Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 23. juli 2002 19 Sjey umfør eru telvað í stóru opnu kapping- ini í Keypmannahavn sum fimm føroyingar luttaka í, og sum heild hevur gingist væl hjá okkara monn- um TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Teir fimm føroyingarnir, John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Ólavur Simon- sen, Finnbjørn Vang og Rani Baldursson royna sítt flog í hesum døgum í Keypmannahavn, og hjá teimum flestu hevur hilnast óføra væl. Sjey av ellivu umførum eru leikt í tí siðvandu talv- kappingini, har heili átjan stórmeistarar, og fleiri al- tjóða meistarar í ár royna seg í danska hitanum. 197 telvarar luttaka. Á www.politikencup.dk er møguligt at fylgja við, og á www.faroechess.com skriv- ar Ólavur Simonsen um føroysku gongdina. Finnbjørn legði bestur út Longu í fyrsta umfari fingu vit eitt óvæntað føroyskt úrslit tá Finnbjørn ikki gjørdi mætari enn at vinna á tí sera rutineraða og sterka dananum IM Bjørn Brinck Claussen. Síðani hevur Finnbjørn hildið gongdina við góðum úrslit- um móti nógv sterkari mót- støðu. John Arni og Ólavur hava til felags, at teir hava fingið javnleikir móti stórmeistar- um. Serliga John Arni vísti tenn við sínum javnleiki móti GM Tiviakov (2628!), men javnleikurin hjá Ólavi við svarta fólkinum móti GM Kallio (2501) er sanni- liga eisini høgt í metum. John Arni hevur staðið seg væl í kappingini, og hevur møtt fleiri tittulhaldarum og hóast hetta hevur hann fleiri stig enn væntað. Ólavur er eisini væl við á stigartalvuni. Ringt er at halda stima- num. Tað má Flóvin ásann- að. Fyrr í juli mánaða ogn- aði Flóvin sær, sum kunn- ugt, sum fyrsti føroyingur ein IM norm, men í Politik- en Cup hevur ikki gingið heilt til vildar hjá honum. Á stigartalvuni sær gott út, men mótstøðan hevur verið væl veikari, og valla er hann nøgdur við sítt avrik higartil. Men enn resta fýra umfør í, og tí kann gongdin skjótt vendast. Trýstið á herðum hansara er sjálvsagt voksið eftir frálíka úrslitið í Týsklandi herfyri, og tað eigur ein at taka hædd fyri. Ungi klaksvíkingurin Rani Baldursson, hevur fingið vind í seglini seinastu tvey umførini við tveimum sigr- um móti væl sterkari mót- støðu. Hann fekk annars eina misjavna byrjan, men hevur síðani telvað seg heitan. Støðan eftir sjey umf. : 1-4GM Volokitin . .6stig GM Turov . . . . .6 GM Ward . . . . .6 GM Tiger . . . . .6 29-49 John Arni Nilssen . . . .4,5 Flóvin Tór Næs . . . . . .4,5 50-81 Ólavur Simonsen . . . . . .4 113-140 Finnbjørn Vang . . . . . . .3 Rani Baldursson . . . . . .3 Besta møguleika at skora sær ein IM norm, hevur John Arni. Tó er vegurin enn tungur, tí bæði úrslit og mótstøða má fløska seg ótrúliga væl, um tað skal gerast veruleiki. Men vónin livur enn, og vónandi eisini hjá fremsta føroyska telv- aranum í løtuni. Íslandssúlan verður í Klaksvík Í døgunum 15-18. august verður árliga Íslandssúlu- kappingin telvað í Klaks- vík. Síðani miðskeiðis í 70´unum hevur kappingin annars hildið til í Havnini, men í ár lána klaksvíkingar siðvandu kappingina. Telv- að verður í Ósaskúlanum. Nógv verður gjørt burtur- úr kappingini, eitt nú er ser- lig heimasíða gjørd til til- takið, www.talvkapping.sub- net.dk/, har