mikudagur 20. juni 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 47 — 20. juni 1979
TB I — Fram II 6—2 (3—2)
Vånaligur fotboltur
men nógv góð mal
Ahugin fyri dystinum millum 1. deild hjå TB og
2. deild hjá Fram var ikki serliga stórur. Hetta
sást best av at áskoðaratalið bert var 207 fólk
Dysturin byrjaði og sást
tað týðiliga av tí tilvild-
arliga spælinum hjá TB at
teir undirmettu fram.
Av hesum bleiv TB full-
komiliga tikið á bóli. I 6.
min. headar Sigmund hjá
TB tilvildarliga inn í 16-
meturin til Per í málinum,
men Gunnar Nielsen hjá
Fram er fyrstur hjá bólt-
inum og headar hann
trygt í netið til 1—0 til
Fram.
2—0
Í 10. min. fer Poul hjá TB
rekandi við bóltinum aftur
eftir móti egna máli; men
Líggjas hjá Fram fær
bóltin av honum og skjýt-
ur eitt langskot í netið til
2—0 leiðslu til Fram.
Nú vaknaði TB
Í 12. min. headar Henning
hjá TB inn um verjuna hjá
Fram, ið stóð sum
lammað og Tróndur, ið
kom til bóltin, kundi geva
sær góðar stundir at skora
til 2—1.
Eitt mál
eftir bókini
Í 32. min. fekk TBeitt mál
Dysturin ikki
av teimum bestu
Málmaðurin hjá SÍ, Heini Davidsen, var
dagsins maður í Sørvågi, tå SÍ vann
heldur óvæntað á 1. deildarliðnum hjá
MB í 1/4-finaluni um Ísafjarðarsúluna
Dysturin í Sandavági
sunnudagin millum 2.
deild hjá SÍ og 1. deild hjá
MB bleiv leikliga sæð ikki
av teim bestu. Men
spennandi var hann, so
tað forsló. SÍ kom á odda,
tá bert 3 minuttir vóru
leiktir. Ein langur bóltur
kemur frá miðjuni. Ein
MB-verjuleikari og Evan
Hansen renna aftaná bólt-
inum. Málmaðurin rennur
út, men ov seinur, og
Evan headar bóltin upp-
um málmannin í netið til
1-0
Mål kom einki afturat i
fyrra hålvleiki, sjålvt um
liðini høvdu fleiri mål-
møguleikar. Serliga voru
tað miðvingar, ið vóru
óhepnir frammanfyri mál-
mum
Seinni hálvleikur
var eitt korter gamal, tá
MB javnaði út. Hetta
málið fekk Arni Joensen,
staddur í hegru síðu
Spælið gekk nú neku-
lunda javnt á — bólturin
var mest á miðjuni. Tá 25
min. vóru leiktir, fingu
servingar enn eitt mál.
Bólturin verður skotin
langt afturi frá, MB verj-
an trekkir, og Kári Joen-
sen verður einsamallur
innanfyri við bóltinum,
sum hann skjýtur innum
málmannin hjá MB. Kári
sá her út til at verða
rangstaddur, men linju-
verjin veittraði ikki.
Stórur ruðuleiki
Letuna eftir hetta var
einki skil á spælinum, og
var dysturin í vanda fyri
at blíva eitt sindur harður,
men dómarin fekk tamt
spælið, sum hann annars
eisini gjørdi í ellum dysti-
num
Letu seinni — tá umleið
28 min. vóru leiktir av
seinna hálvleiki var
Kári aftur uppá spæl, og
økti hann ST-leidsluna til
3—1, við einum góðum
skoti í vinstra málhorni.
MB tvey
brotsspørk
SI-verjan royndi nú at
verja av øllum alvi, og
bleiv spælid kanska held-
ur hart. Hetta endadi vid
at MB fekk brotsspark,
eftir at Heini Davidsen —
SI-målmadurin — fyrdi
ein MB-leikara
Brotssparkið setti
Mikkjal Danielsen trygt í
netið. Beint aftaná var
MB í álopi, har ein av SÍ
leikarunum tekur bóltin
við hondini á sjálvari mál-
linjuni. Dómarin ivast
ikki, men peikar á brots-
sparksblettin.
Hetta brotssparkið
skjeyt Pauli Danielsen.
Steðan í regluliga dyst-
inum gjerdist sostatt 3—
3.
