týsdagur 23. juli 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 138 - 23. juli 2002
Vánirnar fyri plássið í
Vejle álopinum tykj-
ast hampuligar, men
kappingin um tey
bæði fremstu plássini
er rættuliga stór
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Annað vikuskiftið verður
sjøtul settur á kappingina í
næstbestu donsku deildini.
Christian Høgni Jacobsen
stríðist av lívsins kreftum
fyri at vinna sær pláss á lið-
num hjá Vejle, og tað tykj-
ast vera møguleikar fyri, at
tað fer at eydnast.
Vejle venjarin, Frank
Petersen, tykist hava vónir
um, at nytta skal fáast burt-
ur úr føroyska spælaranum.
Í hvussu so er hevur Christ-
ian Høgni fingið møguleik-
an í fleiri venjingardystum.
Leygardagin
var
hann
annar av álopsmonnunum,
tá nýggja liðið í superligu-
ni, Køge, var í Vejle.
Christian Høgni Jacob-
sen spældi fyrsta tíman, og
tað er heilt víst, at hann fer
at fáa nýggjar møguleikar
at vísa, hvør dugur er í hon-
um. Fimm minuttir undan
hvíldini fór Vejle í snar-
álop. Christian Høgni varð
spældur leysur, og hann var
púra kaldur, tá hann gjørd-
ist einsamallur við Køge
málverjanum. Bólturin varð
sendur flatt framvið mál-
verjanum, og sjálvandi var
tað ein sonn fragd fyri
Christian Høgna, tá bóltur-
in fór í málið, og Vejle var
komið á odda 3–1.
Í vár var fleiri ferðir tætt
við, at Christian Høgni
skoraði fyri Vejle. Eitt nú
restaði heilt lítið í, eftir at
hann hevði framt gott ein-
mans avrik í Parkini ímóti
FCK. At vera álopsspælari
og ikki at skora mál er
sjálvandi sera tyngjandi.
Soleiðis man Christian
Høgni hava kent tað. Leyg-
arkvøldið skoraði hann fyri
fyrstu ferð fyri Vejle, og so
er at vóna, at orðatakið, at
har ein skriðan er lopin, er
onnur væntandi, fer at
passa í hesum førinum.
Chrisitan Høgni var mill-
um teir fyrstu ellivu á Vejle
liðnum. Teir vóru á odda
3–1, tá tað var hálvleikt.
Hóast Køge kom á odda í
20. minutti, so var heima-
liðið spælstýrandi allan 1.
hálvleik, tá teir skoraðu í
22., 23. og 40. minutti.
Beinanvegin eftir steðgin
komu tríggir nýggir Vejle
spælarar á vøllin, og seinni
vórðu tríggir afturat skiftir
út. Teirra millum var Christ-
ian Høgni Jacobsen.
Nýggjur
kappingarneyti
Hóast venjarin higartil hev-
ur givið Christian Høgna
Jacobsen møguleikan, so
skal tað arbeiðast nógv fyri
at sleppa framat, tí kapp-
ingarneytarnir eru nógvir.
Í hesi vikuni fer Vejle
ivaleyst at skriva sáttmála
við ein nýggjan álopsspæl-
ara. Hann eitur Michael
Blom. Hann hevur spælt í
Vorup. Tær seinastu vikur-
nar hevur hann royndarvant
í Vejle, og hann hevur gjørt
góða reklamu fyri sær
sjálvum. Í dystinum leygar-
kvøldið javnaði hann til
1–1, og hann átti næstsíðsta
fótin á, tá Vejle skoraði til
2–1. Venjarin rósar nýggja
manninum heilt nógv.
Tá Christian Høgni í 61.
minutti fór av vøllinum,
kom ein, sum eitur Kristian
Nielsen inn, og tá Michael
Blom fór av vøllinum átta
minuttir seinni, kom Kenn-
eth Knudsen inn. Tá var tað
ikki so nógv álopsspælið,
sum tað snúði seg um, men
heldur at verja leiðsluna,
sum Vejle hevði fingið
ímóti superligu liðnum.
Køge minkaði í 72. minutti
um munin til 3–2, men teir
megnaðu ikki at javna.
Longu seinnapartin í gjár
var næsti venjingardysturin
hjá Vejle á skránni. Tá
spældu teir á sama vølli
sum ímóti Køge ímóti
superliguliðnum hjá AaB.
