Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

JAN FEGON ROOT OLA LL. g É & F Nr. 50 — 30. juni 1979 sosialurin Nýggjur asfalteringsháttur: Lagt á og grús- lagt Nú er kommunan í Havn farin undir at royna eitt nýtt slag av asfalti — so- nevnt stoypiasfalt. Hetta slagið av asfalti er dýrt. Ti verður tað av hesi orsek bert lagt á vegamót við nógvari ferðslu. Landsverkfreðingurin skuldi upprunaliga fáa vitjan av nekrum monn- um frá eini danskari fyri- tøku, sum skuldi sýna teimum hetta asfaltið. Landsverkfreðingurin segði býarverkfreðingi- num í Havn frá hesum og í síðstu viku varð so farið at royna hetta asfaltið í J. Paturssonargetu á strekk- inum frá Fr. Petersens- gøtu til Dalavegin. Hetta strekkið er góðar 100 metrar. Talan er bert um eina roynd. Um tað sýnist at klára seg gott um veturin móti kulda og kava og pikunum, so fer kommun- an at gera meira burtur úr hesum, upplýsir Leivur Johannesen, á teknisku deild hjá kommununi. Í Keypmannahavn er hetta asfaltið koyrt á í fleiri ár, og verður latið heilt væl at. Men í Dan- mark nýta bilarnir ikki píkadekk. Tað tekur sína tíð at leggja hetta stoypiasfaltið á. Roknað verður við, at tað tekur átta dagar at gera strekkið í J. Patur- sonargøtu. Orsøkin til at tað tekur so langa tíð, er tann, at tað verður lagt á við hond. Tað arbeiða seks mans við hesum — tríggir føroyingar og triggir dan- ir. Stoypiasfaltið verður hitað upp i serligum vogni Lagt á við hond, klappað, grús verður koyrt á og tað verður trumlað Sr Tridja ætlanin eydnadist Nýtt fiskiskip er komið til landið. Tað er feskfiska- báturin Sólbrún, sum Partsreiðariið Sólbrún eigur. Báturin er 115 fetur langur og kann lasta uml. Sólbrún við bryggju í Havn 150 tons á hillum ella 80 tons í kassum. Sólbrún er bygdur á MacTay skipa- smiðjuni í Onglandi og er liðugt gjørdur á Miller- verksmiðjuni í Skotlandi. Hann er útgjerdur við eini 1200 hk. maskinu av slagnum Blackstone. Tá hann nú er komin, kostar hann um 15 milj. kr. Hann er eisini útgjerd- ur við spelum, sum eisini kunna nýtast á djúpum vatni. Upprunaliga ætlanin var at nýta bátin til linufiskiskap, men varð ætlanin seinri broytt til rækjuveiðu. Landsstýrið bað tí reiðariið um at gera bátin til ein feskfiskabát, og til hesa veiðuna er hann nú utgjørdur. Ætlanin er at fara til Is- lands at royna, um båtur- in fær loyvi til tess. Um ikki, so fer hann undir Føroyar at royna. Sólbrún skal avreiða til flakavirki i Vik, men veida, sum t.d. kongafisk- ur, sum ikki kann vidger- ast i Føroyum, er ætlanin at avreida uttanlands. Um eina viku fer bát- urin sin fyrsta túr. Skipari verður Olaf Larsen av Oyrabakka, sum eisini er ein av eigarunum Síða 5 kring oyggjarnar SOSIALURIN i summar Kæri lesari Sum tygum helst longu hava lagt til merkis. eru tey seinastu bleðini komin út í nakað minni síðutali enn vanligt. Hetta kemst av, at feriutið er, og at vit ti arbeiða við hålvari manning. Henda stødan fer at halda fram til ólavseku, tá allar feriur eru avgreiddar. Tað hevur verið vanligt at SOSTALURIN, eins og fleiri onnur bleð, hevur lagt stilt ein mánað um summarið. Í fjør royndu vit at fáa blaðið út og folk flest væl negd við tað. Hetta verður roynt i ar. ti aftur Um blaðið kunnu vit annars í stuttum siga, at vit eru ógvuliga fegnir um tað dyggiligu undir- tøku, vit hava fingið frá lesarum okkara. Aðrastaðir í blaðnum í dag er grein, sum visir upplagsgongdina hjá føroysku blødunum, og sæst av hesum, at tað er einki annað føroyskt blad, sum hevur havt so stóra framgongd sum Sosial urin seinastu tvey árini. Ti kenna vit hetta eisini sum eina skyldu at gera eitt so gott blað sum gjørligt. Vit hava ymiskar ætlanir til heystar, men hverjar hesar eru, fara vit at bíða eitt sindur við at greiða frá. Beskytteren á Sør vagsfirdi. Sidani verð- ur siglt til Havnar Tysdagin fyrrapart verdur vitjad i Kirkju bø og å Marinustødini og aftaná verður vitjað í Tinganesi, har log maður tekur ímóti Feroyavitjanin end- ar við at koyrt verður norður eftir Danski verju- ovastin á vitjan 2. og 3. juli kemur danski verjuovastin Knud Jergensen til Foroya á vitjan. Við í ferðini verður Harry D Train Íl, sum er ovasti fyri herskipaflotanum í Atlantshavinum. Tikið verður í móti teimum á flogvøllinum, og verður síðani farið umborð á verjuskipið oyggj til Vagar. og á vegnum verður stutt vitjan í Mjerkadali Prýðiligur Feroya-kalendari Ut er komin nýggjur Feroyakalendari fyri kom- andi ár. Tað er Jákup Andrias Arge. (Pussi). sum saman við Essa Jensen standa fyri útgávuni. Í kalendaranum er stór og vekur limynd fyri hvenn mánað. sum hesir báðir hava tikið Kalendarin er prentaður í Kassagerði í Íslandi Hann kostar 25 krónur og er tá brævbjalvi við