Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar Jacobsens bókahandii. Svartkjafta- kvotur ikki uppfiskaðar Svartkjaftaveiðan undir Feroyum er nú fyri tað mesta liðug í ár. Nú eru tað bert russar, eysturtýskarar og pólverjar, sum royna. Heldur ikki í ár brúktu íslendingar meira enn ein lítlan part av sínari kvotu. Teir áttu 35.000 tons, men veiddu bert 3.700. Tað ljóðar úr Íslandi, at har eru ongi skip, sum egna seg til svart- kjaftaveiðu. Heldur ikki EEC brúkti alla sína kvotu. Felagsskapurin átti 30.000 tons, men knappliga helvtin av teimum er fiskað, tað mesta av donskum bátum, sum veiddu 8.600 tons Norðmenn hinvegin lótu ikki sína kvotu uppá 90.000 tons gleppa sær úr hondum. Teir hava boðað lands- stýrinum frá, at teirra veiða er 87.000 tons. Russar, sum hava 80.000 tons, hava til nú fiskað 50.000 tons. Sviar hevdu loyvi at fiska svartkjaft undir Feroyum við tveimum skipum, men teir brúktu ikki hetta loyvi. Í umbúnað er at stovna eitt felag. sum skal taka sær av friðingar- tiltøkum í náttúruni. Tað er felagið Før- oya Náttúra — Feroya Skúli, sum hevur tikið stig til fyrireikingar- nar Fyribils hava fyri- reikararnir sett seg í samband við fólk úti á bygdunum kring land- Geva nú eisini út bókling til lorankortini Skjótt kunna teir, sum brúka lorankortini hjá Vaktar- og bjargingartænastuni, sláa upp í einum bóklingi fyri at síggja, hvar haldini eru. Bók- lingurin verður um heilt stutta tíð at fáa hjá H. N. Í umbúna at stovna náttúrufriðingarfelag Í bóklinginum er bæði positión og longd og breidd á teimum yvir 700 haldunum á føroyska landgrunninum. Í bóklinginum eru eisini posi- tiónirnar hjá fýra loranketum. Tá Vaktar- og bjargingartænastan á sinni gav út fiskikortini varð eisini gjerdur ein bóklingur um haldini, t.e. botn viðurskifti, har trol kunna festast ella skrædna, til deccakortini. Fiskimenn hava síðani fleiri ferðir heitt á Vaktar- og bjarg- ingartænastuna um at gera ein líknandi bókling til lorankortini og hetta er nú gjert. Bitið í kjálkan Friggjadagin beit ein hundur í Klaksvík eitt 2 ára gamalt barn í kjálkan. Barnið var farið til hundin, meðan hann stóð bundin úti. Barnið fekk íkki stórvegis mein av hendingini, men hund- urin verður kortini skotin eftir avtalu við eigaran. Nú kunna øll hoyra Útvarpið á FM Arbeiðið við at út- byggja FM-sendinetið í Feroyum er nú liðugt. Nú hava allar bygdir í landinum meguleika at hoyra Útvarpið á FM. Hevuðssteðin liggur á Húsareyni og hon hevur beinleiðis sam- band við útvarpshúsið á Bryggjubakka. Aft- urat hevuðssteðini eru so 10 endursendisteðir kring landið. Allar bygdir kunna nú hoyra Útvarpið á FM, men tað eru kort-. ini ikki allar, sum kunna hoyra tað í stereo. Tær bygdir, sum liggja illa fyri í mun til FM-steðirnar, hoyra framvegis allar sendingarnar í mono. ið og spurt, um tey vilja vera við at stuðla og hjálpa felagnum. Enn er óvist, nær felagið verður stovnað. Fyrireikararnir = hava sett sær fyri at fyri- reika felagið væl, áðr- enn sjálv stovningin fer fram, men vænt- andi verður hon eina- ferð næsta år. sosialurin Nr. 45 — 13. juni 1979 Klaksvíkin vælegnað til bussrutukoyring Byýráðslimir lagt uppskot um bussrutu Teir báðir býráðslimirnir í Klaksvík, Michael Matras og Vilhelm Johannesen hava skotið upp fyri býráðnum, at bý- ráðið heitir á samferðslunevndina um at gera eitt uppskot til eina kollektiva ferðsluskipan fyri Klaksvíkar kommunu við t.d. tveimum kommunalum bussum. Eisini hava teir skotið upp, at skúlabern alt í mun til hvussu langt frá skúlanum tey búgva ann- aðhvert fáa ókeypis flutn- ing og ella avsláttarskip- an. Ikki á býráðs- fundinum í gjár Klaksvíkar kommuna er vælegnað til bussrutu- flutning. Býurin liggur runt um vágna og tað