Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-30, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 1979síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nú verður meguliga betur havnapláss í Hvalvík. Á einum tvingsilsuppboði hósdagin varð Sunda- búgvin seldur fyri 160.000 kr. Sundabúgvin, sum partafelagið Gullbeinið í Hvalvík átti, hevur í fleiri ár ligið við bryggju í Hvalvík uttan at hava verið á fiskileið. Tann danski fiskaribankin hevði fyrsta prioritet í bátinum. Kravið í bátinum var 72.000 kr. Landsstýrið hevði annan og triðja prioritet og hevði eitt krav upp á 87.000 kr., meðan Feroya Banki hevði fjórða og fimta prioritet. Krav bankans var 181.400 kr. Harafturat vóru nekur smærri krev í bátinum. Tað er ikki eydnast at fáa at vita, hver hevur keypt Sundabugvan. Men tå Føroya Banki hevði stersta kravið í bátinum, er tað meguligt, at bankin hevur keypt bátin. Sundabúgvin er bygdur í Noreg í 1962. Donsk orkesturvitjan Jydsk Akademisk Orkester, sum í letuni er á vitjan í Feroyum, hevur konsert í kommunu- skúlaaulini í Havn sunnukveldið kl. 20 og í Vest- manna skúla mánakveldið kl. 20. Teir síðstu dagarnir hevur dúgliga verið vant saman við fleiri føroyskum musikarum, sum lut- taka á konsertini. Á skránni er Symfoni nr. 101 av Haydn, kon- sert fyri solo-obo og orkestur av Hummel við Sven Munksgaard Kruse sum solisti. Árni Han- sen er solistur í Klaverkonsert nr. 12 í A-dur hjá Mozart. At enda verður spælt Watermusic av Hándel. Konsertferðin verður stuðlað av P/f Feroya Banka, Feroya Sparikassa, Sjóvinnubankanum, Fa. Poul Hansen, Fa. Leif Mohr, Fa. P. A. Res- torff, Skipafelagnum Feroyar, Tórshavnar býráð og Føroya landsstyri. Århus Amt, Århus Kom- mune, Dronning Margrethe og Prins Henriks Bryllupsfond. Ein avbyrgdur heimur Hetta er heitid av eini greinarød um tann bretska oyggjabólkin Sct. Hebridurnar. Kilda, sum liggur vestan fyri Tað er Hans Thomsen, sum hevur skrivað hesa for- vitnisligu greinargðina. Fyrsti partur er á opnuni í dag! Tey fremstu á hit- listanum í Sjónleikar- húsinum í næstu viku Lesið á baksiduni Rækjukvotan er næstan uppfiskað Higartil í ár hevur fiskasølan útflutt fyri um 60 mió. kr. afturimoti 38 mio. kr. um somu tid í fjør Tad er nu likt til, at kvotan hjá før- oysku rækjuskipu- num er um at verða uppfiskað í Grønlandi. lalt eru fiskað eini 4000 tons av rækjum. Feroya Fiskasela upp- lýsir, at fyri fyrsta juni hevði hon selt eini 3.200 tons av kókaðum rækjum. Harafturat koma eini 150 tons av pilkaðum rækjum og eini 30 tons av rárækj- um. Og í juni mánað hevur Fiskaselan selt eini 500 — 600 tons av rækjum aft- urat, soleiðis at Fiskasel- an í alt hevur selt góð 4000 tons av rækjum higartil í ár. Sambært upplýsingar frá Hagdeildini eru í alt útflutt 4.500 tons av rækjum í ár. Við ársbyrj- an lógu eftir metingum eini 700 tons av rækjum á goymslu. Eftir telunum hjá hagdeildini eru sostatt útflutt eini 3.800 tons av rækjum, sum eru fiskaðar í ár. Um 4000 tons Annars er samlaða før- oyska rækjukvotan vest- an fyri upp á góða 4000 tons. I grønlandi er hon 3600 tons, medan hon er 535 tons i Kanada. Harafturat hava før- oysk rækjuskip loyvi at veida eystanfyri. I grønlandi eru bert nøkur få skip eftir. Tey royna har, til kvota teirra