leygardagur 23. juni 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 23. juni 1979
sosialurin
Síða 11
Jóanseka fyri 50 árum síðan:
| TB og VB vórðu »filmad«
— TB legði út, men útleggið miseydnaðist. Kanska
tað kom av tí, at teir ikki eru so vanir við hesa
nýggju «filmingina», skrivar Foroyatíðindi m.a. i
Joansøkufråsøgnini fyri 50 árum síðani.
Sum tað skilst av jóan-
sekufrásegnini í Feroya-
tíðindi, sum kom út á
Tveroyri, frá umleið 1915
til um 1960, varð ein fót-
bóltsdystur filmaður, men
um hesin filmurin nakr-
antíð er vistur i Føroyum,
hevur ikki eydnast okkum
at fingid uppspurt.
Fråsøgnin i Feroyatíð-
indi er bædi livandi og
stuttlig, so vit lata Før-
oyatidindi siga frå:
Sum lyst i blødunum
varð joansøkan hildin á
Tveroyri í ár. Hesa ferð
var hon eitt sindur ødrvisi
enn vant, ti hon vardi í
tveir dagar. Longu sunnu-
dagin 23. byrjaði hátíðin.
Fólk høvdu gjørt seg lidn-
an við teirra strev og
stríð. Menninir hevdu
hampað um húsini og um
túnið uttan um tey. Kon-
urnar hevdu vaskað, so
alt var í fagrasta skrúði
sunnumorgun, tá ið
»Smiril« kom norðan eftir
við Jóansekufólki. Um
døguråatidina var hann
longu aftur úr Vági við
enn meiri fólki. Og tá vóru
eisini bátar komnir næst-
an úr hverji bygd her um
leið. Tað var eisini nakað
at koma til, ti hin stóri
bóltdystur millum Tverá-
menn og Havnarmenn
skuldi verða kl. 3, og
hann hevur fólk saknað nú
í seinastu tíð. Men hvat er
hent! Hóast nógv fólk
kom úr Havnini, bar ikki
bóltmonnunum til at
koma, og hevdu teir tí
sent avboð. Hetta var
ræðuligt! T.B. telegrafer-
ar í letuni til Klaksvíkar,
um teir ikki vilja koma og
spæla? Jú, klaksvíkingar
eru ídnir ítráttarmenn, og
tað bar annars til at koma,
so teir hildu av stað
við tað sama í motorbáti
og komu higar leygar-
kveldið sent. Kl. 3 1/2
sunnudagin var so fólk
samlað saman niðri við
hjá Læarsi skómakara.
Tey væntaðu okkurt ser-
ligt! Jú, nú leggur >Ljóm-
ur« undan við listiligum
tónleiki, og í góðum hýri
fara so øll út á leikvøllin,
har >slagið< skal standa.
Ein hópur av vindi var
vestan eftir og lá beint
eftir leikvellinum. Klaks-
víkingar tóku mál og
komu at spæla ímóti vind-
inum. Í fyrstuni vísti tað
seg, sum spælararnir vóru
javnir; men tá ein leta var
gingin, fekk T.B. 1 mál og
so kom hol á. Í fyrra
hálvleiki hevði T.B. 4
móti 0. Í eðrum hálvleiki
var væntandi at K.I. fór
at lena tað aftur; men so
var ikki.
Hesin dystur endaði so:
T.B. fekk ialt 6 mál, K.I.
einki, hóast teir spældu
reiðuliga væl, serliga
hegri vongur og centre
forward. Málmaðurin var
sera góður, og tey mál, ið
fóru igjøgnum, kunnu ikki
leggjast honum til last.
Um kveldið feroyskur
dansur hjá Binius og eing-
ilskdansur við hornblástri
í Klubbanum.
Sjálvan Jóansekudag
var upp aftur hópurin av
fremmandum fólki komin
aftrat. Ætlanin var at
hava føroyska gudstæn-
astu, men prestur okkara
umbar seg, og annar fekst
eingin, so hon datt niður
fyri. Kl. 11 1/2 var kapp-
róðurin, avbera vakur.
