Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 138 - 23. juli 2002 Nr. 138 - 23. juli 2002 5 Á vitjanin í Føroyum fara umboðini fyri Frosen Fish at vitja virkið hjá Fiska- virking í Saltangará FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin komu trý fólk til Føroya at vitja Føroya Fiskavirking. Hetta eru umboð fyri Frosen Fish í Týsklandi, sum heims- kenda fiskakeyparafelagið, Unilever, eigur. Unilever, sum eigur ein hóp av feløgum kring um í Evropu og kanska aðrastaðni við, telist millum størstu keyp- arar av fiski í heiminum. Størstu veitari hjá Frosen Fish í Føroyum, er Fiska- virking í Saltangará, sum selir sína blokkframleiðslu til felagið. Í Týsklandi verður blokkurin virkaður til eitt nú fiskafingrar og aðrar lidnar fiskavørur, sum síðan verða seldar í stóru matvøruketunum. Unilever, sum eigur Frosen Fish, keypir og selir eisini aðrar matvørur enn fiskavørur. Vitja í Saltangará Hetta er ikki fyrstu ferð, at umboð fyri Frosen Fish vitja í Føroyum. Millum gestirnar, er Irish, sum vitjar higar í minsta lagi einaferð um árið. Hon tekur sær av góðskueftirlitinum hjá felagnum. Á ferðini í Føroyum, er eisini ein nýggjur stjóri hjá felagnum, og triðja fólkið tekur sær av innkeypi. Sum nevnt, selir Fiska- virking í Saltangará sína blokkframleiðslu til Frosen Fish, og tí vitja gestirnir í Saltangará. Ætlandi komu tey higar seinnapartin í gjár. Umboð fyri Føroya Fiskavirking hava áður eisini verið í Týsklandi og vitjað virkið hjá Frosen Fish, sum virkar blokkin til lidnar vørur. Góðskuroyndir Á vitjanin í Føroyum, fara umboðini fyri Frosen Fish at heilsa uppá umboð fyri Føroya Fiskavirking. Tey fara at hyggja at virkinum í Saltangará, hyggja at góðskuroyndum og skjøl- um. Í slíkum samskifti verða góðskuroyndir tiknar í Føroyum og í Týsklandi, har blokkurin verður meir- virkaður. Stórur fiskakeypari vitjar Fiskavirking Í gjár vitjaðu umboð fyri Frosen Fish, sum Unilever eigur, virkið hjá Fiskavirking í Saltangará. Mynd: Vilmund Jacobsen Allur fiskurin doyði á Lívfiskastøðini um vikuskiftið. Orsøkin var iltmangul, og kanningar eru nú settar í verk fyri at fáa greiðu á, hví skipanin sveik. – Hetta er ein álvarsamur fíggjarlig- ur smeitur fyri okkum, men genet- iska vitanin verður varðveit, sigur Hørð- ur Wardum frá Fiska- aling LÍVFISKUR Heri á Rógvi Sandoyingar hildu um viku- skiftið stevnu í oynni. Á Lívfiskastøðini í Skopun gjørdist dagurin eisini minniligur – kortini ikki fyri tað góða. Leygarmorgunin kundi teir á Lívfiskastøðini stað- festa, at allur fiskurin hjá teimum á støðini var deyð- ur. Orsøkin var ilttrot. Streymslit var tíðliga leygarmorgunin í oynni, og hetta hevur verið orsøkin til, at fiskurin ikki hevur fingið neyðugu iltina. Hørður Wardum frá Fiskaaling sigur, at orsakað av streymslitinum hava pumpurnar ikki megnað at pumpað sjógv til kørini, og fiskurin hevur ikki fingið nóg mikið av ilt. Streymslit er kortini ikki nakað, sum ikki er komið fyri áður, men munurin var bara, at hesaferð virkaði alarm-skipanin ikki sum hon skuldi, og boðini komu ongantíð fram til Fiskaaling um streymslitið. Streymslitið hevur eftir øllum at døma eisini gjørt, at telefonkervið ikki hevur riggað, soleiðis at boðini ikki komu fram umvegis skipanina. –Vit eru farnir undir at kanna, hvat tað var, sum gjørdi, at