Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Nr. 36 — 12. mai 1979 sosialurin So er at finna P-skivuna fram — Endamálið við nýggju ferðslu- og parkeringsskipanini er ikki at geva bøtur, men at fáa ferðsluna at ganga, sigur Trúgvi Guttesen. Umframt broytingar í parkeringsviðurskiftunum, verður nidari endin á Trondargøtu einvegis norður eftir og niðari end- in á Gríms Kambansgøtu verður einvegis niðaneftir. So er einki annað at gera enn at finna P-skivuna fram i vikuskiftinum, ti mánadagin henda stór- broytingar í parkerings- viðurskiftunum í Havnini. Mánadagin kemur »Sonu-parkeringin« í gildi. Og tað vil siga tað sama sum, at allur miðbýurin í Havn er ein sona — eitt eki — har bert tíðarav- markað parkering er loyvd. Tó skal eitt stórt und- antak beinanvegin nevn- ast: SKÅLATRØD. Á Skálatreð, har tað eru um 250 parkeringspláss, verð- ur langtíðarparkering all- an dagin. Hetta við sonu ljóðar so ógvuliga fremmant, og fólk hava gingið og gjørt sær hugsanir um fleiri sonir í býnum, soleiðis at parkeringin gjerdist nógv torferari enn hon er í dag, men so er ikki. Allir innkoyringar- vegirnir merktir Allir innkoyringarvegirnir til sonuna — miðbýurin — eru merktir við stórum skeltum. Á skeltunum stendur >sona< umframt tvær klokkutíðir. Tann ovara tíðin, t.d. 7 —18, merkir, at í hesum tíðarskeiðinum er tidarav- markað parkering í sonu- ni. Hvussu long parker- ingin er á teimum ymisku stødunum, stendur á ser- ligum P-skeltum á parker- ingsplássunum. Tann niðara klokkutíðin er galdandi fyri leygar- dag, meðan eingin tíðar- avmarkað parkering er galdandi fyri sunnu- og halgidag- og leygardag seinnapart. Minnist til P-skivuna Og tá so parkerað verður á teimum ymisku park- eringsplássunum, er bil- ferarin noyddur at leggja eina P-skivu á ásjónligum stað í bilinum, soleiðis at tann óttaligi parkerings- vaktarmaðurin sær hana. Ella politistarnir, sum framvegis fara at taka lut í arbeiðinum fyri at fáa ferðsluna í ganga betur. Hevur bilferarin gloymt at leggja P-skivuna, ella býnum at Í Eitt sonu-skelti, sum vísir, at her endar sonan stilla hana inn, skrivar parkerings-vaktarmaður- in eitt inngjaldingarkort upp á 100 kr. Hendan sektin skal gjaldast á posthúsinum, men við tí longu av- greiðslutíðini á posthúsin- um hevur tú enn einaferð at ansa sær — hví, jú, nú er tíðaravmarkað parker- ing á økinum frammanfyri posthúsinum, soleiðis at tú hevur ikki at vera ov leingi har inni! Eingi forboðsskelti men loyvisskelti Henda nýggja parkerings- skipanin í miðbýnum fer at hava tað við sær, at eingi parkeringsforboðs- skelti vera at síggja í býnum. Tey einastu forboðs- skelti, sum vera at síggja, verða forboðsskeltini móti »stedging«. Harafturímóti vera nú loyviskelti at síggja, har tað er loyvt at parkera. Og hvar tað er loyvt at par- kera í ein hálvan ella ein heilan tíma, sæst á kort- inum yvir miðbýin aðra- staðni í blaðnum í dag. Fleiri P-pláss Tað eru óivað nógv, sum nú halda, at tað vera færri P-pláss í býnum, men so er ikki. ' Á einum tíðindafundi mikudagin upplýsti Trúgvi Guttesen, leiðari á teknisku deild Tórshavn- ar býráðs, at P-piåssini afturimóti vera fleiri — ella effektivari, tí nú verð- ur bert parkerað í eitt vist tíðarbil afturímóti áður, tá bilar stóðu allan dagin á P-plássunum í býnum. Sambært teknikarunum hjá kommununi so verður tað í