Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 138 - 23. juli 2002 Nr. 138 - 23. juli 2002 7 Stórur Bachfagnaður í Vági Tann 25. og 26. juli verður stórt tónleika- tiltak í Vágs Kirkju og tað eru tónar eftir Bach, ið fara at ljóma. Danskir og føroyskir tónleikarar leika. Søren Johannsen skal leiða orkestur og solistar. Stuttligt er at merkja sær, at hesin maðurin stendur í metbók Guinness fyri at hava spælt allar urgukompositiónir- nar hjá Bach út í eitt TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Hósdagin og fríggjadagin verður stórt tónleikatiltak í Vágs kirkju. Tað er tóna- skaldið Bach, ið stendur ovast á breddanum hesar dagarnar, har bæði danskir og føroyskir tónleikarar fara at leika og syngja. Tað er Claus Telling, ið eigur hugskotið til Bach- fagnaðin. Marianna og Claus Telling hava tikið stig til tiltakið. Tey starvast og búðleikast í Vági, hon sum prestur, hann sum urguleik- ari og tónleikalærari. Nógv á skránni Til Bachfagnaðin fara at leika fleiri tónleikarar. Københavns Festival Kammerorkester og limir úr Føroya Symfoniorkestri leika undir leiðslu av Søren Johannsen. Solistar eru Frits Overgaard Jacobsen, violin, Karin Brattaberg, sopran, Sigmundur Olsen, bass, Søren Johannsen, urga og Claus Telling, klav- er. Claus Telling og Søren Johannsen hava samstarvað nógv í Keypmannahavn. Søren er eisini vanur at loysa av í Havnar Kirkju sum urguleikari og tað ger hann eisini nú. Claus Telling helt tí vera gott høvi nú at skipa fyri tiltakinum og sostatt eisini halda sam- starvið viðlíka. Um Søren Johannsen kann ein stuttlig søga fest- ast við. Hann er nevniliga í metbók Guinness fyri at hava leikt allar urgukom- positiónirnar hjá Bach út í eitt. Hann hevur eisini havt urgukonsertir í Føroyum áður. Claus Telling fegnast um, at tað er eydnast at fáa bæði danskar og føroyskar tón- leikarar við og eisini lokal- ar kreftir, ið royna seg sum solistar. Ætlandi skuldi Ljómur taka lut við kór- sangi, men kórið er í løtuni á Danmarkarferð. Ókeypis er ikki at skipa fyri slíkum og tónleikarar- nir lata sjálvur sín part, men fáa so eisini eina upp- living. Og gestirnir fáa ferðina og nakrar dagar í Føroyum. Tað eru annars Suðuroyar Sparikassi og Vágs Kommuna, ið hava stuðlað tiltakinum peninga- liga. Eydnast tiltakið væl, so verður kanska talan um líknandi tónleikatiltak í framtíðini, so hetta gerst afturvendandi tiltak, ið tó kann broytast innihaldsliga. Longu nú er greitt, at fleiri tiltøk verða í heyst. Ljómur skal syngja kantatu eftir Bach og okkurt annað verður væntandi eisini. Bachfagnaður í Vágs kirkju tann 25. og 26. juli 2002 Hósdagur 25. juli 16:00 Goldbergvariatiónirnar 20:00 Klaverkonsert í D-moll Dupult aria fyri bas og sopran: Wann Komst du meine heil. Úr kantatu Wachet auf, ruft uns die stimme Violinkonsert í A-moll Fríggjadagur 26. juli 16:00 Urgukonsert: Passagaclia í C-moll Sei gegrüsset, Jesu Gütig Fantasi og Fuga í G-moll 20:00 Klaverkonsert í D-dur Dupult aria fyri sopran og bass: Mein Freund ist Mein. Úr kantatu Wachet auf, ruft uns die stimme Klaverkonsert í G-moll Tað frættist um góð- an fiskiskap kring oyggjarnar og eisini í Suðuroynni kemur nógv upp á land FISKISKAPUR Dagfinn Olsen Herfyri frættist um góðan fiskiskap norðanfyri. Á Eiði kom sera nógv upp á land, visti Svf at siga frá. Í vikuni hevur eisini ligið væl fyri sunnanfyri. Beint fyri vikuskiftið kom Líðarbrøður úr Vági inn á Vág og avreiddi 115 sentnarar, harav tað mesta var góður og stórur tosk- ur. Teir høvdu tá verið úti í 4 dagar. Túrin frammanundan høvdu teir tað sama, men vóru bert úti í 3 dagar. Eisini aðrir bátar hava fingið heilt væl. Landað verður til Uppboðssøluna í Vági. Líðarbrøður er 35 tons og 3 mans eru við. Ein sentnari er mát, nýtt sunnanfjørðs, og er tað sama sum 100 pund. Góður fiskiskapur Tað so gott út, tá Líðarbrøður herfyri avreiddi í Vági Mynd: Dagfinn Olsen Líðarbrøður er 35 tons og 3 mans eru við. Fiskiskapurin er góður í løtuni kring oyggjarnar Mynd: Dagfinn Olsen Vágs Kirkja verður karmur um tónleikafagna hósdagin og fríggjadagin. Spældur verður tónleikur eftir Bach Mynd: Dagfinn Olsen Mánamorgunin gjørdist danska kongshúskið ein prins ríkari. Prinsessa Alexandra fekk enn ein son, og soleiðis er lítli prins Nikolai nú vorðin stóribeiggi KONGSHÚSIÐ Ragnhild Ellingsgaard Nýggi prinsurin var 52 cm langur, og vigaði 3486 gram. Hann sá, eins og lítli prins Nikolai, dagsins ljós á Ríkissjúkrahúsinum. Við hesum tíðindum kunnu danir nú aftur draga andan lættliga. Nógv hevur verið at sæð og hoyrt um prinsessu Alexandru, og nógvar eru myndirnar, ið hava víst hennar støðugt vaksandi búk. Áðrenn tíðindini bórust um, at prinsessan enn eina- ferð bar barn undir belti, høvdu danskir fjølmiðlar fleiri ferðir sett spurning við, nær Kongshúsið fór at fáa enn ein arving. Gleðin var tí stór, tá tíð- indini um vaksandi búkin hjá prinsessuni bórust, og gleðin er nú av tí størsta í Danska Kongaríkinum. Nýggi familjulimurin ber heitið prinsur av Danmark, og stendur hann sum nummar fýra í arvarøðini eftir krúnprins Frederik, pápa sín prins Joachim og stórabeiggjan prins Niko- lai. Prinsessa Alexandra fekk aftur ein son Tíðliga mánamorgunin gjørdist prinsessa Alexandra enn einaferð mamma at einum lítlum prinsi Verjir móti tí mest ótrúliga Verjir móti tí mest ótrúliga Hoyvíkshólmur. © Ingi Joensen C M Y K 7 6