Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 16. juni 1979 sosialurin Vegur skal gerast framvið berginum undir Skansavegnum Pylsuvognarnir flytast og parkeringsplássini burt Tað hevur leingi verið alt ov trongt á eyst- , aru bryggju i Havn. Hevuðsferðslan i bynum gongur frå Kongabrunni ut eftir bryggjuni og nidan i Jé=-s Broncksgøtu. Hetta er til miklan ampa fyri arbeidid og flutningin av vørum til sjålvt havnaøkid. Hetta mål verður helst loyst um stutta tíð. Ein nyggjur planur er gjørdur fyri alt havnagkið (sí tekning) og nú er farið undir at gera tað fyrsta arbeiðið. Vegurin, sum í letuni liggur út móti sjó- num, verður um stutta tið stongdur, og ein nýggjur vegur, sum skal liggja inn móti sjálvum berginum undir Skansavegnum verður tikin í nýtslu. Endamálið við nýggju vegagerðini er at fáa ferðsluna út og til miðbýin út um sjálvt havnagkið. Arbeiðið er byrjað Arbeiðið er byrjað. Í let- uni verður jarðarmunurin út ímóti Jónas Broncks- getu fyltur upp, og veg- urin verður planeraður inn Henda skitsan vísur, hvussu eystara havnaøkid fer at síggja út í framtíðini. Framvið nýggja veg- num er ætlanin at gera gongubreyt. Innanfyri nýggja vegin móti berginum verður vallað og plantað. Vegastrekkið frá Skansahorninum út til molan, verður gjert í komandi ári, tá bygning- arnir har verða tiknir niður. ímóti Kongabrúnni. Sein- ni skal vegurin so asfalter- ast. Ætlanin er eisini at gera eina gongubreyt framvið vegnum vestan- fyri. Hetta arbeiðið verður tó ikki gjørt fyrr enn i komandi ári. Pylsuvognarnir flytast Nýggi vegurin skal liggja, har pylsuvognarnir og parkeringspláss eru í let- uni. Pylsuvognarnir skulu helst fivtast, og ekið sum í letuni verður brúkt til parkeringspláss, = verður eisini nýtt til veg. Ætlanin er at hava nekur fá park- eringspláss vestan fyri nýggja vegin. Her verða eisini nøkur parkerings- pláss til bilar, ið skulu vid Trónda og hinum ferða- skipunum. Sum tað sæst á tekningini verður inn- koyring frá Kongabrúnni út á havnagkið. Henda er til bilar, ferðafólk og til tey, sum hava erindi á havnagkinum. Eisini vegur framvið Skansanum Í komandi ári er ætlanin at gera veg framvið berg- inum undir Skansanum frá Jónas Broncksgetu út í molavegin. Hetta arbeið- ið kann byrja, tá bygning- Her, sum Timburhandilin og Balslev hava hildið til í eitt mannaminni, skal ein vegur liggja (si tekning) Tad eru brødurnir Niels Pauli og Steintor Hjaltalin, sum standa fyri arbeidinum arnir hjå Timburhandl- inum og Balslev eru flutt- ir. Hesar fyritøkur eru longu fluttar i nýggj høli, men í letuni leiga aðrar fyritøkur helini á eystaru bryggju. Leigusáttmálar- nir við Balslev og Timb- urhandilin ganga út í 1980. Tá skulu húsini tak- ast niður. Økid skal rudd- ast og latast aftur til Tórshavnar Havn í sama standi, sum áðrenn bygt varð á ti. Tá vegurin Skansaberginum verður liðugur einaferð í 1980 verður meguligt at koyra beinleiðis frå Konga- brúnni út á sjálvan molan — uttan at skula koyra gjøgnum sjálvt havnaøk- ið. framvið Lættari at arbeiða Hegni Mohr, havnameist- ari sigur við Sosialin, at tann nýggja ætlanin fyri havnagkið fer at beta um tey alt ov trongu arbeiðs- og goymsluviðurskiftini har á plássinum. Alt tað ekið, har núver- andi vegirnir liggja á havnagkinum, er ætlað til goymslupláss til kontein- arar, cement, jarn, stokk- ar og aðrar verur. Fleiri aðrar fyritøkur leiga eisini frá Tórshavnar havn. Skipshandilin hevur leigusáttmála til 1984 og Kartni Winther til 1992. Sáttmálin við Skipafelag- ið gongur út ár 2000 irý á getuni Hvat heldur tú um virksemi hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd? Óli Heinesen, fulltrúi: — Tað er heldur betur nú, enn tað var fyrr. Aktiviteturin er nógv viðkaður. Jona Henriksen Sjálvandi er ell byrjan torfer, vita vit, men nú er komið væl áleiðis. Her er at ynskja, at stovnurin fær tann figgjarliga stuðul, ið skal til fyri at víðka enn meira virksemi sítt, sum jú er av all- arstersta týdningi fyri okkum øll, ið ganga, og teimum, ið koyra. Helena Samuelsen, húsmóðir: — Ferðsluráðið er neyðugt fyri at læra fólk um ferðslu og ferðslusið sum aftur kann skapa tryggleika. Ferðsluráðið viðkar um arbeiðseki sítt, og tað sæst eisini nakað eftir. Um teir fáa játtað pen- ing til sítt arbeiði, so kemur hetta samfelag- num til góðar.