Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 52 — 7. juli 1979 útbyggingarnar av havna- løgunum mugu setast i samband við ætlaðar víðkanir av flakavirkjum. Her er eitt samband, og tað er serligur tervur at gera havnir í teimum bygdum og økjum, har ætlanir, um at víðka flakavirkini, eru. — Hesar ætlanirnar mugu eisini siggjast sum ein liður í ætlanunum í sterri mun at tilvirka — góðska — fiskiråvøruna. Stórur tørvur á øktum kapasiteti Núverandi flakavirkir kunnu viðgera eini 80.000 tons árliga. Reddir hava verið frammi um at økja kapasitetin til eini 110— 120.000 tons. Hevur nevndin gjert nakrar met- ingar um eina slíka øking? — Egnsudviklingsdi- rektoratet hevur gjert eina kanning, hvussu stórur tervurin er. Úrslitið av hesi kanningini var, at tað er ein stórur tervur at ekja um kapasitetin til 100—110.000 tons. — Hesa kanning hava vit lyndi til at brúka sum grundarlag, tá ein umsókn kemur til Egnsudviklings- direktoratet, og tann ráð- gevandi nevndin skal siga sína hugsan um umsókn- ina. — Tað eru komnar tríggjar umsóknir í 1979, sum eru játtaðar. Líkt er til, at fleiri koma, men higartil eru ikki fleiri komnar og enn eru vit langt frá teimum 100— 110.000 tonsunum! Økir munandi Skak-Nielsen upplýsir annars í hesum viðfangi, at tann ráðgevandi nevnd- in hevur gjert eina meting um, hverja ávirkan ein øking av kapasitetinum við 50 prosentum — upp móti 110.000 tonsum — hevur á útflutningin. Ein slik øking fer at vaksa um tj6darinntøkuna við umleið 50 mió. kr. Hetta er ein munandi øk- ing, men hon loysir ikki allar trupulleikarnar við- víkjandi gjaldsjavnanum. Hevur nevndin gjert nakrar metingar um eina ekta góðsking av ráver- uni? — Vit hava skift orð um hendan meguleikan. Tað er natúrligt at byggja upp ein konservesidnað, men sum eg havi skilt støduna, so er hetta ekið torført at fara inn á, hvat kapp- ingarferi viðvikur. Og tað er helst grundin fyri, at eingin hevur gjørt meira á hesum økinum. Landsbankin — stórhjálp Teir feroysku myndug- leikarnir hava ikki havt meguleikar fyri at stýra peningapolitikkinum, men í seinasta landsstýris- skeiði samtykti legtingið lóg um stovnan av einum landsbanka. Verður landsbankin eitt tól at stýra figgjarpolitikkinum við? — Eg persónliga skilji væl grundgevingarnar fyri at stovna ein lands- banka. Og eg haldi, at hann kann veita eina stóra hjálp. — Í dag er steðan hon, at teir føroysku myndug- leikarnir ongan meguleika hava fyri at reka eina pen- ingapolitikk — teir polit- isku myndugleikarnir hava ikki meguleika fyri at ávirka peningapolitikk- in hjá peningastovnunum uttan ein landsbanka! Verri enn væntað Tað gekk ikki so væl við tí føroyska búskapinum í fjør, sum tann ráðgevandi nevndin hevði roknað við! — Nei, vit kunnu siga tað soleiðis, at 1977 var eitt merkisár, men vit vóru greiðir yvir nakrar ampar í gongdini. Vit vóru greiðir yvir, at eitt munandi hall fór at koma í 1978, so vit tingaðust síðsta ár við landsstýrið um á ymiskan hátt at tåtta í figgjarpolitiskt. Men tað er rætt, at hallið gjerdist størri enn vit frammanundan høvdu roknað við. Hvussu fer tað at gang- ast ti feroyska búskapi- num í ár? — Vit kunnu vóna, at hallið verður eitt vet minni í ár enn tað var í fjør, men tað er ikki minst treytað av prisgongdini. Um gongdin verður so bjartskygd, sum Feroya Fiskasøla i dag metir, og roknað verður við, at virk- semi minkar, sum vit kunnu merkja, tí fiski- skapurin hevur verið vánaligur í vetur og hetta minkar um brúkið, rokni eg við eini vissari betring á gjaldsjavnanum í mun til undanfarnu ár. Samanlagdar bruttollegur í árunum 1967-77 Vegir, havnir og flogvollir Se 2. V., telefon- verkid o.8. Alnennar fløgur falt Urvelingar Samanleagdar fastar BLOGKT eeosenseneere 123,5 157, ling Í fiski Á goymslu Að 3r:ttollegur falt .. #13,0 jf 110,5 164,7 sosialurin ————————8—————nniØiøiid——I"TA———wi—A evran ————— Ílegurnar i samferðslumál — vegir, tunnilar og havnir -hava verið ógvuliga stórar í sjeytiårunum Politisk meting Í eini viðmerking til figgj- arlógina fyri 1979—80 viðmerkti Búskaparráðið og teir føroysku peninga- stovnarnir, at tað privata brúkið átti at skerjast. Hevur nvndin ta somu á- skoðanina? — Út frá eini serfrød- ingsmeting havi eg lyndi til at siga tað. Men tað er ein politisk meting, hvat eigur at verða gjert á hes- um økinum. Við árinum 1978 