Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Kendur orgulleikari á Føroyavitjan Hin víðagitni orgulleikarin Finn Videre, sum er hálvur feroyingur, er í Feroyum í hesum degum. Á vitjanini, sum varir til fyrst í juni mánað, hevur hann skeið fyri føroyskum orgulleikarum eins og hann fer at halda konsertir í Havn og á bygd. Sunnukveldið verður ein orgulkonsert í Havnar kirkju, har Finn Videre m.a. spælir verk eftir Back og Buxtude. Síðan fer hann kring landið, har konsertir verða saman við kórum o.ø. Endalig skrá er ikki fast- legd enn, men hann skal spæla í Eiðiskirkju, í Fuglafirði, Klaksvík, í Vági og á Tveroyri. Í Suð- uroy luttekur sangkórið Ljómur á konsertunum. Finn Videre, sum hevur verið knýttur at Uni- versitetinum í Keypmannahavn í mong ár, endar Feroya-vitjanina við eini stórari og fjølbroyttari konsert í Vesturkirkjuni. Hendan konsertin verð- ur helst annan hvítusunnudag. Á hesi konsertini luttekur Robert eisini Oughton, hornblásari, eitt blásiensemble, sum Kári Bæk skipar fyri, Havnarkórið og orkestur Musikkskúlans. Skattainntøkan slakar 4 mill. Álíkningin í Miðvági er liðug. Skattaskylduga inntøkan var 26,2 mill. kr. og åliknadur kom- munuskattur, sjó- mansskattur og parta- felagsskattur kemur at geva bygdarráðnum uml. 3,9 mill. kr. í hes- um fíggjarárinum. Í fjør var skatt- skylduga inntekan 19,2 mill. kr. og inn- tøkan hjá kommununi 3,1 mill. Í ár eru skattaborgararnir 667 í tali móti 479 í fjør. Skattaprosentið er tað sama, 15. Tilboðini uppá svimjihøllina i Havn opnad Svimjihøllin, sum ætl- anin er at byggja i Gundadali, verdur dyr- ari enn byrådid hevur roknad vid. Hetta visa tilbodini uppå høvudsentrepris- una. Tilboðini vórðu opnað hósdagin og vóru bert tvey innkom- in. Byggifelagið Kamp- sax bjóðaði saman við Gunnari Waagstein 29,97 mill. kr. og Pihl á Søn lógu eitt sindur hægri, 32,17 mill. kr. Fiskaribankin bjóðaði 600.000 kr. og fekk Margrit — seld fyri 600.000 kr. Útróðrarbáturin Marg- rit varð hósdagin seld- ur á tvingsilsuppboði fyri 600.000 kr. Tað var Danmarks Fiskeri- bank, sum bjóðaði 600.000 kr. og var hetta einasta boð. Realkreditstovnurin eigur góðar 500.000 kr. til góðar í Margrit og Fiskaribankin 543.000 kr. Men fyrst og fremst hevur Føroya fiski- mannafelag krav uppå 30.000 kr. Margrit er bygd ur Eik i Marstal i 1972. Tað var eisini ætlan- in, at saltfiskatrolarin Nónhamar skuldi selj- ast hósdagin men hetta varð avlýst sosialurin mr Ynskja norðurlendskt fiskivinnubókasavn Fundur í Havn um samskipan av fiskivinnu- útbúgvingini í Norðurlondum Nr. 36 — 12. mai 1979 Í síðstu viku var fundur í Havn í samband við, at ætlanin er at skráseta og samskipa tær ymsu útbúgvingarnar innan fiski- vinnu í Norðurlondum. Á fundinum varð m.a. tosað um megu- leikan at fáa eitt norðurlendskt fiskivinnu- bókasavn. Tað er greitt at tað er neyðugt við einum tílíkum bókasavni, tí nógv av tí tilfari, sum verður greitt úr hondum í teimum ymsu londunum, kemur ongantíð fram til áhugað í hinum Norðurlondunum. Roknast kann við at eitt uppskot fer at verða lagt fram seinni við ti endamáli at seta á stovn eitt tílíkt bókasavn Fundurin í Havn er fyrsti av sínum slag, sum ein samarbeiðsnevnd vid lim- um úr fleiri Nordurlond- um heldur, síðani ráð- stevnan um samskipan av fiskivinnuútbúgvingun- um varð hildin i Føroyum í fjør. Á fundinum vórðu eitt umboð fyri Noregi, Stig Skreslet, eitt umboð fyri Ísland, Sigurður Haralds son og tvey umboð fyri Feroyar, Gunver Hoydal