Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 — 20. juni 1979 sosialurin Síða 9 HB—B36 4— 1 (3—1): Sigurin Kári Nielsen og Sune Jacobsen høvdu ein góðan dyst tá HB, kanska lættari enn nógv høvdu væntað, vunnu tryggan 4—1 sigur á B36, tá liðini møttust i kvart- finaluni í Ísafjarðarsúlukappingini Veðrið var ikki av tí besta sunnudagin, tá 1. deildar- liðini hjá HB og B36 hittust í kvartfinaludyst- inum í Ísafjarðarsúlu- kappingini. Hetta var meguliga ein orsek til at åskodarafjøldin henda dagin var ógvuliga lítil í stóra áskoðaraskýlinum við ovara vell í Gundadali. Eitt 1. deildarlið úr kappingini Til = kvartfinaludystirnar vóru sjálvandi átta lið eft- ir, nevniliga fimm úr 1. deild og trý úr aðru deild. Meðan eini luttakarin i hinum trimum dystunum var eitt lið úr 2. deild, var hetta einasti dystur, har tvey 1. deildarlið mettust, og var sostatt longu und- an dystunum avgjert, at í minsta lagið eitt 1. deild- arlið skuldi úr kappingini, nevniliga HB ella B36. Ikki tað stóra fótbóltsspælið Dysturin varð ikki serliga væl leiktur. Allan dystin var tað HB, ið hevði mun- in á leiki og var leikligi munurin á liðunum báðum alt ov stórur til at leikur nakrantið gjørdist veru- liga spennandi; HB-sigur- in var ongantið í vanda. Eitt langt HB-álop Fyrsta korterið av dyst- inum var nærmast at kalla eitt langt HB-álop. Tað var bert hendinga ferð, at bólturin kom á HB-helvt- ina. Fyri tað mesta var bólturin í B36brotsteig- inum, men í málið fekst hann ikki, fyri ein part or- sakað av vánaligum skot- royndum, men fremst av góðu bjargingunum hjá B36-málverjanum, Bjarna á Steig. Mentu seg, men... Tá 15 min. vóru farnir menti B36 seg og fingu teir nú fleiri góð álop í lag, men orsakað av hesum trektu allir verjuleikarnir fram á vellin og hetta kom at kosta teimum dýrt. Góð avlevering Í 18. min. fær Kári Niel- sen, staddur á miðjum vølli bóltin, og rekur hesin skjóti leikarin einsamallur bóltin fram á høgra horn á fimm-meturteiginum, men ístaðin fyri at skjóta, Suni hjá HB ekir til 3—0 sum øll væntadu, avlever- aði Kári tvørturvid fimm- meturteiginum til Suna Jacobsen, id var runnin vid fram i vinstru sidu, og setti hann, ið var púra Ó- dekkaður, trygt bóltin í netið til 1—0 leiðslu. Frálíka góð avlevering frá Kára, sum í veruleik- anum átti sterra lutin í málinum. Sjálvmál Í 31. min. ekti HB um leiðsluna. Eirikur Ras- mussen skeyt eitt horna- spark úr vinstru væl inn- fyri. B36-leikari leyp upp at skalla burtur, men bólt- urin rakti B36-liðleiðaran Jákup Thomsen undir síð- una og fór í netið til 2—0 leiðslu til HB. Kári og Suni enn einaferð Bert triggjar min. seinni fekk HB enn eitt mål. Framherjarnir spældu seg igjøgnum á miðjuni og aftur hesa ferð var tað á- grýtni Kári Nielsen, ið av- leveraði yvir í vinstru síðu til Suna Jacobsen, ið lætt økti til 3—0. Minkaðu um munin Í sama min. minkaði B36 um munin. Hetta mál, ið var tað einasta B36 fekk í hesum dysti, kom tá Eiler Mouritsen fór gjegnum HB-verjuna í vinstru síðu. HB-málverjin Hegni Mikkelsen rann út móti Eileri, men ístaðin fyri at skjóta avleveraði hesin klókt til Leo Poulsen, ið stóð einsamallur mitt fyri málinum og lætt setti bóltin í netið til hálvleiks- støðuna 3—1 leiðslu til HB. Bert eitt mál í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki kom bert eitt mál og var tað einaferð enn Sune, ið gjørdi tað. Hann trekti inn í B36- brotsteigin við bóltinum, rak tveir B256-bakverjar av og setti við herðum skoti sítt triðja og sam- stundis sigursmálið í net- ið. Urslitid gjordist so- statt ein uppiborin 4—1 sigur til HB. Oheppin liðleiðari B36-liðleiðarin Jákup Thomsen hevði ein sera 6- hepnan dyst. Fyrst gjordi hann sjålvmål, fekk síð- ani, seint í fyrra hálvleiki, tað gula kortið, tá hann var ov harður við HB- framherja og fekk so at enda reyða kortið og varð rikin av velli stutt áðrenn leiklok, fyri at brúka munn móti dómaranum Ronnié Midjord. Spennandi semifinalur Við at vinna dystin tryggjaði HB sær semi- finaluluttøku móti TB og roknast kann við. at hesir báðir dystir, ein á heima- og ein á útivelli gerast spennandi, ti munurin millum HB og TB tykist ikki stórur í ár. Hin semifinalan, ið meguliga stendur eitt sindur í skugga av tí fyrr- nevndu, kann eisini gerast sera spennandi. Í henni metast 1. deildarliðið hjá Kl, sum á heimavelli vann 2—0 á B68 úr 2. deild og SI úr 2. deild, sum heldur óvæntað vann 8—7 á oyggjarfelogunum, i. deild hjá MB. Spennandi verður nú at síggja um SÍ enn einaferð megnar at vinna á 41]. deild. ; jk. - KONDI | | Í Í Føroysk ítróttarklæð Málverjin hjá B36. Bjarni bjargingar P/FSJÓKLÆDNAVIRKIÐ | a Steig. hevdi fleiri góðar TELEFON 5 50 40 | Bólturin á veg til Jákup Thomsen. sum ger sjalvmal her er ein