Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin St Kilda: Ein avbyrgdur heimur FE ir Hans Thomsen Um samfelagið uttan vápn, pening, lógir, politikk ella skatt. Oyggjarnar St. Kilda eru so avbyrgd- ar, at presturin bað fyri ávísum kongi, sum langt frammanundan var deyður. Í staðin fór presturin at biðja fyri hansara hátigni>. Hann gjørdist ikki sert skakkur, tá hann seinri varð kunn- ugur við, at Victoria var vorðin drotn- ing Bretlands! St. Kilda - gloymda Nr. 52 — 7. juli 1979 oyggjasamfelagið Vindurin gjørdi sítt til, at fólk av meginlandinum sjáldan komu til St Kilda. Glen Bay á norður síðuni á oynni Hirtha ligg- ur opin fyri norðanættini, meðan ringastu ættirnar ? Village Bay hinu megin á oynni (har bygdin liggur) eru landsynningurin og útsynningurin. Í Glen Bay gongur kletturin næstan heilt í sjógv, so har varð sjáldan lent, men trolarar plagdu við hvert at liggja har og kroka fyri veður. Vóru vindur og streym- ur ikki til vildar, bar ikki til at lenda, og brann stormur brádliga á, kundi sjógvurin gerast egiligur. Tólv metra hegar aldur eru ikki óvanligar á teim- um leiðum og ikki bar til at seta fólk upp á land uttan frá árabáti. Í 1877 varð eitt brim- garðseiti gjørt á Hirtha fyri at beta um lendingar- viðurskiftini, men tvey ár seinni fór hetta í havið aftur í einari ódn. Aftur í 1901—2 varð stuttur brimgarður stoyptur úr betong, men peningurin, sum játtaður varð at byggja fyri, var einans 600 sterlingspund, so mark var fyri, hvat fáast kundi burturúr og tað var verri enn so tað, sum tervur var á, hóast hann varð væl gjørdur í allar mátar. Nú varð so lættari at sleppa upp á land, men dagarnir, sum lendandi var, gjørdust ikki fleiri av ti. Og soleiðis hevur verið fram til dagin í dag. Ein- ans mánaðirnar mai— august er vanliga lendandi harúti, tá kyrt er og ein- ans við smáum bátum. Í minsta lagi átta mán- aðir um árið herja ódnir- nar St. Kilda. Hesi ódnar- veður eru vanlig frá sep- tember og út í mars. Mary Cameron, dóttir ein av teimum seinastu trúboð- arunum á St. Kilda, minn- ist eina herviliga ódn, sum gjørdi øll í bygdini dul í fleiri dagar aftaná. >Dunið frá stormi og havi var eti- ligt<, skrivar hon. >Eisini um, men hitt dunið var so hart, at als einki hoyrdist Rútarnir vóru hvítir av saltroki og toran við snarljós- til hetta seinna øgiligt var at síggja brim- ið.< Eina aðru ferðina fóru øll húsini í bygdini av vindi og nógvur seyður varð tikin út av bakka- num. Kemur grimdar- regn, liggur alt undir í vætu og av tí at oyggin er so brøtt og moldin grunn, er hetta spillandi fyri grødina. Men hóast óár hóraðu St. Kilda-búgvar undan, sum teir høvdu gjørt tað i meira enn túsund ár, tí nakað serligt álit á tí grødi, sum landið gav, hevdu teir ongantið havt. Tá var alt tað fuglameing- ið, sum har hópaðist sam- an teir fáu summarmánað- irnar, eðrvísi álítandi og sló ikki falskar mentir. Dugdu ótrúliga væl at meta um veðurlíkindini Vetrarnir á St. Kilda eru ikki so kaldir, sum ein skuldi trúð, av ti at hesin oyggjabólkur liggur í tí flógva golfstreyminum, men veðurskifti kann koma eftir heilt stuttari tíð. Beint sum sólin skinur og tú heldur væl til standa, kann hann loysa við regni ella koma við stormi. St. Kilda-búgvar gjørdust ótrúliga gløggir at meta um veðurlíkind- ini. Fremmandafólk, sum vitjaðu oyggjarnar, undr- aðust mangan á, at St. Kilda-búgvar hesar góðu dagar, ið fyri ti fremm- anda tóktust sannir góð- veðursdagar, ikki bjóðaðu til at fara til nakað ar- beiði, hverki á landi ella sjógv, men slíkir dagar hildu sær ongantíð. >Oyggjafólkið<, skrivaði presturin Kenneth Mac- aulay i 1765, »dugir kanska nógv betur kynstrið at spáa um veðr- ið enn mong av teimum, sum standa nógv fremri í ødrum kunnleika. Nógv av hesum hava St. Kilda gnað sær við at leggja til rkis, hvussu fuglurin seg at: flogið, látið .s.fr. og kanska serliga hvussu hann flytur úr ein- um plássinum í annad.