er uppfiskað. Eini 4—5 skip eru i løtuni eystan- fyri, medan eini fimm fara til Kanada i næstum Nógv betur prísur Prísurin á rækjum er væl betur í ár, enn hann var í fjør. Fiskaselan upplýsir, at hann liggur um 20 pst hægri og kemst hetta av einum sterri eftirspurn- ingi Fyrsta juni hevði Før- oya Fiskasela útflutt rækjur fyri 49 mió. kr. og í juni mánað hevur fiska- sølan útflutt fyri einar 8 — 10 mio. kr. afturat, so- leiðis at samlaði útflutn- ingurin hjá fiskasøluni av rækjum liggur um 60 mió kr. higartil í ár Hetta er væl útflutningsvirðið var un meira enn somu tid i fjer. Fyrsta juni í fjer hevði fiskaselan útflutt fyri 38 mió. kr Sostatt er talan um em vekstur upp á einar nió. kr Utflutningsnegdin er ikki stórvegis broytt Í telunum hjá Føroya Fiskaselu eru tær rækj- urnar, sum fiskaselan hevur keypt frá grøn- lendingum, íroknaðar Hvussu stórt virðið av hesum rækjunum er í ár er enn óvist, men sam bært ársfrágreiðingini hjá fiskaseluni fyri 1978 sæst at í fjør var virðið av rækjum, sum vóru veidd ar og keyptar og fram- leiddar í mió. kr Grønlandi 5,5 Ikki møguligt at broyta landsstyri uttan nyval Sambært eina samreðu i Norðlýsinum er tað ikki vist, at eitt landsstýri kann skipast, uttan at ny- val til legtingið er farið fram. Í samreðuni ferir Zac- harias Wang, stats fram, at tað eru tvær tulkingar av stýrisskipanarlógini. Petur Mohr Dam, fyrr- verandi løgmadur, meinti ikki, at tað var møguligt at skifta landsstýri í ein- um valskeiði. Petur Mohr Dam styðjaði seg til eina grein, sum sigur, at lands- stýrið er valt at sita val- skeiðið hjá legtinginum. Zacharias Wang sigur, at Petur Mohr Dam, sum hevði verið við til at smíða lógina, var av ti áskoðan, at hetta stykkið var sett inn fyri at sleppa undan at landsstýrið varð skift út fleiri ferð í einum val- skeiði. Kortini forðaði hetta ikki P. M. Dam at seta eitt misálitisuppskot fram til landsstýrið, sum var valt í 1950 av sambands- og fólkaflokkinum. Men hetta uppskotið fall. Hvorjar avleiðingar tað hevði havt, um tað var samtykt, er ikki til at siga nú, men tað kundi sæð út, sum landsstýrið bara hevði hildið fram,sum um einki var hent. Hina tolkingina av lóg ini stendur skrivstovustjór in í landsstýrinum, Johan Djurhuus, fyri. Hann er av tí áskoðan, at tað er log tingi3å sum hevur valt land sstýrismenninar, so má logtingið eisini hava myndugleika til at seta teir frá Víðari sigur Zacharias Wang at í grein seks í lóg um umboðsvald Feroya verður sagt, at um starvið sum legmaður ella eitt starv sum landsstýris- maður er ósett, so velur løgtingid ein nýggjan Tað var hetta, sum hendi, tá Petur Mohr Dam doyði, og landsstýrið varð umskipað. Sum nú er, so eru øll stervini í lands- stýrinum sett, og um nak- ar av landsstýrismonnun- um skal frá, so skal log- tingið samtykkja tað T.v.s at teoretiskt kann tað lata seg gera, at Atli Dam ikki sleppur frá sum legmaður sjálvt um hann ynskir tað sjálvur I praksis hevur hetta ongantið komið fyri enn men tað kann henda nú - Tingið samtykkir ikki at upploysa samgonguna, og so vera teir noyddir at halda fram saman fólkaflokkurin og javnad- arflokkurin uttan at teir ynskja tað sj2ivir Ti so leingi eingin meiri luti er fyri nokrum eðrum so noyðist tann samgong- an at halda fram