mikudagur 11. juli 1979síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Merkisvert søgu-
og yrkingasavn
Sverri Djurhuus: Livsmyndir
I dag debuterar ein rit-
høvundur vid sini fyrstu
bók. Tað er Sverri Djur-
huus, í Havn, sum gevur
út eina stak áhugaverda
og í mangar mátar merk-
isverda bók, ið hann kallar
»Livsmyndir«.
Vit hava ådur sæd, at
Sverri Djurhuus hevur
frálíkar skrivigávur. Í
teimum seinastu Varðu-
num hevur hann havt
nakrar stuttsegur og
gjøgnum árini hevur onk-
ur yrkingin av og á verið
at sæð í 14. September.
Og nú hevur hann savn-
að bæði segur og yrkingar
í eini útgávu, sum hann
hevur vigt foreldrum sín-
um — Onnu Sofíu og Sig-
valdi Olivuri Djurhuus.
Segurnar eru, sum heit-
ið á bókini boðar frá,
lutvíst minnir úr barnaár-
unum í Kollafirði í teimum
kørgu tjúgunum. Um
hendingar og persónar.
Tær eru álvarsamar,
samstundis sum tær í
stoðum eru skemtingar-
samar. Ja, í stødum so
stuttligar, at tú hevur hug
at flenna. Men í næstu
letu verður tú aftur mint-
ur á tað meira álvarskenda
í teimum. Hesi fyribrigdi í
tilveru menniskjanna eru
frálíka væl sett upp móti
hverjum eðrum.
Segurnar eru frålikar
tíðarmyndir.
Millum tær bestu er
segan um spermarnar og
søgan, sum er nevnd
»Vandamiklar tidir.«
Tann fyrra er um
spermarnar, sum á sinni
vóru funnir í Nólsoyarfirði
og vórðu riknir niðan í
Sundalagið. Sverri hevur
sjálvur verið við og talan
er um fakta, men eg ivist
ikki í, at segan er í vissum
forum yrkt — er fiktiv.
Eftir mínum tykki er
»Vandamiklar tidir« tann
sterkasta søgan i savni-
num. Søgan er frå krigs-
årunum og er um eini ung
hjån i Eystur-Proysalandi
— um teirra fyrstu hjúna-
bandsdagar, meðan krigs-
vandin lúrur, meðan hann
verður innkallaður og er á
ti vitleysa hermótinum,
um lív og deyða, og tá tey
aftur metast í einum heit-
um ástarleiki.
Meðan segurnar eru 10 í
tali eru yrkingarnar 9.
Millum tær bestu >Foldin
Hvít< og >Deyðadómur-
me:
Deyðadómur
Við stólpan tú stendur,
beðlarnir skamt har í frá,
heftur á føtur og hendur,
min vinur, hvat tonkti tu tå?
Kanska tú hevur svikið,
eg veit tað ei,
men tá lívið teir hava tikið,
er aftur ongin leið.
Brátt rísur sólin í eystri,
nú skalt tú lívið lata,
hoyrast hvellir riflubrestir,
kúlurnar teg gjøgnum gata.
Beðlarnir til húsar heim,
frøast við barnamál,
við morgunborðið halda gleim,
o, neyðars kryplað mannasål!
Sverri hevur eitt lætt og
flótandi skrivimál, sum
liggur nær at talumáli-
num. Hetta ger, at segur-
nar og yrkingarnar eru
stak livandi. Í summum
av søgunum tykist hann
tó at loypa nakað nógv.
Vónandi verður hendan
bókin ikki tann seinasta
frá Sverra. Tað tykist,
sum hann hevur hópin at
oysa av.
Sverri hevur sjálvur
givið Livsmyndir út á
bókaforlagnum Óðin.
Einars-offsett hevur
prentað. Bókin fæst
bert í stívari permu og
kostar 65 kr.
j.m.
Landskappingin
komin í helvt
Landskappingin er nú
komin í helvt, øll liðini i
fyrstu og aðru deild hava
leikt sjey dystir hver, og
ein kann so líðandi fara at
gera sær metingar um
hvussu kappingarnar fara
at enda í ár.
Hvor verður
meistari — og hver
flytur niður?
