Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1979síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 — Leygardagin 12. mai 1371 Arbeiðseftirlitið um eldin á Esso: Esso varð ávarað móti eldi í fjør! Arbeiðseftirlitið kravdi longu í november mánað í fjør, at motorhúsið hjá oljufelagnum Esso, sum brendi fyri stuttum, varð betrað og nygjørt. Men einki var gjørt. Og hetta kom Arbeiðseftirlit- inum dátt við! Kanningarnar, sum Ar- beiðseftirlitið hevur gjort í samband við eldin, eru nú lidnar. Orsøkin til eldin var ein kortslutningur í einum el- ektromotori, sum m.a. verður brúktur til olju- og bensinpumpurnar. Ben- sindampur er komin til og hevur fest í. Sosialinum er upplýst, at vóru motorarnir kapsl- aðir, hevði einki hent. Motorarnar útum Arbeiðseftirlitið hevur nú kravt tað brenda húsið tømt, og at motorarnir verða settir útum. Harafturat hevur Ar- beidseftirlitid kravt, at nakrar rerleiðingar verða lagdar um. Somuleiðis skulu onnur smáting ger- ast fyri at tryggja mest meguligt móti vanda úti á oljugoymslunum hjá Esso og Shell. Arbeiðseftirlitið hevur eisini víst á, at tað eru ov fáir brandpostar úti á Við arnesi, men hesir eru held ar ikki uppsettir enn Annars heldur Arbeiðs eftirlitið, at tað er ov litið samstarv millum olju- felogini og Tórshavnar Sløkkilid. M.a. er sløkki- liðið ikki vitandi um, hvussu goymslan hjá olju- feløgunum er skipað og hvat er í teimum ymisku tangunum. Svimjihøllin kostar yvir 30 mill. kr. Lesið á síðu 4 Byggja so hvort peningur fæst — men mangla beint nú 300.000 Lesið greinina um Føroyska sjómansheimið í Reykjavík, sum hevur staðið í gerð síðani 1376 Á síðunum 12 og 13 SALLY-plogg til føroysku brúkararnar lesið á síðu 5 LANDSFUNDUR Landsfundur hjá Føroya Javnaðarflokki verður 26. og 27. mai á Parnassinum á Hotel Hafnia. Gjøllari landsfundarskrå verður lýst seinni. FØROYA JAVNAÐARFLOKKUR KOLON kemur mánadagin Vit eru tvey og her eru vit N (Si lysing inni i blaðnum)