Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1979síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 — 12. mai 1979 til A. P. Møller og har hevði man ljósar vónir um at fáa nakað munandi. Vit sendu eitt ógvuliga vakurt bræv við tekningum og ellum upplýsingum og danska ambassadan her sendi sítt viðmæli við. Og so gingu vit og bíðaðu eftir hesum stóra studn- ingi úr Danmark, ti føroy- ingar eru væl kendir hjå A. P. Møller og høgt mettir har. Og so fingu vit bræv ein dag, har teir søgdu seg ikki vera i standi til at geva eina krónu. Tað var eitt stórt vónbrot. Sjálvandi áttu teir nakrar 1000 kr., tað ivist eg ikki i. — Tað hevur ikki komið uppá tal at taka lán? — Vit tora ikki at taka lán fyrr enn húsið er inni- lukkað og tað er eisini nyttuleyst, verður sagt. Tað er ti, tað er so ógvu- — Tíðirnar kunna broytast og tað kann henda, at hetta heimið kann blíva tiltrongt nettupp hjá fiskimonn- um. Annars kemur nógv fólk henda vegin úr Feroyum, bæði ítrótt- arfólk og skúlanæm- ingar. Men tað koma eisini nógvir norðurlendskir sjómenn higar, bæði danir, norðmenn og sviar. Og tað hevur komið fyri, at einkultir menn av norskum og svenskum skipum hava leitað eftir sjó- mansheimi her í Reyk- javík. Í fjør kom ein svenskari til mín. Eg hitti hann av tilvild , meðan eg stóð við happadráttarbilin hjá okkum í Bankastræti. Hesin maður kom so har, og hann dugir so mikið at lesa, at tað stendur Feroyska sjó- mansheimið á einum skelti á takinum á bil- inum. Hann spyr so, hvar hetta var, og meinti, hann hevði gingið skeivt. Ti hann hevði spurt um sjó- mansheimið og tå hevði onkur sagt fyri honum, at tað var inni á Skúlagetu 18. Har var hann so farin og tað var stongt. Eg segði honum 80, hvussu vorðið var. Jakob Mortensen sigur, at sjómansheim- ið verður ikki bygt ser- stakliga til feroyskar sjómenn. Eitt feroyskt sjómansheim í Reykja- vík rekkur langt í sín- um missiónsarbeiði. Tað røkkur til sínar egnu landsmenn og tað rekkur til grannalond- ini. liga spennandi at fáa tað innilukkað, ti tá nústaðni hevur húsið eitt stórt virði. Konurnar skava timbur — Er nógv sjálvboðið ar- beiði í sambandi við bygg- ingina? — Tað sjálvbodna ar- beiðið er at taka formar- nar frá og reinsa og skava timbrið. Tað gongst ofta illa at fáa fólk, tey hava ikki stundir, siga tey, so samanumtikið eru vit ógvuliga fåment. Men vit rokna við at klára tað og tað er nokk so stórur kapi- talur í hesum sjálvbodna arbeiði. Konufólkini eru eisini og skava timbur og tær hava verið raskar. Bygginevndin og kvinnuringurin arbeiða og stríðast nógv, men út yvir tað, er tað ógvuliga lítið. Eg vil siga, at man hevði ynskt meiri hjálp og eisini vónað at fingið tað. Sleppur ikki at byggja, sum tú vilt Tað er missiónsarbeiðið, sum er rikið á teimum fer- oysku sjómansheimu- num, sum er tað berandi grundarlagið hjá teimum. Men tað er ikki meguligt at byggja eitt sjómans- heim, uttan at rakstrar- grundvellur nekulunda er til staðar, sigur Jakob Mortensen, tá vit spyrja hann, hví heimið skal vera so stórt. Soleiðis kemur føroy ska sjómansheimið í Reykjavík at siggja ut. tå tað er liðugt sosialurin Sida 13 Nordursidan av sjomansheiminum. Á fyrstu hædd verður matstovan og til høgru íbúðin hjá fyristeðufólkunum. Annað byggistigid umfatar stoypingina av fyrstu og aðru hædd. Hon bleiv tarnað nógv av frosti og kava i vår. Bygningurin, sum hann stendur nú, er skuldleys ogn — Her er tað soleiðis, at man fær ikki loyvi til at byggja, sum man kundi tonkt sær sjálvur. Tað skal ganga gjegnum bæði hetta og hitt fyri at blíva góðkent, bæði hvat við- víkur stedd og útsjónd. Tú fært eitt grundstykki og á hesum fært tú ikki loyvi at byggja minni enn tað og tað og ikki sterri enn so og so. 3 mill. í vinningi um árið — Kemur raksturin av sjómansheiminum at hvíla í sær sjálvum? —Vit fingu einaferð stjóran á Hotel Loftleið- um og kassameistaran har at gera eina rakstrarætlan fyri sjómansheimið. Tað var rikiliga sett á viðvíkj- andi starvsfólki og alt bleiv tikið við, so sum av- lýsingar og summarfrítið- ir. Og tað bleiv enntá roknað við einum stórum láni. Hetta var í 1976 og teir fingu tá tað úrslit, at heimið fór at geva 3 mill. (isl.) kr. i nettovinningi um árið. Jakob Mortensen sigur at enda, at hann gjarna vil senda heilsu vid tøkk til alt Feroyafólk, sum hevur studlad tey so væl undanfarin år við at keypa lutaseðlar. — Vit vóna, at tey framvegis vilja stuðla okkum í hesum. Og vit mugu ikki gloyma at senda stórar takkir til tær fyritøkur í Førcyum, sum hava stuðlað okkum við gåvum, og ikki minst figgjarnevnd legtingsins og landsstýrið, sum hava stuðlað okkum so mun- andi. Vit vóna, at teir framvegis vilja rætta okk- um eina hjálpandi hond. Nær hetta verður. veit ongin