møguligt er at tekna seg, umframt fleiri aðrar upplýsingar eru um kappingina. Ein kann eisini tekna seg við at venda sær til Klaksvíkar Talvfelag. Tekningarfreistin er 1. aug. Úr Klaksvík frættist at virðislønirnar verða serliga góðar í ár. Eitt nú er fyrsta virðisløn 2.500 krónur, um- framt at fleiri ratingvirðis- lønir verða givnar. Eisini ganga leysasøgur um at sterkir danskir telvarar ætla sær at luttaka, men enn kann einki sigast við vissu. Nærri frættist um kapping- ina og luttakarar í august mánaða. Talvið hesa vikuna IM Brinck Claussen,B (2369) - Finnbjørn Vang (1937) Politiken Cup Copenhagen (1), 15.07.2002 Spanska byrjanin 1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 a6 4.Ba4 Rif6 5.0-0 b5 6.Bb3 Be7 7.Re1 d6 8.c3 0- 0 9.h3 h6 10.d4 exd4 (her vóru fleiri møguleikar hjá svørtum, eitt nú Re8, Bf8, ella Bb7 sum peikar á e4 finnuna. Finnbjørn velur at opna støðuna) 11.cxd4 Ria5 12.Bc2 c5 13.b3 Ric6 14.Ribd2 cxd4 15.Bb2 Rib4 16.Bb1 d3 17.Rid4 Bb7 18.a3 Ric2 19.Rixc2 dxc2 20.Fxc2 g6 21.Fc3 Kh7 22.b4 (hvítur hevur tí betru støðuna, men Finn- bjørn trívist í tílíkum opn- um støðum, og tá er hann farligur at fáast við) 22...Rc8 23.Fb3 Rih5 (Riddarin hevur beina kós móti hvítu borgini) 24.Rif3 Bf6 25.Ba2 Rif4 26.Rad1 Fe7 27.Bxf6 Fxf6 28.Rd4 Rc1 (Finnbjørn leikar ágang- andfi og gevur tað eisini bonus við tað sama. Danski altjóða meistarin missur fullkomiliga vitið næstu tveir leikirnar, og Finnbjørn útnyttar sjálvsagt ørleikan) 29.Fe3? [29.Rxc1 Rie2+ 30.Kf1 Rixc1 31.Fb2 Rixa2 32.Fxa2 átti hvítur at leikt, soleiðis at hann við- helt sín lítla fyrimun.] 29...Rxe1+ 30.Rixe1?? DIAGRAM [30.Fxe1 er einasti leikur, men eftir Rixh3 hevur Finnbjørn fyrimun] 30...Fxd4! 0-1 Diag. Eftir 30.Rixe1 Politiken Cup Ungu føroyingarnir skulu komandi viku- skiftið royna seg sam- an við Brøndby-ung- lingunum í sterkari kapping í Onglandi FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen 17-ára gomlu Rókur av Fløtum Jespersen og Ras- mus Nolsøe fóru síðsta fríggjadag niður til Brønd- by, har skulu ganga á handilsskúla næstu trý ár- ini. Umframt skúlagongd, er skrivlig avtala gjørd um, at teir skulu venja við ung- lingaliðnum hjá Brøndby tey næstu trý árini. Eftir trimum mánaðum skal danska meistaraliðið gera av, um felagi skal keypa ungu føroyingarnar leysar av teimum føroysku feløgunum. Í løtuni lænir Brøndby spæliloyvini frá TB og HB. Venja undir Lars Olsen og Tom Køhlert Føroysku spælararnir koma undir køna hond í Brøndby. Tað verða nevnliga fyrrver- andi liðskiparin á danska landsliðnum, Lars Olsen, og venjarin á meistaralið- num í fjør, Tom Køhlert, sum skulu standa fyri venj- ingunum hjá unglinga- og elituliðnum Føroyingar hava longu luttikið í venjingum um vikuskiftið, og sum skilst hava teir báðir staðið seg væl, og eru teir sera spentir um, hvussu teir næstu mán- aðirnir fara at spæla av. Til kapping í Onglandi Mikudagin skulu Rókur og Rasmus á venjingarlegu við Brøndby-unglingunum í Jútlandi, og komandi viku- skifti gongur leiðin til Ong- land, har unglingarnir hjá Brøndby skulu luttaka í sterkari kapping. Spennandi verður at fylg- ja við, hvussu føroysku Brøndby-spælararnir fara at standa seg. Rókur og Rasmus farnir til Brøndby Rasmus Nolsøe t.v. og Rókur av Fløtum Jespersen t.h. eru nú farnir undir Brøndby- ævintýrið 19 18 Nr. 138 - 23. juli 2002 TÍðINDASKRIV Bragdið Leygardagin tann 27. juli skipar Bragdið fyri renni- kappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start- ur og mál í øllum kapping- um er á Skálatrøð. Byrja verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Tinganes. Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldurs- bólkum: vaksin fødd í 1984 ella fyrr, og vaksin fødd í 1956 ella fyrr (veteranar). Vinnandi maðurin og kvinnan fáa steyp, harum- framt fáa nr. 1, 2 og nr. 3 heiðursmerki. Nr. 1, 2 og 3 í veteranbólkunum fáa heiðursmerki. Kappingin á Ólavsøku er samstundis 6. – og síðsta – umfar í árligu Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu. Hjá monnunum er Bogi Lenvig fremstur við 200 stigum, nr. 2 er Gut- torm Sørensen við 140 stig- um og nr. 3 er Bogi Joensen við 116 stigum. Hjá kvinn- um er Rigmor N. Arge fremst við 200 stigum, nr. 2 er Sólfríð Fjalsbak við 124 stigum og nr. 3 er Brindis R. Weihe við 88 stigum. Bæði hjá kvinnum og monnum eru samlaðu vinn- ararnir funnir, meðan hinar støðurnar ikki eru endaliga avgjørdar. Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur – 7 ár (f. 1995 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreing- ir og gentur – 10 ár (f. 1992-1994) sama tein Tey størru børnini skulu renna 2 ferð runt, t. e. 1200m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (f. 1989- 1991) og dreingir og gentur – 17 ár (f. 1985-1988). Nr. 1, 2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gent- um og dreingjum fáa heiðursmerki. Vinnarin fær harumframt steyp. Eins og hjá teimum vaks- nu er hetta eisini tann sein- asta kappingin í barna Grand Prix kappingini. Spennandi verður tí at síggja hvørjir vinnararnir verða! Handan av steypum til nr. 1, 2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini, hjá bæði vaks- num og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir á Ólavsøkurenningini eru heiðraðir. Við vón um at nógv møta til kappingarnar – í fjør vóru uml. 150 luttakarar – verða tey ið ætla at luttaka biðin um, at melda seg til við handilin hjá P/F Valde- mar Lützen ímillum kl. 17.30-18.15. Eftir at FCK fríggja- kvøldið knýtti fyrr- verandi svenskan landsliðsspælara afturat sær, er tað rættuliga trongligt í FCK álopinum ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Komandi vikuskifti verður farið undir eitt nýtt kapp- ingarár í donsku superligu- ni. Millum føroyingar er stóri spurningurin, um nak- ar føroyingur verður við í fyrsta umfarinum. Todi Jónsson er framveg- is einasti føroyingurin í superligu felag. Eingin ivi er um, at hann er kvalifiser- aður til pláss í bestu donsku deildini. Trupulleikin er, at hann aftur hesa ferð hevur verið darvaður í fyrireik- ingunum til nýggja kapp- ingarárið. Alla síðstu viku helt ein liðbandsskaði í fót- liðnum honum frá FCK lið- num. Í gjár skuldi Todi roynast. Um royndin eydnaðist væl, so skuldi Todi í dag venja saman við liðfeløgunum. Í síðstu viku hevur hann – sum so mangan áður – ver- ið noyddur at venja einsa- mallur á súkklu og í renn- ing. Tískil bilar venjingar- støðuni ikki so nógv, men tað er greitt, at