Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1979síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA [AAA AAA —|—|— Sida 12 sosialurin Nr. 36 — 12. mai 1979 Ogjørligt at siga, nær sjómansheimið verður liðugt — Tað resta góðar 300.000 kr. í at fáa húsið innilukkað í ár. Og tær verða ikki lættar at fáa fatur á, sigur formaðurin í byggineundini, Jakob Mortensen Í miðbýnum í Reykjavík, beint niðanfyri sjómansskúlan við gøtuna Brautarholt standa tveir stórir bygningar i gerð. Annar er ein kykmyndahøll. Hin er føroyska sjó- mansheimið. Vit hava hitt formannin í bygginevndini, Jakob Mort- ensen, sum er ættaður úr Øravik, men hevur búð í Íslandi í 18 ár. Bygginevndin skal hava fatur á stívum 300.000 kr. afturat, um húsið skal verða innilukkað í hesum árinum. Nevndin hevur tøkar 125.000 kr. og mett verður, at happadrátturin og annað fara at geva 120.000 kr. afturat í ár. Men sambært útrokningum frá januar kemur tað at kosta 500.000 kr. at stoypa liðugt, leggja tak á og seta vindeyguni í. Tað kemur at dýrka 50.000 kr. frá januar til í heyst. Tad er óvist, hvør endaligi byggikostnaðurin verður, men sum tað stendur nú, kostar húsið 56 mill. kr. (ísl.). Tað eru góðar 900.000 í okkara peningi eftir galdandi kursi. Men tað er ikki rættur samanburður. Fyri tær fyrstu 70.000 kr., sum bygginevndin fekk frá løgtinginum (í 1976), fekk hon 2 mill. kr. Í dag fáast uml. 4,4 mill. ísl. kr. fyri 70.000 føroyskar. Sjómansheimið verður í tímum hæddum og gólvvíddin tilsamans 1267 m?. Grundøkid er 2500 m?. Tað verða 20 rúm í sjómansheiminum, 10 einkult og 10 dupult umframt felagsrúm til hópar. Øll rúmini hava egið brúsubað og w.c. 45.000 sedlar eru prentadir til happadråttin i år. Høvuds- vinningurin hesaferð er ein Chevrolet Malibu. Í fjør vóru 50.000 seðlar og bleiv góð helvtin seld, 10.000 i Føroyum og 16.000 í Íslandi. Føroyski kvinnuringurin i Reykjavik, sum telur 20 kvinnur, hevur higartil i år savnað 13.000 kr. Umframt Jakob eru i bygginevndini Johan Olsen, sum er næstformadur, Jens Petersen, Gilbert Leo, Hanna Mortensen, Maria Poulsen, og Maria Jakobsdóttir. Utsýnið er av ti allarbesta út yvir Faxaflógvan og Esju — Vit hava ikki sett okk- um nakað mál, nær húsið skal verða liðugt. Eg eri einaferð spurdur av yvir- veldunum, nær eg sjálvur roknaði við, at tað bleiv liðugt. Og tá segði eg um eini trý ár, okkurt mátti man jú siga. Síðani havi eg ikki hoyrt nakað aftur og eg rokni heldur ikki við at hoyra nakað aftur. Tað er heilt ómeguligt at siga, nær sjómans- heimið verður liðugt. Tað, sum eftir er at gera, kostar nógv meira enn tað, sum er gjørt. Hetta sigur formaðurin í bygginevndini fyri fer- oyska sjómansheiminum í Reykjavík, Jakob Mort- ensen. Bygginevndin bleiv góðkend av stýrinum fyri tey føroysku sjómans- heimini í desember 1974, og var uppgávan hjá henni at kanna meguleik- arnar fyri at fáa eitt nýtt føroyskt sjómansheim í Reykjavík. Tað fyrsta var at leita eftir einum grundstykki. Tað var ógvuliga torfert, sigur Jakob Mortensen, men tað eydnaðist so í 1976 og tá varð alt fyri eitt farið undir fyrsta byggi- stigið. — Tað var eitt sera gott grundstykki, tit fingu? — Hverki vit ella nakar annar skilur, hvussu tað ber til, at vit fingu hetta stykkið mitt í býnum. Og eg kann nevna, at stór feløg, sum til demis KFUM, sektu í nógv harrans ár undan okkum og teir hava ikki enn fing- ið nakað stykki. Jakob Mortensen upplýsir, at stykkið kostaði 3,5 mill. ísl. kr., sum sambært núgaldandi kursi eru slak- ar 60.000 fer. kr. Fer- oyska sjómansmissiónin eigur kortini ikki stykkið, men leigar tað frá býráð- num. — Eg havi spurt, hvat leigan er, men havi ongan- tíð fingið nakað upplýst. Men tað sigst, at tað er bí- ligt. Ikki førir fyri at lata nakað Tá bygginevndin varð sett, var ikki ein króna at arbeiða fyri. Men á fer- oysku fíggjarlógini stóðu tá 70.000 kr. um árið til sjómansstovuna í Reykja- vik og hesar pengar fekk bygginevndin í 1976. Á fíggjarlógini 1977/78 vórðu játtaðar 50.000 kr. árliga í 10 ár og á fíggjar- lógini 1978/79 komu aft- urat 450.000 kr. Sjómans- heimið í Reykjavík er ikki nevnt í fíggjarlógini fyri 1979/80. Afturat teimum 70.000 kr. fekst so peningur inn við basarum og happa- drátti og í eitt ár savnaðu kvinnuringarnir í Feroy- um pening til heimið og soleiðis bleiv figgjarliga stødid lagt undir fyrsta byggistigið. — Fáa tit onki frá ís- lendskum myndugleikum? — Í Íslandi er tað bara tann meinigi maðurin, sum stuðlar okkum við at keypa lutaseðlar. Ymiskar fyritøkur = hava eisini stuðlað okkum við at keypa upp til 100 seðlar. Men íslendsku mynd- ugleikarnir siga seg ikki vera ferar fyri at stuðla okkum. Vit hava sekt bæði altingið og býráðið í Reykjavík oftari enn eina ferð. Jakob Mortensen held- ur, at tað almenna í Ís- landi væl kundi latið nak- að. Sjómansheimið kemur at standa í Reykjavík og tað er onki at ivast í, at is- lendingar fara sjálvir at fáa gagn av ti. — Men tað er avgjert, at man framvegis skal sekja, hvussu gamal man blívur. Teir skula ikki fáa frið fyri okkum, heldur Jakob læandi fyri. — Hava tit roynt aðrar leiðir? — Vit hava umsókn inni hjá Tipsfonden í Dan- mark. Eg kann eisini nevna, at onkrir stovnar í Feroyum hava givið góð- an studning. Men teir eru fáir. A. P. Møller heldur ikki ráð — Fyri tveimum árum síðani sendu vit umsókn KG KG RSS Jakob Mortensen, formadur i bygginevndini, inni i bygninginum