leygardagur 7. juli 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Tormóður Dahl:
Orkuspurningurin:
Nr. 52 — 7. juli 1979
Spillhitin frá kolorkuverki kann
nøkta hitatørvin i Havn
Seinasta oljuprishækking-
in hjå OPEC-londunum
ber i sær, at oljuprisirnir
síðani ársbyrjan eru nær-
um tvífaldaðir. Hetta
merkir, at nú mugu vit
koma til medvit, um, at
orka ikki longur kann vera
ein spurningur millum
SEV og brúkaran (el-
orka) ella millum oljufel-
egini og brúkaran (hita-
orka og motormegi).
Orkunýtslan er spurning-
urin um nýtslu av einum
tilfeingi, ið er avmarkað,
og øll orkuútbyggingin
eigur tí at verða framd út
frá einum heildarsjónar-
miði —tvs. okkara løg-
tingi og landsstýri mugu
verða givin tamarhald á
orkunýtslu og -fram-
leiðslu.
Í hesum samanhangi er
tað barnslig naivitet — ja,
beinleiðis ómoralskt — at
tosa um »fria initiativiða
og sum vit hava sæð í
einum ávísum blaði.
Eg havi áður víst á, at
ætlaða vatnmegiútbygg-
ingin hjá SEV — tá ið av-
tornar — kemur upp á
umleið 1 milliard kr. rokn-
að í 1978-krónum (verður
roknað við 7% avskriving
og lánirentu 12% er talið-
1.095.000.000 — 1978-
krónur). Ein slík iløga vil
— sum einhver eigur at
skilja — leggja alt okkara
vinnuliv, ja, heila sam-
felag okkara, lamið.
Kolorka
Eg havi eisini víst á, at
eitt kolorkuverk, ið ger
betri nyttu (sterri orku-
framleiðslu (enn ætlaða)-
vatnmegiútbyggingin, vil
kosta okkum o.u. 80—
100 mill. kr. (tilboð úr
Danmark og Týsklandi
fyriliggja), og at spilli-
hitin frå hesum kolorku-
verki vil verða nokk til at
nekta so at siga allan
hitatervin hjá sethúsum í
Havn, og at vit sostatt
kunnu spara 12—15.000
tons (tvs. umleið 7%) av
okkara oljuinnflutningi.
Tilfeingið av koli í
heiminum er mett at vara í
nógv hundrað ár afturat,
og hartil hava vit okkara
egna kol, sum lutvíst kann |
verða brúkt til kolorku-
verkið (verður 1/5 av kol-
tervinum til verkið nekt-
aður við føroyskum koli
vildu okkara egnu kola-
nám vara í 1000 ár).
Men fremst av ellum havi
eg eftir førimuni roynt at
víst á, at tað als ikki
hevur nakran bráðskund
at fara undir ætlaðu út-
byggingina hverki av
vatnorkuverkinum ella
kolorkuverkinum, og við
bráðskundi meini eg her
næstu tvey — trý árini. Tó
eigur sjálvandi beinan-
vegin at verða farið undir
planleggingararbeiðið fyri
kolorkuverkið og útnyttan
av spillihitanum frá ti.
SEV's ætlanir um
byggjan av nýggjum mo-
torverkum í Suðuroy (2X
3000 HK), í Klaksvík (1X
8000 HK) og á Sundi (1X
15.000 HK) mugu sjálv-
andi verða endurskoðað í
síni heild.
Skilaleys
Ætlaðu vatnmegiprojekt-
ini hjá SEV í Vágum og í
Eysturoynni eru eftir min-
ari metan so skilaleys, at
tey ikki áttu at verðið um-
redd í álvara. Í hesum veit
eg, at eg havi alt sum eit-
ur serkunnleika um vatn-
megiútbygging aftanfyri
meg.
Skal vatnmegin í Eyst-
uroynni í heila tikið
EM
Å
140
byggjast út við minst
meguligum skaðiligum
árinum og mest megulig-
ari orku, so er tað fyrst og
fremst ekið omanfyri 220
metrar hæddarfarlinjuna
vit eiga at byrja at tjakast
um, og ikki sum nú 140
metrar hæddarfarlinjuna
— tvs. á tí hædd sum Eið-
isvatn liggur.
Viðvíkjandi ætlaðu
vatnmegiútbyggingini í
Vágum er at siga, at
henda meira og minni
kemur at keva vinnulívið
(landbúnaður, ídnaður o.
s.fr.) vegna vatntrot, og
hartil verður náttúruoyð-
ingin hættislig, m.a. verð-
ur — umframt sjálvandi
Fjallavatn — eisini Leit-
isvatn meira og minni
oyðilagt.
Skeivir
upplýsingar
Ein heilt onnur síða av
málinum er, at eg við
mínum besta vilja ikki
dugi at skilja tað ødrvisi
enn at upplýsingarnir um
ta vatnorku, vit fáa burt-
urúr ætlaðu útbygging-
unum í Vágum og Eystur-
oynni, eru út av lagi
skeivir. Hetta vil siga, at
á
eru mínar metingar her
rættar — og tað hugsi eg
eisini allur serkunnleiki vil
stuðla mær í — so er
grundarlagið undir ætlaðu
útbyggingunum heilt fán-
að burtur.
Í einari frágreiðing til
umboðsnevndina hin 20.7.
1972 upplýsir SEV, at
meðalavfallið fyri tað av-
fallsøkid, tað snýr seg um
i Vågum, er um 2000 mm
pr. år (å flogvøllinum er
målt 1636 mm i medal pr.
år).
Við útgangassteði i av-
fallstalinum hjá SEV og ti
av Højgaard & Schultz
-projekteraða avfallsøki er
tað fysiskt Omøguligt at
fáa meira enn umleið 28—
30 mill. kWh í meðal pr. år
år útbyggingini. I ætlan-
ini, sum varð løgd fyri
umboðsnevnd SEV's, var
henda útbyggingin segd
at geva umleið 40 mill.
kWh pr. ár - tvs. 40%
meira enn tað er fysiskt
meguligt undir treytum
sum nevndar frammanfyri
Somu útrokningar gjerdar
fyri ætlaðu útbyggingina í
Eysturoynni vísa, at um
vit her rokna við einum
meðalavfalli pr. ár upp á
r
me
t
í
v
=? »
ed
. re
PE MANH US
2.300 mm. so vil útbygg-
ingin geva okkum umleið
25-28 mill. kWh pr. år.
Eisini hetta tal yvirmetir
Højgaard & Schultz, ti
teir uppgeva 33 mill. kWh
Samantikið:
Tað er sostatt eftir minari
metan eisini lítið hald í út-
rokningum Højgaard &
Schultz. — Tå eg her sigi-
»eisini« so er tað ti, at tað
nú vónandi er gingið upp
fyri flest øllum i Føroyum,
at projektini i sjålvum sær
eru skilaleys.
At enda:
Ein beinleidis spurningur
til Højgaard & Schultz:
Tit hava gjørt eitt milli-
ard-projekt fyri útbygg-
ing av vatnmegini í Fer-
oyum, og tit skulu sjálvir
gera arbeiðið eftir rokning
— V.g.0. tit »formulera«
tykkara egnu arbeiðsupp-
gávu og fara so undir at
gera hetta arbeiði eftir
rokning. Feroyski brúkar-
in skal gjalda hesa rokn-
ing. Spurningurin er tí: Er
hetta vanligur forrætn-
ingsmoralur í Keypman-
nahavn?