Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 27. juni 1979 sosialurin Høvdu ferdasedil — men sluppu ikki vid »I kan komme igen i morgen« Fríggjadagin i síðstu viku vóru eini 20 ferðafólk komin út til floghavnina í Kastrup til fánýtis. Ferðafólkini, sum skuldu til Feroyar, og høvdu ferðaseðil, sluppu ongan veg. Tey fingu bert at vita, at flogfarið var fult. Tá tey spurdu, hver grundin var, fingu tey einki greitt svar. Afturi- móti fingu tey bert at vita, at tey skuldu gista á Dan Holtel til dagin eftir. Fleiri mótmæltu og spurdu um tey ikki kundu verða flogin til Bergens, soleiðis at flogfarið úr Feroyum kundi koma og heinta tey har. Men hesin spurningur varð ikki svaraður, upp- lýsa 2 ferðafólk fyri Sosi- alinum, sum annars siga, at tað var so sum so við beinaseminum. Vóna svar T.d. sluppu tveir 10—12 ára gamlir dreingir ikki við flogfarinum. Hesir vóru fremmandir og kendu lítið til flúgving og floghavnsviðurskifti. Tá hesir spurdu, hvar teir so skuldu gera, fingu teir eitt tunnligt »standard-svar«: >í kan komme igen i morgen«! Vidførid slapp við Men vidførid varð kortini sent avstað. Ikki nóg mik- ið við tí. Tá ferðafólkini komu til Vágar leygardag- in, var viðferið sent til skrivstovuna hjá Flog- felagnum, hóast ell ferða- fólkini ikki skuldu til Havnar! Komu til fánýtis fram at >check-in< — pultinum Sjálvandi hava ferðafólk- ini ein mistanka um, at ov nógvir ferðaseðlar eru seldir. Men hetta mistakið ger seg ikki galdandi í hesum føri, verður upplýst á Danair. Á Danair verður sagt, at tað vóru avleiðingar av ti vánaliga veðrinum fyrr í síðstu viku, sum ferdi við sær, at nekur ferðafólk stóðu eftir. Harafturat gjørdi asfalteringsarbeiðið á flogvellinum seg gald- andi, verður sagt. — Úrslitið varð, at vit komu tríggjar— fýra dag- ar afturút. Og tá flogførini vóru full frammanundan, hendi tað, at nekur ferða- fólk vóru í yvirskoti, sum vit so royndu at fáa við í næsta flogfarinum upp til Feroya. Eg rokni við, at tað eru avleiðingar frá hesum, sum gjerdi, at nekur ferðafólk vóru ov nógv fríggjadagin. — Flogfarid var v.ø.o. ikki yvirteknað? — Nei, tað var tað ikki. Orsekin er eina og aleina at finna í tí vánaliga veðr- inum Hendir ikki ofta! — Men tað hendir ofta, at fólk standa eftir? — Nei, tað ger tað ikki, men frá royndum vita vit, at í juni og juli kann veðr- ið i Feroyum arga okkum, soleiðis at flogferðslan kemur afturút, men van- liga gongur íerðslan væl. — Tá t.d. 20 ferðafólk standa eftir, roynir Danair so ikki at fáa tey kortini til Feroyar við at lata tey fara við rutuflogfarinum til Bergen og so lata Fer- oyaflogfarið heinta tey har? — Vanliga verða allir meguleikar royndir fyri at fáa ferðafólkini upp. Um tað er meguligt, verður eitt eyka-flogfar sett inn, ella verður flogfarið beint aftur til Bergen. Men í vikuskiftunum eru vit ikki her, so tá flýgur Mærskair bara sum vanligt, uttan at gera stórvegis tiltøk, tå tað vanliga eru vit, sum gera tey. — Og ofta fær Mærsk- air slettis ikki at vita, at tað hevur verið yvirskot av ferðafólki á rutuni Soleiðis hava teir ikki møguleika at gera nakað Ferðafólkini verða av SAS-starvsfólki víst til servicudeildina, har tey fáa hotell ávíst. — Annars hendir hetta sjáldan, verður at enda sagt á Danair. Freistin úti — onki frætt ur Bangladesh