týsdagur 23. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 138 - 23. juli 2002
Nr. 138 - 23. juli 2002
13
Hanus G. Johansen
var í stórformi,
Clickhaze spældi fyri
heimafólkinum, og
sangarin í MC Hár
leyp á bláman, tá
hann var liðugur at
syngja. Fyrsti G!
festivalurin varð
hildin fríggjakvøldið
FESTIVALUR
Eyðun Klakstein
Gøtusandur var fríggja-
kvøldið pallur fyri fyrsta G!
festivalin. Og pallur skal
takast bókstaviliga, tí á
einum sandpalli spældu
vísutónleikarar og rock-
bólkar fyri teimum nøkur
hundrað fólkunum, sum
høvdu leitað sær til festi-
valin.
Har vóru nógv gøtufólk –
sjálvandi errin um at hava
tiltak á egnum sandi – men
fólk úr grannabygdunum
og aðrastaðni høvdu eisini
leitað og funnið G! festi-
valin.
Fólk í øllum aldri vóru til
tiltakið. Frammi móti pall-
inum sótu nógv ungfólk,
har afturi spældu tey til-
komnu beskeðin og varðin,
og við sjóvarmálan vassaðu
børnini upp undir miðju.
Tað var líka við, at tey
kundu vassa út til bátarnar,
sum lógu inni ímóti Gøtu-
sandi.
Summi fólk vóru í kátum
lagi, men atburðurin var
fyrimyndarligur.
At
so
partur av fólkinum gekk
bananas, tá MC Hár spældi
og rappaði fram móti mid-
nátt, fær valla verið øðrvísi.
Mjúk byrjan
Meðan fólk í jøvnum
streymi, beint eftir nátt-
urðatíð, gingu fetini frá
bilunum
ella
húsunum
oman á Gøtusand, var tað
uppgávan hjá vísutónleik-
inum at seta tiltakið mjúkt
og friðarliga í gongd.
G! festivalurin var eitt
samstarv millum tónleika-
samtakið Grót og Fólka-
tónleikarastevnuna, og tað
var tí eisini eitt gott bland
av fólkatónleiki og rocki á
skránni.
Fyrstu løtuna spældu
danin Søren Søgaard og
bulgarska duoin Desislava
& Valeri Dimchevi fyri
fólki, og hóast hetta ikki
vóru so heimligir tónar sum
tað, sum var í væntu, so
lýddi fitt av fólki á hendan
fyrsta góða tíman.
Hanus
Millumnavnið hjá Hanus
G. Johansen passaði væl
inn festivalsamanhangin í
Gøtu, og tað var eisini ein
væl upplagdur Hanus, sum
hugtók fólk við sangi og
spæli fríggjakvøldið.
Tá Hanus er á toppinum,
eru tað fáir vísusangarar,
sum kunnu standa honum
kurl. Ein orsøk til tað er, at
Hanus er so líka til á pall-
inum, har er einki pátikið
fjas, tað er bara Hanus. Og
so eru tað sangirnir. Hanus
hevur meistarliga sett løg
til yrkingar hjá eitt nú Poul
F. og Tummas N. Djurhuus,
og perlur sum Átjan, Á
kundi á tíðarhavi og Saknur
fara beint inn hjá fólki, og
soleiðis
var
eisini
á
Gøtusandi.
Hanus spældi nógvar av
sínum kendastu sangum,
men hann spældi eisini
Hanus á toppinum og
Niels Uni á bláman
sangir, sum fólk ikki hava
hoyrt so ofta áður. Hanus
skifti eitt sindur ímillum
teir friðarligu og teir lívligu
sangirnar, og hann setti
punktum við at syngja uttan
gittar.
Áðrenn tað hevði hann
havt trupult við at sleppa av
pallinum aftur, tí fólk vildu
hoyra meira. Hanus var
funnin fressur til fyrsta
festivalin á Gøtusandi!
Aftan á Hanus kom
Enekk á pallin. Slóðbrót-
andi bólkurin við teimum
frálíku útgávunum aftan
fyri seg hevur ikki spælt
nógv seinnu árini. Sangarin
í bólkinum, Kári Sverrison
er javnan út og spælir, og
hinir limirnir í bólkinum
eru eisini í gongd í øðrum
samanhangum.
Tað var forvitnisligt at
síggja Enekk á palli aftur,
og teir vóru eisini til at
kenna aftur, hóast tey
instrumentalu pettini við
bulgarska gittarspælarun-
um gjørdust í so drúgv.
Clickhaze hava ferðast
víða í summar, men fríggja-
kvøldið spældu tey aftur á
heimasandi.
Fólkini
í
Clickhaze hava ein fingur
við í tí, sum fer fram av
tónleikatiltøkum í Gøtu, og
hesaferð vóru tey eisini eitt
av nøvnunum á pallinum.
Clickhaze spældi við
fullum útblástri leygar-
kvøldið, og tey brúktu
møguleikan til at vísa
heimafólkinum, at tað alla
tíðina hendir nakað spenn-
andi við bólkinum – eisini
tá talan er um tónleik.
Lívligur endi
Endin á tiltakinum gjørdist
sera lívligur. Teir forherð-
aðu tónleikararnir í MC
Hár vóru á pallin, og við
harða
rocktónleikinum
fingu teir Gøtusand at lætta
sær á eina løtu. Fólk fingu
hug at vera við í veitsluni,
og eina løtu var tað trupult
at síggja tónleikararnar á
pallinum, tí fólk leikaðu í
við og á pallinum.
Tey seinastu børnini, sum
framvegis vóru á festival-
inum, vóru skjótt guida til
hús, tá Niels Uni byrjaði at
syngja
teir
ónærisligu
tekstirnar hjá bólkinum.
Ein pápi helt fyri, at tá
sonurin fyri fimtu ferð
hevði
spurt,
hvat
eitt
ónærisligt orð merkti, so
var tíð at fara heim við
honum.
Tá MC Hár hevði spælt
seinastu
tónarnar,
fór
sangarin í bólkinum, Niels
Uni Dam, úr seinasta
klædnaplagginum
og
í
berum undirbuksum setti
beina kós ímóti Gøtuvík,
har hann leyp útí.
Tað var ein stuttligur endi
á einum tiltaki, sum Grót
tekur í stórum álvara. Sam-
takið ætlar, at festivalurin
skal vera afturvendandi, og
nú hava tey í Gøtu í øllum
førum sagt G! Spurn-
ingurin er so, hvat tú skal
siga, tá tú hevur sagt G!
C
M
Y
K
13
12