Endiliga eydnaðist tað
hjá Christian Høgna
Endaliga eydnaðist tað
Christiani Høgna Jacobsen at
skjóta mál fyri Vejle. Hetta
hendi leygardagin, tá Køge var á
vitjan í Vejle
Mynd Savnsmynd
Í Lillestrøm var
rættuligt rok, tí
áskoðararnir hjá illa
stadda heimaliðnum
hildu, at dómarin
hevði snýtt teir fyri
tvey brotsspørk
NOREG
Jóannes Hansen
Tá Jákup Mikkelsen í venj-
ingardystinum ímóti Vi-
borg mitt í síðstu viku helt
tætt tey trý korterini, sum
hann var á vøllinum, birtist
kanska ein lítil vón um, at
hann skuldi fáa møguleik-
an, tá tað í vikuskiftinum
varð farið undir seinna
partin av kappingarárinum.
Nú er júst eitt ár síðani, at
Jákup kom til Molde. Fyri
einum ári síðani spældi
hann fyrsta dystin á heima-
vølli ímóti Rosenborg, tá
Molde býurin hevði jass
festival.
Í síðstu viku var aftur ár-
ligi
jassfestivalurin
í
Molde. Í tí sambandinum
varð landskappingardystur-
in ímóti Odd Greenland úr
Skien spældur. 8.137 áskoð-
arar møttu upp, og teir kun-
du staðfesta, at venjarin
framvegis hevur mest álit á
Eddie Gustafsson at røkja
uppgávuna millum stólpar-
nar, og at Jákup Mikkelsen
harvið var á beinkinum
allar 90 minuttirnar.
Úrslitið var 0–0. Heima-
liðið hevði bóltin mest,
men teir megnaðu ikki at
spæla seg til upplagdar
møguleikar. Gestirnir vóru
ikki í festival hýri. Teirra
setningur var at verja um
tað, sum teir høvdu við sær,
og tað eydnaðist. Áskoðar-
arnir góvu til kennar, at teir
vóru ikki nøgdir við leik-
lutin hjá Odd í undirhaldi-
num, men tað legði venj-
arin hjá Skien liðnum vert-
in í. Hann og spælararnir
vóru komnir fyri at røkka
javnleiki, og teir vóru væl
nøgdir við, at tað eydnaðist.
Javnleikurin kom illa við,
tí Molde vil so fegið vera
topplið. Nú fór oddaliðið
Lyn sjey stig frá teimum,
og tað var møguleiki fyri, at
Molde í gjárkvøldið skuldi
hóttast á næstfremsta plássi-
num. Tá hevði Rosenborg
heimavøll ímóti Viking úr
Stavanger. Um tað eydnað-
ist Rosenborg at vinna tann
dystin, so vóru teir – hóast
tað ikki hevur verið serliga
sannførandi higartil í ár –
saman við Molde á næst-
fremsta plássinum. Og so
verða tað teir úr Trónd-
heimi, sum verða roknaðir
sum besta boðið uppá liðið,
ið skal megna at fáa Lyn
aftur.
Rok í Lillestrøm
Lyn var á útivølli á Åråsen í
Lillestrøm. Úrslitið var 1–0
til Lyn, og tað vóru teir á
heimaliðnum og serliga
áskoðararnir ikki væl nøgd-
ir við. Tá dómarin skuldi
fara til hús, noyddist løg-
reglan at fylgja honum.
Sera
vreiðir
áskoðarar
vildu heilsa upp á dómaran,
sum teir hildu hevði snýtt
teir fyri ikki minni enn tvey
brotsspørk.
Øðin mundi ikki minst
komast av, at tepra tapið
hevði við sær, at Lillestrøm
nú er í álvarsligum vanda
fyri at flyta niður. Undan
kappingarbyrjan varð rokn-
að við, at Lillestrøm skuldi
saman við Molde kappast
við Rosenborg um meistara-
skapin.
Brann úr Bergen var
heppið, tá teir vóru á úti-
vølli ímóti Moss. Teir stút-
aðu
sigursmálið
í
yvirtíðini.
Størsta undirhaldið mun-
di vera, tá Bryne hevði vitj-
an av Bodø/Glimt. Bæði
liðini liggja tungt í sjónum,
og tá gestirnir tíðliga í 2.
hálvleiki høvdu lagt seg á
odda 3–0, sá tað illa út hjá
Bryne. Men so vendi tað
rættuliga.
