týsdagur 23. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 138 - 23. juli 2002
Nr. 138 - 23. juli 2002
11
Í skrivandi stund hava flokkarnir í landsstýrinum
ikki megnað at loysa stjórnarkreppuna, men í gjár
skuldi tjóðveldisflokkurin svara nøkrum spurn-
ingum frá Anfinni Kallsberg og fólkaflokkinum.
Uttan at vit kenna svarið, vita vit, at tjóðveldis-
flokkurin fer at siga nakað um, at hann tekur
undir við prinsipiellu sjónarmiðunum hjá Tór-
birni Jacobsen um Fiskavirking og einskiljing.
Men samstundis fer hann væntandi at siga, at tey
persónligu álopini hjá eysturoyartingmanninum á
løgmann og Jørgen Niclasen »standa fyri hansara
egnu rokning«. So er spurningurin, um svarið
loysir stjórnarkreppuna?
Alt málið fekk eina nýggja vend seinasta fríggja-
kvøld. Tá kundi Dagur og vika staðfesta, at sam-
svar er ikki millum tað, sum Anfinn Kallsberg
fyrr í vikuni segði við útvarpið, og tað, sum fútin
upplýsti um málið hjá Anfinni Kallsberg.
Við útvarpið segði løgmaður, at hann sjálvur
hevði sent fútanum málið um flytingar millum
bátar og virkið í Norðdepli at kanna, áðrenn málið
var fyrnað. Men Dagur og vika hevði fingið
upplýst, at málið var fyrnað, tá Anfinn Kallsberg
kom við tí.
Eru hesar upplýsingar rættar, er spurningurin, um
løgmaður hevur lagt málið út sambært tí rætta
sannleikanum. Hevur hann ikki gjørt tað, kann
hann fáa eitt »forkláringsproblem« og trúvirðið á
løgmann fær eitt skot fyri bógvin.
Upprunin til politisku orrustuna er, sambært Tór-
birni Jacobsen, spurningurin hvussu Fiskavirking
skal einskiljast.
Vit skulu minna á, at Fiskavirking er ogn hjá før-
oysku skattgjaldarunum, at fyritøkan virkar væl
sum ein eind og hevur stórt fíggjarligt avlop á
hvørjum ári. Tí áleggur tað bæði Framtaks-
grunninum og landsstýrinum at fara skynsamliga
fram, um Fiskavirking skal einskiljast.
At enda skal staðfestast, at skulu vit varðveita
politiska trúvirðið, má landsstýrið annaðhvørt
koma á áralagið aftur ella leggja frá sær, tí
verandi støða undirgrevur politiska trúvirðið og
álitið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Politiska trúvirðið
í vanda
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eivind Jacobsen
Strendur
Tobbi hevur enn einaferð
skapt rumbul á politiska
vígvøllinum. Sosialurin tók
ein
innskotnan
setning
burtur úr einari grein og
síðan hevur ikki verið tosað
um annað. Greinin stytti
summarferiuna hjá fleiri
landsstýrismonnum, Dag-
blaðið toldi ikki at verða
trokað frá kassa 1, o.s.fr.
Sjálvandi er tað rætt sum
Tobbi skrivar. Tað kann
prógvast. Tí er trupult at
skilja, hví allir mala sum
hundur um heitan greyt.
Hví melda menn ikki klárt
út. Javnaðarflokkurin er
ógvuliga tigandi. Sam-
bandsflokkurin sigur sum
minst. Nú málið er blást
upp, er neyðugt at hava
eina greiða støðu. T.v.s. at
um tað kann prógvast, sum
Tobbi sigur, skulu ting-
menn taka støðu beinan
veg. Einki uttanumtos. Um
Føroyar lá í Afrika var
støðan sjálvandi ein onnur.
Tí eigur tað bert at vera ein
spurningur um tíð, nær
moralur telur meira enn
fullveldi.
Tað, sum Tobbi brúkti
eina langa grein uppá var,
at fólkaflokkurin í vinnu-
málum ikki arbeiddi eftir
samgonguskjalinum. Av-
varðandi Landsstýrismaður
sigur nakað annað.
Fyri at gera málið enn
meira fløkt, kann eg nevna
tríggjar søgur, sum eg havi
hoyrt frá ymiskum álítandi
persónum. Fyrsta var, at
landsstýrismaðurin vendi
sær til Fiskavirking og bað
teir lata verða við at keypa
flakamaskinu til ávíst slag
av fiski_ Næsta søgan er,
at ætlanin var at koyra Før-
oya Fiskavirking sundur í
nógvar
ymiskar
eindir.
Enntá var navn sett á, hvør
skuldi hava hvørt virkið.
Triðja søgan er, at lands-
stýrismaðurin ikki fylgdi
tilmælum um hvør skuldi
veljast í nevndina í Fram-
taksgrunninum. Eg havi tó
ikki prógv fyri at hesar
søgur eru rættar.
