Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ls Nr. 37 — 16. mai 1979 sosialurin Vatnbyrging leyp = yvir skótalegu! Sunnumorgunin vaks vatnið í ánni í Havnardali útvið ein metur so knappliga, at skótarnir noyddust at boð senda bjargingarfelagnum, sum kom við gummibáti i | SE rr DOT Endin á landspatrulju- kappingini hjá KFUM- skótunum í Havnardali gjørdist heldur våttligur, hóast vandi ongantið varð á ferð. Knappliga sunnu- morgunin vaks áin egiligt og fór upp um áarbakkar- nar, soleiðis at hon gjerd- ist einar 30—40 metrar breið, tá hon var breiðast. Ein av leiðarunum, Kjartan Dalsgaard, sigur, at skótarnir júst vóru komnir oman í tað stóra „stabstjaldið< fyri at fáa sær ábit, tá Oløgini skol- aðu inn. Sum demi um, hvussu skjótt áin vaks, vísir Kjartan á, at tá triggir av leiðarunum fóru yvir á ein hólm at taka eitt tjald niður, kláraðu teir at sleppa yvir um í gummi- stivlum. Tá teir skuldu fara yvir um aftur við tjaldinum og útgerðini einar 10 min seinri, kom vatnið heilt upp undir klovið á teim- um. V.ø.o. vaks áin einar 40 cm eftir 10 min. Boðsendu bjargingar- felagnum Av ti at tað var omøguligt at fáa ta tungu útgerðina yvir um. boðaði leguleiðsl- an Havnar Bjargingar- felag frá og bóðu nakrar mans koma út við einum gummibáti Aðrenn var útgerðin flutt niðan á ein heyg og bjargingarmenninir skutu eina rakett við stjóraðnum yvir á heyggin fyri at fáa eina línu yvir um, og skjótt var øll útgerðin flutt yvir um. Hetta var sjálvandi eitt stórt upplivilsi fyri skótarnar. Teir vóru ong- antid í vanda. Øl tey nýggju fjallatjøldini hjá okkum royndust heilt væl, og eingin skóti bleiv vátur. Ja, teir svóvu líka til vanliga uppfaringartið, sigur Kjartan Dalsgaard, sum annars hevði verið uppi kl. 5 um morgunin og hugt eftir veðrinum. Hoó- ast vindurin var nógvur var eingin vandi á ferð Men orsekin til tað nógva vatnið í ánni var ikki bara regnið! Orsekin var afturimóti hon, at vatnið floymdi yvir vatnbyrgingina uppi í Havnardalsbotni. Hetta gjørdi at áin vaks so knappliga. og mundi floymt yvir leguna. HAZY MEIRA PLÁSS 10 fólk arbeia á seymistovuni Á Skræddaravirkinum »HAZY« i Havn hava tey ur at gera i hesum døgum. Vanliga eru tey seks til sjey folk å seymistovuni, men i letuni arbeiða 10 fólk við at seyma buksur til føroyska brúkaran. Árni Gærdbo, stjóri á virkinum, sigur, at tey hava so mikið at gera, at tey klára ikki allan eftir- spurningin. Skræddaravirkið heldur til í gomlu helunum hjá Strandferðsluni úti á eyst- aru bryggju. Tað hevur verið nakað trongligt hig- artil, men nú fáa tey vest- ara enda av húsunum uppí virkið. Fleiri maskinur Árni greiðir frá, at virkið hevur keypt fleiri nýggjar specialmaskinur, sum nú skulu setast upp. Higartil hevur Skrædd- aravirkið bert framleitt buksur. Ætlanin hevur verið at gera onnur plegg eisini, men eftirspurning- urin eftir serstakliga smekkubuksum hevur verið so mikið stórur, at stundir hava ikki verið at byrja aðra framleiðslu eis- ini. Síða 5 kring oyggjarnar Bilur á sjógv Leygardagin um tvey- tíðina fór ein bilur á sjógv beint niðanfyri Strandferðsluna í Klaksvík. Ein eldri maður var í bilinum, men hann slapp út og svam í land. Hann fór alt fyri eitt á sjúkrahúsið til kanningar, men fyri- uttan ein lítlan snudd í vangan fekk hann ikki mein av hendingini. Bilurin bleiv skjótt tikin upp aftur. Dýpið, har hann fór útav, er um 5 metrar, upplýsir politiid í Klaksvík. Forrúturin fór í bergholinum Tá ein persónbilur sunnudagin var á veg inn í sunnara bergholið á Borðoynni, bleiv hann raktur av tveim- um steinum, sum duttu úr bergholsloft- inum. Steinarnir duttu á forrútin, sum fór í smildur. Ongin fólka- skaði hendi. Landsverkfreðingur- in hevur fingið boð um hendingina, sigur poli- tiið í Klaksvík. Tikin av hvirvlu Ein lítil lastbilur bleiv mánamorgunin tíkin av einari hvirvlu Undir Vaðlaknúki inni í Skálabotni. Bilurin bleiv tikin omanav vegnum og fekk stóran skaða. Maðurin, sum var í bilinum, slapp óskadd- ur. Hvorki færri ella fleiri ferðsluóhapp Fyrstu fýra månadir- nar í ár fekk politiið á Tveroyri fráboðan um 50 ferðsluóhapp í norð- aru helvt av Suður- oynni. Hetta tal er hvorki + 1. 1 - hægri ella lægri enn i sama tidarskeidi í fjør Foreldrafelagid umboðað Býráðið í Klaksvík samtykti á seinasta býráðsfundinum við 5 atkveðum fyri og 4 ímóti at lata nýggja Foreldra felagið fáa eitt umboð í Skúlaút- byggingarnevndina. Tað vóru teir báðir bý- ráðslimirnir, Kári Kjælnes og Vilhelm Johannesen, sum settu uppskotið fram. Foreldrafelagið hev- ur áður mótmælt út- byggingini av Osåskul- anum. Felagið heldur tað vera rættast at leggja smærri lokal skúlar á báðum erm- unum, ístaðin fyri at útbyggja teir verandi skúlarnar. 64.000 kr. til >Breyð til heimin Í føstuni gekk talvan í teimum feroysku kirkj- unum til frama fyri »Brey5 til Rheimin«, sum Neyðhjálp fólka- kirkjunnar stendur fyri. Saman við gávum og innsavningum bleiv úr- slitið 63.979 kr., upp- lýsir biskuðurin, sum samstundis takkar fyri tann góða stuðulin. Stolin á Skála — funnin í Gøtudali Sunnunáttina varð ein personbilur solin á Skála. Bilurin bleiv afturfunnin sunnu- kveldið inni í Getudali, har hann er settur, tí onki bensin var eftir. Bilurin hevði ongan skaða fingið, men ratt- lásið var brotið Politiið í Runavík veit ikki, hvor hevur staðið fyri um. ilstuldrin A