leygardagur 7. juli 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
kring oyggjarnar
Kappróðurin
á Vestanstevnu
Tilsamans 47 bátar 6. Báran
koma at luttaka i Vest- 7. Royndin Fríða
anstevnuróðrinum, og 9. Fípan Fagra
koma teir at liggja í 10. Ørnin
hesum talreðum: 11. Sílið
5-mannafer gentur: 12. Junkarin
1. Tjaldrið 13. Tjaldrið
2. Ritan 14. Hulda
. Báran 15. Svanur
. Royndin Fríða Her luttekur Dúgv-
3
5
6. Sílið
7. Fipan Fagra
9
. Svanur 8-mannafer:
10. Ørnin 1. Oyndri
11. Firvaldur 2. Víkabáturin
12. Junkarin 3. Havrenningur
13. Hulda 4. Kvívíkingur
Her luttaka Hav- 5. Ørvur
frúgvin og Dúgvan 6. Húsavíkingur
ikki. 7. Leirvíkingur
8. Miðvingur
6-mannafer: 9. Sandavágsbáturin
1. Norðistovudánjal
3. Páll Fangi 10-mannafer:
4. Hvessingur 1. Norðingur
5. Gongurólvur 4. Fuglfirðingur
6. Kollfirðingur 5. Havnabáturin
Hósvíkingur luttek- 7. Skálabáturin
ur ikki. 8. Klaksvíkingur
9. Suðuroyingur
5-mannafer dreingir: 10. Nólsoyingur
1. Firvaldur 11. Vågbingur
2. Falkur Tverábáturin, Sunn-
3. Havfrúgvin bingur, Vestmenning-
4. Broddur ur og Eysturoyingur
. Ritan luttaka ikki.
Endiliga fekst loyvi
Tað hevur nakað verðið tosað um restauratiónina
»Loftid« í Havn, sum heldur til á loftinum í bygn-
inginum hjá P/F Bil.
Tá eigarin sekti um loyvi til at reka kiosk- og
resturatiónsvirksemi, fekk hann tað ikki. Orsøkin
skuldi vera tann, at hetta var í stríð við sáttmál-
an, sum P/f Bil hevur við Býráðið í Havn.
Málið var fyri aftur á býráðsfundi hóskveldið í
seinastu viku, og tá varð loyvi endiliga givið.
Hóast tað ikki er komið fyrr enn nú, so hevur
>Loftið< havt opið vanligt síðan tað lat upp.
Vegur og bátahylur
Ætlanin er nú at gera ein veg fram við Prestlandi-
num í Miðvági, sum skal ganga til tað ætlaða
idnadarøkid. Eisini skal gerast ein moli úr Prest-
landinum. Samstundis skal eisini ein bátahylur
gerast innan fyri flakavirkið. Hann skal ætlandi
rúma 63 bátum. Núverandi umsteður at hava bát-
ar liggjandi eru vánaligar
Enn er ikki avgjert, hver skal standa fyri
hesum arbeiðinum. Endalig kostnaðarmeting
sosialurin
Nr. 52 — 7. juli 1979
Brúkið og virksemið
má skerjast - skal
búskapurin hetrast
- Stødan er ikki haldgóð, sigur Skak-Niel-
sen, sum tó metir, at hallið á handilsjavn-
anum fer at minka í ár!
Tann føroyski handils-
javnin fyri 1978 vísti eitt
hall, sum er umleið 230
mió. kr. stórt. Sagt við
vanligum orðum vil tað
siga tað sama sum, at fer-
oyingar keyptu fyri 230
mió. kr. meira enn teir
sjálvir seldu fyri. Hetta
hallið er útvið 200 mió. kr.
sterri enn árið fyri.
Tann feroyski útflutn-
ingurin, sum minkaði við
87 mió. kr. í mun til 1977,
var um 775 mió. kr., með-
an innflutningurin vaks
við 96 mió. kr. til stívliga
eina milliard kr.
Gjaldsjavnin, sum er
ein roknskapur yvir inn-
tekur og útreiðslur og
fevnir um bólkarnar verur
og tænastur og kapital-
flutning, er ikki endaliga
liðugur enn, men roknað
verður við einum halli,
sum fer at liggja millum
150—200 mió. kr.
Hverja áskoðan hevur
ráðgevandi nevndin um
búskaparligu steðuna í
Feroyum?
— Feroyar hevdu eitt
hall á gjaldsjavnanum,
sum liggur millum 150 og
200 mio. kr i 1978.
Hyggja vit at ti føroyska
fólkatalinum og sammeta
tað vid tað danska, hevur
Føroyar næstan eitt tvi-
falt so stórt hall á gjalds-
javnanum, sum Danmark
væntandi hevði í 1978 og
væntandi fær í ár. So tað
er greitt, at hendan staðan
er ikki haldgóð.