Í
handavend
minkaði heimaliðið um
munin til 3–2. Tað restaðu
nakrir fáir minuttir, tá teir
javnaðu til 3–3, og tá
klokkan var farin fýra min-
uttir út um vanligu leiktíð-
ina, eydnaðist tað Bryne at
skora sigursmálið. Einki er
at siga til, at hýrurin á
áskoðarunum var framúr
góður.
Vålerenga tapti 2–0 á
tjóðarleikvøllinum Ullevaal
ímóti Stabæk. Sogndal spæl-
di ikki í vikuskiftinum.
Molde misti á heimavølli
Enn røkist onki fyri, at Jákup Mikkelsen verður at síggja í
málinum hjá Molde
Mynd Savnsmynd
C
M
Y
K
20
Nr. 138 - 23. juli 2002
21
– Tað er so avgjørt
áhugi millum rógvar-
ar at hava eina innan-
dura Føroyameistara
kapping í Concept 2
rógving, so væntandi
verður ein tekningar-
listi til ta fyrstu kapp-
ingina av sínum slag í
Føroyum nakrantíð,
løgd út á síðuna hjá
Klaksvíkar Róðrar-
felag aftan á Ólavs-
søku, sigur Kristian
Eli Zachariassen, for-
maður í róðrarfelag-
num í Klaksvík
KAPPRÓðUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Alla vetrarhálv-
una liggur kappróðurin
stillur kring landið. Soleið-
is hevur tað altíð verið, men
nú sær tað út til, at tað ikki
verður í ár.
Klaksvíkar Róðrarfelag
hevur ætlanir um at roynda-
koyra ein føroyameistara-
kapping í Concept 2 rógvi-
maskinum
einaferð
í
septembur í Klaksvík.
Umstøðurnar hjá Klaks-
víkar Róðrarfelag eru góð-
ar og tað standa átta Con-
cept 2 rógvimaskinur í
venjingarhølunum hjá teim-
um.
Tað einasta formaðurin
fílist á, er at brúsuviður-
skiftini eru ikki nóg góð,
men tað finnast aðrir
møguleikar, um tað ikki
eydnast at fáa tey viður-
skiftini í rættlag áðrenn
kappingin verður.
Kappingin
Kristian Eli Zachariassen
greiðir frá, at enn er ikki
avgjørt hvussu kappingin
verður
skipað.
Altjóða
kappingar hava tveir vekt-
klassar, ein lætt og ein
tungvekt, har markið er 74
kilo.
Men Kristian Eli vísir á
aldursmunin í føroyskum
kappróðri, og sigur, at tað
kann fara at vera ómetaliga
torført hjá einum 17 ára
gomlum drongi, sum vigar
75 kilo at gera seg galdandi
millum menn mitt ella sein-
ast í tjúgunum.
– So spurningurin er, um
vit áttu at havt tveir aldurs-
bólkar eisini. Mannfólk
undir og yvir 18 ár og tað
sama fyri kvinnurnar. Vans-
in við hesum er so, at tað
verða so nógvir bólkar, og
um ætlanin er at fáa stuðlar
til at lata vinnarunum eina
peningagávu, so kann tað
fara at gerast torført, um ov
nógvir bólkar eru, heldur
Kristian Eli.
Hann sigur, at hugsast
kann, at kappingin verður
skipað sum ein Cup kapp-
ing, har til dømis 8 ella 10
tey bestu fáa ein møguleika
aftur at, við at tey koma í
eina hálvfinalu og síðani
verður sjálv finalan.
– Men so koma tey at
rógva tríggjar ferðir ein
dag, og vit vita ikki, um tað
kanska verður ov nógv av tí
góða.
Teinurin, sum róð verður,
er 2.000 metrar upp á tíð.
Rógvarin avger sjálvur
tyngdina á takinum. Tað vil
siga, at hann stillar sjálvur
inn, hvussu tungt tað skal
verða at rógva. Men tað er
ikki loyvt at broyta innstill-
ingina, tá hon so er gjørd.
Tað er soleiðis, at lættari
maskinan verður stillað,
fleiri tøk mugu takast. Ella
sagt á ein annan hátt, so tel-
ur maskinan metrarnar
skjótari niður, jú tyngri tað
verður at rógva.