tað gongur út yvir bóltførleikan, tá tað ikki ber til at venja saman við liðfeløgunum. Skaðin var orsøkin til, at Todi Jónsson ikki var við, tá FCK leygardagin vann 3–1 í Parkini ímóti belgiska Club Brügge. Zuma var rættuliga í hopla. Hann stútaði úr meiri enn sekstan metrum til 1–0, og hann legði upp til málið, sum Peter Møller skoraði til 3–0. Í tí førinum eyðmýkti suðurafrikanski snillingur- in persónliga mótstøðu- mannin, so tað stóð eftir í. Nýggi kappingarneytin Seinnapartin fríggjadagin boðaði FCK frá, at teir nú hava skrivað sáttmála við tann álopsspælaran, sum teir síðstu tíðina hava sagt, at teir hava droymt um at fingið í felagið. Harvið hevur venjarin, Hans Backe, fingið tað soleiðis, sum hann vildi, tá hann kom til FCK. Tá segði hann, at tað fór at verða neyðugt at styrkja allar tríggjar keturnar, og tað hava teir nú gjørt. Nýggi maðurin er Jörgen Pettersson, sum hevur skrivað undir trý ára sam- starvsavtalu við FCK. Tal- an er um kent navn í svenskum fótbólti. Hann hevur spælt 27 landsdystir, og hann hevur skorað sjey landsliðsmál. Frá 1993 og til 1995 spældi hann í Malmö FF. Danskir fjøl- miðlar siga seg vita, at Malmö FF ætlaði sær álopsmannin, nú hann aftur vendi nøsini ímóti Skandi- navia, men teir í FCK dug- du betri. Síðani 1995 hevur Jörgen Pettersson spælt fótbólt í Týsklandi. Fýra tey fyrstu árini var hann í Borrussia Mönchengladbach, og síð- ani í 1999 hevur hann verið í Kaiserlautern. Nýggi maðurin var millum áskoð- ararnar í Parkini leygardag- in, og so fæst at síggja, um hann megnar at treingja Toda Jónsson út á beinkin ella kanska út í miðvallar- plássið í vinstra borði. Donsku miðlarnir halda, at Zuma við avrikinum leyg- ardagin rudduliga staðfesti, at hann eigur fyrsta álops- plássið í FCK. Niels–Christian Holm- strøm, ítróttarstjórin í FCK, sigur, at við nýggja álops- manninum, sum hann metir at vera komplettan spælara, er hópurin munandi styrkt- ur. Venjarin, Hans Backe, sigur, at nýggi spælarin hevur góðan bóltførleika, at hann er skjótur, og at hann er, sum hann málber seg, en naturlig målscorer. Og so heldur venjarin, at tað hev- ur altstóran týdning, at hann hevur nógvar altjóða royndir. Tað, sum fellur í eyguni, er vendingin en naturlig målscorer. Todi Jónsson hevur ofta sagt, at krøvini til álopsspælara eru, at hann støðugt skorar mál. Føroyski spælarin, sum krevur nógv av sær sjálv- um, hevur ikki verið nøgd- ur við, at hann ikki hevur skorað nóg støðugt. Spurningurin er so, um FCK hevur ætlanir um at sleppa sær av við onkrar álopsspælarar. Tá tað varð almannakunngjørt, at FCK hevði keypt nýggja spælar- an, helt venjarin fyri, at hann vónaði, at Todi fór skjótt at verða tøkur aftur. Todi verður heilt víst rokn- aður frammanfyri aðrar álopsspælarar, sum fáa løn í FCK. Tað er einki at undrast á, um eitt nú Pascal Simpson og Peter Møller kenna, at møguleikin hjá teim- um at sleppa framat er nógv minkaður, nú felagið hevur keypt ein svensk- an álopsspælara úr týsku bundesligu- ni. Eisini nýggjan stjóra FCK tykist gera nógv fyri, at teir støðugt skulu vera á forsíðunum í bløðunum og í yvirskriftunum í útvarpi og sjón- varpi. Fríggja- dagin boðaðu teir eisini frá, at Flemming Øst- ergaard, sum hevur