Umdystur
Sambært kappingarreglu-
num skal umdystur leik-
ast tvær ferðir 15
Hesin dysturin
uttan mál.
min.
endaði
MB hevði hendan hálva
tíman meginpartin av
spælinum, og við stórum
hepni eydnaðist tað SÍ
verjuni við einum stak
góðum málmanni at halda
støduna.
Brostsparks-
kapping
Eftir umdystin var farið
undir brotssparks-
kapping. Bæði liðini fingu
fýra tey fyrstu málini í-
gjøgnum, imedan Heini
bjargadi seinasta skoti-
num hjå MB. Sørvingar
vunnu sostatt dystin við
8—7.
Dysturin var sum sagt
ikki av teim best leiktu.
Tó kann ein ikki lata vera
við at nevna málmannin
hjá SÍ, Heina Davidsen.
Tað er ikki ov nógv sagt,
at hann átti sigurin hjá SÍ
við sínum frálíku bjarg-
ingum.
SI, ið seinasta ár leikti í
triðju deild, hevur klárað
seg heilt væl í 2. deild.
Teir eru nú komnir í semi-
finaluna í Ísafjarðarsúlu-
kappingini, og skulu har
meta KI 1. deild.
j.em.m.
fullkomiliga eftir bókini.
TB fær bóltin úti á miðj-
uni og fara í álop. Komin
inn móti 16 metrinum, av-
leveraði Henning í vinstru
síðu til Poul E. sum bein-
anvegin skjýtur inn fyri til
Trónd, sum headar til
2—2.
»Gerd Miiller
style«
I 42 min. kemur ein av-
levering úr høgru síðu inn
fyri málið hjá Fram, men
var hon so frammaliga, at
oll væntaðu, at hon fór út-
av. Men so varð eitt bein
har. Henning hjá TB
tveitir seg eftir bóltinum
og fær tánna á hann og
hann sat. Eitt mál, ið
»Gerd Miiller style.«
2. hålvleikur
Tå 2. hålvleikur var 15
min. gamal, eydnaðist tað
aftur TB at fáa mál. Ás-
mund fær eina avlevering
frá Petur og headar bóltin
í netið til 4—2.
Fríspark
Í 35. min. fær TB
fríspark beint uttanfyri
16. meturin í vinstru síðu.
Henning skjýtur tað inn-
fyri har Ásmund headar
bóltin í netið til 5—2.
6—2
Í 45 min. fær Delmar hjá
TB bóltin i høgru síðu og
trekkir fram móti 16-
metrinum og skjýtur eitt
langskot í netið til 6—2.
Dysturin
Dysturin var elendigur
um ein hugsar um fótbólt-
in, ið var at síggja í hesum
dystinum. Spælið var fyri
tað mesta bert eftir einari
síðu og avleveringarnar
vóru ofta skeivar. Um ein
hugsar um, at TB liggur
nr. 2 í 1. deild, so vísir
hesin dysturin bert tað, at
fótbóltniveau í 1. deild í ár
liggur øgiliga langt niðri í
mun til undanfarnu 2—3
árini.
Eyð.
Stórur dystur á Skála
Í kveld kl. 19.30 verður
spennandi dystur á
nýggja fótbóltsvellinum á
Skála. Tað eru 1. deildar-
liðini hjá HB og ÍF sum
leika. Hetta er dystur í
jubleumskappingini hjá
KI.
Vellurin á Skála er
nýggjur, og er hetta aðru
ferð at 1. deildarlið leika á
honum. Fyrstu ferð varð
dysturin millum B36 og
NSÍ 20. mai í år.
Væl vard sungid
— men illa spælt
Ferðin vid Smyrli úr
Vági til Havnar sein-
asta friggjadag var
ikki nekur keðilig ferð.
Á kafeteriadekkinum
spældi norskt hornor-
kestur og í ovari sa-
lonini var felagssangur
„fyri allar pengarnar«.
Tað vóru vágsgent-
ur, sum vóru á veg til
Getu at spæla hond-
bólt, sum sungu fyri.
Men lagið var tíverri
ikki eins gott á veg
suðuraftur. Av fimm
liðum í summarkapp-
ingini í hondbólti fyri
pinkugentur gjørdust
tær nr. 4.
Vinnari av summar-
kappingini gjørdist
VIF, nr. 2 var GI, nr. 3
Sóljan, nr. 4 VB og nr.
5 gjørdist Kyndil.
Å veg sudur aftur
kundu tær gremja seg
saman vid 1. deildar-
liðinum hjá VB. Teir
hevdu leikt javnleik
móti NSÍ.
— Væl varð sungið
— men illa spælt.