týsdagur 23. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 138 - 23. juli 2002
Nr. 138 - 23. juli 2002
3
Sosialurin hevur gjørt
eitt serligt
Ólavsøkublað, sum
verður borið í hvørt
hús í landinum í
hesum døgum
BLAÐ
Eyðun Klakstein
Tað verður nógv gjørt burt-
ur úr ólavsøkuhaldinum –
bæði áðrenn, undir og
aftaná – og soleiðis er eisini
á Sosialinum.
Sosialurin hevur gjørt
eina serliga blaðútgávu til
ólavsøku, og hetta blað
verður í dag og í morgin
borið í hvørt hús í land-
inum.
Blaðið er á tremur við
greinum, myndum, lýsing-
um og øðrum tilfari, og tað
eru starvsfólkini á Sosial-
inum og Hestprent, sum
hava staðið fyri fram-
leiðsluni av blaðnum.
Burtur úr rúgvuni kann
nevnast, at blaðstjórin á
Sosialinum hugleiðir um
vøkru
urtagarðarnar
í
høvuðsstaðnum, sum fólk
ikki hava atgongd til.
Sosialurin hevur hitt fólk
sum dansaran Jónu Thom-
sen, útvarpsmannin Ova
Olsen, politikaran Kaj Leo
Johannesen, ítróttarfólk og
onnur fólk.
Blaðið er 64 síður til
støddar og er í litum.
Tað er Postverkið, sum í
hesum døgum ber blaðið til
dyrnar kring alt landið.
Tann 23. juli fyllir Vilmund
Ryggshamar í Vági 70 ár.
Hann vaks upp í tí vakra
umhvørvinum vesturi við
Vatnið. Foreldur hansara
vóru Alvilda og Jens, tey
áttu fimm børn, og av teim-
um var Vilmund elstur.
Sum 14 ára gamal fór
Vilmund til skips, hetta var
við Johannu við Hilmar
Jacobsen sum skipara, pápi
hansara var kokkur við.
Hann hevur sjálvur mangan
sagt frá, hvussu tungt tað
var at hála í hetta sjey
punds loddið á 90 favna
dýpi á Eysturlandinum,og
hvussu ringur hann var av
gø, hann var jú so ungur.
Men hetta tók ikki hugin
til sjógvin frá honum, hann
fór síðani sum messu-
drongur/dekkari við Tofta
Regin eystur í Hvíta Havið,
skipari var Pól Viberg. Var
síðani við Beinisvørð í 3 ár,
við Herman Petersen sum
skipara, til hann í 1954 fór
á skiparaskúla.
Fyrsta skip, hann fekk at
føra, var Karl, og var hetta
á sildaveiðu og til útróðrar
um veturin. Síðani sigldi
hann sum stýrimaður við
m. ø. Vilhelminu við Es-
bern Holm, Rádna við
Sigurd Simonsen, Hvítu-
bjørn við Jóan Petur hjá
Mouritsi, Petur á Gørðun-
um við Andreas Mikkelsen
sum skipara.
Hann var eisini við
norskum trolara sum neta-
maður, sum mammubeiggi
hansara Niclas Hovgård
førdi.
Vilmund førdi City of
Norwich í nøkur ár á salt-
fiskaveiðu í Grønlandi og
Íslandi.
Hann var í Grønlandi við
Petur á Gørðunum sum
stýrimaður, tá Jóan P. hjá
Mouritsi, sum var skipari á
Saksaberg, doyði umborð,
og fór hann tá umborð á
Saksaberg sum skipari. Var
eisini eitt skifti skipari við
Sjófarinum, sum bróður
hansara Jógvan átti. Síðst í
seksti árinum var hann
stýrimaður við Strandingi,
sum svágur hansara Sámal
Johan Gårdlykke førdi.
Fyrst í sjeyti árunum
fekk Vilmund starv sum
vrakieftirlitismaður í Vági,
og var hann í hesum starvi,
til stovnurin varð avtikin.
Hann hevur altíð havt ein
brennandi hug til sjógvin,
og er enn til reiðar at fara
við Hamraberg á Norð-
havið, um Arni manglar ein
mann, sjálvt um heilsan
ikki altíð er til tað. Um
hann kann sigast, sum tað
stendur í ørindinum:
»Tá eg var so ungur sum
tú, tá mundi eg óræddur
renna, nú tekur elli at
boyggja meg, sjálvur má eg
tað kenna.«
Góði Vilmund takk fyri
nógvar góðar løtur á floti
saman við tær og Adolf,
minnist tú tá vit vóru á
Dustara og komu aftur við
fullum báti av stórum toski,
hetta eru løtur, sum ein
landkrabbi sum eg ikki
gloymi.
Vilmund giftust í 1959
við Patriciu Gårdlykke úr
Lamba, og settu tey búgv
úti á Marknoyri,
Tey eiga sonin Tummas,
og eru tey nú eisini omma
og abbi at lítlu Súsannu.
Vit vilja takka tykkum
fyri nógvar góðar løtur, og
ynskja tær Vilmundi hjarta-
liga tillukku við føðingar-
degnum, og alt tað besta
framyvir fyri teg og tíni.
