leygardagur 7. juli 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — 7. juli 1979
num. Skyldfólk hennara
fylgdu, grótu síni seltu tár
og royndu at lata sær
lynda, at hon ikki longur
var á lívi.
Síðani varð hon flutt út
á oynna Heisker uttan fyri
North Uist, har MacDon-
ald krógvaði hana í tvey
ár. Tá tók MacLeod frá
Dunvegan við og sendi
hana út á St. Kilda. Har
varð hon verandi sum
rættiligur fangi í 8 ár. Tey
segdu, at hon meginpartin
av tíðini skuldi gráta,
skrivaði í heilum brøv,
sum hon við tráði vavdi
um tundurpetti og slepti á
sjógv fyri við aldu og
streymi at fáa boð frá sær,
so kanska onkur kristin
sál fekk at vita, hvar hon
helt til og at hon á tann
hátt skuldi fáa boð frá sær
til vinir sínar í Edinburgh.
St. Kilda-búgvar vóru
ógvuliga blíðir við hana og
lótu henni eitt av húsum
teirra at búgva í. Men
henda lady'in hevði slíka
andstygd fyri oyggjafólk-
inum, at hon vanliga svav
um dagin og ikki fór upp
fyrr enn um náttina.
Hetta tóku St. Kilda-
búgvar sær kortini ikki ilt
av, men vóru altíð fúsir at
veita henni eina hjálpandi
hond. Teir bóru henni tað
besta torvið, sum fanst í
oynni, so hon skuldi ikki
sita keld og hóast teir ikki
hevdu so ríviligt av mati,
treyt henni ongantið nak-
að øll árini.
Tá ið skotsku lordarnir
hildu, at nú mundi ring-
asti vandin vera av, varð
hon fyrst flutt aftur á
oynna Uist, síðani á As-
synt og at enda aftur á
Skye, har tey lærdu hana
at spinna. Har sat hon so
og spann saman við hin-
um konunum, og tógvið
sendu tær til Inverness at
selja. Einaferð eydnaðist
henni at krógva eitt bræv,
hon hevði skrivað, í hes-
um tógnum.
Nakrar mánaðir seinni
kom hetta bræv upp í
hendurnar á systkinabarni
hennara, hægstarættar-
dómaranum. Hann varð
forfardur av hennara upp-
skakandi frásegn um,
hvat henni hevði verið fyri
oll hesi árini og fekk
stjórnina at senda eitt
herskip út at leita eftir
henni. Men menninir í
hansara kongaliga bretska
hátignar flota komu aftur
og søgdu frá, at hon var
ongastaðni at finna. Tá
gjørdi MacDonald skjótt
av og fekk hana fyrst
senda út á Uist og síðani
til Vaternish nesið, har
hon doyði í 1745.
Til henda dag er Lady
Grange einasta konufólk í
Skotlandi, sum hevur
fingið triggjar jarðarferð-
ir. Teir samansvornu vóru
so bebbaræddir fyri, at
teirra ringa gerð skuldi
verða avdúkað, so teir
fyltu eina kistu við torvi
og fyrireikaðu aðru jarðar-
ferðina í tí lítla kirkju-
garðinum í Duirinish,
meðan líkið í loynd varð
jarðað í Trumpan á oynni
sosialurin
Skye.
Vistu bert
um ein kong
Tá herurin hjá skotska
trúnkrevjaranum Karl
Stuart var niðurbardur í
orrustuni við Culloden í
1746, varð hildið, at Karl
og nakrir av fremstu
hjálparmonnum hansara
(hann hevði fingið sær
hjálp úr Fraklandi) vóru
farnir út á St. Kilda at
krógva seg og 10. juni
1746 varð eitt herlið sent
út í oyggjarnar at leita
eftir teimum.
Seinnapartin 19. juni
vórðu hermenninir fluttir í
land á Hirta. Oyggja-
búgvarnir hevdu fleiri
tímar frammanundan
varnast skipini og vóru
farnir til fjals at krógva
seg. Av ti at teir høvdu
livad i stødugum ótta fyri
sjórænarum, høvdu St.
Kilda-búgvar fyri fleiri
hundrað árum síðani høgt
sær smá helli í hallunum
vestantil á oynni. Hesi
helli vóru so væl fjald, at
tey hverki sóust frá sjó-
num ella úr bygdini og
hóskaðu sostatt framúr
væl til at krógva seg í. Tá
teir hevdu rannvælað alla
bygdina, komu hermenni-
nir at enda fram á nakrar
menn, men hesir St.
Kilda-búgvarnir = hevdu
onga hóming um, hvat tað
var, hermenninir tosaðu
um. Teir vistu einki um,
at nakar ungur maður var,
sum kravdi trúnuna. Teir
vistu bert um ein kong og
hann æt George 2.