« Fyri St. Kilda-búgvar, sum næstan altíð ar- beiddu úti, hevði veðrið sjálvandi almikið at týða. Men sumrini kundu mangan vera góð við nógvari sól. Tá ið landa- frødingurin John Mathie- son var harúti i 1927, gjørdi hann fullfiggjadar vedurtalvur fyri månad- irnar april-oktober. Ta tidina høvdu tey å St. Kilda 627 sólskinstímar og 11 1/2 tumma av regni. Í Edinburgh vóru hesa somu tíðina 644 sólskins- tímar og regnmongdin 14 tummar. Summar dagar, sigur hann, var so kval- andi heitt, at tú vart um at avsálast av hita, ti skjólið var einki. Ti ar- beiddu eisini allir St. Kilda-búgvarnir naknir oman beltið. Vár og summarmánaðirnar var við hvert ógvuliga ráligt. Skúlalærarin George Murray segði luftina á Hirta mangan vera so tunga, at ringt var at halda eyguni opin. Lady Grange Sjáldan fóru St. Kilda- búgvar heiman og vistu lítið um, hvussu vorðið var aðrastaðni. Bert okk- urt ferðafólk, sum av hendingi kom út í oyggj- arnar, gav teimum eina hóming av ti heimi, ið lá uttan fyri lítla samfelag teirra. Tað var ikki bara tað, at St. Kilda-búgvar lítið vistu um, hvussu veðurlagið var í hinum partinum av Bretlandi, men meginpartin av segu teirra vóru teir eisini so vælsignað leysir av ellum teimum trupulleikum hjá fólkinum, sum har búði. Bert hendinga ferð bar tað, sum har fyrifórst, við litla oyggjasamfelag teirra St. Kilda fekk tidliga ro fyri at vera tað me vbyrgda plássið í ollum t bretska ríkinum. Uppskot vóru fleiri ferðir frammi um, at eigarin av oyggj- unum, skotski lordurin MacLeod, átti at latið bretsku stjórnini tær til fongsul. Hóast einki spurdist burtur úr hesum, kom hetta uppskotið kortini at gerast veruleiki fyri eina konu, ti tidliga í 18. eld varð varð Rachel Erskine Grange í roynd og veru fangi á oynni. Lady Grange, sum hon varð rópt, var illsint kona og sat illa um sátt við mann sín, James Erskine frå Grange, sum var skrivari i hægstarætti. Hann var bróðir jallin av Mar, ið stóð á odda fyri uppreistrinum í 1715 at fáa Stuart-ættina (Jákup 3.) aftur á skotsku trún- una. Eitt kveldið komu nakrir av hesum upp- reistrarhugaðu saman í húsunum hjá Grange lordi í Edinburgh. Rakul, sum hevði fjalt seg undir einari sofu, hoyrdi hvert orð, sum har varð talað og skilti á ollum brøgdum, at ein samansverjing var í umbúnað. Tá hon hevði ligið so, kundi hon ikki bara sær laongur, sprakk út undan sofuni og lovaði at klaga bæði mann sín og vinmenn hansara. Skelkur kom á hesar að- alsmenn, ið saman vóru komnir og teir skiltu á øll- um bregdum, at beinast mátti fyri hesi illu konu. Teir báðir lordarnir, Mac- Leod frá Dunvegan og MacDonald frá Sleat, átóku sær at krógva hana úti á nekrum oyggjum, teir áttu, og ta náttina varð hon í loynd flutt úr býnum og út á oynna Skye. Síðani lupu teir út í orð í Edinburgh, at hon skuldi vera deyð og ein jarðarferð varð fyriskipað upp á kvamsvis úr Grey- friars kirkjuni har í bý-