mikudagur 13. juni 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
:
|
Nr. 45 — 13. juni 1979
sosialurin
Sida 5
Bók um Rikard Long:
Kemur
væntandi
ut til
heystar
Bókin við einum úrvali av
skaldskapinum eftir Rik-
ard Long kemur væntandi
út tíðliga í heyst.
Hanus Andreassen,
sum hevur lagt bókina til
rættis, upplýsir, at prent-
smiðjan hevur lovað at
hava bókina lidna einaferð
í september.
Rikard Long er ein
i sum hevur havt
oyskar bókmentir. Hann
virkaði á fleiri økjum —
sum yrkjari, bókmenta-
ummælari, málfreðingur
og týðari.
Allir tættirnir við
Bókin fevnir um allar hes-
ar tættirnar ; virksemi
Rikards.
Yrkingarnar, sum ikki
eru komnar á prent áður í
eini samlaðari útgávu, eru
úr Varðanum, Tingakrossi
og Songbók Feroya Fólks.
Tær málsligu greinirnar
eru úr Varðanum, Skúla-
blaðnum og úr Norðlýs-
inum, meðan tær bók-
mentaligu greinirnar eru
úr Varðanum. Harafturat
er í bókini ein fyrilestur
um Poul F. Joensen, sum
Rikard Long helt í sam-
band við 60 ára dagin hjá
Poul F.
Hanus sigur, at fremst í
bókini er ein gjølligur inn-
gangur, sum hann sjálvur
hevur skrivað.
Í hesum innganginum
skrivar Hanus um persón-
in Rikard Long sum yrkj-
ara, ummælara og mål-
freðing.
Eisini hevur Hanus
roynt at funnið fram á,
hvaðani Rikard hevur
funnið inspiratiónir til
skaldskap sín í Europe-
iskum skaldskapi.
Magnus kom við
hugskotinum
Hanus greiðir frá, at tað
var Magnus Dam Jacob-
sen, sum kom við upp-
skotinum um at gera eina
bók um Rikard Long.
Hetta var á heysti 1976.
Magnus skuldi taka sær
av myndatilfarinum og tí
prentlistarliga arbeiði-
num, meðan Hanus skuldi
savna tað skaldsliga til-
farið saman.
Hanus fór undir hetta
arbeiðið várið eftir. Um
bókin kemur út til heyst-
ar, sum ætlanin er, eru tað
sostatt bert trý ár síðan
RIKARD LONG (1889—1977) yrkti nakrar av
teimum finastu natur- og kærleiksyrkingunum í
føroyskum skaldskapi.
Sum kritikari fjálgaði
hann meira enn nakar annar um teir spírar, sum
nældu í Feroyum tá. Sum málfreðingur helt hann,
at mállæran átti at vera málsins hjartaslátti
lýðin. Undir ellum virki hansara búði ein ótroytti-
ligur hugur til at ala og edla tað einstaka menn-
iskjað.
Umframt yrkingar, ummæli og bókmentaligar
og málsligar greinir inniheldur henda bók týð-
ingar eftir Ludvig Holberg, Hjalmar Søderberg
og Asbjørnsen og Moe.
Í innganginum skrivar Hanus Andreassen um
yrkjaran, bókmentaliga kveikjaran og málfreð-
ingin Rikard Long, um tíðina, hann virkaði í, og
um frændur hansara í europeiskum bókmentum.
Bókin er útbúgvin við nógvum fotomyndum
m.a. nekrum, ið Rikard Long — sum ein kenur
amaterfotografur — sjálvur hevur tikið, og hon er
skrýdd við tekningum og vignettum eftir William
Heinesen, Bárð Jákupsson og Valdemar Dals-
garð.
Magnus kom við uppskot-
inum.
Umframt at hava ráð-
ført seg við ymisk fólk,
hevur Ebba Hentze verið
ráðgevari hjá Hanusi.
Bókin, sum Feroya
Skúlabókagrunnur gevur
út, verður um 330 síður til
staddar.
Í bókini eru nógvar
myndir — fotomyndir og
tekningar.
Ætlanir um at geva
yrkingarnar hjá Rikard
Long út í bók hava verið
frammi áður, men tær
duttu niður fyri tá —
helst tí Rikard Long var
so vandin.
Skotarnir
„ fáa Coraliu
Um tvær ella triggjar vikur kemur ein fiskibátur úr
Skotlandi til Fuglafjarðar eftir Coraliu, sum eitt felag í
Wich hevur fingið til eitt savn har í býnum.
Coralia er einasta skip av sínum slag, sum er eftir á
floti og er ætlanin hjá skotska felagnum at gera hana í
stand, so hon kemur at siggja út sum tå hon fór av
bakkastokki í Montrose í 1901. Tað er P/f Coralia í
Fuglafirði, sum eigur Córaliu. Formaðurin í nevndini,
Alexander Abrahamsen, sigur, at tað nú er meira enn
eitt ár síðani, at skotska felagið vendi sær til teirra og
bað um at fáa Coraliu.
