Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin NU Nr. 46 — 16. juni 1979 Læraraskula- næmingar til 1000 ára hald Tingið á Isle of Man, Tynwald, sum sigst at vera heimsins elsta, fyllir 1000 ár í ár. Merkisárið er hátíðarhildið frá ársbyrjan og heldur fram í alt summar. Í hesum sambandi hava trettan læraraskulanæm- ingar saman við lærara- num Hans Holm avgjert at gera eina námsferð til oynna Man, sum liggur í sunlinum millum Bret- land og Írland. Frá hátíðarhaldi á Tynwald Tingið Tynwald, sum helst kemur av orðinum tingvellur, liggur mið- skeiðis á oynni við bygd- ina St. John's. Her hevur verið hildið ting líka síðan í 10. eld, tá víkingarnir vóru komnir til Man. Og Man-búgvarnir kunnu tí reypa sær av, at ting teirra er heimsins elsta, og at tað hevur virkað alla hesa tíðina. Upprunaliga búðu kelt- ar á Man, men eins og allar aðrar staðir í Bret- landi búsettust víkingar- nir eisini á Man. Alla- staðni teir settu búgv, settu teir egnar siðir við. M.a. við at halda ting. Sjålvstødugt kongadømi Landið, sum altíð hevur verið sjålvstødugt, hevði upprunaliga sínar egnu kongar. Men onglending- ar komu eisini út á oynna, giftust inn í kongafamilj- una, soleiðis at Man seinri kom undir bretska krúnu. Hóast Elisabeth II er drotning av Man, so er oyggin kortini ikki limur av United Kingdom og Man velur ikki limir inn í tað bretska parlamentið. Men londini bæði hava eitt neyvt samstarv á ym- iskum økjum. Hans Holm upplysir, at læraraskúlanæmingarnir, sum eru úr 2. og 3. flokki, og hava valt geografi sum sergrein, verða á oynni meðan ein serlig norður- lendsk vika verður hildin. Alment eru feroyingar ikki bodnir við, men fyri- skipararnir hava tó frætt, at næmingarnir koma og hava sett feroyskan dans á skránna. Annars luttek- ur Kr. Eldjarn, forseti Ís- lands, á norðurlendsku vikuni. 24 ára gamal keypssamtøku- leidari Tann nyggja keypssam- tøkan i Vågum fær ein ungan, men tó drivnan leiðara. Tað er tann 24 ára gamli Pætur Hansen úr Fuglafirði, sum er settur í starvið. Pætur Hansen hevur verið við til at bygt upp FK-deildina í Fuglafirði. Hann byrjaði longu at arbeiða í 1969 eftir skúlatíð, og tá hann hevði tikið realprógv í 1971, fór hann í læru í FK í Fuglafirði. Umframt útbúgving sína hevur hann luttikið á trimum skeiðum í Dan- mark. Lærarasetanir Skúlastjórnin hevur sett Birgit Mortensen og William Mortensen í lærarastørv á megin- skúlanum á Sandi frá 1. august. Floksstjórn Føroya Javnaðarfloks Á landsfundi Føroya Javnaðarfloks fór fram val av starvsnevnd og floksnevnd. Starvsnevnd: Atli Dam, formadur, Vilhelm Johannesen, næstfor- maður, Oli Jacobsen, skrivari, Hans Jørgen- sen, Ingeborg Winther. Floksnevnd: umbodandi Norðoyggjar: Arne Sa- muelsen. Umboðandi Eysturoynna: Hans Jac- ob Poulsen, Umboðandi Norðstreymoy: Heini Johansen og Gunnar Jo- ensen. Umboðandi Suð- urstreymoy: Martin Jo- ensen. Umboðandi Sandoy: Aksel Skoubo og Jógvan Adolf Johan- nesen. Umboðandi Vág- arnar: Eyðfinn Jacob- sen. Umboðandi Hval- biar Javnaðarfelag: Emii Vang. Umboðandi Froð- biar Sóknar Javnaðar- felag: Mervyn Dimon. Umboðandi Vágs Javn- aðarfelag: Torgerð Suð- uroy. Umboðandi Sosi- alistiskt Ungmannafel- ag: Eyðbjerg Dalsgaard. Blaðnevnd: Jákup Lindenskov, Jona Hen- riksen, Marita Petersen. Sekstan SU - arar á reyða summarlegu Vitja eisini Áland og Utøya í Noregi. SU limur í norðurlendsku fylkingini FNSU. SU bjóðað til altjóða ráðsteunu seinri í summar Áhugin í SU — Sosial- istiskt Ungmannafelag — fyri ti sosialistisku summ- arleguni í Sveríki hevur vist seg at vera ógvuliga stórur, upplýsir formað- urin í SU, Marner Lis- berg. Tað er SSU — ung- ungmannafelagið hjá svenska javnaðarflokki- num — sum hevur boðið SU at luttaka á tí stóru summarleguni, sum SSU hvert ár skipar fyri. Ikki færri enn 21 SU' arar hava boðað frá lut- tøku. Av teimum eru fimm bern. Farið verður úr Feroy- um 4. juli við Smyrli og varir ferðin í fjúrtan dag- ar. Tann feroyski bólkurin hevur bilar við, soleiðis at tey sjálvi koyra til Ran- sáter í Vårmlandi, har legan verður hildin. Politikkur og undirhald Á leguni, sum hevur fleiri túsund luttakarar, verða ymisk politisk seminar hildin umframt at annað meira undirhaldskent fer fram. Tá tann vikulanga leg- an endar, verður gingið í kravgongu inn í Ådalen, har tann kendi arbeiðara- uppreisturin fór fram fyrst í trýatiárunum. Undir uppreistrinum, sum er gjørdur til film av Bo Widerberg, drap tann svenski herurin fleiri av teimum verkfallsraktu ar- beiðsmonnunum. Vitja Aland Ta seinru vikuna skulu SU-ararnir vitja javnaðar- ungdóm á Álandi. Haðani verður farið aftur til Nor- egs, har vitjað verður á oynni Utøya, sum AUF — ungmannafylkingin hjá norska arbeiðaraflokki- num — eigur. AUF hevur fingið oynna, sum liggur nærhendis Oslo, frá tí norska LO. Limaskap í FNSU Annars upplýsir Marner, at SU roknar við uppteku i FNSU — felags riorður- lendska sosialdemokrat- iska ungdómsrerslan — komandi ár. Higartil hevur SU havt heimild at senda eygleið- arar til fundirnar í FNSU og hevur SU fleiri ferðir verið umboðað. Annars er ætlanin, at FNSU skal halda stjórnarfund í Fer- oyum komandi ár. SU er ikki bara komið upp í tað norðurlendska samstarvið. SU er so smátt við at koma upp í altjóða samstarvi innan IUSY — altjóða felagið av sosialdemokratiskum ungdómi. SU hevur ikki sekt um fullan limaskap enn, men er boðið við til altjóða ráðstevnuna í Bonn seinri í summar. — Men um vit fara at senda umboð til Tysk- lands, er ikki avgjert enn, sigur Marner Lisberg at enda.