Feløgini i Bangladesh, sum vilja keypa triggjar rækjutrolarar og ein isfiskatrolara úr Feroyum. høvdu eina freist til 16. juni at geva endalig bod um keypid. Henda freistin er nu uti, men onki er frætt ur Bangladesh, hvørki fyri ella eftir tann 16. Meguleikin at selja til Bangladesh er kortini framvegis til staðar, men teir, sum arbeiða vid målin- um, kunna onki siga, nær ein avgerð fellur. Tað kann eins væl verða í morgin, sum um tveir mánaðir. Tað eru rækjutrolararnir Suðurvarði, Tórsbúgvin og Logos og ísfiskatrolarin Dalenni, sum nøkur feløg í Bangladesh vilja keypa við almennum stuðli. Skipini skula fiska rækjur og verða tes seld til Bangladesh, skal Dalenni umbyggjast til rækjuveiðu. Talan er um, at Suðurvarði skal selj- ast fyri 11 mill. kr. og hinir fyri uml. 8 mill. kr. hver. Tað er ikki einans í Bangladesh, at áhugi er fyri hesum feroysku skipunum. Eisini úr Spaniu og Noregi eru komnir fyrispurningar Síða 5 kring oyggj arnar Panelfundurin útsettur Panel-fundurin um útbyggingarætlanirnar hjá SEV, sum skuldi verða í hesi vikuni, er fyribils útsettur, upplýsir arbeiðsbólkurin. sum hevur tikið seg saman um orkuútbyggingina og nátt- úruumhvervi. Væntandi verður fundurin hildin miðskeiðis í komandi viku. Orsekin til, at fundurin er útsettur. er hon, at stjórin í lands SEV, Hjalgrim Winther, og Lands- verkfrødingurin, Mikkjal Helmsdal, eru uttan- Onga skatta- rokning fyrr enn i næstu viku Skattadeildin er við at leggja síðstu hond á skattarokningina fyri fyri hetta skattaárið. Skattarokningarnar fyri Klaksvíkar komm- unu og Froðbiar kom- munu eru um at vera lidnar, og verða vænt- andi sendar út í hesi vikuni, upplýsir leið- arin á skattadeildini, Jógvan Jensen. Enn er ikki heilt vist, nær Havnin verð- ur liðug, men Jógvan Jensen sigur, at møgu- liga verður ein partur liðugur í hesi vikuni Tað er í hvussu er heilt vist, at øll Havnin verður ikki liðug í hesi vikuni. Skattarokningin kemur eitt sindur seinri í ár enn undanfarnu ár Fyrraárið kom hon 14. juni og í fjør kom hon 2. juni. Jógvan Jensen sig- ur, at tað heila gjørdist so tverligt í samband við ta nýggju skatta- lógina. Hon ferdi við sær, at skattadeildin skuldi undir ymiskt nýtt. — Og alt nýtt hevur onkrar trupulleikar við sær, leggur Jógvar Jensen afturat. Hann vil ikki geva tí nýggju skattalógini skyldina, men sigur tað soleiðis, at hevði skattadeildin ta gomlu lógina at arbeitt við, so hevði hon klárað Havnina eftir fýra deg- um, frá tí at listin yvir Havnina var liðugur. Eftir at skattadeild- in fekk nýggj, pro- grammerað datatól fyri nekrum árum síðani, hevur tað bert tikið nakrar dagar at ålikna Havnina, men hetta hevur ikki kunnað latið seg gjørt í ár. Datatól- ini hjá skattadeildini kundu ikki klárað ar- beiðið og tí hevur Elektron gjert tað Við tað at nýtt kar totek yvir skattgjald ararnar skuldi gerast í Elektron tekur tid kemur skattarokningin so semt og hetta Men hon kemur tó ikki seinri enn einar 8—14 dagar eftir tað. hon kom fyrraårid, sig- ur Jogvan Jensen sum annars leggur afturat, at tað seinasta av skattalistanum yvir Havnina kom ikki fyrr enn komið var nakað út í juni mánað Sjónvarpsfelagið Mikudagin 27. 19.30: Spælistovan 19.53: »Medicinsk Journal 20.17: Sprittkoyring 20.37: TV-Aktuelt 27— 2207: Mariu tænastan (ser