Oyggjafólkið visti púrt
einki um tey kriggj,
bretska heimsveldið var
uppi, fyrr enn fyrri
heimsbardagi brast á, og
tað fyrsta hver fremm-
andamaður, sum setti sín
fót á land, varð spurdur,
var: >Nú, er nakað
kriggj?< Hetta varð ikki
spurt av tí, at St. Kilda-
búgvar høvdu nakra hóm-
ing av, hvat tað var at
kriggjast, tí sjálvir tóku
teir ikki lut í nøkrum bar-
døgum og hver maður
fekk frið fyri teimum. Í
einari lýsing av oyggju-
num frá árunum 1577 til
1595 verður sagt, at St.
Kilda einki herfólk kann
lata, av tí at fólkið har er
fátækt og at oyggjarnar
eru so avbyrgdar. St.
Kilda er eisini eitt av
teimum heilt fáu sam-
feløgunum i bretska ríki-
num, sum ongan kriggs-
minnisvarða hevur.
»Vardar av hvirluvindum
og ódnum hirða hesar
oyggjar einki um tær rist-
ingar, sum skaka
Europa<, skrivaði Mac-
culloch doktari í 1819, >og
negdir við at MacLeod
lordur og George kongur
sita við ræðið, ger tað
teimum tað sama antin so
hesin George er hin fyrsti
ella hin fjordi.«
Í 1836 hevdu oyggjar-
nar einki samband havt
við meginlandið í næstan
tvey ár. Tá kom har eitt
skip framvið og kastaði
akker uttan fyri Village
Bay. Frá manningini fekk
presturin at vita, at hann
og kirkjufólkið hevdu
biðið fyri Williami kongi
fleiri mánaðir eftir at hann
var deyður. Eftir hetta
broytti presturin benina
til »hansara hátign< uttan
at nevna kongin við navni
og hann varð illa við, tá
hann á vári 1838 fekk at
vita, hverjum kyni ríkis-
ins ovasti var av, ti tå var
tað Victoria drottning, ið
komin var á bretsku trún-
una og hevði sitið nærum
eitt ár.
Fá vóru tey inni á
skotska meginlandinum,
sum vildu átaka sær
nakra ábyrgd av einum so
fjarsteddum oyggjabólki.
Tá skotski kongurin, Ják-
up 4., við lóg ásetti, at
hereftir = skuldu allar
skotskar oyggjar vera
undir hansara valdi, læt
hann St. Kilda detta burt-
ur ímillum, av tí at hesin
oyggjaflokkur lá so langt
av leið, at hann ikki sá seg
feran fyri at tryggja fólk-
inum, sum har búði, sína
vernd. Tá fátækralógin
skuldi setast í gildi í
bretska rikinum — og
hetta var nógv seinni i tid-
ini — vistu teir, sum í lóg-
arnevndini sótu, als ikki
av, at nakað fólk búði á
St. Kilda, og ikki fyrr enn
í 1851 fór fyrsta manntalið
fram, fimti ár eftir at
manntal varð hildið inni á
meginlandinum. St.
Kilda-búgvar lótu ongan-
tíð inntøkuskatt -av ti at
Sida 7
2. partur
Kirkjan var
middepilin
fyri bygdar-
livinum.
Ofta vóru 3
gudstænast-
ur sama
sunnudag og
ell vóru
hverja ferð.
Myndin er
tikin í 1930
skattakort ongantið vórðu
send teimum. Slíkt tímdu
myndugleikarnir inni á
meginlandinum ikki at fá-
ast við. Heldur ikki vóru
teir nakrantíð á vali.
Eingin politikari so mikið
sum hugdi til teirra at
lova teimum gull og grøn-
ar skógir, hóast summir
skotskir limir í bretska
parlamentinum við hvert
plagdu at taka til St.
Kilda, tá teir vildu lýsa,
hvussu illa bretska stjórn-
in hevði umsitið útjaðurini
í Skotlandi. Heldur ikki
var nakrantið neyðugt at
boðsenda legregluni. Í tey
fýra hundrað árini, har
sagt kann verða, at St.
Kilda hevur eina skrivaða
segu, er einki brotsverk
komið fyri, alt tað ið
nakar veit frá at siga.
»Um hesin oyggjaflokk-
ur<, skrivaði Macculloch
doktari, »ikki er tað
Utopia, sum mannaættin
so leingi hevur tráað eftir,
hvar er tað so at finna?
Hvar finnur tú eitt sam-
felag við ongum vápnum,
pengum, lógum, politikki
ella skatti. Jú, tað finnur
tú á St. Kilda... Hverki
>The Times« ella »Couri-
er« — hesi blødini, sum
vit dagliga lesa — er-
kymla fólkið har. Eingin
skattalisti stendur og
hóttir á kirkjudurinum og
súlan er leys av øllum
inntøkulogum. Ei dåni í,
at St. Kilda-búgvin, sum
er so væl fyri, er harðliga
ímóti at broyta hesi við-
urskifti!«