týsdagur 23. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 23. juli 2002
17
Besti føroyski
súkklarin í
kappingini, Gunnar
Dahl Olsen, var ikki
nøgdur við avrikið
sunnudagin
STATOIL KRING
FØROYAR
Páll Holm Johannesen
Gunnar Dahl Olsen hevði
undan kappingini sett nøs-
ina uppeftir at endurtaka
triðja plássið frá í fjør, men
tað eydnaðist ikki honum í
kappingini í ár. Samanlagt
endaði Gunnar á einum
fimta plássi, og tað var
hann hampiliga væl nøgdur
við.
- Fimta plássi samanlagt
er á eini leið, men eg eri
ikki nøgdur við avrikið í
dag, segði Gunnar Dahl-
Olsen við Sosialin sunnu-
dagin eftir kappingina.
Gunnar greiddi eisini frá,
at hann var væl nøgdur við
kappingina sum eina heild,
og hevði ta fatan, at út-
lendingarnir
vóru
væl
nøgdir við kappingina í ár.
Spurdur um hvussu støð-
ið í ár var í mun til undan-
farin ár, segði Gunnar, at
støðið var á leið tað sama
sum í fjør. – Eitt nú var
tíðin í einkultstartinum í ár
betri enn hon var í fjør, so
eg vil ikki siga at støðið er
lækkandi, legði Gunnar
aftrat.
– Á einari leið
Gunnar Dahl-Olsen gjørdist
fremsti føroyski súkklarin í
ár, og endaði á einum
samanløgdum fimta plássi í
kappingini
17
16
Nr. 138 - 23. juli 2002
STATOIL
KRING FØROYAR
Páll Holm Johannesen
Vinnarin í Statoil Kring
Føroyar kappingini í ár,
Karsten Ellerup, var sum
vera man fegin um úrslitið.
– Eg vónaði undan kapp-
ingini at enda millum
tríggjar teir fremstu, so tað
at vinna kappingina er bara
einastandandi, segði Kar-
sten Ellerup eftir kapping-
ina.
Karsten Ellerup súkklar
í fremsta bólkinum í Dan-
mark, og tí hevur hann í
mun til hinar súkklararnar í
kappingini, nógvar royndir
við at súkklukappingar, ið
fevna um fleiri dagar. Í
Danmark er tað bara í tí
fremsta bólkinum at súkkla
verður etapu-koyringar.
Spurdur um hvussu tað
bar til, at hann hevði leitað
sær til Føroyar, svaraði
Karsten, at hann hevði lisið
greinar í blaðnum Cykler-
en, sum høvdu róst kapp-
ingini, og tí valdi hann at
koma upp til Føroya. Eisini
var hann áhugaður at vitja
Føroyar, og uppliva vøkru
náttúruna, sum hann tók til.
Karsten var væl nøgdur
við kappingina, og ikki
minst karmarnar rundan
um hana.
– Eg havi onkið at seta
fingur á, og tit kunnu vera
vís í, at eg verið her aftur
næsta ár at verja heitið.
Strævnasti
teinurin
i
kappingini, metti Karsten
vera Eiðisskarð, og vísti á,
at hann als ikki var vanur
við súkklukappingar við so
nógvari fjallakoyring.
– Í Danmark eru vit als
ikki von við slíka fjalla-
koyring, men tað gekk væl
kortini, og eri sera fegin um
sigurin, legði Karsten Elle-
rup aftrat.
STATOIL
KRING FØROYAR
Páll Holm Johannesen
Yngsti súkklarin nakrantíð
at gjøgnumføra Statoil
Kring Føroyar kappingina,
gjørdist Bergur Johansen,
tá hann kom á mál við
Statoil- støðina í Gundadali
sunnudagin.
Bergur er 13 ára gamal,
og hann hevur súkklað í eitt
gott ár. Bergur var sera feg-
in um, at honum hevði
eydnast at gjøgnumføra
kappingina.
– Hósdagin var eg fleiri
ferðir við at geva upp, men
eg helt á, og tað eri eg sera
fegin um í dag, segði Berg-
ur við Sosialin sunnudagin.
Umframt Berg, so kom
14-ára gamli Hans Kros-
stein eisini á mál sunnu-
dagin, og tað má sigast at
vera sera flott avrik frá
teimum báðum ungu súkk-
larunum.
Ungi
Dánjal
Michaelsen var so óheppin
at fáa pínu í ryggin, og
kundi tí ikki vera við
sunnudagin.
Bergur og Hans eru
kappingarneytar í aldurs-
bólkinum12-14 ár, og skulu
longu á Ólavsøku kappast
aftur.
Fegin
vinnari
Karsten Ellerup gleðir seg til
komandi ár, tá ið hann ætlar sær
at verja heitið.
Karsten Ellerup var sera
fegin um sigurin í Statoil
Kring Føroyar
Mynd: Finnur Justinussen
Yngsti
nakrantíð
Bergur Johansen gjørdist yngsti
súkklarin nakrantíð at gjøgnumføra
Statoil Kring Føroyar
Mynd: Finnur Justinussen
Ungu súkklarnir skulu
longu í eldin aftur á
Ólavsøku
C
M
Y
K
16
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100