framtíðini møguligt at sleppa av við bilin, tá erindir skulu gerast í mið- býnum. Men tey, sum arbeiða í miðbýnum, verða nú noydd at ganga eitt strekki — ella seta bilin heima og taka bussin til arbeiðis, tá hann fer at koyra um hálvan annan mánað. Annars kann upplýsast at allar vanligar ferðslu- reglur framvegis eru gildi. nýtt um nevn Silvurbrúdleyp Týsdagin kunnu hjún- ini, Bina og Eivind Dahl, lækni, Vestmanna ár. halda silvurbrúdleyp. Fødingardagur Månadagin fyllir Heinesen, Sandavågi, 82 75 år I morgin fyllir Valdemar Vitalis, Klaksvik, 75 år. Elsa 4. SUNNUDAG EFTIR PÁSKIR Tá ið talsmaðurin kemur! Ein gamal maður úr Persia sigur frá: Tá id eg var ungur, var tað mær um at gera at roynast gudsóttandi, og onkuntid fór eg upp um nåttina at vaka og biðja og lesa i Halgubók. Eina náttina vaknaði faðir min, meðan eg soleiðis royndi at venja meg í gudsótta, og eg segði við hann: Faðir, síggja tygum ikki, hvussu hinir synir tygara sova henda vanhalga svevnin, meðan eg aleina vaki fyri at prisa Gudi? Tá svaraði faðir: Sonur mín, betur er at sova enn at vaka og stara seg blind- an at brekum breðranna. Eg vil halda, at soleiðis sum hesin ungi maður í síni gudsdyrkan hevði stóra umsorgan fyri brekunum hjá hinum, metir okkum mangan mis- skilt gudsdyrkan í dag: ein er so bundin at brekum annara og sær tey so gløgt, og hendur og muður eru skjót at átala og rættleiða onnur. Men tekstur okkara minnir okkum á, at tå ið heilagi Andin kemur. verður ødrvisi. Tá fáa vit nóg mikið í okkum sjálvum og har verða ongar stundir at døma og fordema onnur. ti at ein ongantíð varð liðugur við dómin frá sinum egna lívi. Ein kom ongantíð at verða liðugur at lúka túni hjá sær sjálvum, so ein fekk stundir at standa har og peika eftir illgreinum hjá grannanum. Andin sannferir um synd og um rættvisi og um dóm. Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg. Syndin er í síni grund van- trúgv. Og hvar funnu vit tað hjarta, sum hon ikki hevði sett sínar røtur fastar í? Og her var nóg mikið hjá mær at arbeiða við og lúka og beta um, og tá eg var liðugur hjá mær sjálvum, kundi eg hjálpa hinum og vísa teimum á, hvar teir skuldu slíta upp. Men so leingi Guds andi ar- beiðir í mær og við mær, verði eg ongantið liðugur við mitt egna tún. Um rættvisi, av ti at eg eri farin til faðirin. Andin ger tað sólarklárt fyri mær, at rættvisi mitt ikki kom við tað. at eg megnaði at halda mín teig reinan, men at Guds sonur tók mína synd á seg, og tá ið tað var fullgjørt og einki var eftir at gera til mína rættvisgering, fór hann aftur til faðirin. Og um dóm, av ti at høvdingin í hesum heimi er domdur. Væl kann tað tykjast, eins og hitt ónda er so sterkt, og at alt tað, sum stendur Gudi ímót og vil jarðleggja trúnna, fer sigursgongd gjøgnum heimin, men Guds andi vitnar, at hovdingin í hesum heimi og allar maktir hans- ara og allir tænarar hans longu hava tapt, ti at dómurin er feldur, tá ið Jesus vann sín sigur fyri okkum. Titt er ríkið og valdið og heiðurin um allar ævir. Amen. T.B. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur fund á Hotel Føroyum tys- kvøldid 22. mai kl. 20.00. Fundarskrå: 1: Framhald av aðalfundi 2. Landsfundurin 3. Ymiskt. NEVNDIN Barsil-vikarur Sekt verður eftir byrja 1. august. Nærri at venda sær til barsil-vikari at Drotning ingridar Barnagarð Telefon 12253