skuldi ligið væl fyri at lagt eina bussrutu við tveim- um bussum, soleiðis at annar koyrir av Bums- hamri um somu tíð sum hin fer á av Kósini. Teir metast í miðbýnum. Hugsað verður eisini um at gera túrar til pláss- ini uttanfyri Klaksvík, tað eru Árnafjorð, Grov, Norðoyri og Ánirnar. Býráðsfundur var í Klaksvík í gjárkveldi, men tá var málið ikki fyri á skránni, hóast tað í gjár vóru tríggjar vikur síðani, at uppskotsstillararnir handaðu byrådsformanni- num skrivið. Bussruta skal eisini røkka Ánirnar Bussrutan skal rekka Norðoyri Annar av uppskotsstill- arunum, Vilhelm Jo- hannesen sigur, at tankin við bussrutuni er, at tey skålabørn, sum búgva langt burturi, skulu fáa 6- keypis ella ódýran flutn- ing og at atgongugjaldið skal vera hægri, jú nærri børnini búgva við skúlan. Bussruta hevur verið í MÓTMÆLA SEV-ÚTBYGGING Á seinasta býráðsfundi í Havn komu teir báðir bý- ráðslimirnir, Jákup Sune Jacobsen og Leivur Jo- hannesen við einum upp- skoti í samband við ætl- aðu SEV-útbyggingina av vatnorkuni í Feroyum. Málið var beint í figgjar- nevndina. »Undirrita8u hyrådslimir vilja gera vart vid, at sbr. tíðindum i útvarpþi og bløðum hevur umboðs- nevndin hjá SEV heimilað stjóra og stýri at gera sáttmála við útlendskt byggifelag um útbygging av SEV-verkinum fyri umleið 437 mill. kr. — roknað í dagsprísum — yvir eitt 10 ára tíðarskeið. Upplýst verður, at ar- beiðið skal gerast sum rokningsarbeiði. Málið er ikki vidgjørt í býráðnum, og tí eru vit ikki ferir fyri at meta, um hetta er rætt ella ikki, men vilja vísa til kunn- gerð nr. 49 frá 4.10. 1965, har $ 11 viðger skyldur limakommununar. Í petti 3 stendur: >Fyri tær ár- ligu útreiðslurnar til rentur og avgjøld av virk- islånum felagsins borga limakommunurnar úteftir ein fyri allar og allar fyri eina og sinåmillum i mun til íbútvaratalið. < Eisini vilja vit vísa til reglugerð nr. 59, har m.a. stendur: »Upptøka av virkislán- um skal fara fram í sam- ráð við stýrið, ið tekur av- gerð sbr. heimild fingna frá umboðsnevndini, og skal lånupptøkan vera góðkend av landsstýri- num.« Okkara viðmerkingar eru, at Tórshavnar býráð undir ongum umstødum kann vera heft av nøkrum såttmåla, sum SEV ger i hesum sambandi, uttan so at Landsstýrið hevur góð- kent nevnda sáttmála frammanundan. Undirritaðu seta ti fram soljóðandi uppskot til samtyktar: Tórshavnar býráð verð- ur ikki at hefta fyri nekr- um sáttmála ella nøkrum, ið ikki samsvarar kunn- gerð og reglugerð góðkend av Landsstýrinum SEV vidvikjandi«. Jåkup Sune Jacobsen Leivur Johannesen Klaksvik fyrr. Hetta var i 40, 50 og 60-unum, tå koyrt varð við einum bussi. Raksturin gjerdist ov tungur, og ti helt henda bussrutan uppat. Ta fyrstu bussrutuna hevði Óla Jákup Jacob- sen, ta næstu Zacharias Nielsen og tað seinastu Auto við Hjerleif Waag Hegnes >a. Kappríðingin við Leynarvatn Í renning var STULK- AN við Sjurð Holm á Baki nr. 1 við tíðini 40,7 sekund. Eigari Sjúrður Holm. Nr. 2 Skemming við Rúna Nielsen á baki. Eigari Johan Olsen. Tidin var 44,0 sekund- ir. Nr Nr. 3 var As- neida við Bjørn Pat- ursson á baki. Eigari Viggo Liitzen yngri, tidin var 49,7 sekund. I kappingini fyri ung i tvispor var nr. 1 STORMUR vid Una Mohr å baki — eigari Lydia Mohr. Tidin 19,6 sekund. Nr. 2 KAMB- UR við Birgir Liitzen á baki — eigari Torvald Liitzen, tíðin 19,7 sek- und, og nr. 3 FÚSA við Johan Olsen á baki — eigari Hanus Olsen, Vestmanna. Tidin 20,3 sekund. Í kappingini fyri vaksnar í tvispor varð nr. Í RANI við Jóhild i Dali á baki. Hon eigur sjálv. Tidin var 18,5 sekund. Nr. 2 FENJA við Poul Hansen á baki, eigari Regin Hansen. Tíðin 18,6 sekund og nr. 3 var SKEMMING við Eyð- finni Dalsgarð á baki, eigari Ólavur Dals- garð. Tidin 19,8 sekund. ÉT É