vit ikki fingu boðini. Fólk frá Leif Mohr hava verið og kannað, hvussu hetta kundi henda við elskipanini. Eisini SEV og Føroya Tele koma við einari frágreiðing, sigur Hørður Wardum. Frágreiðingarnar vóru tó ikki komnar, tá blaðið fór til prentingar. Endamálið við teimum er at fáa greiðu á, hví skipanin ikki riggaði sum hon skuldi, tí eitt streymslit eigur ikki at skulu blokera telefonina, sum tað gjørdi leygarmorg- unin. Vitanin framvegis 75 tons ella gott og væl 40.000 fiskar doyðu á Lív- fiskastøðini leygarmorgun- in, og hetta setir eisini síni spor hjá Fiskaaling. – Hetta er ein álvarsamur fíggjarligur smeitur fyri okkum, men genetiska vitanin verður varðveit, tí vit eiga familjurnar enn, sigur Hørður Wardum. Møguleiki verður hjá Fiskaaling at taka fisk aðra- staðni frá Skopunar. Tað er tó ein størri vandi fyri, at hesin fiskurin kann vera smittaður av onkrari sjúku. Fiskaaling hevur fisk aðra- staðni á fýra øðrum støð- um, og væntandi verður fiskur tikin frá einum av hesum støðum. Genetiska arbeiðið er ikki fari fyri skeytið, tí teir enn eiga somu familjur á hinum støðunum. Lívfiskastøðina í Skop- um eigur eitt alment parta- felag, har Føroya Lands- stýrið eigur allan partapen- ingin. Alt deytt á Lívfiskastøðini – Hetta er ein álvarsamur fíggjarligur smeitur fyri okkum, men genetiska vitanin verður varðveit, tí vit eiga familjurnar enn, sigur Hørður Wardum, sum hevur biðið um skrivligar frágreiðingar fyri at fáa greiðu á, hví skipanin sveik leygarmorgunin Mynd: Heri á Rógvi Eingin livandi fiskur er eftir í kørunum hjá Lívfiskastøðini í Skopun. Meðan kanningar enn fara fram, sluppu vit ikki innum at taka myndir Mynd: Heri á Rógvi Tað var eitt sindur av hvørjum, tá Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen spældu í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið KONSERT Orð og myndir: Heri á Rógvi / Finnur Justinussen Tað var meira enn fullsett, tá Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen tørnaðu út í Klingruni í Norður- landahúsinum leygarkvøldið. Áhugin fyri fyrrver- andi norsku popp-stjørnuni eftir øllum at døma ikki minkaður nakað. Saman við sær leygarkvøldið hevði Sigrið tann blaðunga Gunnar Guttesen, sum er bróður hin navn- frama Regin Guttesen. Dygdirnar hjá yngra beiggja- num standa tó einki aftanfyri tær hjá tí eldra. Á skránni hetta kvøldið høvdu Sigrið og Gunnar eitt sindur av hvørjum. Tónleikurin fevndi um jazz, gospel, klassiskan tónleik, sálmar og popp tónleik, ið var gjørdur einklari. Tey bæði fingu eisini hjálp frá Jens Christian Guttesen til okkurt lag tann hálvan- annan tíman, ið konsertin vardi. Sigrið og Gunnar hava framført saman onkuntíð áður til ymisk tiltøk á jólum og í samkomuni, men tey hava ikki spælt saman alment áður. – Eg helt, at hetta kundi verið stuttligt at roynt, so vit spurdu okkum fyri, um tað ikki kundi bera til, sigur Sigrið Rasmussen. Konsertin hjá teimum báðum var eisini partur av Summartónum. Í løtuni hava tey ongar ætlanir um nakra nýggja konsert. Sjálv sigur Sigrið, at konsertin kundi gingið betri hjá sær, tí hon var forkølað, og hetta darvaði hana nakað, men hon er kortini væl nøgd við tiltakið. Sigrið fyri fullum húsi Sigrið Rasmussen spældi leygarkvøldið fyri fullum húsi í Norðurlandahúsinum saman við Gunnar Guttesen C M Y K 5 4