leygardagur 14. juli 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
sostalurin
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Bíaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Beta og hinir
TAÐ ER øllum myndugleikum greitt, at ein
stórur partur av trolaratlotanum er staddur í
trupulleikum. Orsgkirnar eru mangar, men
oljuprisir og tørvandi veiðugki munnu vera
tær tyngstu. Hesin floti fer helst at fáa al-
mennan stuðul, men hesin stuðul verður ikki
veittur yvir ein kamb, somikið er vist. Bátar-
nir mugu flokkast í tveir flokkar:
1) Teir bátar, sum eru bygdir av fiskimonnum
og skiparum ella flakavirkjum við ti høvuds-
endamáli at útvega arbeiðspláss og råvøru.
2) Teir sum eru komnir til landið við ymsum
meira ella minni klárum spekulatiónsenda-
máli fyri eyga.
TIL TANN fyrra bólkin hoyra nógvir bátar,
sum eru knýttir at flakavirkjum í miðalstór-
um bygdum sum Skopun, Nólsoy, Leirvík,
Miðvági o.ø. bygdum. Tað er eyðsæð, at båt-
arnir í hesum flokki eiga ikki at verða bundn-
ir fyri teym til várs. Samfelagið má finna út-
vegir til tess at hjálpa hesum bátum.
MEN SO eru tað «spekulantabåtarnir» og her
hugsa vit serliga um Beta-trolararnar ella
Cubabátarnar. Hesir eru bátar, hvørs ognar-
viðurskifti eru kám og fløkt, men træðrirnir
ganga til eitt framleiðsluvirki fyri trolútgerð
og til Skipafelagið Føroyar, har ein hálend-
ingur, Lamein av navni, búsitandi í Keyp-
mannahavn er stjóri og Hákun Djurhuus
løgtingsmadur er nevndarlimur. lkki
endiliga nakað demokratiskt bygdatiltak —
heldur reindyrkað spekulatión!
VIRÐIÐ AV, at hesir bátar hava broti Slóð fyri
at veiða tey fiskasløg, sum áður ikki vóru
veidd, upsan og kongafiskin, verður tó at
hava í huga, tá støda skal takast til, hvussu
teir kortini kunnu gera gagn í okkara fram-
leiðslu.
TAÐ MÅ tí fara at vera øllum føroyingum
greitt, at løgting og landsstýri fara ikki at
kunna viðgera hesar bólkar eins. Javnaðar-
flokkurin fer so ongantíð at góðtaka, at bátar
hjá fiskimonnum og skiparum, fingnir til
vega við nógv stríð og strev, verða settir í
bás við spekulantaskip hjá útlendskum og
føroyskum skattaavskrivarum.
Pedagogar søkjast
Vegna broyting i barnatali og aftur-
latingartíð søkja vit 1. september
tríggjar barnagarðspedagogar til at
arbeiða hálva tíð.
Nærri við at venda sær til
Dr. Ingridar
Meinigheitsbarnagarð
Telefon 12253
Í
i
8
Í
i
|
4
sosialurin
Nr. 54 — 14. juli 1979
KE
ØREGAARD SKULDI HAVT TAGT
Tað er ongin grund til at
gera nakrar vidmerkingar
til allar samrødurnar vid
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar vid, at treytin
fyri at fåa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blad-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Øregaard í Oyggjatíðindi:
Reddin er Øregaard, men
orðini eru Håkuns.
Men útspilling hansara
av hansara gamla flokki,
sum hann skyldar alt sítt
vinnuliga og politiska lív,
skulu tó hava nakrar við-
merkingar.
Øll sum luttóku í lands-
fundinum hjá javnaðar-
flokkinum kunnu vátta, at
avgerðirnar vórðu tiknar
einmælt, ongin — heldur
ikki nakar tingmaður var
ímóti. Um nakar teirra
innast inni hevur verið í-
móti fundarsamtyktini og
yvirlýsingini, høvdu teir
sjálvandi sagt frá.
Um Øregaards beinleið-
is persónligu útspilling av
floksformanninum er bert
at siga: Hon stavar frá
taparans hati og øvund til
vinnaran.
Tað stóð Øregaard i
boði á lagnustund javn-
aðarfloksins at gerast løg-
maður. Tá skulkaði hann
undan ábyrgdini av ótta
fyri krepputíðum.
Men tá fram á gekk og
byrðurin fór at vera við,
vildi hann sleppa framat,
men tá vrakaði flokkurin
hann og valdi sær annan
og betri formann ístaðin.
Hendan formann hava øll
javnaðarfólk uttan Øre-
gaard bakkað upp til dag-
in í dag.
Tað er beiskt at noyðast
at fylgja einum floksfel-
aga á dyr aftaná 40 ár við
hesum orðum: Tá á stóð
gjørdist tú svíkur. Lat
hetta verða títt eftirmæli í
føroyskum javnaðarpoli-
tikki.
gamal javnaðarmaður
FÓLKAFLOKS HYKLARÍ
Hákun gremur seg um
yvirforbrúk og undirskot
á handilsjavnanum.
Men hvaðani stava hesi
vanlukku viðurskifti??