Slíkar søgur gera, at tú
fert at ivast í, hvat veruliga
ætlanin er við Føroya
Fiskavirking. Tí hevði tað
verið upp á pláss, at fingið
eina greiða útmelding um,
hvat ætlanin við Føroya
Fiskavirking er. Uttanum-
tosið, vit í dag hoyra ger, at
virðið á landsins ogn (Før-
oya Fiskavirking) minkar
fyri hvønn dag sum gongur.
Hóska moralur og fullveldi saman?
TÍÐINDASKRIV
29. juli Ólavsøkudag kl.
17.00 verður ein stór go-
spelkonsert í Badminton-
høllini.
Bólkarnir ið luttaka eru
I’am, Ataja og sangbólk-
urin United Voices. Lívdin
kemur eisini at seta sín dám
á hetta rimmar stóra og
fjølbroytta tiltakið, og hartil
verður okkurt annað spenn-
andi á skránni. Ikki kann
sigast annað enn, at tiltakið
við sínum fjølbroyttu skrá
er, fyri ein og hvønn sum
hevur áhuga fyri tónleiki og
sangi. I´am sum vit øll
kenna frá m.a. Prix Før-
oyar, hava við sínum melo-
diøsa Rocktónleiki í tí
heldur bleytari endanum,
gjørt rættiliga innrás í øll
hjørtu, ikki bara her á klett-
unum, men eisini uttan-
lands, har teir hava spælt
víða um. Ataja sum er
heldur "kontantari" í sínum
tónleiki, er ein sera spenn-
andi
nýggjur
tónleika-
bólkur, sum eingin ivi er í,
at vit koma at hoyra nógv
til í framtíðini. "Absolut"
ein bólkur ið má hoyrast.
United Voices, sangbólk-
urin sum vit eisini kenna
sera væl og sum bleiv róst
upp til skíggja av tí
navnframa gospelsangar-
anum "Jessy Dixon" verður
sjálvandi eisini har, so tað
er lagt upp til eitt sera gott
tiltak í Badmintonhøllini á
Ólavsøku. Atgongumerkir
eru at fáa í forsølu í
kunningarstovuni, kostn-
aður kr. 100,-
Fjølbroytt gospelkonsert á Ólavsøku
Hans Birgir Hansen
Tað er einki dulsmál, at ein
hevur verið hart ímóti
undirsjóvartunli
undir
Vestmannasundi, sum verð-
ur opnaður í februar kom-
andi ár, ið vil skapa
ferðsluruðuleika.
Tað hevur verið talan um
at leingja flogvøllin í
Vágunum til 1.800 metrar í
fleiri ár og fáa sett upp
glíðubreytina, sum hevur
ligið innpakkað í fleiri ár í
Vágunum.
Tað er ikki fíggjarliga
forsvarligt
at
leingja
flogvøllin í Vágunum og
seta glíðubreytina upp, sum
skal seljast av landinum er
henda nýtilig hjá nøkrum
flogvølli.
Tórshavnar Býráð hevur
tvey modell av flogvølli úti
á Glivursnesi – 1.800 met-
rar og 3.000 metrar – ið
okkara býráðslimir skulu
finna fram og fáa hesi støva
av.
Tað hevur áður verið
skriva um framtíðarstøðu
Føroya við atliti til altjóða
flogvøllin á Glivursnesi og
til framtíðar handils- og
vinnulív og loftvegis frakt.
Tað hevði verið upp á
tíðina, at vit fáa kommunal-
og landspolitikararna at
taka hetta máli upp aftur og
við atliti til komandi frá-
landaoljuvinnuna í Føroy-
um.
Tað hava verið gjørdar
veðurlagskanningar úti á
Glivursnesi seinastu nógvu
árini, sum ein kundi hugsa
sær blivu almannakunn-
gjørdar í fjølmiðlunum.
Eg havi áður nevnt, at vit
skuldu fingið Hotel Glyv-
ursnes og fingið ein flog-
skúla at útbúgva flogskip-
arar/flogternur her úti á
Glivursnesi í næstum.
Tað vil fáa ómetaliga
stóran týdning fyri alt fjøl-
táttað virksemi í Havnini/
Suðurstreymoy, tá slepst
undan farleið vestur á
flogvøllin í Vágunum.
Tað hevði verið gott at
fingið tikið kjakið upp
aftur í bløðunum og úti
millum manna nú oljuvinn-
an byrjar bretsku megin
markið, ið fær týdning.
Tað kann lendast í øllum
veðri her úti – sjálvt í
mjørka – tá vit hava fingið
lendingartól og ljós.