Tekningarlisti á
heimasíðuna
Kristian Eli sigur, at ætlan-
in er aftan á Ólavssøku, tá
nøkur viðurskifti eru komin
upp á pláss, at leggja tekn-
ingarlista út á heimasíðuna
hjá felagnum, har luttakar-
arnir so kunnu tekna seg.
Og sjálvandi verður heima-
síðan so eisini nýtt til at
leggja úrslit út á.
Hann sigur eisini, at hetta
kann fara at gerast ein góð-
ur møguleiki til at savna
upplýsningar saman um
føroyskar rógvarar. Tí tá
teir skulu til eina tílíka
kapping, skulu tey upplýsa
vekt og aldur. Og við teim-
um upplýsningunum saman
við úrslitunum hjá hvørjum
einstøkum, so skuldi verið
grundarlag fyri at lýst støð-
ið í føroyskum kappróðri
ella rættari sagt føroyskum
innandura kappróðri.
Tí tað kann ikki saman-
berast at rógva á eini rógvi-
maskinu inni og so í tí før-
oyska kappróðrarbátinum,
har
veður,
vindur
og
streymur eisini spæla ein
stóran leiklut.
– So kunnu vit møguliga
finna út av um nakað er í
øllum reypinum, sum dag-
liga hoyrist millum rógvar-
ar, sigur Kristian Eli skemt-
andi og flennir.
Hann heldur, at tað ein-
asta, sum skal til fyri at
skipa fyri eini tílíkari kapp-
ing her á klettunum er, at
onkur tekur seg saman og
ger nakað við tað. Tí tíðin
leggur so avgjørt upp til
tað, nú fleiri og fleiri feløg
kring landið hava skaffað
sær Concept 2 maskinur.
Sjey feløg
hava Concept 2
– Tað eru sjálvandi ikki øll
feløgini, sum hava maskin-
urnar, men mær vitandi eru
feløgini, sum hava maskin-
ur, sjey í tali. Tey eru:
Havnar Róðrarfelag, Róð-
rarfelagið Knørrur, Argja
Róðrarfelag, Miðvágs Róð-
rarfelag, Vágs Kappróðrar-
felag, Róðrarfelagið Strál-
an og Klaksvíkar Róðrar-
felag, greiðir Kristian Eli
frá og so leggur hann aftur
at, at eitt nú Fragd og Fimi
og Top Form eisini hava
Concept 2 maskinur.
Eisini heldur hann, at um
ein er í form, tað vil siga
hevur góða kondi, so ræður
tað eina mest um at læra
seg at rógva á eini tílíkari
maskinu. Og tá er tað
møguliga nóg mikið at
venja á maskinunum í einar
tvær vikur ella so.
Talan er, sum áður nevnt,
bert um eina roynd nú í
septembur, men um tað
roynist væl, so verður ein
almenn ella óalmenn føroya-
meistarakapping
tíðliga
komandi ár.
– Við tað, at vit hava eina
royndarkapping fyrst, so
má man vóna, at vit kunnu
síggja so nógvar byrjunar-
trupulleikar sum gjørligt og
fáa rætta tað, sum vit gera
skeivt til eina aðru ferð,
sigur Kristian Eli Zacharias-
sen.
Um kappingin verður al-
menn ella óalmenn veldst
um Róðrarsambandið kem-
ur upp í ella ikki.
Kristian Eli sigur, at hann
hevur tosað við onkrar
rógvarar, umframt at felag-
ið hevur lagt ein spurning
út á heimasíðuna fyri at
kanna áhugan fyri eini tílík-
ari kapping. Og tað letur til
at áhugin er til staðar.
Men hann leggur at enda
dent á, at nógv viðurskifti
eru ógreið enn viðvíkjandi
kappingini, sum tó er
ætlanin at fáa í rættlag eftir
Ólavssøku, soleiðis at klárt
verður at hava kappingina í
septembur.
Innandura kappróður
Um alt gongur eftir ætlan, so
fara føroyskir rógvarar at
rógva innandura í eini
føroyameistarakapping í
heyst. Klaksvíkar Róðrarfelag
fyrireikar eina kapping í
innandura kappróðri á
Concept 2 rógvimaskinum
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!
21