leygardagur 30. juni 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Føroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Útspælið
NÚ ERUviðmerkingar til fráboðan hjá javnaðar-
flokkinum um samgonguslit komnar. Hóast for-
maður floksins, og legmaður, týðuliga hevur vist
á, at orsekirnar til samgonguslitið eru misjavnar
metingar og munandi eðrvísi áskoðan á samfel-
agsspurningar, ið eru orsøkin til støduna, so kem-
ur formaðurin fyri fólkaflokkin aftur við slíkum
pástandum, sum tað, at útspælið frá legmanni
ikki er annað enn lótir.
HÓAST EIN og hver, sum fylgir við í politikki,
veit, at metingarnar um politisku avgerðirnar
millum teir flokkar, sum higartil hava myndað
landsstýri, var eitt greitt samgonguskjal, har ná-
greiniliga varð sagt, hverji mál, ið semja var um,
og næstan eisini í hverji raðfylgju hesi skuldu
loysast, vita menn, at meira enn striltið gekst at
fáa tey mest týðandi málini frá hondini. So illa
gekst í hond, at fleiri av hesum málum næstan
ikki vórðu framd.
TAÐ ER sjáldan, at tingið hevur sitið saman so
stutt frammanundan vali, sum seinast. Hver
minnist ikki alt tosið um, hvussu skilaleyst tað
var at fara til val — og stutt frammanundan at
fremja mál, sum sama landsstýri ongan verðsins
meguleika hevði at fremja, seta í verk?
NEI, tað er hverki ótti, rennan undan nakrari
ábyrgd ella fjáltur um komandi tíð, ið hevur á-
virkað steðutakan javnaðarfloksins ella formann
floksins, men einans tann veruleiki, at tað nú
einaferð ikki ber til at sita í samróðri, tá áralagið
als ikki er i nærnåmind.
Dagpeninga-
skipanin
I MORGIN 1. juli kemur nyggja dagpeninga-
skipanin fyri timalønt, sum ikki hava rætt til løn
undir sjåku og til tey, sum vissa sær rætt til dag-
pening vegna sjúku, skaða ella barnsburð, í gildi.
DAGPENINGASKIPANIN, sum nú er ein veru-
leiki, er ein av størstu sosialu framtøkunum i
nýggjari tíð, síðani fólkapensjónslógin kom í
1959.
VIÐ HESUM er komið væl áleiðis í javnsetan
millum tey, sum eru fastlent og onnur, sum ikki
eru lønartryggjad undir sjúku.
SKIPANIN rekkur nú einum ringi, sum framm-
anundan einans hevði møguleika at søkja sær
vanliga almannahjálp, um einki var til mat og
klæði.
VANLIGURdagpeningur verður goldin ellum,
sum eru í lentum arbeiði hjá øårum. Húsmeður og
tey, sum reka sjålvstøduga vinnu, kunnu sjálv-
boðin tekna seg fyri dagpening. Annaðhvort við
fullari ella hálvari upphædd.
DAGPENINGUR við barnsburð verður goldin í
tveir mánaðir frá foðingini og harafturat framm-
anundan fødingini fra ti degi, læknin sigur, at
barnakonan skal halda uppat at arbeiða.
TIMALØNT verða nú tryggjad løn undir sjúku,
eins og fólk í festum starvi
HETTA er eitt mál, sum javnaðarflokkurin hevur
sett alla orku i at iremja
HETTA er við eðrum orðum eitt av
teimum stóru
sosialurin
Politiska høvudpinan av
Lassamålinum hevur
sjålvsagt elvt til nogva
skriving og bladtjak.
I stuttum er stødan
tann, at javnadarflokkur-
in ikki góðtekur, at týð-
andi samfelagsmál verða
løgd á ís, bert tí at nakrar
fáar privatar interessur
vilja tað so.
Javnaðarflokkurin góð-
tekur ikki, at týðandi
samfelagsvirðir gleppa
okkum av hondum, bara tí
at nakrar fáar einstak-
lingainteressur framum
skulu verjast.
Jógvan Sundstein ger
viðmerkingar í Dagblað-
num 22. juni, har hann
skýrir argumentasjón
javnaðarfloksins fyri tað
bera »tvætl« at vera.
Hann sigur, at vit skulu
ikki nerva ta privatu utt-
anlandssiglingina.
Hvussu skulu føroying-
ar nakrantíð hava vónir
um reidiliga at koma upp i
uttanlandssigling, tå vit
allatidina skulu ansa eftir
ikki at nerva ta privatu
siglingina, sum jú øll er á
privatum hondum — men
ikki á feroyskum privat-
um hondum.