Yngsti bróðir
við familju
Heilsan til Vilmund Ryggshamar
á 70 ára degnum
Sagt verður frá, at kæra mamma mín
Anette Wang
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygarmorgunin 20. juli 90 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin 24. juli kl. 14.
Familjunnar vegna
Sverri
Tey, ið vilja minnast mammu mína, gera tað best við at
lata Amnesty International eina peningagávu, konto í
peningastovnunum.
Kæra móðir
Malla Poulina Sofía Reynbú
Funningur
andaðist sunnudagin 21. juli 2002,
100 ára gomul.
Farið verður av Korndalbýlinum á Eiði
mánadagin 22. juli kl. 19.
Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju
mikudagin 24. juli kl. 14,
sálmabókin verður nýtt.
Tey, ið vilja minnast Mallu, kunnu lata
Funnings kirkju eina peningagávu,
konto í Føroya Sparikassa.
Familjunnar vegna
John
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Tá Sosialurin hevði evsta-
mark í gjár, hevði Tjóð-
veldisflokkurin ikki svarað
Fólkaflokkinum í heitasta
politiska málinum í land-
inum.
Fólkaflokkurin
kravdi
eftir innanhýsis fund týs-
kvøldið í farnu viku at fáa
at vita, um allir tingmenn-
inir hjá Tjóðveldisflokk-
inum framvegis stuðla sam-
gonguni. Hetta vildi flokk-
urin hava at vita, eftir at
Tórbjørn Jacobsen hevði
funnist hvassliga at fólka-
floksmonnunum í lands-
stýrinum.
Fólkaflokkurin
vildi
eisini hava at vita, um
Tjóðveldisflokkurin tekur
undir við skuldsetingunum
hjá Tórbirni Jacobsen móti
Anfinni
Kallsberg
og
Jørgeni Niclasen. Tobbi
legði teir báðar undir at
hava eina dulda fortíð, har
teir høvdu ilt við at skilja
ímillum tað hjá sær sjálv-
um, og tað hjá øðrum.
Í brævinum frá Fólka-
flokkinum
kravdu
Óli
Breckmann
og
Anfinn
Kallsberg, at Tjóðveldis-
flokkurin svaraði innan 22.
juli, men løgmaður segði í
gjár, at Tjóðveldisflokkurin
eisini hevði fingið mána-
dagin til at svara í.
Hjalmar Waag
Høgnesen sýndi um
vikuskiftið eldri og
nýggjari myndir fram
í Mikladali
FRAMSÝNING
Eyðun Klakstein
Framsýningarnar eru ikki
nógvar í tali í Kalsoynni,
men um vikuskiftið høvdu
fólk møguleikan fara til
eina slíka.
Tað var ein myndafram-
sýning í Avhaldshúsunum í
Mikladali,
og
Hjalmar
Waag Høgnesen, sum í
nógv ár var skipari á
Barsskor, stóð fyri henni.
Hann hevur eisini tikið tær
mongu myndirnar, sum
vóru at síggja.
Myndir eru bæði eldri og
nýggjari, og tær flestu eru
frá tíðini, sum Hjalmar
sigldi millum Kalsoynna og
Klaksvík.
Tjóðveldisflokkurin
skuldi svara í gjár
Høgni Hoydal skuldi í gjár svara brævinum frá Fólka-
flokkinum
Ólavsøkublað í hvørt hús
Sosialurin ger nógv burtur úr ólavsøkuni í serligari útgávu,
sum kemur í hvørt hús í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
200 myndir í Mikladali
Í samband við, at
Malla Jacobsen í Svín-
oy fyllir 100 ár í dag,
er stórt tjald sett upp.
Borðreitt er fyri 320
gestum til døgurða-
borðhaldið, sum
verður klokkan tvey
seinnapartin í dag.
FØðINGARDAGUR
Rúna Sivertsen
Nógv stákan hevur verið úti
í Svínoy upp undir 100 ára
føðingardagin hjá Mallu
Jacobsen.
Kommunan hevur givið
bygdafelagnum eitt planer-
að øki til tjaldið, sum er sett
upp í samband við henda
merkisdag hjá Mallu og
svínoyingum.
Matgjørt verður í dansi-
stovuni, har 4 komfýrar, 3
gassbluss og ein gassgrýta
eru sett upp. Jákup Ziska-
son ger matin og kemur úr
Klaksvík við 10 serverings-
damum.
Eisini er skipað fyri eyka
ferðum, bæði úr Hvanna-
sundi og Tórshavn. Um-
framt, at Másin siglir eftir
ferðaætlanini, siglir Ritan
av Havnini kl. 7.30. Síðani
fer Ritan á Hvannasund,
haðani hon siglir útaftur til
Svínoyar á middegi.
Til døgurðan, sum verður
klokkan tvey seinnapartin í
dag, er borðreitt fyri 320
gestum. Jóannes Hansen,
sonur Karsten Hansen, sum
var ættaður úr Svínoy, skip-
ar fyri; hann verður konfer-
en’cier, sum vit so fínt kalla
tað. Jóannes kenna vit best
frá valsendingunum hjá
SvF.
Hetta er fyrstu ferð, at ein
100 ára føðingardagur er
eystan Múlan.
100 ára føðingardagur í Svínoy í dag
Nógv verður gjørt burturúr
100 ára føðingardegnum hjá
Mallu í Svínoy
C
M
Y
K
3
2