Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1979síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 23. juni 1979 reka innanoyggja sigling- ina við dampskipi frá nyggjårinum i896 at rokna, um teir kundu fáa 12.000 kr. í studningi tey fyrstu árini úr ríkiskass- anum. Tað næsta, ið frættist í málinum, er, at teir báðir fyristaðumenn- inir fyri Mortensens handli, brødurnir Petur og Niels Juel Mortensen, fara til Danmarkar við >Fer- inginum< í mai mánað 1895 at tingast við ríkis- stýrið um hesa innan- oyggja sigling, og uttan at tingið tykist at vita nakað, verður millum rík- isstýrið og henda handil gjørdur sáttmáli, sum i skrivi frå 26. juli 1895 verður sendur amtmann- inum at leggja fyri tingið, ið verður biðið at gera við- merkingar til tað uppskot til ferðaætlan og ferða- og farmagjald, sum stendur í sáttmálanum. Tingið, sum kom saman á ólav- søku, viðgjerdi málið og góðkendi sáttmálan við ymsum broytingum, ser- liga ferðaætlanini viðvíkj- andi. Tá hevði Morten- sens handil longu í mai mánað gjørt sáttmála við >Kockum Mekaniska Verkstad Aktiebolag« í Malme um at byggja teimum eitt dampskip til innanoyggja siglingina. Hetta far fór úr bakka- stokki 15. oktober 1895 og fekk navnið »Smiril«. Hann var merktur til 162.68 br. tons, hevði eina 160 hk. dampmaskinu og kostaði 70.000 kr. at byggja. »Smiril« kom á Trungisvág 19. desember 1895 við donskum skip- ara, ið æt Clausen, sum í mars mánað 1905. Clau- sen var hesi árini búsit- andi á Tveroyri. Hann var raskur sjómaður og væl lýddur. Eftir ferðaætlan- ini hevði »Smiril« vítt um at fara í innanoyggja sigl- ingini — hann skuldi fara á hverja bygd at kalla — og flyta skuldi hann eisini útróðrarmenn til lands í Íslandi og heimaftur, um- framt at gera ein túr til Leith ella Keypmanna- havnar á hverjum ári. Men fólk vóru yvirhøvur væl negd bæði við skip og ferðaætlanina, sum var legd. Tey fyrstu árini hevði »Smiril« mest danska manning, men so við og við mannadu Før- oyingar hann. I 1898 vita vit, at teir triggir Havnar- menninir Dånjal i Horni, Christian Jóhannes Dam og Niclas Niclasen i Køk sigldu við honum. Í 1890-unum byrjaði 6- skilið av eingilsku trolar- unum her við oyggjarnar. Vaktarskip var einki, og blaðið »Dimmalætting« ber í heilum tíðindi um, hvussu naskir trolararnir vóru. Sorinskrivarin Bang, sum eina tíð var settur fúti, fekk í lag at leiga »Smiril« nakrar túr- ar kring um oyggjarnar fyri at fáa at vita, um skil- ið var so ringt, sum tíð- indini segdu. Fyrsta túrin í august mánað 1898 fór hann av Havnini til Klaksvíkar, haðani hann helt leiðina norður um all- ar Norðuroyggjarnar, tó uttan at koma fram á nakran trolara innan fyri Mark. Men eystan fyri Eiði tók >Smiril< ein trol- ara, ið fiskaði ein stuttan fjórðing úr landi. Hann varð beindur á Havnina, har skiparin varð dømdur 600 kr. í bót og 300 kr. at gjalda fyri ymsar útreiðsl- ur. Í oktober og november var Bang aftur úti við »Smirli« í vaktartænastu- ørindum. Négvir trolarar voru at siggja, men eingin innan fyri mark. Bang hevur givid eina frågreid- ing frá hesum ferðum og heldur fyri, at ov nógv man vera gjert burtur úr tíðindunum, sum ganga um henda ólógliga trol- fiskiskap. Men fólk høvdu eina aðra áskoðan hesum viðvíkjandi, tí sjón gekk fyri segn. Um várið 1901 var talan um, at Mortensens handil ætlaði at leggja siglingina við »Smirli« niður, um ikki rikisstudningurin varð hækkaður. Tað man so vera hent, tí teir hildu fram við siglingini, og sosialurin Tann næsti Smiril, sum tey flestu minnast hann sama árið varð »Smiril« bygdur um í Malmø. Hann fekk m.a. eina deks- kahútt. Tá ið Clausen, skipari, fór av >Smirli í mars mán- að 1905, tók Hans Debes við og førdi »Smiril« út í september mánað 1909. Einar Berthelsen, var tridi skiparin á »Smirli«, men hann fekk ikki loyvi til at føra hann longur enn út í mars mánað 1910, og orsekin skuldi vera, at hann hevði ikki danskt stýrimansprógv, sum lóg- in fyriskipaði. Dánjal Olaus Poulsen — Lávus á Hevda nevnd- ur — fekk tá >Smirile at føra. Við honum var hann, til nýggi »Smiril« kom i 1932, og henda førdi hann til nakad eftir nyggjår 1934. Tad var ætlanin hjå Låvus å Høvda at leggjast uppi, tå ið hann hevði ført gamla og nýggja »Smiril« tilsamans í 25 ár — tað hevði verið í mars mánað 1935 — men ikki gekst eftir ætlan, tí heilsan var farin at bila og hann noyddist fyrr í land. Lávus á Hevda var skilamaður á sjónum, og hann legði nógv til. Men ell tey árini, hann ferdi gamla »Smiril«, var hann einans ferð fyri einum skaðatilburði. Tað var 19. januar 1928. »Smiril« var á veg av Havnini norður til Klaksvíkar og fekk á Mjóanesi ein sjógv, ið tók dekskahúttina við 5 ferða- fólkum, sum vóru stødd inni har. Tey, ið sjólótust, vóru Kristopher Ziska og Sigrid Maria Løtzen úr Klaksvík, Dagmar Joen- sen frá Gjógv, Hans Es- mar Kallsoy av Húsum og Jóhanna Olsen av Tver- oyri. Í mai mánað 1917 seldi A/S J. Mortensen Eftf. »Smiril« til Færøernes Amtskommune, men heimstadur hansara var framvegis Trungisvågur. Endiliga skjøti3 upp á hann fekk amtskommun- an í mai 1921, og varð hann nú skrásettur í Havnini. Í 1932 varð gamli »Smiril« seldur til Íslands, kom har at eita »Sverrir« og sást onkuntiå eftir tað í Føroyum. Sigldi í 38 ár Meðan tann fyrsti Smiril sigldi í 35 ár, sigldi tann næsti Smiril í heili 38 ár — frá 1932 til 1969. Hann var bygdur í Fre- derikshavn og var eftir tá- tíðar meti av stásiligastu ferðafólkaskipum til inn- anoyggja sigling. Hann royndist avbera væl og ferðafólk komu at eiga stóran tokka til hansara. Men eisini hann eldist sum fráleið, og í 1968 var dampmaskinan so illa-far- in, at hann ikki kundi halda fram í siglingini. Hesin Smiril var 300 tons til steddar og maskinan var 350 hestar. Í 1969 varð hann seldur sum gamalt jarn til Belgia. Tað vóru fleiri skiparar við Smirli millum ár og dag. Eftir Lávus á Hevda førdi Símun Vilhelm — Simun á Tjern í Vági — Smiril í 17 ár. Jens á Hvitanesi var í mong ár stýrimaður og førdi hann av og á. Í seinri árum hava Hanus Jensen, Kristian Kruse, Poul Kruse, Patsy Mikkelsen, Th. Dahl og Hendrik Stórá fert og verið avloysarar á Smirli. Tann triði Smyril, sum fekk navnabroyting til Dúgvan. tá Síða 13 Triði og fjórði Smyril Triði Smyril (nú >Dúgv- an<) varð bygdur á Tórs- havnar skipasmiðju og latin Strandferðsluni á våri 1967, hann er stivliga 600 tons og motorurin 1400 hestar. Skiparar við Dúgvuni eru Kr. Kruse og Amaliel Knudsen. Kr. Kruse hevur fert Dúgvuna meginpartin av tíðini, hon hevur siglt. Tey fyrstu árini førdi hann hana saman við Poul Kruse. Avloysari við Dúgvuni hevur Niclas Hejgaard verið. Fjórði >Smyril< varð keyptur í 1975 frá Mols- skipafelagnum í Dan- mark. Hann byrjaði innan- og uttanlandssigling á sumri 1975 og hevur rekt hesa sigling síðan. Um hann fer at rekja hesa sigling komandi ár, ella hvussu hann fer at rekja hana, er enn óvist. Men tað vita vit kanska á komandi jóanseku. Skiparar við Smirli eru Óli Hammer og Alf Jak- obsen. 60 ár Strandferðslan, sum í dag hevur alt sjóvegis rutu- sambandið um hendi, hevði í seinasta mánað — 17. mai — 60 ár á baki. Tað var hendan dagin, Strandfaraskip Legtings- ins yvirtók tann fyrsta Smirilin, og fór at reka innanoyggjasiglingina. Amtskommunan hevði annars keypt hann tvey ár frammanundan, men hevði helst ikki ráð at Hesin ber enn navnið Smyril! Morten Mols varð keyptur í 1975 yvirtaka hann tá TTT AA | KA