Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 138 - 23. juli 2002 Nr. 138 - 23. juli 2002 9 Fríggjadagin lat Marianna Norðoy upp eitt nýtt gallarí í Tórshavn. Hetta er einasta gallarí av sínum slag, og verður tað Marianna sjálv, sum kemur at reka Gallerie Focus LIST Ragnhild Ellingsgaard Nógv fólk vóru savnaði í hølinum á Gríms Kamb- ansgøtu fríggjadagin, tá Gallerie Focus fyri fyrstu ferð lat dyrnar upp alment. Fyrsta framsýning á skránni var av Bárði Ják- upssyni, og gongst sum ætlað, verður hetta bara tann fyrsta av mongum. Longu nú er skipað fyri framsýningum líka til novembur mánaða við kendum nøvnum sum Eyð- un av Reyni, Jónu Rasmus- sen, Zacharias Heinesen og Amariel Norðoy, og í desembur mánaða verður harumframt ein blandað framsýning á skránni. Tað er Marianna Norðoy, sum eigur og rekur Gallerie Focus. Marianna er fødd og uppvoksin í Klaksvík, men er í dag búsitandi í Havn saman við manninum Amariel. Amariel Norðoy er ikki eitt ókent navn innan før- oyska list, og nú er túrurin so eisini komin til konu hansara, sum inntil nú hevur verið eitt óskrivað blað innan føroyska listar- heimin. Teknaði portrettmyndir Hóast vit kenna mest til mann hennara, so hevur Marianna altíð havt eitt gott eygað viðvíkjandi listini. Hon hevur fylgt væl við í tí, sum hendir innan lista- økið, og eisini hevur hon gjøgnum árini lisið eitt hóptal av bókum, sum á ein ella annan hátt hava við list at gera. Men listin býr ikki einans í høvdinum á Marionnu, tí onkuntíð er listin enntá fest niður á pappír. - Eg plagdi at tekna eitt sindur, tá eg var yngri. Serliga portrettmyndir. Ongin fekk tað tó nakrantíð at vita, tí eg vildi ikki vísa nøkrum mínar tekningar, minnist hon í dag aftur. Hetta varð tó lagt á hillina, tá hon longu sum 16 ára gomul kom saman við Amariel. - Hetta dugdi hann jú nógv betur enn eg, so eg gavst bara við mínum, flennir hon. Men hvussu var og ikki, so verður navnið hjá Marionnu nú uttan iva eins víðagitið og navnið á manninum. Marianna kemur sjálv at reka Gallerie Focus, og verður tað sostatt eisini hon, ið velur út útstillarnar. Hon dylur ikki fyri, at hetta fer at krevja nógv av henni, og at hon noyðist at verða tilvitað um tær avgerðir, hon tekur í framtíðini. - Tað er jú ymiskt, hvussu fólk eru, og hvussu tey síggja list. Men tað mest týdningarmikla er altíð at vera eyðmjúkur fyri tí, ið tú stendur frammanfyri. List er jú eisini treytað av tíð og stað, greiðir Marianna frá. Marianna greiðir víðari frá, at hon leitar sjálv eftir listarfólki, sum hon síðan biður stilla út í Gallerie Focus. Og tá kemur aftur hetta við eyðmjúkleikan- um, tí sum hon sigur: - Eg kann jú ikki bara velja út frá mínum egnum ynskjum. Eg má eisini hugsa um tey, sum koma at vitja framsýningarnar. Norðurlenskt samstarv Ikki slepst undan, at áhugin fyri nýggja gallarínum hevur verið sera stórur. Nógv fólk hava vent sær til Marionnu við hugskotum og øðrum, og tíðirnar í dag eru so mikið góðar, at hetta eisini setur sítt merki á listina. - Vónin er sjálvandi, at bankar og onnur aftur byrj- að at keypa list, sum tey gjørdu áðrenn niðurgangs- tíðirnar í 90’unum, sigur Marianna. Ferniseringin hjá Gallerie Focus í Havn er eisini bara fyrsta stigið á leiðini hjá Marionnu. - Ætlanin er, at Gallerie Focus ikki einans skal hava sítt støði í føroyingum. Væntandi koma eisini listarfólk aðrastaðnis frá at hava framsýningar her, eins væl og vit kundu arbeitt við at fingið føroyingar at sýnt fram aðrastaðnis í heimin- um. Hesum eri eg sjálv tilreiðar at arbeiða fyri, greiðir Marianna frá. Harumframt er hon eisini farin í gongd við at seta eina heimasíðu upp á alnótini, og verður hendan væntandi klár at vitja heilt skjótt. Á hesi heimasíðu kann ein síggja málningar, umframt at møguleiki eisini verður fyri at keypa list gjøgnum alnótina. - Tað finst ein rúgva av eldri listarverkum kring landið. Listarverk, sum fólk møguliga ynskja antin at selja ella býta um við okkurt annað. Tað kunnu tey so gera inni á heima- síðuni, sigur Marianna. Hóast