mikudagur 16. mai 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 37 — 16. mai 1979
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Utgevari:
Fyritaksstjøri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Gagnar
samfelagnum
TAÐ vanliga mynstrið i føroyska
samfelagnum hevur verið og er
framvegis tað, at samfelagið sum
so, løgtingid, luttekur beinleiðis i
flestøllum vinnufyritøkum av tydn-
ingi. Bædi vid beinleidis iløgum og i
stóran mun i rakstrarútreiðslunum,
alt fyri at tryggja samfelagnum ar-
beiðspláss fyri allar hendur.
Í SO máta er alt gott og væl. Men
her tykir sum um tað frá summum
síðum í tíð og úrtíð skal undirstrik-
ast, at alt sum hevur samfelags-
smakk í sær er av tí ónda. Samfel-
agið skal eftir borgarliga mynstri-
num einans brúkast, tá gjaldast skal
til tað privata.
MEN í veruleikanum er tað nú so, at
vit ikki á nakran hátt kunnu hava
okkara samfelag gangandi, hvorki
so ella so, uttan at vit í stórt mát
hava samfelagsins orku við í leiki-
num. Vit hava dømi um hetta í
nógvum.
EITT nú tá tað frá sambandsins síðu
verður undirstrikað, at tað almenna
má ikki eiga meira enn 20% i
nøkrum virki i eginpeningi. Alt ann-
að er av ti onda.
HETTA er tad friskasta dømi um
hvussu maktarleyst samfelagið
hevði verið, um hetta var rætt. Tí
tann nakni sannleikin er, at sam-
felagsins orka verður brúkt í ollum
syftum, tá verður heldur ikki spurt
hvorki um 20, 30 ella fleiri prosentir.
AÐALMÁLIÐ má vera, at sam-
felagsins luttøka altíð verður so-
leiðis, at áhugamál borgaranna
verða tryggjað, so arbeiði er fyri
allar hendur — og at spurningurin
um tað eru einstaklingar ella sam-
felagið sum eigur meira ella minni
ikki er hin avgerandi. — Tað avger-
andi er at hava væl stýrdar fyritøkur
sum gagna samfelagnum.
KOMMUNISTUR SVARAR
ÓLA BRECKMANN
Fyrst av ellum vil eg biðja
lesaran um eina tænastu,
at sammeta tað, sum
stendur í greinini >Hver
byggir landið?< sum stóð í
Sosialinum 21. apr. og
svarið hjá O. B. í Dag-
blaðnum 25. apr. »ØII
byggja vit«. Sammetið
tað, ið sagt verður og
argumentini i báðum
greinunum. Svarið hjá Ola
er eftir minum tykki bæði
flokjasligt og ósakligt við
skeivum referatum og
citatum, um hetta kann
kallast fyri svar!
Óli heldur tað hevði
verið stuttligt at sæð,
hvar slíkir kommunistar
kroka fyribils. Ja, tað iv-
ist eg ikki í, at tað hevði
dámt Óla, tí ell minnast
vit, hvussu hann fór við
hinum ávísa kommunist-
inum á Studentaskúla-
num á sinni. Í mínum
fyrra brævi spurdi eg,
hver tað var, ið bygdi
landið — tann vanligi
fiskimaðurin og arbeiðs-
fólkið ella handilsmaðurin
og reiðarin, ið kraddaðu
innundir seg virðini, tey
fyrst nevndu skapaðu! Óli
svarar, at spurningurin er
tåpuligur, at tað vóru øll
hesi, sum bygdu landið,
summi tó meira enn onn-
ur. Her kunnu vit vera
samdir, sjálvandi byggja
tey, sum stríðast í ein
mansaldur á skipsdekki, á
flakavirki osv. landið
meira, enn hann, ið stóð á
skipsdekki eina stutta tid,
men síðani sum aðrir
rættir menn við evnum
slapp sær uppi stýrhúsið,
har hann fekk 6 ferðir tað i
urtøku, sum »apan« fekk.
Sidani gekk leidin i reid-
arakontórið, har goggarin
nú var umbýttur við tele-
fonhornið og stampurin
við skrivimaskinuna, men
nú gera onnur eisini hetta
arbeiðið fyri hann, nú bert
»hugsar« hann.