Tey stava frá einum
fullkomuliga ábyrgdar-
leysum, fyrilitarleysum og
profitthungrandi skara av
innflytarum.
Og hverjir eru so teir??
Teir eru at kalla allir
sum ein grundstuðlar
undir fólkaflokkinum, og
ongin hevur hildið hond-
ina so væl yvir teimum
sum júst Hákun sjálvur.
Nú, ið undirskotið
veksur orsakað av hesum
innflytaraskara og hans-
ara ábyrgdarleysa virk-
semi, vónar Hákun at
loysa teir búskaparligu
trupulleikarnar við al-
mennum niðurskurðum.
Man maðurin ganga í
barndemi? Hansara úttal-
ilsir kundu týtt uppá tað
ella fjala tey út yvir eitt
hyklari, sum sjålvt fólka-
flokkurin ikki áður hevur
uppvíst. A. Joensen
SS ELL LL SS eee gaa ede
NEYDARS TJODSANGUR
Ja, so skuldu vit uppliva
tað við: at hoyra sjálvan
sambandshevdingin citera
tjóðsangin.
Tað eru ikki so mong ár
síðani, at sambandsmenn
atkveddu ímóti, at fer-
oyskt mál skuldi verða
talað í skúlastovuni. Og
tað eru heldur ikki so nógv
ár síðani at Dimmalætting
helt uppat at skriva at
Føroya fólk ikki var nøkur
tjóð. Men alt kann brúk-
ast eisini tjóðsangurin —
at hoyra hann í Paulasa
munni var sum at síggja
nakað reint og vakurt
drigið gjøgnum skarn.
At hesin politiski ørvit-
isfiskurin, sum onki virdir
og ongum sparir, skal
ditta sær at taka Simun
av Skarði í sin munn, man
vera mongum -vboðið.
Skaldið, sum yrkti tjóð-
sangin, Símun av Skarði
var heila sítt lív útspiltur
av sambandsmonnum. Og
tá vit harafturat minnast,
at næstan allir sambands-
menn igjøgnum árini at-
kveddu ímóti studningi til
háskúla hansara, síggja
vit, at onki mark er fyri
frekleika sambandshevd-
ingsins.
Neyðars tjóðsangur,
fyri mær verður hann ong-
antíð tann sami aftur —
orðini fara at lukta nú
Pauli hevur havt tey í
munni.
Tjóðskaparsinnaður
LL ————H———wNI
Framhald av síðu 1
Semingsmaðurin
uppí
Arbeiðsgevarafelagið vildi
bert ganga við til at
hækka viðbótina við um-
leið 20 kr. Tað góðtóku
kavararnir ikki, og sama
dag varð tí semingsmað-
urin boðsendur. Hann
gjørdi nú eitt semings-
uppskot, sum m.a. gav
kavaranum eina viðbót
uppá 405 kr. T.v.s. eina
hækking uppá 45 kr.
Nevndin í Kavarafelag-
num góðtók ikki semings-
uppskotið og sendi tað tí
út til uratkveðu millum
limirnar. 10 av 14 limum
vrakaðu semingsuppskot-
ið, 2 góðtóku tað og 2 at-
kveddu ikki.
Vildu slaka
Kavararnir ynsktu nú at
Skrivstovu-
og goymsluhøli
Postverk Føroya søkir hølir bædi til
skrivstovu- og goymslubråk i um-
leið 1 1/2—2 ár, møguliga eini stór
sethús. Alt hevur áhuga.
Postverk Føroya
FRIMERKJADEILDIN
Tlf. 14577
samrådast av nyggjum og
søgdu, at teir vildu slaka
nakað i krøvum sínum. Tá ,
Arbeiðsgevarafelagið ikki
svaraði kavarunum aftur
uppá bræv teirra, lýsti
nevndin í Kavarafelag-
num verkfall fyri allar
limir felagsins.
Og soleiðis er stødan í
dag. Fleiri arbeiði liggja
nú lamin um alt landið. Í
Klaksvík, Vågunum, í
Sandoynni og í Vest-
manna eru fleiri arbeiði
steðgað.
Arbeiði
liggja lamin
Alexandur Arbahamsen
sigur, at hesi arbeiði fara
at liggja lamin, til kav-
ararnir fáa ein sáttmála.
Hann metir kravið at
hækka kavaraviðbótina
verða rætt, ti meðan
handverkaralenirnar eru
hækkaðar, so-hevur kav-
araviðbótin nærum staðið
i stað.
} i ið er
ógvuliga ð og
kavarin t ; liv i
våga undir arbeidinum. Ti
er rimuligt at viðbótin
verður hækkað.
Formaðurin í Kavara-
felagnum sigur víðari, at
eingi kavaraarbeiði verða
gjørd, meðan verkfallið er.
Hann hevur fingið lyfti frá
Froskmannafelagnum, at
limir tess ikki átaka sær
kavaraarbeiði, nú kavar-
arnir liggja í sáttmála-
loysi.
Fyrispurning
til
D.P.
Danielsen
Hví blívur tú við at dylja
tilmæli3 frá íslendingi-
num, hvar búnaðarskúlin
og royndarstødin skulu
liggja!
Útvarpið visti í vikuni
at siga frá, at hann varð
liðugur við sína uppgávu.
Spurin