Tað var annars ætlanin at beina fyri henni og tí
verður helst ikki kravt nakað fyri hana, uttan kanska
tað, sum tað hevur kostað at havt hana liggjandi hetta
árið, meðan bidad hevur verið eftir skotunum.
Coralia hevur verið brúkt sum sandbátur tey seinnu
árini, men fyri góðum tveimum árum síðani bleiv hon
legd fyri teym í Fuglafirði.
kring oyggjarnar
Aldumátarin
afturfunnin
í Esbjerg
Tað eru skjótt tveir mánaðir síðani, at aldumátarin
eystanfyri hvarv. Hann slitnaði um vatngangin,
men um hann er ásigldur ella farin av aðrari orsek
er Óvist.
Oll leitingin eftir aldumátaranum var ýrslitaleys.
Men nú er bræv komið úr Hålandi, frá verksmidj-
uni, sum hevur gjert aldumátaran. Verksmiðjan
sigur, at hon hevur fingið bræv úr Esbjerg. har
sagt verður frá, at aldumátarin er funnin har.
Aldumátarin er ikki merktur Vaktar- og bjarging-
artænastuni ella eðrum, so finnarin sá ongi onnur
ráð enn at venda sær til framleiðaran.
Kenir menn vita at siga, at tað er vanligt, at alt,
sum liggur og rekur í Norðsjónum endar á Horns-
rev uttanfyri Esbjerg.
Um tað er har, aldumátarin hjá landsstýrinum er
funnin, veit Vaktar- og bjargingartænastan ikki.
Hon hevur ikki enn fingið greiðu á, hver fann hann
og hvar.
Aldumátarin liggur hjá havnarfútanum í Es-
bjerg og Vaktartænastan umhugsar nú, eftir sum
aldumátarin er komin so langt suður, at senda
hann til eftirlits hjá verksmiðjuni í Hálandi.
Tað kemur tí at ganga ein tíð enn, áðrenn aldu-
mátingarnar eystanfyri aftur verða at hoyra í Út-
varpinum.
Friðarligt Arbeiðseftir-
á Norð- litið cevur út
oyastevnu reglugerðir
Hóast veðrið var av tí
besta og nógv fólk var
á Norðoyastevnu, var
ikki so nógv at gera hjá
politinum stevnudag-
arnar.
Leygardagin vóru 13
stevnugestir í detenti-
ónini og 2 sunnudagin.
Nekur herverk vórðu
meldað. Úti í grótbrot-
inum hevur onkur gjert
seg inn á ein kompress-
ara og ein lastbil hjá
kommununi.
Ein personbilur fekk
eisini nakað av skaða,
tá onkur gekk uppi á
honum. Endurgjalds-
krav uppá 2000 kr. er
reist móti viðkomandi.
Hjá onkrum bleiv
Norðoyastevnan dýrari
enn ætlað. Ein misti
mappuna við 4500 kr. í
og ein annar við góðum
1000 kr.
Breyt bæði
beinini
Um fimm-tíðina sun-
numorgunin stoyttu
eitt prutl og ein bilur
saman á Stoksoyrar-
vegi í Klaksvík.
Drongurin, sum
koyrdi prutlið, fór á
sjúkrahúsið. Hann
hevði brotið bæði bein-
ini.
Tá vit frættu mána-
dagin var orsekin til 6-
happið enn ikki kend.
Bilurin og prutlið
stoyttu frontalt sam-
an.
Arbeiðseftirlitið hevur
givið út fýra reglugerð-
ir, sum eru gjerdar
sambært arbeiðara-
verndarlógini frá 1974.
Reglugerðirnar eru
um bygging og inn-
rætting av virkjum í
Feroyum, um trygg-
leiksarbeiði á virkjum,
um elektrisk drivin
upphálingarspel fyri
bátar og um trystiløt
0.a.
Reglugerðirnar eru
hver í sínum hefti.
Hesi heftini, sum eru í
A5 stødd, fåast ókeyp-
is frá Arbeiðseftirliti-
num.
Nýtt verk-
frødingsvirki
stovnad
Verkfrødingarnir
Svenn Brimheim og
Martin Erik Leo eru i
hesum døgum farnir at
reka eitt rådgevandi
verkfrødingsvirki.
Virkisekið hjá hes-
um nýggja virkinum
fevnir um hitaverk og
sanitet, keliverk, orku-
sparing, vatnveiting,
kloakering og detail-
projektering í samband
við útstykkingar o.tl.
Svenn Brimheim og
Martin E. Leo, sum
hava starvast innan
hesi virkisekini í fleiri
ár, hava teknistovu í
Tórsgetu 24, í mið-
hæddini á Seglvirki-
num.
Teir eru báðir aka-
demiverkfreðingar