Konufólkini løgdu fyri, so
komu dreingirnir, og róðu
teir, so sveittin rann av
teimum, síðan róðu átta-
mannaførini, og av teim-
um vann hitt nyggja, sum
Tvøråmenn við ung-
mannafelagnum á odda,
hava latið byggja. Felagið
eitur >Tjaldrið<, og bát-
urin hevur so eisini fingið
navnið >Tjaldrið<. Aftaná
róðurin var kappsigling
millum føroyskar bátar
við innsettum motori. So
kom kapprenningin. Sig-
urin yvir 500 m mátti
fyrrv. sigurharrin Jens
Mohr Nolsee úr Vági lata
fara til systkinabarn sítt
Eli Mortensen av Tvør-
oyri. Sami maður, Eli
Mortensen, vann eisini
sum so ofta fyrr 200 m, og
fekk umframt tær útsettu
premiurnar eitt >leingi
livi«, sum bæði var væl
meint og væl rópt. Av
teim fýra kvinnum, ið
runnu, vann ein ung genta
higani, Hilda Persson, og
er hon eisini systkinabarn
við Jens Mohr Nolsee og
Eli Mortensen. Ein skjót
familia!!!
Ørvaroddur við kvinnum. Á toftini svigarinnurnar Maria í Skorti og Fia úr Pætursa-
stovu — Fía hjá Poul í Skorti. Tveir bátar luttóku, hin er afturumfarin. Ró varð av
,
Nú høvdu fólk eina lítla
hvíld. Men kl. 3 hildu tey
aftur av stað við >Ljóm-
ur« á odda. Nú skuldi hin
vanligi Jóansekudystur
millum bóltfelegini T.B.
og V.B. verða. Ein slíkur
mangi av fólki var saman
komin, og nógv vóru so
spent, at tey illa kundu
standa still, men av og á
góvu eitt spark við.
Áðrenn bólturin varð
útlagdur vórðu bæði
T.B. og V.B. >filmað< av
einum svenskara, altso
rættiliga >filmað<, um-
framt >smáfilm< frá teim
kvinnuligu áskoðarunum.
T.B. legði út, men út-
leggið miseydnaðist.
Kanska tað kom av tí, at
teir ikki eru so vanir við
hesa nýggju »filmingina«.
Báðir partarnir vóru
ógvuliga javnir, og spælið
var hart, men væl spælt.
Fólk var farið at vænta
spælið at verða javnt.
Men so kom eitt lítið
óhapp á hjá V.B. og T.B.
fekk sent bóltin í málnet-
ið. Hetta er fyrsta mál, ið
gjert er, sum hitt rætta
ljóðið er komið í netið. Tað
kitlaði í áskoðarunum, tá
teir hoyrdu ljóðið, og tað
kom slíkt lív yvir alt bæði
spælarar og áskoðarar.
Eitt mál fekk T.B. aftrat,
og hesin spennandi leikur
endaði so við tí úrsliti at
T.B. vann 2 móti 0. T.B.
kann soleiðis vera fegið
yvir Jóansekuna: 8 mål í
tvinnum kmapum, og
mótsteðumenninir einki.
»Ljémur« gav eitt
>nummar< og so var posa-
renning. Hóast tað ikki
Longu miðskeiðis í tjúgunum vóru tveráfólk >Smirla-
fans<. Myndin er frá kappróðrinum á eini joansøku
vóru nógvir luttakarar,
gjerdi hon góða lukku.
Á heimvegnum spældi
»Ljomur« hin kenda > Alte
kammeraten« (gamli
vinir). Og má tað sannast,
at hesa ferð vóru øll vinir,
ung sum gomul. Teim
kvikastu eydnaðist júst at
koma við til konsertina
hjá frúnni Mortensen.
Beint aftaná var fundurin.
Vegna kalda veðrið varð
hann hildin inni í Klubb-
anum. Stúgvandi fult av
fólki. Her flutti Sámal
Johansen, lærari í Vági,
reðu, ið var ógvuliga væl
fagnað. — Báðar dagar-
sandinum og út til brúnna hjá Palla í Mýruni. Myndin er frá joansøkur6drinum í 1929 Mannfólk rógva á joansøku 1929
nar høvdu hinir ungu mål-
ararnir William Heinesen
og Jacob Olsen år Havn
og Sigmund Petersen av
Tvøroyri myndaframsyn-
ing. Har vitjadi sjålvandi
hópurin av fólki.
— Um kveldið var aftur
dansur til einaferð tá út
ímóti morgni, og tað var
stuttligt at síggja hesi
ungu og eldri menniskjur
og eina mest tey, ið sigr-
aðu í kappróðrinum, við
teirra silvurmerkjum í
bringuni. — Jóansekan er
endað; men tey góðu
minni um hana verða var-
andi.