verið nevndur Mr. FCK, ikki long- ur er stjóri í felagnum, sum rekur fótbóltsliðið, og sum eisini hevur raksturin av Parkini um hendi. Nýggjur stjóri er Jørgen Glistrup. Tað er sonur kenda politikaran Mogens Glistrup. Hesin Jørgen var fyri góðari viku síðani á frí- tíðarferð í Føroyum saman við familjuni. Flemming Østergaard verður nú nevndarformaður í FCK. Hann hevur sagt, at hann fer ikki at verða minni sjónligur, enn hann hevur verið. Í donsku miðlunum verður sagt, at tey sum kenna mannin, ivast ikki í, at tað er rætt, sum hann sig- ur. Hann sigst hava trongd til at vera har, sum tað gongur fyri seg. Nýggi danski álops- maðurin skoraði trý mál, tá NSÍ fríggja- kvøldið vann lættan venjingardyst 6–1 VENJINGARLEGA Jóannes Hansen NSÍ fyrireikar seg í hes- um døgum í Íslandi til fyrstu luttøku teirra í endadysti um løgmans- steypið. Jógvan Martin Olsen og hansara menn eru í Ís- landi. Teir eru á Norður- landinum. Jens Martin Knudsen var í fleiri ár á Ólafsfirði, og tað er har, sum NSÍ heldur til. Teir venja á vøllinum hjá Leiftri, og teir siga, at umstøðurnar eru góðar. Tveir venjingardystir eru á skránni. Tann fyrri varð spældur longu fríggjakvøldið ella sama kvøldið, sum NSÍ kom á Norðurlandið. Tann seinni var á skránni í gjárkvøldið. Fyrri dysturin var ímóti einum liði, sum nevnist Magn. Talan er um lið úr 2. deild, sum er triði besta deildin í Ís- landi. NSÍ vann 6–1, og á heimasíðuni hjá NSÍ vita teir at siga, at mótstøðan var einki serlig. Teir vita eisini at siga, at mótstøð- an var meiri kropslig, enn hon var í fótbólts- dygdum. Spælararnir á hesum liðnum eru fyri tað mesta sovornir, sum eru dump- aðir, tá teir hava roynt at koma á liðini í bestu fót- bóltsfeløgunum á Akur- eyri. Tey eru Þór og KA. Serligur spenningur hevur verið um, hvussu nýggi álopsmaðurin hjá NSÍ fór at roynast. Ulrik Balling kom til Føroya tíðliga í síðstu viku, og hóast mótstøðan ikki var nakað at reypa av, so kann ikki sigast annað, enn at Vejle maðurin gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum í hesum fyr- sta dystinum. Ulrik Bal- ling skoraði trý av teim- um seks málunum. Hini skoraðu Brynjolvur Niel- sen, Gert Langgaard og Ian Højgaard. Seinni venjingardyst- urin skuldi verða á Akur- eyri í gjárkvøldið. Tá skuldi NSÍ royna seg ímóti Þór, sum er í bestu íslendsku deildini. Tá fór mótstøðan at vera av øðr- um slagi, enn hon var fríggjakvøldið. Hvussu tað royndist hjá NSÍ fara vit ivaleyst at frætta meiri um í blaðnum í morgin. Balling bragdligur á Ólafsfirði Nýggji danski áleyparin, Ulrik Balling royndist væl í fyrsta dystinum fyri runavíkingar, hann skeyt ikki færri enn trý mál í 6-1 sigrinum á Magn úr Íslandi Mynd: Savnsmynd Tað trongist hjá Toda Renning á Ólavsøku! Skráðin fyri Ólavsøkurenningina er henda: Kl. Aldursbólkur Teinur 17.30-18.15 Tilmelding 18.30 Vaksin (fødd í 1984 ella fyrr) 5 km 19.00 Børn - kappast verður í hesi raðfylgju: Børn - 7 ár (f. 1995 ella seinni) 600m Børn - 10 ár (f. 1992-1994) 600m Børn - 13 ár (f. 1989-1991) 1.200m Børn - 17 ár (f. 1985-1988) 1.200m 20.00 Heiðursmerkja- og steypahandan Við keypinum av svia- num Jørgen Petter- sen, fer rættiliga at trongjast hjá Toda í FCK-álopinum. Mynd Savnsmynd C M Y K 18