Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1979síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 sosialurin Nr. 48 — 23 juni 1979 Fyrsta ferðaætlanin hja mirli fevndi um 35 bygdir Fra Thorshavn. Fra Kirkebø . - Skopen - le - Midvaag - Kvivig . Vestmanhavn Sørvæag . . Sand . Skaalevi KAR ig På Husevig . . . - Kvalvig (Suderø) - Kvalbø . Trangisvaag . Vaag Trangisvaag . Kralbo . Suderø K valvig - Sand R - Husevir ... Skaalevig .-— .. . - Sørvaag . . = Vestmanhavn . - Kwvig - . . - Midvaag - Skøpen. . . - . - Kirkebø Thorshavn . Nolsø . . Kalbak . . Kollefjord. . . Kvalvig (Strema Strander Sa tr K valvig (Strømø) Kvilefjord., a Kalbak . . . Nolsø På Thors 1 FARTPLAN Dampskibsforbindelsen mellem Stationerne paa Færoerne samt Færoerne=-Leith og Færoerne—Island for 1896. ” 16-1 UR Tann fyrsti Smiril við brúgv á Tvøroyri. Seinri fekk hann eina dekskahútt ásetta. Hon fór við fimm fólkum á Mjóvanesi Fyrsti Smiril virkaði eisini sum vaktarskip, og tók ein trolara, sum fekk 660 kr. í bót! Smiril-Suðuroyggin. Tvey fyribrigdi sum eru tengd saman. Og sum eru meiri aktuell i dag, enn tey nakrantid hava verið áður. Menn eru ósamdir á máli, hvussu Suður- oyarsiglingin skal loysast. Men tað fara neyvan at ganga so nógv ár at finna eina loysn, sum tað tók, tá tann fyrsta innan- oyggja siglingin byrjaði við Smirli í 1896. Frá tí at málið fyrstu ferð kom á tingborð, og til Smiril fór í sigling, gingu 12 ár. Ur Føroya Siglingarsogu eftir Páll J. Nolsee eru hesi brotini um tann fyrsta fyrsta Smirilin tikin: Teir sterru handlarnir, ið vórðu stovnaðir at kalla um somu tid, sum eina- handilin varð tikin av í 1856, fingu sær við tað sama sjálvir skip til farmaflutning, ikki bert innanoyggja, men eisini til og frá útheiminum. Og summir av hesum handl- um róku líka upp til mitt í 1920-unum ein part av teirra inn- og útflutningi við egnum skipum. Hesi for, sum heilt frá byrjan vóru ikki so fá í tali, sigldu kortini ikki millum oyggjarnar eftir eini fast- ari ferðaætlan, og fall hetta mangan tverligt fyri fólk, sum ætlaðu sær burtur at ferðast. Ti varð í 1884 løgd umsókn inn á ting um at fáa eina reglu- liga innanoyggja sigling í lag við skipi, sum bert skuldi rekja hesa upp- gávu, og hildu menn, at eitt slíkt skip mundi lætta almikið um tær illa um- tóktu skjútsferðirnar. Men einki spurdist tá burtur úr málinum, ið kanska heldur ikki var so lætt at greiða, so sum um- steðurnar vóru. Málið kom fyri aftur á tingi í 1885, men við sama úr- sliti. So í 1886 sekti R. Oestrøm, stjórin fyri >The Normal Company< — tað var >Fabrikkin< í Havn — um ein árligan løgtings- ella ríkisstudning upp á 12.000 kr., og vildi hann so átaka sær at reka inn- anoyggja siglingina við einum dampskipi. Einki kom tó burtur úr, uttan at ein nevnd varð sett til at viðgera málið frá botni. Tingingar vórðu síðani tiknar upp við D.F.D.S. um at reka hesa sigling, men felagið hevði ongan hug til tess. Nevndin sam- ráddist eisini við Godtfred Heinesen, keypmann, í Miðvági, ið var eldhugað- ur fyri málinum. Hann greiddi nevndini seinni frá, at hann hevði tingast við samhandilsmenn sínar í Skotlandi um spurning- in, men at hann ikki enn hevði kunnað tikið við treytunum, teir settu. Hann væntaði tó frægari úrslit, tá ið hann hitti teir í Skotlandi. Henda ferð varð av ongum, tí hann doyði knappliga 5. mars 1894. Tingnevndin, ið hevði arbeitt í fleiri ár við mál- inum, samráddist eisini við Jens í Dali, skipara, í Havn, sum hevði áhuga fyri hesum tiltaki, og spurdist so mikið burtur úr, at hann var sinnaður til at seta motor í sluppina »Dauntless«, sum hann åtti, og nyta hana i hesi sigling, sum varð mett til at kosta 38.000 kr. árliga, meðan inntøkurnar vórðu ætlaðar til 28.000 kr. um árið, haruppi í roknað flytingin av útróðrar- monnum til lands í Ís- landi. Løgtingiå hevði litl- an pening um hendi, men úr skjútskassanum skuldu verða latnar 1.000 kr. í studningi, samstundis sum ríkisstýrið varð biðið at lata tær írestandi 9.000 kr. sum studning í 2 ár. Meðan bidad verður eft- ir avgerð frá ríkisstýri- num, kemur Mortensens handil knappliga upp í leikin >sum smiril í stara- flokk<, sum tikið verður til. Í desember mánað 1894 bjóðaðu teir sær at