og Tormóður Dahl. Gren- lendingurin, sum eisini skuldi vera við á fund- inum, kundi ikki meta hesaferð. Endamálið við hesum fundinum var at fera ar- beiðið, sum varð byrjað í fjør, víðari. Hetta vil fyrst og fremst siga at gera eina arbeiðsætlan. Føroyingar taka stig Tað var i august í fjør, at Gunvør Hoydal, Sigurdur Haraldsson, Havn føroyingar toku stig til at halda eitt seminar i Før- oyum um at samskipa fiskivinnuútbúgvingina i Norðurlondum. Á semi- narinum luttóku umboð úr Feroyum og einir 25 út- lendingar. Semja varð um at royna at fáa til vega pening, sum arbeiðast kundi víðari við. Síðani hevur verið sekt um stuð- ul frá Nordisk Kulturfond og Nordisk Industrifond, sum hava játtað tilsamans 400.000 kr. til arbeiði tó undir åvisum treytum. Arbeiðsætian Á fundinum í Havn í farnu viku varð ein arbeiðsætlan legd. Henda arbeiðsætlan er býtt upp í tveir partar. 1. partur fevnir um eina skráseting av ellum ver- andi útbúgvingum og gransking innan fiski- vinnu — frá tí at fiskurin svimur í sjónum, til hann verður framleiddur til eina veru. Hvert Norðurland skal taka sær av einum ávisum útbúgvingarstigi. Grundskúlin Íslendingar skulu kanna viðurskiftini í grundskúl- anum í øllum norðurlond- um. Tað er ikki nógv tilfar í dag um fiskivinnu í grundskúlunum, nakað er tó í Íslandi, Noregi og Feroyum. Víðari útbúgving Feroyar koma at taka sær av at kanna og skráseta víðari útbúgvingarnar í Norðurlondum. Hetta fevnir um tilfar, og útbúgvingar, sum ligg- ur millum grundskúlan og hægri útbúgving. Her kann m.a. nevnast: Studentaskúlin, HF, HH, fødsluevnisutbugving, fakskúlan, tekniskar skúl- ar innan fiskiteknik, navigatiónsskúlar, sum hava frálæru innan tól til fiskiveiðu og maskinistút- búgvingar, har frálæra er innan maskinur, sum hava serligt tilknýti til fiskivinnu. Gunver Hoy- dal, lærari við HF, skal taka sær av hesum part- inum av arbeiðinum. Ætl- anin er at Janus Norð- berg, sum í løtuni ger seg lidnan við útbúgving sína í Noregi, skal eisini taka lut í hesum arbeiðinum. og Stig Skreslet uttanfyri Ídnaðarstovuna í Vaksnamanna- útbúgving Tað verða grenlendingar, sum skulu taka sær av hesum partinum av út- búgvingini í ellum Norð- urlondum. Hægri útbúgving og gransking Norðmenn skulu stíla fyri ti partinum av skráseting- ararbeiðinum, sum eitur »Hægri útbúgving og gransking.« Ætlanin er at seta seg í samband við universitetini og fáa tilfar til vega um tað, sum fer fram á fiskivinnuøkinum. Somuleiðis skal gerast uppskot til at samskipa undirvísingina á teimum ymsu universitetunum. Eisini granskingin skal skrásetast. Frágreiðing í 1980 Ætlanin er at byrja sjálvt skrásetingararbeiðið í au- gust í ár og gera eina frá- greiðing um úrslitið til miðjan januar 1980. Henda frágreiðing skal síðani viðgerast á einum fundi har umboðsmenn úr øllum Norðurlondum lut- taka. 1. februar 1980 verður farið undir 2. part. Ætlan- in er at koma vid konkret- um uppskotum til sam- skipan av teimum ymsu útbúgvingunum. Úrslitið av skráseting- ini og samskipanararbeið- inum skal gevast út í eini lidnari frágreiðing, sum verður legd fram á tí ætlaðu ráðstevnuni, ið verður hildin í Noregi í september mánaði 1980. Tá er ætlanin at byrja veruligt praktiskt arbeiði. Europaráðið Europaráðið hevur eisini frætt um ætlaninar at samskipa fiskivinnuút- búgvingarnar í Norður- londum. Tað verður sagt, at Europaráðið hevur gjørt eitt uppskot um at útbúgva fólk, sum undir- visa innan fiskivinnu á einum skúla í Hull.