Teir, sum i dag eru rikir
og eiga stórar ognir, hava
fingið hetta við at speku-
lera í annan mans hondum
og sliti. Tann vanligi
fiskimaðurin, arbeiðs-
maðurin og arbeiðskvinn-
an, sum aldrin hava fingið
meir í len enn til at fáa
endarnar at rekka saman,
hava ongantíð og kunna
heldur aldrin blíva kapi-
talistar.
Eg verið biðin um at
nevna 10 reiðarar, sum
fóru ríkir í grevina. Tað
kundi eg saktans gjørt,
fólkið kennur eisini nokk
av demum, men fyri ikki
at vera persónligur, geri
eg tað ikki.
Tað er skjótt hvenn
vegin, sigur Óli, og at
hetta er ógvuliga sunt.
Oftast hava handils-
manna- og reiðarabern
tjak og
meiningar
spælt stórt upp á
»babbasa uppgåvu« i okk-
ara samfelag og å henda
hátt oytt tað påpin hevur
kraddað innundir seg.
Men hvenn hetta skuldi
verið gott fyri, skilji eg
ikki. Skuldi tað t.d. verið
gott fyri tey 100, kanska
fleiri arbeiðsfólk, ið koyrd
vórðu útí arbeiðsloysið?
Nei, kanska fyri tann
nýggja kapitalistin, tað
nýggja navnið, ta nýggju
standmyndina, tað vit jú
lærdu í skúlanum: >tað
eru teir við teimum stóru
evnunum, ið byggja sam-
felagið< og ikki fjøldin av
fiskimonnum og arbeiðs-
fólki. Henda hugsan var
ókend á skúlabonki.
Vit eru samdir um, at
hvørki fakfeløgini ella
stættirnar hava sin upp-
runa i halgubók ella Marx.
Tað er jú evugt. Marx-
isman hevur jú sín upp-
runa í kapitalistiska
stættasamfelagnum.
Marx granskar og útlegg-
ur kapitalistiska samfel-
agið og stættirnar og tek-
ur sina steðu, sína stætta-
steðu útfrá arbeiðara-
stættini (proletariat-
inum). Hetta var hansara
lívsverk. Hann nýtti sína
vitan, at geva arbeiðara-
stættini eitt amboð, eitt
vápn í stríðnum fram
imóti frælsi — sosialist-
iska arbeiðaraveldinum —
stættaleysa samfelagnum
— kommunismuni!
Tú sigur facisman er
andstyggilig, hetta má
vera títt skemt. Hver hev-
ur skrivað rósandi greinir
um Suður Afrika, Rho-
desia. Chile, hugsan-
ina hjá Milton Friedman.
uttan nettupp tú Óli
Breckmann? Er tað ikki
tú, sum meinar at arbeið-
arar og arbeiðsgevarar
skulu standa saman? Tað
meinar eisini fascisman,
henda sinnisjúka hugsan,
sum avnoktar alt strid ar-
beiðaranna fyri betri um-
stødum, fyri einum betri
samfelag. Sum meinar, at
arbeiðarastættin skal
undirleggja seg áhuga-
málunum hjá arbeidsgev-
arum — kapitalistum.
Tað er rætt, at aðal-
virðini um næstakærleika
eru felags í kristnu siða-
læruni og sosialismuni, og
eg vil til seinasta blóð-
dropa stríðast fyri at
verja, at religiøs eins og
ikki religiøs, skulu hava
loyvi til at hugsa tað, tey
vilja. Men samstundis vil
eg av øllum alvi berjast
ímóti teimum svínum,
kapitalistum og erinda-
sveinum, sum misnýta
kristindómin og aðrar
hugsanir til at verja um
pengaposan.
Tað eru ikki so fá ið
minnast útruddanina av
jeda- bolchevikkunum, ið
týsku nacistarnir/kapital-
istarnir framdu.
Tað sær út til, at flestu
fekfeløg og landsorgan-
isatiónir í londum rund-
anum okkum og heima hjá
okkum sjálvum eru sovn-
að, m.a. ti at tey verða
stýrd av fakfelagspamp-
arum, ið hugsa ov nógv
um at verða sitandi í leni-
stólinum.
Arbeiðsfólk! Hygg bert
at, hvussu samfelagið
verður alt ríkari, meðan
tann negd av peningi, ið
verður legd í tína hond,
sum tú hevur sveittað
fyri, stendur í stað og
missir virði. Eitt talandi
demi er tað neyðarsliga
úrslit, seinastu sáttmála-
samráðingarnar gÓVU,
1,40 .kr. í lønarhækking
um tíman. Meðan, um
lenin skuldi uppá tað, hon
var í 1969, í mun til
bruttotjédarurtøkuna,
skuldi hon umleid 16 kr.
upp. Hvør er farin avstad
vid restini? Tad eru kapi-
talistarnir og samfelagid
(tad almenna), teirra am-
bod, ikki teirra figgindi,
sum Oli meinar. Utróðrar-
m,enn minnist og lærið av
utr6drarverkfallinum!