Tað er skeivt, tá Jógv-
an Sundstein leggur javn-
aðarflokkin undir at hava
sagt, at fólkaflokkurin
setur einstaklingin fram-
um tað almenna. Javnað-
arflokkurin hevur í hesum
viðfangi sagt, at fólka-
flokkurin setur áhugamál-
ini hjá nekrum fáum ein-
staklingum framum á-
hugamål samfelagsins.
Tað er munur á.
Nr. 50 — 30. juni 1979
TVÆTLIÐ
At fólkaflokkurin sær
tað sum eina uppgávu
sína at seta tað almenna í
ringt ljós, prógvar Jógvan
eisini í síni grein.
Fólkaflokkurin vil undir
ongum umstødum vera
við til at utbyggja eina
føroyska millumlandasigl-
ing.
Tó at fólkaflokkurin
fullvæl veit, at okkara pri-
vatu feløg ikki einsamøll
makta at røkja hesa upp-
gåvuna til fulnar. Tad
mesta flyta vit ti fram-
vegis á útlendskum kjøli.
Fólkaflokkurin vil íkki
vera við til at broyta hetta
mynstur.
Fólkaflokkurin vil ikki
vera við til at millum-
landasiglingin við ferða-
fólki skal mennast um
treytin er føroysk almenn
við-
merkingar
luttøka. Sostatt vil fólka-
flokkurin onga framgongd
á hesum eki fyri føroyska
samfelagið. So heldur
framvegis flyta á út-
lendskum kjeli, geva út-
lendska kapitalinum pre-
feransuna, størsta vinn-
ingin.
Øll ávirkan á samfel-
agsgongulagið skal stýr-
ast eftir vanligum privat-
kapitalistiskum mynstri.
Vit skulu framvegis lata
tað almenna gjalda fyri
bakkestini og fólkið skal
betala og tiga. Tær fáu
privatu interessurnar
skulu framum samfelags-
samfelagsins.
So »tvætlut« er stødan.
Og hana kann javnaðar-
flokkurin ikki góðtaka.
J. Lindenskov
TAÐ VAR BEINT AT SLÍTA
Tað skuldi ikki undra
meg, um tað vóru fólk
runt um landið, sum
kenna seg eitt sindur er-
kymlað av tí, sum hent er
á politiska leikpallinum í
seinastuni.
Tey munnu nú kortini
ikki vera so mong tí allur
landsfundurin og allar
viðmerkingar frá javnað-
arfeløgum og einstakling-
um kring um landið høvdu
sama niðurlag: einki knæ-
fall fyri fólkaflokkinum.
Sostatt er avgerðin hjá
floksleiðslu javnaðarfloks-
ins um at slíta við fólka-
flokkin fult út demokrat-
isk og rett.
Men sum sagt kann
onkur framvegis spyrja,
hví fólkaflokkurin ikki er
til at samarbeiða við nú,
tá javnaðarflokkurin tó
kundi samarbeiða við
hann í fýra ár. Eisini tá
vóru kreppur flokkanna
millum — eisini tá var
javnaðarflokkurin stungin
í bakið av fólkaflokks-
monnum.
Hvat er tað, sum ger
munin millum tey bakbit-
ini og hesi?
Her skal verða gjørd ein
roynd at svara uppá hesar
spurningar, men hervið er
ikki sagt, at hetta er alt
svarað, ti innanhýsis við-
urskiftini í fólkaflokkinum
eru rættuliga flokt í let-
uni.
Steðan tykist tó at vera
tann, at persónliga sam-
ansetingin í fólkaflokki-
num var nakað ødrvisi
undir hinum valskeiði-
num. Sama kann sigast
um fólkafloksins ideolog-
iska stødi
Tað hevur leingi verið
greitt, at fólkaflokkurin
hevur í minsta lagi tveir
veingir, ein ultrakonser-
vativan høgravong og ein
liberalan og
vinstravong.
Høgravongurin, sum
verður styrdur av før-
oyskum toppvinnulívs-
monnum við fjølbroyttum
áhugamálum úti og heima
innan fyri at kalla allar
vinnugreinir, hevur sum
fyrisprákara Ola Breck-
mann. Hesin parturin av
fólkaflokkinum er eyð-
kendur av, at hann full-
komiliga er undirlagdur ta
sinniligan
lítlu kliku, sum stýrir
okkara fiskaseluverð,
bankaverð, innflytara-
virkjum og stóru reiðara-
virkjum. Hesin partur vil
við Øla Breckmann á odda
gera alt fyri at tekkjast
hesi lítlu kliku, og hann
livir í ævigum ótta fyri, at
klikan skal velja sær sam-
bandsflokkin sum amboð.