— Og tað føroyska
samfelagið kann íkki
halda fram við einum so
stórum halli. Ti mugu
meguleikar kannast fyri
at minka um hallið.
Hómar nevndin nakrar
glottar?
— Vit hava skilt tað so-
leiðis, at roknað verður
við betri fiskaprisum
Halda prísirnir fram við at
kunnu
hækka, vit vona
Handilsjavni
1) Fyribíls tai
Heimildartilfar:
at býtislutfallið — lutfall-
ið millum teir føroysku út-
flutningsprisirnar og inn-
flutningsprískrnar —
betrast eitt vet. Og hetta
hóast, at innflutningspris-
irnir fara at hækka — ser-
liga á orkugkinum.
Ómetalig
framgongd
Hverji tiltøk eigur tað før-
oyska samfelagið at seta í
verk fyri at byrgja upp
fyri ti vaksandi hallinum?
— Virksemisstødid —
bruk og iløgur — var
ógvuliga høgt i 1978. Før-
oyar hava tey undanfarnu
årini havt eina Ometaliga
framgongd. Tað gongur
sjón fyri segn, hvussu
vælferðin hevur tikið dik á
seg. Telini prógva, at
framburðurin hevur verið
framúrskarandi.
— Sjálvt brúkið er
vaksið við seks-átta pro-
sentum árliga. Tað eru
nógv ár síðan, at Dan-
mark hevði eina slíka
gongd. Á nógvum økjum
hevur Feroyar nátt tað
brúk, sum finst í eðrum
londum — men tað er
helst ikki møguleiki fyri at
halda fram við hesi
gongdini.
— Iløgurnar hava verið
ógvuliga stórar. Serliga
vóru ílegurnar í vegir í
byrjanini av sjeytiárunum
ógvuliga stórar. Og fyri
stuttum hevur
Løgting viðtikið eina um-
Feroya
Danmark:
fevnandi havnaætlan,
sum liggur á einum hægri
virksemisstødi enn tann
undanfarna.
Orkan må setast
frammarliga
— Harafturat er tervurin
stórur á orkugkinum — og
føroyingar kunnu íkki
bæði fáa upp í posa og
sekk! Ti má prioriterast.
Og eingin ivi er um, at
orkuøkid må prioriterast
frammarliga, ti å hesum
eki eru Føroyar ógvuliga
bundnar.
SEV hevur eina stóra
ætlan, sum fer at kosta
fleiri hundrað mió. kr. Er
ætlanin ov stór, og eru
alternativir = møguleikar
nóg væl viðgjerdir?
— Tað er rættuliga tor-
fort hjá okkum at taka
stødu til ætlanina, tí vit
halda, at tað eru ikki
gjørdar nog neyvar út-
rokningar ávikavist av
eini útbygging av vatn-
megini og eini útbygging
av motor el-verkum. Hesir
meguleikarnir mugu set-
ast í samband við hvenn
annan.
— Hóast tað í dagsins
prísum er dýrari at út-
byggja vatnorkuna, so er
møguligt, at hendan
loysnin er skilabetri.
Tryggleikin er størri og
oljuprisurin kann hækka
upp aftur meira.
Men vit eru noyddir
okkum
at gera greitt,
hvussu høgar tær alterna-
tivu útreiðslurnar eru. Og
hesum hava vit ikki fingið
eina nóg góða mynd av. Ti
halda vit, at tervur er á
enn fleiri kanningum.
— Men frammanundan
vil eg tó halda, at rættast
er at útbyggja vatnork-
una, hóast eg haldi, at av-
gerðargrundarlagið ikki er
nóg gott.
Havnir, har virkir
skulu útbyggjast
Hvussu skal prioriterast á
havnaætlanini. Er tað t.d.
skilagott at byggja eina
havn í Skopun fyri annað-
hvert 50 ella 90 mió. kr?
— Sum vit hava skilt
tað, so er eitt ivingarsemi
um hesa ætlanina. Hon er
heldur ikki við í havna-
ætlanini, sum nýliga er
viðtikin. Hon kemur
afturat og støda er ikki
tikin til hana. Sum eg havi
skilt tað, eru viðurskiftini
í Skopun stak vánalig —
men talan er um nógvar
pengar!
Er ílegan ov stór?
— Eg eri ikki nóg nógv
inni í viðurskiftunum til at
kunna siga nakað um tað,
men tað finnast helst
grundir fyri, at ætlanin er
útsett.
Hverjar havnir eiga at
prioriterast frammarliga?
— Eg eri ikki nóg nógv
inni í hesum ætlanunum
til at kunna siga nakað á-
vist. Men tað er givið, at
Er
ve
Um