Oli sigur, at ein króna i
lønarhækking gevur fjøld
ini onki meira rikidømi.
Hetta er satt, ti at tann
eina krónan, ið arbeiðara-
felogini >stríðast< fyri,
alti3 fyri langt síðan er
etin upp av okurs pris-
hækkingum. Um vit skulu
fáa meir burturúr skulu
vit uppá eini 16 kr. meir
um tíman, samstundis
sum at prísirnir verða
hildnir í teirri somu legu
sum teir eru. Samfelagið
fer ikki av knóranum fyri
tann skuld — lesið bert
seinasta nummar av blað-
num »Arbeidid«.
Tad einasta hækkandi
løn førir vid sær er, at hon
minkar um profittin, tad
arbeidsgevararnir koyra i
lumman, kanska seta i
liga fólkið meir enn tað
dustið teir traðka á.
Men hetta er ikki nakað
fólkið á gøtuni, pøbilin,
fyri at nýta yvirklassans
orðalag, skal seta sínar
næsar í. Hverki inntekur-
nar ella skattafrádrátt-
irnir hjá kapitalistunum. Í
ti seinasta pettinum av
greinini skal Óli so pent
appelera, tala til fólkið —
„fólkið er gløgt o.s.v.«,
hetta er bert ein vánalig
komedia. Ti aldrin hevur
yvirklassin ella teirra er-
indadrongir virt tað van-
liga fólkið meir enn tað
dustið tir traðka á.
Tá nú Óli ikki visti
meira at siga við orðum,
kom hann til alla lukku at
hugsa um, at onkunstaðni
átti hann eina talrammu,
og sjálvt um hon nú var
nýtt nakrar ferðir so, ja,
fólk hava nú gott av at
síggja, at eisini við tølum
kann Oli seta hendan
fjandans kommunist uppá
pláss.
Jú, sanniliga tølini tala
— bert fólk hava nóg
mikið av bilum — radio-
um — fjarsýnum — skóm
og telefonum!! — háfjall-
sólum — ja, so hava tey
eisini lukkuna.
Hetta er heilt í tráð við
hugsunarháttin hjá teim
flestu borgarligu apukett-
unum, ið leita og halda
seg finna lukkuna í ting-
um — deyðum tingum.
Nei, Óli, lukkan er bert at
finna saman við góðum
menniskjum. Menniskju,
ið ikki liva av at merg-
súgva og traðka á onnur,
menniskju, ið ikki liva
bert fyri sín egna lumma,
men harafturimóti menn-
iskju, ið stríðast fyri fel-
agsskapin, fyri einum
betri samfelag, har menn-
iskja ikki er eitt uppslitið
klyvjaross orsakað av
kapitalismuni, men eitt
samfelag, hvar meining er
við tínum arbeiði, við tín-
um lívi!
Tað fyrsta dømid í tal-
myndini er eins misvis-
andi sum hini, tað er tað
sama sum at samanleggja
lenina hjá fiskasølustjør-
anum við ta hjá útróðrar-
manninum og síðani taka
miðaitalið (og eftir Ólasa
hugsan sigur hetta, at so
gott hava báðir tað), vit
vita betur.
Vit kunnu t.d. sammeta
kapitalismuna mótvegis
sosialismuni, á henda
hátt. Í 1974 var ein ST-
sendinevnd innan fyri
FAO í Kina og kannaði
støduna hjá ti vanliga
kinesaranum og kom til
tað úrslit, at ikki ein kin-
esari sveltaði. Har búgva í
dag 1 milliard menniskju,
skulu vit minnast. Í USA
gjørdi ein senatsnevnd
kanning av mattørvinum
hjá fólki og niðurstaðan
var, at har sveltaðu 35
milliónir menniskju. Sen-
atið bleiv í eðini og nokt-
aði og segði, at har svelt-
aðu ikki fleiri enn 25 milli-
ónir. Grátiligt ha, men
veruleiki. Hetta er eitt
sammetingargrundarlag
millum kapitalismu og so-
sialismu!
Kommunistur