sum grundarlagi fari eg sum búskaparligur ser- frødingur at siga, at tað hevði verið ynskiligt, um brúkið minkaði nakað. — Tað er eitt sindur torfert at meta um, hvussu loysnir kunnu fremjast, sum kunnu hjálpa til at minka um gjaldsjavnahallið bert við iløgum. Og tað er heldur ikki ynskiligt at minka um iløgurnar á ellum økjum. Í Danmark hoyrist al- tid, at tær almennu út- reiðslurnar skulu skerjast. Er tað sama ikki galdandi fyri Feroyar? — Meguleikin er helst til staðar at skerja tær almennu útreiðslurnar á vissum økjum. Á hverjum ekjum? — Tað er sjálvandi ein politiskur spurningur, 197 38,6 1970 34,9 — 40,7 men ein partur av teimum almennu ílegunum hevur helst ikki verið heilt neyð- ugur — men sjálvandi ynskiligur. — Talan er jú aftur um eina prioritering, hvat ynskiligt er at byggja út ella ikki — havnir og orku, ella nýggjar svimji- hallir! Tórshavnar býráð ætlar at byggja eina svimjihell fyri 20 — 30 mió. kr. Er tað ikki í meira lagi? — Tað eru helst onnur ting, sum størri tervur er á, men tað er aftur ein pol- itisk meting. Hvussu eru metingarnar um tey kom- andi árini? Verður roknað við eini loysn á teimum trupulleikunum, Feroyar hava við teimum skerdu veiðumeguleikunum, við teimum avmarkaðu meguleikunum fyri víðari tilvirkan av veiðuni? — Verður tað hildið, kann ein heldur leysur politikkur rekast, men er tað eitt ivamál, um fleiri grunnar kunnu troytast og veiðan økjast og til- virkast meira, verður neyðugt at skjera útreiðsl- urnar á eðrum økjum. Og tá kunnu tað vera slíkar ætlanir, sum mugu víkja, sigur Skak-Nielsen at enda. 195,1 170,4 238, +6,3 #0.,3 21, 188,8 173,9 Síða 5 kring oyggjarnar Bilspulingarpláss hækkar figgjarætlanina Millum málini á býráðsfundinum í Havn seinasta hósdag var eitt frá Leivi Johannesen viðvíkjandi einum eki at spula bilar á. Málið var til viðgerðar í teknisku nevnd fyrst í juli 1976. har nevndin mælti havnarnevndini til at nýta ekið eystan fyri bygningarnar hjá Shell á Gulakletti Seinni var ekið á gamla ruskekinum Yviri við Strond skotið upp, men miðan august sama ár samtykti tekn- iska nevnd at nýta bæði plássini til nevnda enda- mál. Arbeidid er byrjað, men á figgjarætlanini 1979 80 er eingin peningur settur av til hetta, og tí søkti byarverkfrødingurin um neyðuga figgjan, so at arbeiðið kann halda fram. Samtykt varð at mæla býráðnum til at hækka figgjarætlanina vid 200.000 kr., og var hetta samtykt á fundinum seinasta hóskveld. Dukkusjónleikurin: Hin stóra blomsturkrúnan Blomsturkrúnan hjá blomsturdrotningini verður stolin, og fær hon hana ikki aftur áðrenn midnátt, felna ell blomstur. Bjernin Óluva og hundurin harra Hosa skunda sær út at leita eftir blomst- urkrúnuni. Hetta er gongdin í dukkuleikinum, sum Ragnheiður og húski hennara framfera á før- oyskum kring um land- ið í juli mánað. Í dag verða tvær sýningar í Havn: kl. 14 og 16. Sunnudagin og mánadagin verða sýn- ingarnar kl. 16. Hesar sýningar í Havn verða á nýggja landsbókasavninum í samstarvi við Byar- bókasavnið. Bern í 4— 10 ára aldri eru væl- komin til sýningarnar, men tey mugu hava at- gongumerki, sum tey fáa ókeypis á Byar- bókasavninum. Vaksin kunna koma við, tá tey eru saman við smábernum. Í næstu viku fer Ragnheiður við manni sínum, teimum trimum børnunum og teimum mongu dukkunum út á bygdirnar at ferðast. Vitjað verður á Tver- oyri, Giljanesi, Vest- manna, Glyvrum og í Klaksvík — nær og hvar verður kunngjert seinni. I ólavsekuvikuni verða tey so aftur í Havn, og visa tey tá helst aðrar leikir. Fótbóltur um vikuskiftið Leygardagin 7. juli: 1. deild HB—MB 2. deild Fram — KÍ EB — MB SÍ — Royn GÍ — B68 Sunnudagin 8. juli 1. deild VB — KÍ B36 — ÍF NSÍ — TB Unglingar HB — LÍF Fyribils dansiheli Ein tilráðing frá stadionnevndini hjá Tórshavnar byråd um eki til dansiheli hjá Diskotekklubba- num í Havn skuldi koma fyri á býráðsfundinum seinasta hósdag. Stadionnevndin hevur nú mælt til, at Disko- tekklubbin skal sleppa at leiga eitt oki við Ítrótt- arhøllina til fyribils dansihøli. Talan er um ekið millum høllina og R. C. Effersøesgøtu beint við vegin, sum førir niðan til sjálva hellina. Hetta ekið er valt, ti at tað liggur við eitt stórt parkeringsplåss, ikki langt frå kloakk og ikki ov nær sethúsabygging. Men hetta mál kom ikki til viðgerðar. Ístaðin kemur tað fyri á fundi, sum verður um hálvan august.