!
Vit taka okkum av øllum
uppgávum innan
arbeiðaravernd
SP/F GRANNSKOÐARAFELAGIÐ
RASMUSSEN & WEIHE
Skrivari til oljufelag
Fyri eitt av teimum stóru oljufeløgunum
verður søkt eftir einum fólki til skrivstov-
una í Tórshavn. Hetta er eitt fyribilsstarv
til september 2000, eftir tað kann talan
møguliga verða um varandi starv. Um so
verður, er hetta eitt starv við góðum fram-
tíðarmøguleikum fyri tað rætta fólkið.
Um starvið
Tann, ið settur verður í starvið sum skriv-
ari hjá skrivstovustjóranum, skal
• taka sær av postinum, skipa fyri ferðing,
leggja fundir tilrættis bæði innan- og
uttanhýsis, standa fyri brævaskifti, tele-
fon, taka sær av fyrispurningum bæði
innan- og uttanhýsis og hjálpa til við at
greiða teir
• skipa og røkja neyðuga arkivering, bæði
manuelt og elektroniskt
• framleiða tilfar (overheads, slides, tíð-
indatilfar) bæði til høvuðsleiðsluna og
til onnur
• taka ímóti vitjandi á skrivstovuni og
skipa fyri neyðugari umboðan
• gera eitt sindur av bókhaldsarbeiði.
Krøv til umsøkjaran
• má vera kønur í nýtslu av teldu (tekst-
viðgerð/rokniark/grafik/e-mail), arkiver-
ing, hava evnir at fyriskipa og leggja til
rættis, t.d. at skipa fyri fundum, ferðing
etc.; útbúgving er ein fyrimunur, men
áhugi og royndir telja eisini nógv
• má kunna samskifta væl við onnur bæði
starvsfólk og kundar, herundir føroysku
oljumyndugleikarnar, høvuðsskrivstovu
felagsins o.o., má vera stinnur í skriv-
ligum enskum og føroyskum, má vera
opin og fyrikomandi sum andlit felagsins
úteftir
• skal hava góð evnir at skipa og raðfesta
arbeiði, duga at taka stig til at veita
kundunum tænastu, kunna arbeiða
undir trýsti og duga at leggja tíðina til
rættis
• skal kunna taka aktivt lut í skipan av
organisatiónini og vera við til at fyriskipa
og leiða fundir millum partar í fyritøkuni
• eigur at skilja týdningin av, at ætlanir
verða fylgdar, og at arbeitt verður eftir
fastløgdum stevnumiðum, manna-
gongdum og standardum.
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Um-
sóknir við CV skulu sendast til P/f Grann-
skoðarafelagið Rasmussen & Weihe.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at
venda sær til Ole Guldborg Nielsen.
RASMUSSEN & WEIHE
Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F
An associated firm of
Á Glaðsheyggi
P.O. Box 30
FO-110 Tórshavn
Tlf. (+298) 311017
Fax (+298) 311018
Sp/f nr. 267
e-mail:
rasmussen @rasmussen.fo
Http://www.rasmussen.fo