Marianna ikki er í tí yngra ættarliðnum, so hevur hon góðar vónir fyri framtíðini. - Fyrr varð ofta sagt, at tað býr ein ung genta í gamlari konu, flennir hon. - Men satt at siga, so hugsi eg als ikki um aldur. Eg kenni meg ikki gamla, heldur tvørturímóti. Eg eri full av orku til at fara undir nýggj og spennandi ting, endar hon samrøðuna, áðrenn hon fer at taka ímóti gestunum í nýggja Gallerie Focus. Nýborin gallaríeigari: Marianna ætlar sær út um landoddarnar Bárður Jákupsson er tann fyrsti, ið sýnir fram í nýggja gallarínum Mynd: Jan Múller Marianna Norðoy uttanfyri nýggja Gallerie Focus, sum hon sjálv eigur og rekur Mynd: Jens Kristjan Vang Fríggjadagin lat nýtt gallarí upp í Havn. Kinna Poulsen um- mælir her fyrstu framsýningina í Galerie Focus, sum Bárður Jákupsson stóð aftanfyri. UMMÆLI Kinna Poulsen Uppi undir loftinum hanga einir tríati smáir ljós- kastarir, sum tilsamans við trimum stórum sýnisglugg- um borga fyri sera góðum ljósi í nýggja listagalla- rínum í Gríms Kambans- gøtu í Havn. Focus er heitið á gallarínum og hesar dag- arnar til og við 3.august eru tað málningar hjá Bárði Jákupssyni, sum eru í fokus. Trý tíðarskeið Teir 24 oljumálningarnir á framsýningini eru rættiliga ymishættaðir hvat viðvíkur stíli. Teir kundu stava frá trimum ymiskum tíðar- skeiðum, men eru allir tíðarfestir í ár. Stóra myndin "Brekkunám" (nr.14) brýtur saman við teimum báðum myndunum, ið nevnast "Grótherða" (nr. 12 og 13) rættiliga nógv frá heildini bæði tá talan er um litir og um myndamál. Hes- ar lomvigaprikkutu mynd- irnar líkjast eitt sindur gomlu myndunum hjá Bárði og so allíkavæl slett ikki. Á tí stóru myndina er ein greflig grøn pensils- strika málað oman yvir prikkutu grundina og hetta gevur allari myndini ein spontan, frískligan dám. Sum skilst á myndaskránni, har myndaheitini eru t.d. "Tindar", "Hamralendi", og "Líðir" stava mynd- evnini úr føroysku náttúr- uni. Tvs. at Bárður Jákups- son eins og tey flestu før- oysku listafólkini frá hansara ættarliði, tekur støði í landslagsuppliving- um, sum síðan verða um- settar til tað, vit nevna hálvabstraktar myndir. Men hóast tú kanst samkenna onkra striku í myndunum við eina rók, eina strond, ein fugl ella okkurt tílíkt og hóast litirnir bera á okkara regnváta land, so tykist abstraktiónin rættiliga vítt- fevnandi. Hetta snýr seg ikki um avmyndan av hes- um og hasum ávísa lands- lagnum, men um myndir, sum eru nakað í sjálvum sær. Dekorativt myndamál Seinnu árini er myndamálið hjá Bárði vorðið alsamt meira dekorativt við fagurlittum breiðum pensilsstrokum, sum spæla sær við rytmiskum rørslum í myndini. Eisini er palettin tíðum ljóssterkari við glitrandi bláum, gulum, turkis og violettum litum. Á framsýningini í Galerie Focus eru nakrar myndir av hesum slagnum, t.d. "Sól- arløta" (nr.1) og "Sólar- ljómi" (nr.2), sum í dygd minna um stórslignu mynd- irnar, sum Bárður sýndi fram á tí stóru føroysku felagsframsýningini á Den Frie í 1999. Tær seks smáu myndirnar við felagsheit- inum "Sólareyga" (nr.5-10) eru so deiliga ljósar og litirnir eru at kalla leski- ligir. Hesar minna um tær leikandi løttu myndirnar, sum Bárður Jákupsson hevði við á Várframsýn- ingini í fjør. Stendur tú eina løtu og hyggur, er tó okk- urt, sum darvar. Á allar myndirnar er sett umhvarv- ið av einum sirkli eins og ímyndin av eini sól og hetta kenst stívt onkursvegna og harmonerar illa við tað spontana árinið í mynd- unum. At hava heili 24 myndir framsýndar í einum lutfallsliga so lítlum hølum, kann tykjast ørkymlandi. Men myndirnar eru ikki so stórar í vavi og hølini eru sum áður nevnt sera ljós, so tað gongur. Annars kundi hølið verið enn ljósari og svalligari, um gólvteppið varð tikið av, men sovorðið smágrenj skal ikki oyði- leggja okkum gleðina yvir eitt nýtt føroykst, óheft listagallarí. Eitt tílíkt gevur bæði listafólki og lista- áhugaðum fleiri framsýn- ingar- og upplivingar- møguleikar og ger hervið heimliga listaumhvørvið enn ríkari og fjølbroyttari. Bárður í Focus C M Y K 9 8