Altjóða flogvøllurin á Glyvursnesi
UTTAN ÚR HEIMI
Meiri enn 100.000
fólk har eysturi í
India eru vorðin
heimleys, eftir at tað
hevur regnað
ógvuliga illa seinastu
vikurnar
INDIA
Árni Joensen
Tað hevur regnað sera illa
har eysturi í India og í
grannalandinum Bangla-
desh í seinastuni, og enn
bendir einki á, at tað verður
turrari.
Myndugleikarnir siga, at
bara
sunnudagin
mistu
umleið 40.000 fólk hús og
heim í tí ógvusliga avfall-
inum, og at nú eru umleið
100.000 fólk í landnyrð-
ingspartinum av landinum
heimleys. Har eru umleið
70 bygdir skolaðar burtur.
Seinastu tríggjar vikurnar
hava meiri enn ein millión
fólk verið noydd at rýma
frá húsi og heimi, men
umleið helmingurin eru nú
vend heimaftur. Hini halda
til í skúlum og øðrum al-
mennum bygningum.
Landspartastjórnin sigur,
at hóast nógv fólk hava valt
at fara heimaftur, er lítið at
koma aftur til, tí nógv tey
flestu húsini standa fram-
vegis undir í vatni, og so at
siga øll húsdjórini eru
druknað.
Mótmæla
vanda-
miklum
farmi
Limir í umhvørvisverndarfelagsskapinum Greenpeace gjørdu
vart við seg, tá eitt farmaskip við amerikanskum
kjarnorkuburturkasti fór ígjøgnum avstralskan sjógv um
vikuskiftið.
Farmurin er tann fyrsti, sum amerikanarar hava avskipað
síðani atsóknirnar tann 11. september í fjør. Fleiri lond og
felagsskapir hava mælt USA til at steðga flutninginum, tí tey
bera ótta fyri, at yvirgangsmenn kunnu søkja at skipunum við
tí vandamikla farminum
Mynd: Reuters
Amerikansku
bumbuálopini í
Afghanistan hava
kostað fleiri hundrað
sivilum afghanarum
lívið, skrivar New
York Times
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Blaðið hevur upplýsingar-
nar úr einari frágreiðing um
amerikansku
bumbu-
álopini. Í frágreiðingini
verður greitt frá, at í ellivu
plássum, sum amerikansku
flogførini hava bumbað,
hava umleið 400 sivilfólk
latið lív.
Sagt verður, at hóast
amerikanska
herleiðslan
segði, at flogførini bara
søktu at hernaðarligum
málum, doyðu nógv sivil-
fólk í álopunum, tí bumb-
urnar ofta eru ógvuliga
sterkar.
Upprunin til frágreið-
ingina eru tíðindini um, at
amerikansk flogfør herfyri
søktu av tveimum bygdum í
landspartinum
Oruzgan,
har minst 54 sivilir af-
ghanar lógu eftirá.
Amerikanska verjumála-
ráðið hevur tikið atfinn-
ingarnar til sín. Sagt verð-
ur, at loftálop hava ofta
óhepnar avleiðingar við
sær, og tí verða muandi
færri flogfør nýtt í álopum í
Afghanistan nú. Ístaðin fyri
eru hermenn sendir at leita
eftir teimum Taleban- og
al-Qaeda-hermonnunum,
sum framvegis fjala seg í
fjøllunum.
Hildið verður, at í
hvussu er 700 starvs-
fólk í bretska heilsu-
verkinum eru HIV-
smittað
BRETLAND
Árni Joensen
Tey, sum arbeiða í bretska
heilsuverkinum, hava ikki
skyldu at lata seg kanna,
um tey eru HIV-smittað.
Hetta er eisini galdandi fyri
útlendingar, sum koma til
Bretlands at arbeiða í
heilsuverkinum, men nú
verður tað hildið vera rætti-
liga sannlíkt, at fleiri afri-
kanskar sjúkrasystrar, sum
arbeiða í Bretlandi, kunnu
vera
HIV-smittaðar,
tí
smittan er ógvuliga vanlig í
Afrika.
Enn hevur heilsumála-
ráðið í London ikki gjørt av,
um tað skal bjóða starvs-
fólkunum at lata seg HIV-
kanna, ella um tað skal
verða eitt krav, men blaðið
The Times skrivaði í gjár, at
ein
HIV-kanning
eftir
øllum at døma verður sett í
verk.
Eingin almenn skráseting
er, men serfrøðingar halda,
at meiri enn 700 HIV-
positivar sjúkrasystrar eru í
bretska heilsuverkinum, og
at umleið 90 prosent eru úr
londum í Afrika.
Síðani í august í fjør
hevur ein nevnd arbeitt við
spurninginum um møgu-
liga HIV-kanning, men enn
er einki uppskot komið frá
nevndini.
70 bygdir skolaðar burtur
Fleiri hundrað sivilfólk deyð
í amerikansku bumbuálopunum
Læknar og sjúkrasystrar kunnu verða HIV-kannað
C
M
Y
K
11
10