Í fyrstu deild er stødan í
letuni tann, at tað neyvan
verða onnur lið enn TB,
ÍF og HB, ið fara at gera
seg galdandi í kappingini
um meistaraheitið. Hesi
trý liðini hava lagt seg á
odda og ikki kann roknast
við at MB og B36 hava
nakran veruligan megu-
leika at koma fram um
tey, um liðini sýna sama
spælið í heystarhálvuni
sum í várhálvuni.
Í niðara endanum liggur
NSÍ, sum flutti upp í
fyrstu deild í ár, einsamalt
við tveimum stigum og ilt
verður hjá teimum at
sleppa undan at flyta nið-
ur í aðru deild aftur, men
enn er tó seinna helvtin av
kappingini eftir og mangt
kann enn broytast.
Stødan
TB 7109-44 12
IF 71545 il
HB 7 21—11 9
MB 7 12-12 6
B36 7 8-15 G
KI 7 11-16 5
VB 7 11—17 5
NSI 7 7—224 2
Ígjøgnum aðru
deild uttan stig?
Í aðru deild eru tað upp-
flytarnir báðir GÍ og SÍ, ið
seta dám á kappingina.
GÍ hevur lagt seg klárt á
odda og hevur higartil
vunnið allar dystirnar,
meðan SÍ, sum liggur á
triðja sæti aftaná B68, ið
hevur tapt tveir dystir,
nevniliga teir móti Fram
og GÍ, hevur tapt tveir og
spælt ein javnan.
Sleppa neyvan
undan niðurflyting
Í botninum liggja EB og
KÍ einsamell. EB hevur
bert tryggjað sær tvey
stig higartil, men enn
verri stendur til hjá KÍ.
Teir hava enn ikki fingið
nakað stig, hava bert
skotið tvey mál, men tapt
ikki minni enn trýogtret-
ivu, so ringt verður hjá
teimum at sleppa undan
niðurflyting.
Stødan
Stødan i aðru deild aftaná
at hålv kappingin er lokin,
er hendan:
GI 7 22—-3 14
B68 7 14—8 10
SI 7 15—8 9
Royn 7 18—12 38
Fram 7 15—15 7
HB 7 11-13 6
EB 7 7-14 2
KÍ 7 2-33 0
Næstu dystirnar í
fyrstu og aðru deild verða
leiktir 21. og 22. í hesum
mánað. J.K.
TAKKA A—— — AA—A—
/
,
4
4
4
4
74
74
”
4
74
7
,
,
Á
,
74
7
74
,
4
,
rå
4
74
4
74
4
74
ø'
4
,
74
4
7
4
14
74
1,
7
14
4
74
7
14
4
/
4
'
á
7
4
TÁ
NNNANANSSNANASSARAARAR ARA TTT NAÁNNNNNANNSANAARNASRNARNARA
í Hatta er snýt
hornið
CP CO C C CO O Í
Tað man vera ein frålik
klokka, teir hava lagt
bussleiðina eftir.
Fríggja- og leygar-
kveld gongur hon heilt
upp til kl. 24.45.
*
Veiðan hjá sluppuni
hendan seinasta túrin
undir Føroyum, 23
kassar, varð øll av-
greidd til Feroya Bjór,
men av tí at ov nógvar
fløskur vóru brotnar,
noktaði vrakarin at
undirskriva vrakara-
váttanina, og tiskil
fekk manningin ongan
prisstudning.
Eg haldi, at hasin
katamaranbáturin lík-
ist meira einum fata-
morganabáti.
Hví man hasin eini út-
varpsmaðurin dáma so
væl at róta í ellum
muturgelum?
Maskinbrekið á Dim-
malætting kann ikki
hava verið so torfert at
umvælt, tí longu hós-
dagin var hópin av illa-
vorðnum brevum í
Dimmu.
Tarvaíelagið á Trølla-
nesi hevur biðið lands-
stýrið um fund um ta
politisku støduna. Fel-
agid hevur heldur ikki
skilt, hvat tað er, sum
flokkarnir eru ósamdir
um.
55% 500000
Oli i Åarstovu
NT
Eftir sum tad er barna-
år, åttu bussførarnir at
vist eitt sindur størri
tol vid børnunum.
*
Barnaár — bussár.
SANASASSASASSRARAARSAÁÍSARA SRA SAR SA ARAA RAS AAN AN AAN ARA SA
fS