Tað er tí sera umráðandi
fyri Breckmann-veingin,
at henda klika til eina og
hverja tíð veit, at hon frítt
kann brúka fólkaflokkin
til nærsagt hvat endamál,
tað skal vera.
Hin parturin av fólka-
flokkinum, tann liberali
ella sinniligi, er fyrst og
fremst umboðaður av
Jógvani Sundstein, Dem-
mus Hentze og D. P. Da-
nielsen. Tað, sum eyð-
kennir henda partin, er ein
hóvlig social liberal linja.
Tað sær út, sum Jógv-
an Sundstein ætlaði at
gera fólkaflokkin til ein
modernaðan social liberal-
an flokk — ein flokk, sum
kundi mint um teir radi-
kalu í Danmark, ella um
sjálvstýrisflokkin her hjá
okkum, tá hann var upp á
sitt besta.
Undir fyrra valskeiði-
num var stødan tann, at
hesin parturin av fólka-
flokkinum visti seg at
vera rættuliga sterkur
Hetta var grundin til, at
javnadarflokkurin tordi at
byggja eitt landsstyris-
samarbeidi å folkaflokkin.
Tad visti seg nevniliga, at
tað vóru nógv mál at sam-
arbeiða um, tí tað vóru
menn í fólkaflokkinum,
hvers sosialu sjónarmið,
ikki vóru so ólík teimum
hjá javnaðarflokkinum.
Spurningurin er so, hví
javnaðarmenn góðtóku
Óla Breckmann, sum jú
leikaði líka óður tá sum
nú. Tað gjørdu teir helst,
ti tað var ein partur av
prísinum fyri samgong-
una, og tí teir mettu Óla
Breckmann sum eitt slag
av politiskari pausuklovn
uttan ávirkan. Eingin
kundi tá fyristilla sær, at
Óli fór at enda sum eina-
ræðisharri í fólkaflokki-
num.
Men nú er sum sagt alt
viðvent: fyri tað fyrsta at
úrslitið, sum vísti, at tær
afturhaldskreftir, sum
hava vunnið fram um all-
an vesturheimin uttan í
Eysturríki, eisini hava
góðan byrð her heima hjá
okkum.
Valúrslitið, sum gav
eina stóra borgarliga
framgongd, gav Óla
Breckmann nógv leysari
teymar, enn hann áður
hevði havt, samstundis
minkaði tann hóvligi part-
urin hjá Sundstein burtur
í einki.
Her kemur Hákun
Djurhuus inn í myndina.
Hann hevur undir sein-
asta valskeiði mest sum
helt seg til tann hóvliga
partin. Tað er tó nógv,
sum bendir á, at Hákun
Djurhuus tað seinasta árið
hevur kent seg hóttan
sum leiðara í flokkinum.
Orsøkimar til hetta eru
mangar. Vit lata tær
liggja og nevna bert, at
Hákun uppfataði hóttan-
inar, sum um tær komu
frá ti hóvliga partinum av
flokkinum. Hann gjerdi tí
upp við seg sjálvan og
valdi tann vinnandi partin
— tó neyvan av sympatii
fyri Ola Breckmann.
Nógv kann sigast um
Hákun Djurhuus, men
nakar mannvargur hevur
hann ongantið verið og
mannajagstranarmetod-
urnar hjá Ola Breckmann
munnu neyvan fella hon-
um so væl.
Heldur valdi hann av
reint opportunistiskum
grundum. Hann tordi ikki
at halda fram sum leiðari
av fólkaflokkinum uttan
ein tryggan meiriluta í
bakinum, og hesin var nú
at finna á hegraveingi-
num.
Afturat hesum komu
eisini nøkur heilt personlig
viðurskifti. Tað er einki
loyndarmál, at Hákun
Djurhuus ikki fekk sín
vilja, tá landsstýrið varð
sett.
Hann var eyðmýktur av
sínum egnu, sum enn ikki
rættuliga hevdu funnið
gongulagið í høgrarekkju-
num.
Hvert hetta var beint
ella skeivt, er sjálvsagt
eitt innanhýsis fólkafloks-
mál, men ivaleyst hevur
tað havt sína ávirkan á
Hákun, tá hann valdi
síðu. Úrslitið av hesum
maktstridi fekk stóran
týdning fyri javnaðar-
flokkin. Tað sgjerdist
nevniliga, at tann liberali
parturin av fólkaflokki-
num tapti so dyggiliga, at
hann so at siga hvarv.
Fyrsta prógvið um hetta
kom undir Lassa-máli-
Framhald á síðu 4
LE
—